mánadagur 23. oktober 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Fiskivinnunýskipanin - best
við breiðari politiskari semju
Politiska skipanin í Føroyum skal
nú standa sína roynd. Verður
ongin nýskipan av fiskivinnuni,
er vinnan hildin uppi við tosi í 10
ár og harafturat vísir politiska
skipanin í verki, at henda ikki er
før fyri at arbeiða við nýskipanum,
sum framtíðartryggja okkara
samfelag, og ger tað kappingarført
í mun til onnur framkomin lond.
At útseta fiskivinnunýskipanina
er undanførsla og eitt
tekin um veikleika
Johan Dahl
Breið politisk semja neyðug
Sambandsflokkurin eigur
nú at vísa samfelagsábyrgd
og gerast ein seriøsur við
spælari í sambandi við fiski
vinnunýskipanina.
Hetta málið er alt ov
álvarsligt til at gerast ein
partapolitisk kastibløka og
verða brúkt av ávísum sam
gongulimum til at trýsta og
hótta við til at fáa onnur mál
ígjøgnum.
Tað er ov lætt og ov bíligt
bara at seta seg aftur á og
hugsa um egin flokspolitisk
og persónlig áhugamál.
Í løtuni vísir samgongan
sera vánaligt arbeiðslag og
fyri okkum, sum standa á
síðulinjuni og eygleiða, so
valdar snøgt sagt kaos. Tí má
samgongan taka seg saman
og lúka út úr politisku pro
sjektunum og velja tey polit
isku prosjekt, sum eru mest
virðisskapandi og tryggja
okkara fíggjarliga haldføri.
Eitt nú, vildi tað verið
skilagott at parkera fólkaat
kvøðuna um nýggja stjórn
arskipan (eitt politiskt ball
adumál, sum alt ov nógv
burturspilt orka og tíð fer
til).
Sambandsflokkurin
sat
í landsins leiðslu í umleið
8 ár saman við Fólkaflokk
inum og nógv gott kom
burturúr, sum fruktirnar
siggjast av ídag, men vit
mugu eisini taka í egnan
barm og viðurkenna, at tí
verri kom onki burturúr
fiskivinnunýskipanini, sum
eisini tá stóð í samgongu
skjalinum. Nú er Sambands
flokkurin í andstøðu og
hevur tí ein annan leiklut,
men við floksins uppleggi til
eina fiskivinnunýskipan eig
ur ein breið semja at fáast í
lag.
Kemur Sambandsflokkur
in møguliga aftur í samgongu
við Fólkaflokkinum er heilt
vist, at ongar broytingar
verða framdar komandi árini
á
fiskivinnuøkinum.
Tað
kann Sambandsflokkurin jú
ikki liva við sambært egnað
uppskotinum um fiskivinnu
nýskipan, sum greitt vísir, at
tørvur er á broytingum og
tillagingum.
Men uttan mun til sam
gongu ella andstøðu, so er
Løgtingið og løgtingslimir
valdir at leiða og stýra sama
landið og somu fiskivinnu,
og fremja bestu loysnir fyri
bæði vinnulív, land og fólk.
Uppskotini líkjast - ein
semja eigur at finnast
Í november 2016 lanseraði
Sambandsflokkurin
sítt
egnað uppskot um eina ný
skipan av fiskivinnuni og
síðan vórðu samráðingar
við samgonguna við grund
arlagið i hesum uppskoti.
Alment hevur verið frammi,
at í semjuuppskotinum fekk
Sambandsflokkurin
ígjøgn
um umleið 95% av sínum
ynskjum og krøvum - hetta
semjuuppskot fyrilá í mars
2017. Um hetta er satt, so
má orsøkin til úrslitaleysu
samráðingarnar verða, at
tey írestandi 5% vóru so
avgerandi fyri Sambands
flokkin ( ella samgonguna),
at ikki bar á mál tá við sam
ráðingunum.
Hvat skilti partarnar?
Ein semja snýr seg um eina
vinn-vinn støðu og ikki,
at bara annar parturin fer
avstað við øllum sínum
ynskjum og fyrimunum.
Sambandsflokkurin fekk
6.046 atkvøður til seinasta
løgtingsval og er ein av
størstu flokkunum, sum tí
eigur at traðka í karakter
og vísa ábyrgd í hesum
málinum. Tað er lætt bara
at siga nei uttan at hava
nakað sjálvur at bjóða uppá,
men hesin politiski nei-at
burðurin hevur eisini eina
avleiðing og við hvørt eina
katastrofala avleiðing uppá
longri sikt.
Eg havi lisið uppskotið
hjá Sambandsflokkinum um
eina fiskivinnunýskipan og
eisini fyriliggjandi uppskot
hjá samgonguni og líkjast
tey á fleiri økjum. Eitt nú
líkjast endamálsorðingarnar
og allýsingar í lógaruppskot
inum. Eisini líkist lívfrøði
ligi parturin og semja er um
týdningin av góðari stovns
røkt, umframt at báðir part
ar halda tað vera skilagott
sum framkomin fiskivinnu
tjóð at byggja nýtt Havrann
sóknarskip.
Sambandsflokkurin legg
ur upp til eina kvotuskipan
og tað ger eisini samgongan,
við undantøkum fyri smá
bátar (serskipan við fiskidøg
um o.a.). Upplýsast kann, at
umleið 95% av heildarveiðini
ella allari veiði hjá Føroyum
longu er regulerað og stýrd
við kvotum.
Semja er um 8 ára gildistíð
fyri
verandi
veiðiloyvi,
grundað á søgulig rættindi
o.a.
Partarnir ynskja báðir
umsitingarætlanir og ásett
ar veiðireglur fyri botnfiska
sløgini undir Føroyum.
Semja er um, at alt skal til
lands, hóast eg meti, at hetta
má gerast yvir ávíst tíðar
skeið fyri at tillaga móttøku
og eisini tryggja optimalu
virðisskapanina hjá skipum
og manningum.
Semja er eisini um at halda
fram við tilfeingisgjøldum á
veiðuna.
Semja er harafturat um
antitrustreglurnar, sum nú
eru hækkaðar í fyriliggjandi
uppskoti frá samgonguni
- hetta til fyrimuns fyri ver
andi aktørar í vinnuni.
Ósemjurnar eiga
at kunna loysast
Hvar eru ósemjurnar?
Í táverandi semju millum
Sambandsflokkin
og
samgonguna søgdu báðir
partar seg vilja ella kunna
góðtaka eina leypandi upp
boðssølu, talan var um eini
15-20% umframt at bjóða
nýggj rættindi út. Ósemjan
snýr seg mær vitandi um
nøkur fá prosent til ella frá.
Sjálvt
Fólkaflokkurin
hevur verið at tosa við um
ein minni part á uppboðssølu
og hevur eisini alment nevnt
eitt tal uppá 10%.
Í løtuni verður ein partur
av pelagisku veiðini og bar
ensthavsrættindum
longu
seldur á uppboði.
Ein annar partur er ósemj
an um útlendskan ognarskap
í fiskiførum. Hesin parturin
er bæði avgerandi og ikki.
Tá vit í forvegin krevja til
feingisgjald frá veiðu, so
hevur
útlendskur
ognar
skapur ikki sama týdning,
sum uttan tilfeingisgjald.
Tað, sum talar fyri er møgu
leikin fyri at tilføra kapital
til íløgur o.a. og tilføra vitan
og førleikar frá útlendskum
íleggjarum.
Heldur enn at útiloka út
lendska kapitalin, er neyðugt
at gera greiðar lógarásetingar
fyri landing og virðisøking
av tilfeinginum og tryggja
marknaðaratgond, sum gev
ur optimalar møguleikar fyri
virðisøking her á landið.
Ein fiskivinnunýskipan
stendur og fellur ikki við út
lendskum ognarskapi í mun
til øll hini góðu tingini, sum
kunnu setast í verk.
Farið í arbeiðsklæðini
Verður nýskipanin og tess
broytingar ikki settar í verk
1. januar 2018, so er tað aftur
vinnan, sum verður tikin til
gýsla av politisku skipanini
í nógv ár framyvir og kemur
ivaleyst
at
standa
sum
tapari - saman við politisku
skipanini.
Tit politikarar eru valdir
av fólkinum at leiða og
stýra hesum landinum og tí
forvænta Føroya fólk, at tit
taka neyðugu avgerðirnar og
handla.
Farið tit tí í samgonguni
og Sambandsflokkurin í ar
beiðsklæðini og haldi fram
við at samráðast til ein
semja fyriliggur - alt annað
er ábyrgdarleyst.
Stuttíðar
lappaloysnir
føra ikki til nakað, og ein
semja við 1 ella 2 mand
atum tilyvirs, endar við
broytingum í einari kom
andi samgongu, meðan ein
breið politisk semja um
fiskivinnunýskipanina vildi
gjørt, at hon helt framyvir.
Tað, sum skal til frá øllum
pørtum er at vísa samfelags
ábyrgd, vilja og ein kon
struktivan innsats.
Men uttan mun til sam
gongu ella andstøðu, so er
Løgtingið og løgtingslimir
valdir at leiða og stýra
sama landið og somu
fiskivinnu, og fremja bestu loysnir fyri
bæði vinnulív, land og fólk.
Ein fiskivinnunýskipan
stendur og fellur ikki við
útlendskum ognarskapi
í mun til øll hini góðu
tingini, sum kunnu setast í verk.