Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 122 26 TRÓNDUR ARGE Støðurnar eru ikki heilt tær somu. Í ár tosa vit um bestu deildina í føroyskum fót­bólti, har útsvingini eru færri og færri. Í dag er óhugs­ andi, at ein dystur endar við tveysiffra sigri, meðan tað enn kemur fyri í næstbestu deild­ini. Í 2011 var Sámal Erik Hentze venjari hjá AB, sum við 58 stigum fyri 26 dystir hevði kós móti bestu deild­ ini, men vóru eltir av TB, sum somuleiðis hevði 58 stig, men ein málmun, sum var seks mál verri. Á Argjum greiddi AB sín setn­ing við at vinna 6-1 á FC Hoy­vík, men tað var ikki nokk, tí TB vann heili 11-0 á næst­besta liðnum hjá EB/ Streymi. Tá samanumkom høvdu bæði liðini +55 í mál­ úr­tøku, men TB hevði skor­ að eitt mál fleiri enn AB. Sostatt misti Sámal Erik Hentze og AB uppflytingina á stokkinum. -Eg havi staðið í hesi støðuni fyrr og mist. Tí er einki avgjørt fyrr enn alt er avgjørt, sigur Sámal Erik Hentze. Víkingur í væl betri støðu Tá fyrilit er tikið fyri hendingini í 2011, so er einki at ivast í, at Víkingur í ár verður FM vinnari. Liðið hev­ur trý stig fleiri enn KÍ og hevur átta mál at geva av. Hartil hevur Víkingur lættara dystin á pappírinum. Vík­ingur tekur móti EB/ Streymi, meðan KÍ tekur móti NSÍ, sum saman við vertun­um og B36 stríðast um silvurheiðursmerki. Sostatt skal Víkingur tapa og KÍ vinna, samstundis sum klaksvíkingar hála átta mál inn á Víking. Tað er eftir øllum vanligum umstøðum óhugs­andi. Øðrvísi var, um B36 vann á KÍ í farna umfari, tí so vóru tvey stig á muni. Tá hevði eitt tap fyri EB/ Streymi verið nokk, til at B36 við sigri á HB kundi vunnið FM. -Tá alt kemur til alt, so er tað betri fyri okkum, at KÍ vinnur heldur enn B36. Tað skal eg ikki lúgva fyri tykkum. Sjálvandi hava vit eisini tankar har, men tað er bara erguligt, at vit ikki kundu avgera tað sjálvir í farna umfari, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Vík­ingi, sum ætlar sær eftir ein­um sigri, hóast eitt stig er nokk. -Vit fara eftir einum sigri og tað gera vit hvørja ferð vit spæla. Vit vilja hava ein sigur heima, sigur venjarin hjá Víkingi. Spurdur um hann hevur trupult við at sova, nú FM er so nær, svarar hann: -Eg havi ikki trupulleikar við at sova í slíkum støðum og spælararnir siga tað sama, men tað henda løgin ting í slíkum støðum, sigur Sámal Erik Hentze, ið ikki vil selja skinnið enn. Silvurstríðið KÍ er á silvurplássinum og hevur favorittleiklutin. KÍ spælir á heimavølli móti NSÍ, sum saman við B36 kann yvirhála KÍ. Fyri NSÍ er treytin, at teir vinna í Klaks­ vík, meðan B36 ikki vinnur grannauppgerðina á HB. B36 skal vinna fyri at hava ein kjans, men tað krevur eisini at KÍ ikki fær øll stigini í Klaksvík. KÍ kemur við einum javn­ leiki upp á 50 stig, men tað kann B36 eisini við einum sigri á HB. Hartil hevur árs­ tals­felagið ein málmun, sum er eitt betri. Tí skal KÍ vinna fyri at fáa silvur, um B36 vinnur í Havn. -Tað er sjálvandi stutt­ ligari at vinna silur enn bronsu, men eg hevði heldur vilja havt møguleikan at vunn­ið FM, sigur Róaldur Jakob­sen, miðvallari hjá B36. Fyri klaksvíkingar smakk­ar eitt møguligt sivlur­heiðurs­merki betri í ár, enn tað gjørdi í fjør. -Í fjør var tungt at fáa silvur, men um vit vinna tað í ár, so smakkar tað betri, sigur Hjalgrím Elttør úr KÍ. Niðurflytingin verður avgjørd í 1.deild 07 Vestur hevur í ár fingið 25 stig, sum er flott fyri ein uppflytara. Í flestu av hin­ um árunum síðani vit í 2005 fóru at spæla 27 umfør, hevði tað verið nokk til at yvir­ liva. Hóast liðið liggur næst­ niðast, so er ein vón, tí B68 liggur á fjórða plássi í 1.deild. Skulu teir upp, so skulu teir blíva nummar trý. B68 er trý stig aftanfyri KÍ og hevur eina málúrtøku, sum er 14 mál verri. KÍ spælir á heimavølli móti AB, sum er oddalið, meðan B68 á heimavølli spælir móti stigleysa botnproppinum, ÍF. Tað er ikki óhugsandi, at tað verður tættari millum liðini eftir seinasta umfar, men spurningurin er um trý stig og 14 mál ikki er ov nógv? TRONDUR@SOSIALURIN.FO FÓTBÓLTUR Víkingur vinnur FM, tað er øll samd um – uttan Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi. Hann var í 2011 venjari hjá AB, sum hevði seks mál á munin niður til TB í uppflytingarstríðnum í 1.deild. Tað endaði við, at AB stóð eftir í 1.deild við einum máli TÍ TEKUR BAGGE EINKI FYRI GIVIÐ 27. umfar: (Allir dystirnir vera leygardagin klokkan 15.15) Víkingur – EB/Streymur (Dagfinn Forná) KÍ – NSÍ (Lars Muller) HB – B36 (Petur Reinert) TB/FCS/Royn – Skála (Rúni Gaardbo) ÍF – 07 Vestur (Eiler Rasmussen) Sosialurin tippar: Víkingur – EB/Streymur 3-1 KÍ – NSÍ 2-1 HB – B36 2-2 TB/FCS/Royn – Skála 2-1 ÍF – 07 Vestur 3-4 Rás2: Beinleiðis frásøgn leygardagin frá klokkan 12.30 Upptakt: 27. umfar