mánadagur 23. oktober 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
Góð tíðindi á
vestara armi
- Vónandi verður tað ikki
leingi, til vit sleppa undan at
koyra langan veg til lækna,
siga tey í Sjóvar kommunu
Vilmund Jacobsen
- Løgtingið hevur samtykt at
hækka játtanina til komm
unulæknaøkið, so vit nú
kunnu fáa fýra kommunu
læknar við Skálafjørðin.
Tað fegnast tey í Sjóv
ar kommunu um. Tey vísa
á, at Sirið Stenberg, lands
stýriskvinna í heilsumálum,
beinavegin fer at heita á
Heilsutrygd
um
at
lýsa
størvini leys, so tey kunnu
verða sett skjótast gjørligt.
-
Landsstýriskvinnan
og borgarstjórarnir í Runa
víkar-, Nes- og Sjóvar komm
unum eru samd um, at ein
av teimum nú tilsamans
fýra kommunulæknunum í
Skálafjarðar læknadømi fer
at halda til í viðtaluhølunum
á Strondum.
Víst verður á, at økta
talið á kommunulæknum
væntandi fer at hava við
sær, at heilsutænastan til
borgararnar verður betri,
enn hon er í dag.
- Hetta eru góð tíðindi
fyri okkum á vestara armi
á Skálafjørðinum. Vónandi
verður tað ikki leingi, til
vit sleppa undan at koyra
langan veg til lækna, siga tey
í Sjóvar kommunu.
Í eina tíð hevur
heimasíðan hjá Eiðis
kommunu verið
óvirkin, men nú er
síðan aftur í luftini – í
nýggjum hami og við
brúkaravinarligum
yvirlitum og
sniðvegum
Rímilig
drift
úti á
feltinum
Vilmund Jacobsen
Fimm línuskip fiska
longu og brosmu. Eitt
kemur inn at landa
í dag, og hini koma
væntandi síðst í vikuni.
Trý línuskip fiska tosk,
svartkalva og so nakað
av blálongu og lira.
Tey koma helst eisini
at landa síðst í vikuni.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey
fríggjadagin at siga, at
nøkur línuskip liggja
við bryggju, men tey
fara væntandi út aftur
í næstum, tí bæði veður
og streymur verða á
einari leið hesa vikuna.
Lagt verður aftrat,
at eitt frystilínuskip
er undir Føroyum,
og eitt fiskar í
grønlendskum sjógvi.
Streymurin verður
brúkiligur teir næstu
dagarnar, og líkt er
til, at veðrið verður
á einari leið onkran
av døgunum.
- Tí verður eisini
roknað við nøkrum
útróðrardøgum
í hesi vikuni.
Flestu partrolarar eru
til fiskiskap og koma
inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Upsafiskiskapurin er á
einari leið, men skipini
fá lítið av hvítum fiski.
Av
djúpvatnstrolarunum
fiskar ein svartkalva
og kemur helst inn
at landa síðst í hesi
vikuni. Tveir fiska
upsa og landa í dag.
Teir djúpvatnstrolarar,
sum frysta fiskin
umborð, fiska allir
svartkalva.
Fríggjadagin vóru fýra
trolbátar norðan fyri,
og veiðan var serliga
toskur og hýsa.
Væntandi koma
trolbátarnir inn at
landa miðskeiðis
í hesi vikuni.
- Trý skip fiska
svartkalva við gørnum
og hava brúkiligan
fiskiskap. Hesi skipini
koma helst øll inn
at landa síðst í hesi
vikuni, vita tey á
Fiskamarknaði
Føroya at siga.
HARUKVØLD:
Mikukvøldið 25.
september klokkan 19
skipar Sunda Bóksavn
fyri tiltaki um haru
í Føroyum. Eyðfinn
Magnussen, lektari í
lívfrøði, fer at greiða
frá um haruveiði,
harustovnar,
skráseting og annað.
Plast fer at fylgja
mannaættini í øldir
8,3 miljardir tons av plasti eru framleidd síðan
í fimmtiárunum, og meginparturin er til enn
Vilmund Jacobsen
Sambært
amerikanskari
kanning verður bara níggju
prosent av plastinum end
urnýtt. 12 prosent verður
brent og umgjørt til orku,
og næstan 80 prosent enda
sum rusk á ruskplássum og
úti í náttúruni.
IRF vísir í dag til eina
kanning, sum er almanna
kunngjørd í tíðarritinum,
Science Advances.
- Altjóða framleiðslan av
plasti er vaksin úr tveimum
miljónum tonsum um árið
í 1950 upp í fleiri enn 400
miljónir tons í 2015. Vænt
andi fer samlaða nøgdin
av plastframleiðslu - árini
1950 til 2050 - at koma upp á
umleið 34 miljardir tons.
Sagt verður, at størsti
parturin av plastinum verð
ur ikki niðurbrotin í nátt
úruni.
- So, alt hetta plastruskið,
sum menniskju hava fram
leitt, fylgir okkum í øldir – ja,
enntá í áratúsund.
Tað sigur Jenna Jambeck,
lektari í verkfrøði og ein av
teimum, sum hava staðið fyri
nevndu kanning.
IRF heldur, at sæð í ljós
inum av amerikansku kann
ingini, kann staðfestast, at
loysnirnar í Føroyum til
burturbeining av plasti liggja
í tí betra endanum.
- Vit eru í einari støðugari
tilgongd at menna møguleik
arnar fyri endurnýtslu. Plast,
sum vit ikki endurnýta,
verður brent og umgjørt til
fjarhita, siga tey hjá IRF í
viðmerking til amerikansku
kanningina.
Myndin er tikin á Sjósavninum á Argjum. Her sæst, at tað tekur 600 ár hjá náttúruni
at burturbeina trol – og 450 ár at burturbeina eina sodavatnsfløsku úr plasti
Mynd: Vilmund Jacobsen