mánadagur 23. oktober 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvat er tín yndisbók?
Í løtuni er tað Glansbílætasamlararnir hjá Jóanes Nielsen.
Hvat er tín besti sangur?
Besti er kanska ringt at siga, men hann sum týður mest fyri meg, er Ettesabrúgv.
UM Martin Joensen
Martin Joensen varð borin í heim í Vestmanna
27. august 1953. Martin er útbúgvin teknari
og grafikari, men er kendur millum føroyingar
sum ein fjølbroyttur listamaður, hvørs amboð
eru pensilin, pennurin og gitarin. Martin hevur
verið partur av tónleikabólkinum Vestmenn
síðan 1982, og hava teir givið út fimm
plátur, meðan hann undir egnum navni hevur
givið út seks plátur. Í 1981 bleiv handaður
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs
og fekk hann handað Mentanarvirðisløn M.A.
Jacobsens í 2007.
Í dansistøð og
gudshúsum
Tað ber serligan vitnisburð um skaldsligu
gávurnar hjá Martin Joensen, at óansæð
hvar ein er staddur, so er tað altíð pláss til
sangirnar hjá skaldinum úr Vestmanna.
Fá føroysk tónaskøld og yrkjarar spenna
nevniliga eins víða sum Martin Joensen.
Sangir hansara verða sungnir og spældir
í ballum eitt leygarkvøld og í gudshúsum
sunnumorgun. Um blaðað verður upp í Grønu
Songbók, Songbók Føroya fólks, Sálmabókini
og Songbók Guds Fólks, so finnur ein sangir
hjá Martini Joensen í øllum teirra.
- Fyrstu ferð eg bleiv kløkkur av nøkrum
slíkum, var tá Grøna Sangbókin bleiv útgivin
og eg hevði 36 sangir við í henni. Eg bleiv
aftur tikin á bóli, tá nýggja útgávan av
Songbók Føroya Fólks bleiv útgivin, og mínir
sangir vóru við. Tað var tann heilaga bókin
fyri føroyskar sangir. Tað besta yvir føroyska
songtekstir. Vit brúktu hana, tá eg gekk í
skúla. Um onkur segði við meg tá, at mínir
sangir fingu innivist har, so hevði eg hildið
tey verið í ørviti, greiðir Martin Joensen frá.
Seinni hevur Martin Joensen eisini yrkt fleiri
sangir innan andaliga økið, og tá eitt nýtt
ískoyti bleiv lagt aftrat Sálmabókini í 2013
og brøðrasamkoman gav út Songbók Guds
Fólks tvey ár seinni, vóru fleiri sangir og
sálmar hjá skaldinum úr Vestmanna í báðum
bókum.
- Tá ið tey ringdu og spurdu, um tey kundu
brúka nakrar av sangunum til Sálmabókina,
var tað prikkurin yvir i'ið. Tá hugsaði eg við
mæt sjálvum, at nú var ringrásin, hartil eg
var komin í lívinum og tí andaliga, liðug. At
eg síðan eisini kom í Songbók Guds Fólks,
var veruliga hugvekjandi hjá mær. Hetta er
nakað, ið eg eri øgiliga eyðmjúkur yvir, sigur
Martin Joensen.