hósdagur 19. oktober 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
27
FÓTBÓLTUR
TRÓNDUR ARGE
Aftur í ár verður “Ársins
Spælari” tiltakið hjá Miðla
húsinum og Rás2 – í sam
starvi við Fótbóltssam
bandið. Eftir fleiri áheitanir
verður tiltakið í ár væl
størri, enn vit hava upp
livað fyrr. Tiltakið verður
í Reinsaríinum, har talan
verður eisini um reyða
løbara, myndatøkur og góð
ar umstøður at samlast.
Somuleiðis verður ein nýggj
ur heiður á skránni, tá ársins
landsliðsspælari hjá monn
um skal veljast fyri HM 2018
undankappingina.
Størri enn nakrantíð
Sosialurin, seinni Miðlahúsið
og Rás2, hava í fleiri ár skip
að fyri tiltakinum Ársins
Spælari. Talan er um eitt
tiltak, har tey bestu í farna
kapingarárinum
verða
heiðraði fyri síni avrik.
Afturmeldingarnar hava
verið góðar, tí fleiri framstig
eru gjørd seinnu árini.
Millum annað verða allar
atkvøðurnar – uttan tær um
ársins dómara – kunngjørdar
í Sosialinum mánadagin
eftir. Í nógvar mátar verður
fylgt mannagongdunum,
sum FIFA Ballon d’Or brúkti,
áðrenn FIFA og France Foot
ball aftur fóru hvør til sítt.
Tó hevur tað víst seg
at verið torført at fáa øll
tey tilnevndu at møta upp,
meðan tað í øðrum førum
ikki hevur verið pláss fyri
øllum. Í ár er vónin, at fáa
øll tey tilnevndu at møta og
samstundis tryggja, at talan
verður um eitt stórt kvøld
fyri øll.
Tí verður sjálvt tiltakið,
sum eisini er ein sending á
Rás2, í sjálvum Reinsaríinum
í hjartanum í Havn. Her
verður reyður løbari, har
spælarar, venjarar og leiðsl
ur verða avmyndaði, um
framt at matur og drekka
verður at fáa í Perluni og
parkeringøkinum millum
Reinsaríið og Miðlahúsið.
Pláss verður fyri áleið 300
gestum.
Heiðarnir til
felagsfótbólt
er tað sama
Eins og hini árini, so verður
talan um 20 heiðurslønir, har
tíggju eru til menninar, og
tíggju til kvinnurnar. Fyrst
og fremst, so skulu ársins
spælarar finnast. Umframt
tað, so verður ársins málverji,
ársins verjuspælari, ársins
miðvallari, ársins áleypari,
ársins ungi spælari, ársins
dómari og eisini ársins venj
ari kosin. Afturat hesum, so
skal ársins lið eisini setast.
Heitið »Ársins ungi
spælari« var á fyrsta sinni í
2013. Hetta kom í staðin fyri
»Ársins stjørnuskot«, sum
var ov torført at definera.
Ein ungur spælari er ein, sum
hevur U21 landsliðsaldur.
Nýggjur heiður
Tiltakið verður eisini størri
á tann hátt, at ein nýggjur
heiður verður á skránni.
Umframt
teir
vanligu
heiðrarnar, so skal eisini
ársins landsliðsspælari hjá
monnum finnast. Her er
talan um besta spælaran hjá
A-landsliðnum hjá monnum
fyri HM 2018 undankapp
ingina. Ætlanin er, at kom
andi ár verður tað ársins
landsliðsspælari hjá kvinn
um, sum verður kosin, tí tá
er undankappingin hjá teim
um avgreidd.
Ársins lið í 4-4-
2 uppstilling
Tað er mangan torført at
greiða allar fløkjurnar í
samband við ársins lið.
Atkvøðurnar, sum verða
lætnar til ársins spælarar,
eru eisini við til at mynda
ársins
lið.
Tað
verða
ítróttarskrivararnir hjá
Miðlahúsinum, sum seta
liðið. Hetta verður gjørt við
stórum atliti til, hvussu at
kvøtt hevur verið um ársins
spælarar.
í 2013 varð liðið stillað upp
í 433 uppstilling. Her vístu
fleiri fótbóltsáhugað á, at
rættari og lættari hevði verið
at sett liðið upp í 442. Hetta
gevur millum annað greiðan
skilna millum miðvallarar,
vengir og áleyparar. Hesum
leistinum halda vit fram við.
Áleypari ella
miðvallari?
Ein avbjóðing er at skilja
millum hvør er miðvallari og
hvør er áleypari. Hetta gjørdi
seg millum annað galdandi
fyri Lukasz Cieslewicz í 2014.
Tá spurdu vit táverandi
venjaran hjá honum, fyri at
fáa greiðu á tí.
Í fjør var eitt av ivamál
unum Jóannes Bjartalíð. Tað
eru ymiskar meiningar, um
hann er áleypari ella mið
vallari. Her hevur venjari
hjá honum víst á, at hann
sær hann meiri sum ein
miðvallara, har vengur eru
íroknaðir.
Kemur hetta fyri tá
atkvøtt verður, men verður
loyst so hvørt ein spælari
fær atkvøður í tveimum
bólkum.
Kunngera
atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt
gjøgnumskygni, so tók
Miðlahúsið stig til, at allar
atkvøðurnar blivu almanna
kunngjørdar mánadagin
eftir tiltakið. Hetta bleiv
gjørt fyri at skapa mest
møguligt gjøgnumskygni.
Hetta er púra vanligt, tá
FIFA Ballon d’Or verður
handað til besta spælara í
heiminum.
Tó verða atkvøðurnar til
ársins dómara ikki kunn
gjørdar. Hetta er eftir ynski
frá spælarum og venjarum,
fyri ikki at skapa óneyðugt
kjak um dómarar, sum til
tíðir kann blíva býttisligt
og primitivt. Atkvøðurnar
verða kunngjørdar í Sosiali
num, sum kemur út mána
dagin 30. oktober.
Velja 1, 2 og 3
Eins og í fjør, verða stig
givin fyri hvørja atkvøðu.
Nummar eitt fær 5 stig,
nummar tvey fær 3, meðan
nummar trý fær 1 stig. Síðani
verða stigini tald saman.
Venjarar og spælarar kunnu
ikki at kvøða fyri teirra egna
liði.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
ÁRSINS SPÆLARI
VERÐUR NÚ STØRRI
Fríggjadagin 27. oktober verður Ársins spælara tiltakið hjá Miðlahúsinum, Rás2
og Fótbóltssambandinum. Tiltakið verður størri enn nakrantíð og vónin er at fáa
góða undirtøku frá spælarunum, venjarum og øðrum kring fótbóltin
Finnast skal:
Ársins spælari
Ársins ungi spælari
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins miðvallari
Ársins áleypari
Ársins landsliðsspælari
Ársins venjari
Ársins dómari
Ársins lið