mánadagur 23. oktober 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvør er tín yndissangari?
Tom Waits. Hann hevur eina erliga rødd, ið veruliga tulkar boðskapin.
Hvat gert tú, tá tú skalt taka tær av løttum?
Eg leggi eina vinylplátu á plátuspælaran. Helst eina við The Beach Boys.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Við 64 árum á baki, ellivu útgávum sum
einstaklingur og í bólki, høvundur av fleiri
føroyskum sangskattum, tvær mentan
arvirðislønir í skjáttuni, fleiri listafram
sýningar, pláss í Grønu Songbók, Songbók
Føroya Fólks, Songbók Guds Fólks og
Sálmabókini og minnini av fleiri góðum
konsertum og løtum við tónleikinum,
so hevði tað verið skilligt, um kenda
tónaskaldið úr Vestmanna Martin Joensen
var vorðin mettur av døgum.
Men Martin Joensen er ikki klárur at
geva skarvin yvir enn á sinni. Tað sæst,
har hann situr umgirdur av málningum,
upptøkutólum og gittarum, tá undirritaði
møtti honum í verkstovu hansara í farnu
viku.
Í løtuni er hann í holt við eini verkætlan
við yngsta soninum Sakaris Joensen,
ið eftir ætlan skal enda við eini útgávu.
Hóast hann sjálvur hevur drúgvar royndir
innan tónleikaheimin, so hevur hann ikki
stórvegis trupulleika at lata sonin seta sín
dám á verkið.
- Sum listafólk er lætt, serliga í mínum
aldri, at hyggja aftur á tað, ið virkaði fyrr,
og halda fram við tí. Men eg eri eitt sindur
bangin fyri, at standa í stað og gera tað,
ið fólk vænta av mær. Ikki minst yvirfyri
mær sjálvum, tí eg haldi enn, at lívið er
ótrúliga spennandi, sigur Martin Joensen,
og greiðir nærri frá samstarvinum.
- Sakaris tekur sær av framleiðsluni. Vit
eru í holt við eini seks-sjey løg, og hevur
hann fingið fríar ræsir at framleiða. Eg geri
orð og lag, og vísir so honum hvussu tað
ljóðar, men so ger hann, ið hann vil, sigur
Martin Joensen.
Byrjaði á ungum árum
So langt aftur sum Martin Joensen minnist,
hevur hann fingist við list. Fyrstu árini var
tað serliga at tekna, ið fylti nógv hjá unga
dronginum í barndómsumhvørvinum í
Vestmanna.
- Eg plagdi sita í køkinum og í stovuni
í Vestmanna frá tí eg var eini smábarn og
tekna við vatnlitum, blýanti og øðrum. Eg
brúkti alt, ið man kundi tekna við. Fyrst
teknaði eg av eftir teknirøðum og øðrum,
men ta hevur altíð boðið mær ímóti at
herma eftir øðrum, so eg byrjaði skjótt at
tekna sjálvur, greiðir Martin Joensen frá.
Serligar umstøður gjørdu eisini, at ungi
drongurin hevði ov mikið av tíð at menna
listarligu gávurnar.
- Eg og systkini vóru ring av barnaeksem.
Tað var øgiliga ringt, tí tá var ongin viðgerð
fyri tí. Eg fekk bruna í hendurnar, so oftani
sat eg inni, tí sárini mátti lekjast. Eg vil ikki
siga, at eg var nakað serliga einsamallur
sum barn, men eg hevði nógvar løtur, har eg
sat inni og teknaði, sigur Martin Joensen.
Einki sum the Beatles
Martin var tíggju ára gamal, tá fýra ungir
mans úr Liverpool lótu úr hondum plátuna
Please, Please MMe í 1963. Næstu sjey árini
løgdu teir fýra, ið kallaðu seg the Beatles,
heimin undir sínar føtur. Og í Vestmanna
var ein barnasál, ið lat seg bergtaka.
- Eg minnist gott fyrstu ferð eg hoyrdi
Beatles. Tað er tað sama, sum tá fólk siga
tey minnast, tá Kennedy bleiv skotin. Tað
var ikki bara tað, at ein nýggjur bólkur
var komin. Hetta var nakað, ið man føldi
persónliga sjálvur. Tað var næsta andaligt,
um mann kann brúka tí vendingina. Tað
var ein veking, eitt ljós, ið brádliga gekk
upp fyri okkum, greiðir Martin Joensen frá.
Hóast ein hálv øld er liðin síðan the
Beatles legði heimin fyri føtur sínar, so
hevur Martin Joensen aldrin havt eina
slíka uppliving aftur.
- Eg havi havt onkrar wow-upplivingar,
men einki, sum hatta her. Tað var ikki
bara musikalska kensla av, at hatta var
fantastisku tónleikur ella at teir spældu
á ein serligan hátt. Tað var øll heildin. Tað
var eitt ella annað við, at teir opnaðu fyri
einum fullkomiliga nýggjum heimi á fleiri
økjum.
Skapa sítt egna
Tað var eisini um hetta mundi, at Martin
Joensen tók síni fyrstu fet innan tónleikin.
At byrja við, eins og við myndlistini, so
gjørdi hann eftir øðrum, og spældi coverløg
hjá the Beatles, Rolling Stones og øðrum.
Men tað treivst hann ikki við.
- Eg hugsaði, tað var idiotiskt at spæla
júst somu akkordir, løg og sang sum onnur.
Tað var tíðarspilla at kopiera, tí sjálvt
bólkurin spældi sangin ymisk frá ferð
til ferð. Tá byrjaði eg at tulka sangirnar í
staðin. So lopið harfrá og til at gera egin løg
og tekst, tað var ikki so stórt. Tá gjørdist
tað originalt og mítt egna, greiðir Martin
Joensen frá.
Martin Joensen minnist eisini fyrstu
regluna, ið hann skrivaði, tá hann fór at
framleiða egið tilfar.
- I'm looking out through my window.
Eg var 12-13 ára gamal, tá eg byrjaði at
skriva løg. Eg hevði lært meg nakrar
akkordir á gitarinum og so skrivaði eg
sjálvandi á enskum, tí tað skuldi man tá,
minnist Martin Joensen aftur á.
Hóast tann reglan neyvan verður hon,
ið fólk fara at minnast yrkjaran fyri, so
gekk tað ikki long tíð frá fyrstu regluna, til
hann byrjaði at skriva tekstir, ið hann enn
brúkar í dag.
- Tá eg var 14 ára gamal, plagdu eg og
tveir góðir vinir at seta okkum niður við
gitarum og syngja sangir. Nakrar teirra
syngi eg enn í dag. Lagið til Svartur Ravnur
skrivaði eg um ta tíðina, tá eg var 14-15 ára
gamal, sigur Martin Joensen.
Krevur hart arbeiði
Hóast Martin Joensen í dag hevur latið úr
hondum fleiri sangir, ið eiga serlig pláss í
føroysku mentanarsøguni, so hevur tað
aldrin fallið honum lætt at skriva sangir.
- Hjá summum kemur tað bara, men so
er ikki hjá mær. Eg seti meg aldrin niður,
tí eg brádliga fái íblástur frá onkrum. Tað
er øgiliga oftani so, at eg fái hug at skriva
ein sang, og so seti eg meg niður at arbeiða.
Eg byrji øgiliga oftani við lagnum og so siti
eg skiftivís við gitarinum og penninum og
skrivi tekst. Tað er nógv arbeiði í tí og eg
eri øgiliga kritiskur, greiðir Martin Joensen
frá, og leggur afturat.
- Sum oftast eftir fyrsta útkast, so eri eg
deprimeraður, tí eg haldi tað sær ræðuligt
út. Men eg havi lært, at tað bara er fyribils
og møguligt er at rætta seinni á leiðini. So
kemur ein regla aftrat, ið loysir upp fyri tí
fyrstu, og so kemur okkurt, ið sær skilagott
út, og til endans hevur tú fýra, fimm vers
og so kanst fínpussa tað. Tá hevur tú
okkurt, ið tú kanst brúka, sigur Martin
Joensen.
- Sum listafólk er lætt, serliga í mínum aldri, at hyggja aftur á tað, ið
virkaði fyrr, og halda fram við tí. Men eg eri sindur bangin fyri at standa í
stað og gera tað, ið fólk vænta av mær. Ikki minst yvirfyri mær sjálvum,
tí eg haldi enn, at lívið er ótrúliga spennandi, sigur Martin Joensen.
ERI BANGIN
FYRI AT STANDA
Í STAÐ