mánadagur 23. oktober 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki fallið í góða jørð í Vága
kommunu, at Poul Michelsen,
landsstýrismaður, hevur nevnt
møguleikan,
at
Sjóvinnustýrið
møguliga flytir úr Vágum.
- Um landsstýrismaðurin ger
álvara av ætlanum sínum, er størsti
smeiturin fyri Vágoynna, at vit
missa eitt lutfalsliga stórt alment
arbeiðspláss. Slíkum hava vit alt ov
fá av frammanundan, serliga í Vága
kommunu.
Tað sigur borgarstjórin í Vága
kommunu, Eyðdis Hartmann Nicla
sen.
- Vit eiga at hugsa fram eftir,
so ung fólk við útbúgving hava
møguleika at seta búgv í komm
ununi, tí her eru arbeiðspláss, sum
passa til teirra útbúgving. Hetta
meti eg hevur nógv at siga, tí tá fáa
vit eina fjølbroytta fjøld av borg
arum.
Hon vísir á, at í januar í ár
tosaði hon við Hans Johannes á
Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum,
um støðuna, tá málið var umrøtt í
miðlunum. Aftur tann 22. mai í ár
vóru borgarstjórin og formaðurin í
vinnu-og havnanevndini hjá Vága
kommunu, Heðin Poulsen, á vitjan
á Sjóvinnustýrinum.
- Tosað varð um tey øki/lendi,
sum Vága kommuna kundi bjóða
Sjóvinnustýrinum og um bygging.
Serliga trý øki í kommununi vóru
áhugaverd
fyri
Sjóvinnustýrið.
Tey søgdu seg gleða seg til at fáa
tekningar til nýggju framtíðar høl
ini, soleiðis at tey kundu sleppa í
gongd.
Eyðdis Hartmann Niclasen sig
ur, at stjórin í Sjóvinnustýrinum
eisini greiddi frá, at tey høvdu sett
sum treyt, at tey vildu vera verandi
í Vága kommunu.
- Tey greiddu frá, at miðlar
nir høvdu blást málið um hølis
viðurskiftini upp, og at tað var
farið heilt út um proportiónir við
hesum. Sagt varð eisini, at starvs
fólk í Sjóvinnustýrinum ikki vóru
so “uppøst”, sum tað ljóðaði í miðl
unum.
Borgarstjórin í Vága kommunu
sigur, at Landsverk vegna vinnu
málaráðið hevur bjóðað arbeiðið
út at gera ein bygning til Sjó
vinnustýrið. Inn komu tvey skikk
aði tilboð, men av eini hvørji orsøk
er hesin leisturin tikin av borðinum,
og verður málið nú óneyðugt súltað
av myndugleikunum.
- Vit vóru við í tilgongdini í
sambandi við hesi boðini, og vit
gleddust um, at tað nú styttist til
eina góða og endaliga loysn at fáa
nýtt høvuðssæti til Sjóvinnustýrið
aftur í Vágum.
Eyðdis Hartmann Niclasen legg
ur dent á, at Vága kommuna er sera
áhugað í, at Sjóvinnustýrið verður
verandi í kommununi.
- Vit fylgja sera spent við gongd
ini, og vit eru sjálvandi til reiðar at
hjálpa, har tað er neyðugt – fyri at
alt skal ganga skjótt og væl, sigur
borgarstjórin í Vága kommunu.
Fyrilestrar
um fylgjur
eftir sjúku
Vilmund Jacobsen
Fyrilestrar um seinfylgjur eftir
krabbameinssjúku og krabba
meinsviðgerð verða hósdagin
26. oktober á parnassinum á
Hotel Hafnia.
Fyrilestur fyri heilsustarvs
fólk verður frá klokkan 14-16,
og síðan verður almennur fyri
lestur frá klokkan 19-21, báðir
eru ókeypis.
Tað er Krabbameinsfelagið
sum skipar fyri.
Hin fyrri fyrilesturin er fyri
fólk, sum í sínum starvi koma
í samband við krabbameins
sjúklingar og avvarðandi. Hin
seinni er ætlaður teimum, sum
hava seinfylgjur av krabba
meinssjúku og krabbameins
viðgerð.
Seinni fyrilesturin er eisini
ætlaður øllum øðrum áhugað
um.
Viðgerð fyri krabbamein
er batnað nógv seinastu árini,
og alsamt fleiri gerast frisk.
Kortini eru tað fleiri, sum fáa
seinfylgjur av sjúkuni.
Fyrilestrarhaldari
verður
Cecilie E. Kiserud, yvirlækni
og serfrøðingur í onkologi.
VATNVEITING: Nú Hvalbiar kommuna hevur
yvirtikið vatnveitingina er avtala gjørd við
Andreas Olsen um at skráseta og taka sær av
trupulleikum við vatnveitingini í kommununi.
Um trupulleikar eru við veitingini, skulu fólk
tískil seta seg í samband við Andreas Olsen.
195 næmingar skulu
hava nýggjan stjóra
Gongst, sum ætlað, fær Tofta skúli
nýggjan skúlastjóra hin 1. desember í ár
Vilmund Jacobsen
Lýst verður nú eftir skúlastjóra til
Tofta skúla, og sambært starvs
lýsingini tekur nýggi skúlastjórin
við hin 1. desember í ár – ella so
skjótt sum til ber.
Skúlastjórin hevur fyrisiting
arligu og námsfrøðiligu leiðsluna
og ábyrgd av virksemi skúlans.
- Viðkomandi skal fremja góð
ar arbeiðsumstøður og gott sam
starv millum skúla og heim og í
samstarvi við foreldrini virka fyri,
at næmingarnir fáa eina menn
andi og fjølbroytta undirvísing.
Lagt verður aftrat, at skúla
stjórin skal vera førur fyri at inna
eina mennandi starvsfólkaleiðslu,
skapa umstøður hjá tí einstaka
fyri samábyrgd og ávirkan og
tryggja, at lærarar skúlans hava
umstøður fyri fakligari menning.
Eisini skal skúlastjórin skapa
virðing fyri skúlanum og leggja
dent á at menna skúlaskapin í
kommununi.
Við Tofta skúla eru 195 næm
ingar í 10 árgangum og 17 lærarar.
Skúlastjóri er Marita Dals
gaard.
Týskvøld klokkan 19
verður undirvísing fyri
útlendingum í føroyskum á
Strondum, og tað er Stranda
kvøldskúli sum skipar fyri
Vilja ikki missa
Sjóvinnustýrið
- Vit fylgja sera spent við gongdini, og vit eru sjálvandi til reiðar at
hjálpa, har tað er neyðugt – fyri at alt skal ganga skjótt og væl, sigur
borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen
- Ger Poul Michelsen álvara av sínum ætlanum, er størsti smeiturin,
at vit missa eitt lutfalsliga stórt alment arbeiðspláss í Vágum,
sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu
Tofta skúli skal nú hava
nýggjan skúlastjóra fyri Maritu
Dalsgaard, sum hevur verið
skúlastjóri seinastu árini