mánadagur 23. oktober 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
- Hetta er nokk so stórt, so eg má
royna at liva upp til tað. Eg haldi
ikki, at eg eri nøkur hetja. Eg kenni
nógv onnur, sum vóru í uppskoti,
sum høvdu uppiborið heiðurin at
gerast ársins gerandishetja, sigur
Høgni Kunoy Dávason.
13 ára gamli Høgni Kunoy
Dávason fekk fríggjadagin heið
urin sum Ársins Gerandishetja frá
Fólkaheilsuráðnum.
Fólkaheilsuráðið vildi heiðra
onkran, sum gjørdi onkran mun í
gerandisdegnum hjá øðrum og mill
um tey tilnevndu fall valið á 13 ára
gamla klaksvíkingin.
Nógvir føroyingar munnu hava
hoyrt um 13 ára gamla tae-kwon-
do íðkaran, sum hevur systiska
fibrosu, men kortini er venjari í
egnum felag. Sosialurin hevur havt
samrøðu við hann og Kringvarp
Føroya gjørdi sendingina Drong
urin við svarta beltinum um Høgna.
Sjálvur heldur hann, at tað er virk
semi í Tae-Kwon Do felagnum,
Hwarang Føroyar, sum hevur givið
honum heiðurin.
Tað
tykist
eisini,
sum
at
Fólkaheilsuráðið hevur lagt dent á
ítróttin, tí partur av grundgevingini
fyri at geva Høgna heiðurin, var
nevniliga virksemi í felagnum.
Uppskotsstillarin skrivaði millum
annað, at “sjúkan hjá Høgna hevur
havt við sær, at vit onnur venja
saman við honum, og fáa harvið
bæði betra okkara likamliga og
sálarliga heilsu. Tey hava lagt sál og
orku í at venjingar eru (...) nærum
árið runt.”
- Vit meta, at Høgni við sínari
familju hevur, hóast likamligar av
bjóðingar, megna at gjørt nakað
munagott innan heilsufremjan fyri
seg sjálvan og onnur, skrivar Fólka
heilsuráðið.
- Eg hevði ikki fingið heiðurin
uttan felagið, so okkurt skyldi eg
teimum aftur, sigur Høgni Kunoy
Dávason, sum eisini nýtti heiðurs
lønina, 5.000 krónur, upp á útgerð
til Hwarang Føroyar.
- Eg skal til NM í Tae Kwon Do
í Finlandi í januar og ætlaði at
brúka peningin til tann túrin, men
so skuldu vit til kapping í Danmark
og høvdu brúk fyri elektroniskum
hosum. So eg brúkti pengarnar
til tað. Tað var tað rætta at gera í
løtuni, sigur Høgni Kunoy Dávason.
Høgni Kunoy Dávason og familj
an flutti til Føroya fyri sløkum
trimum árum síðani. Hann hevur
systiska fibrosu, so onkran avbjóð
ingar eru av at flyta, men hann
heldur at skiftið úr Danmark til
Føroya hevur gingið væl.
- Eg haldi, at vit øll eru follin væl
til í Føroyum. Tað er deiligt fyri
fyrstu ferð at búgva so nær familj
uni. Nú kunnu vit bara koyra 15
minuttir, so eru vit í einum húsum
fullum av systkinabørnum, greiðir
hann frá.
- Eg skal til kanningar í Danmark
eina ferð um mánaðin, so tað krevur
sítt, men annars eru eingir vansar
við at vera í Føroyum. Læknarnir
og sjúkrarøktarfrøðingarnir her
eru dugnaligir, so eg merki ongan
vansa av hesum. Eg haldi tað var
ein góð avgerð at taka at flyta heim,
sigur hann.
Tað tók ikki langa tíð, frá at
Høgni og familjan fluttu til Føroya
til hann saknaði ítróttin hjá sær.
Her vóru tó ongir aðrir taekwondo
íðkarar í Føroyum, men hann visti
ráð. Tað gingu bara fáir mánaðir,
so setti hann Hwarang Føroyar á
stovn og byrjaði at skipa fyri venj
ingum í Søldarfjarðar skúla.
Hann var ikki til staðar til hand
andina sjálvur, tí saman við øðr
um íðkarum úr Hwarang Føroyar
hevur hann luttikið í kapping í
Danmark um vikuskiftið. Úrslit
unum bilti heldur ikki, tí føroysku
íðkararnir koma heima aftur við
einum gullheiðursmerki, sjey silv
urheiðursmerkjum
og
trimum
bronsuheiðursmerkjum.
Í næstum fer hann sjálvur annar
úr Føroyum at luttaka í DM, saman
við Dávid á Lakjuni. Í januar gong
ur leiðin til NM í Finlandi. Síðani
satsar hann upp á at vinna sær
luttøku í EM í 2020.
- Til tað krevst, at eg vinni heið
ursmerki í nøkrum av stóru altjóða
kappingunum í Evropa komandi
árini, so tað verður sera spennandi.
Úrslitini hava tó verið góð í sein
astuni, so vónirnar eru góðar, sigur
Høgni.
Eyðsæð er, at evnini sum venjari
eru á eini góðari leið hjá Høgna, nú
hann sjálvur annar skal luttaka í
DM, saman við unga Dávid á Lakj
uni.
- Tað er heilt spesielt, at eitt so
ungt felag, bara trý ára gamalt, fær
so góð úrslit, og at vit fáa ein før
oying afturat í DM. Men Dávid er
klárur til tað, sigur Høgni Kunoy
Dávason.
TAEKWONDO
Taekwondo
hevur sín
uppruna í Korea,
og í ítróttinum
verður stórur
dentur lagdur á
tann asiatiska
hugsunarhátint
og lívstílin.
Hesin fremur
heilsu, vælverðu,
virðing, lýdni og
eyðmjúkleika. Hesi
virðini eru rótfest
í Taekwondo.
- EG ERI
EINGIN HETJA
Eg kenni nógv onnur, sum høvdu uppiborið
heiðurin sum ársins gerandishetja, sigur
13 ára gamli Høgni Kunoy Dávason,
sum fekk heiðurin fríggjadagin.