Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 Árni Gregersen Tað vakti ans herfyri, tá ið Jógvan Skorheim, formaður Sjálvstýrisins, boðaði frá, at hann fer at leggja eitt upp­ skot fram, sum fer at banna nýtslu av burka og niqab í al­menna rúminum. Fyrst og fremst vakti hetta ans, tí hvørki av hes­ um høvuð­klæðunum eru van­liga at síggja í Føroyum, men eis­ini tí tað var ivasamt um før­oy­ingar yvirhøvur høvdu nakr­an áhuga fyri slík­um banni. Nú Sjálvstýri hevur havt floksfund kom fram, at í ein­ari spurnarkanning, sum flokk­urin hevur latið gera, vísir tað seg, at heili 70 pro­ sent av føroyingum halda tað er skilagott við einum slík­um banni. Tað er ongin munur á, hvat kvinnur og menn halda um spurningin, men geo­ graf­iskt er tað ein munur á hvat fólk halda um hetta. Í Sandoynni og Suður­ oynni eru tað flest, sum halda, at hetta skal bann­ast – á leið 76 prosent. Í Eyst­ur­ oynni eru tey munandi færri – har halda 67 prosent, at hetta skal bannast við lóg, Fólk úr Tórshavnar komm­unu eru mitt ímillum. Har halda 68 prosent, at hetta skal bannast. Verður hugt at aldurs­ bólk­unum, so halda 60 pro­ sent av teimum millum 18 og 29 ár at hetta skal bannast, meðan tey millum 50 og 80 ár eru fleiri – har ganga 74 prosent inn fyri einum banni. Fíggjarlógin Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjálvstýri, greiddi frá politisku støðuni og virk­ semi hjá flokkinum. Hann kom inn á, at flokk­ urin hevur gjørt avtalu við samgonguna um, at flokk­ur­ in tekur undir við upp­skot­ inum um fíggjarlóg fyri 2018. -Vit gjørdu tað fyrst og fremst tí so fingu vit ávirka, so fíggjarlógin fyri komandi ár tryggjar alment virksemi kring alt landið og ikki bert í miðstaðarøkinum, segði hann. Hann vísti á, at í upp­skot­ inum til fíggjarlóg er pen­ ing­ur settur av til smærri og størri íløgur kring alt landið, og at Sjálvstýri leggur stóran ddent á júst tað. Fiskivinnan Jógvan Skorheim kom eis­ ini inn á mest umrødda mál seinastu mongu árini – nevniliga nýskipan av fiski­ vinnuni. Málið hevur fyri aðru ferð fingið 1.viðgerð í Løg­ ting­inum og er til viðgerðar í vinnunevndini, har inn­kall­ ing­ar eru nú. -Eg eri rættuliga sann­ førd­ur um, at uppskotið kem­ur ikki ígjøgnum tingið. Har er alt ov nógv sum semja ikki er um – eis­ini í sam­gonguni, segði for­mað­ ur­in. Aftaná segði hann, at tað kann vera, at ein partur av uppskotinum kemur gjøgn­ um tingið, men so verð­ur tað ein lóg, sum er nógv minni radikal enn tað upp­skotið, sum júst nú er í vinnu­ nevnd­ini. Jógvan Skorheim legði eisini dent á, at sjálvt um Sjálv­stýri hevur gjørt avtalu við samgonguna um at taka undir við uppskotinum um fíggj­arlóg, so hevur flokk­ur­ in á ongan hátt lovað at taka undir við øðrum mál­um, sum fiskivinnuni og stjórn­ ar­skipanini. Nógv bendir á, at Sjálv­ stýri er í ferð við at fyri­reika seg til løgtingsval. Í tí til­fari, sum var latið fund­ar­fólk­ inum vóru fleiri nýggir fald­ arar, har flokkurin lýsir hvat hann stendur fyri og hvørji virðir flokkurin hevur. Á tí afturlatna fundinum vóru eisini lógir og sam­tykt­ ir í flokkinum broyttar. Ein spurnarkanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Sjálvstýri vísir heilt greitt, at meia enn tveir av trimum føroyingum halda, at burka og niqab skal bannast við lóg Føroyingar vilja banna burka og niqab