týsdagur 26. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 204 - 26. oktober 2004
Nr. 204 - 26. oktober 2004
3
Styðjar eisini
Kerry
Í síðstu viku kunngjørdu
fleiri av teimum størstu
bløðunum í USA, at tey
vilja hava John Kerry til
forseta, og sunnudagin
boðaði uppaftur eitt av
bløðunum frá, at tað
styðjar Kerry.
Tað er Washington
Post.
Í
oddagreinini
skrivaði blaðið, at Kerry
er skilabetri enn George
W. Bush, at hann er
meiri opin enn sitandi
forsetin, og at hann er
betur egnaður enn for-
setin at fáa skil á land-
sins búskapi. Blaðið
fanst
samstundis
at
Bush, tí hann hevur
drigið USA upp í krígið
í Irak, og odda-grein-
skrivarin vil vera við, at
avgerðin um at leypa á
Irak bleiv tikin í skundi
og var alt ov illa um-
hugsað.
Nú hava tey flestu
stóru amerikonsku bløð-
ini við The New York
Times og Washington
Post á odda valt at styðja
John Kerry upp undir
forsetavalið. Eitt blað í
Chicago og nøkur bløð í
Texas hava sagt, at tey
styðja Bush.
Rottuplága í
Danmark
Fyri nøkrum árum
síðani plagdu donsku
myndugleikarnir at fáa
einar 100.000 fráboð-
anir árliga frá fólki, sum
høvdu trupulleikar við
rottum.
Men nú eru fráboðan-
inar vorðnar umleið
140.000 um árið, skrivar
Politiken eftir upplýs-
ingum frá umhvørvis-
stýrinum. Peter Weile,
sum er rottuserfrøðingur
hjá umhvørvisstýrinum,
sigur við blaðið, at tað
eru tær vánaligu kloakk-
irnar, sum eru orsøkin
til, at rotturnar eru farn-
ar at gera meiri um seg.
Hann vísir til eina frá-
greiðing hjá umhvørvis-
stýrinum, sum sigur, at
16 kilometrar av kloakk-
kervinum er í so vána-
ligum standi, at tað má
umvælast sum skjótast.
Ein annar trupulleiki er,
at nógvar av teimum
donsku rottunum kunnu
eta rottueitur, uttan at
tað ávirkar tær.
Sambært Peter Weile
eru ímillum ein og tvær
milliónir rottur í Dan-
mark. Hann sigur, at
nógvar av rottunum eru
smittuberar, og at fleiri
sjúkur, sum rottur hava í
sær, eru lívshættisligar
fyri fólk.
Virkin smittu-
beri
Myndugleikarnir í Tei-
landi hava skuldsett ein
56 ára gamlan týskara
fyri at hava smittað um-
leið
90
teilendskar
kvinnur við HIV.
Hans-Otto Schieman
hevur vrið sjómaður, og
hann hevur búð í Tei-
landi í mong ár. Fyri
trimum
árum
síðani
staðfestu læknarnir, at
hann var vorðin smittað-
ur við HIV, men kortini
var hann javnan saman
við ungum teilenskum
kvinnum uttan at nýta
nakað, sum kundi fyri-
byrgja, at hann smittaði
kvinnurnar.
Sambært
skuldsetingini
hevur
hann havt samlegu við
umleið 90 ungum tei-
lendskum kvinnum hesi
trý árini.
Í rættinum hevur týsk-
arin greitt frá, at hann
hevur verið sera væl um-
tóktur ímillum kvinnur-
nar, tí hann átti nógvar
pengar. Nú hava mynd-
ugleikarnir hongt mynd-
ir av honum ymsastaðni,
og kvinnur, sum hava
verið saman við honum,
verða bidnar um at fara
til lækna at lata seg
kanna, skrivar DPA.
Skilja ikki orðini
Ein kanning í Noregi
vísir, at nógv fólk skilja
ikki nógv av teimum
orðunum, sum fjølmiðl-
arnir brúka, tá teir skriva
ella tosa um ymiskt, sum
hevur við vinnulív og
búskap at gera.
Eitt nú avdúkar kann-
ingin, at nógv fólk ána
ikki, hvat orð sum in-
flasjón, synergi og ip-
telefoni merkja. Stjórin í
norsku
málnevndini,
Sylfest Lonheim, sigur
við Aftenposten, at alt
ov mong tíðindafólk
velja at brúka orð, sum
lesararnir ella lurtararnir
ikki kenna, sjálvt um tað
ikki tekur nógvar reglur
ella langa tíð at siga
týdningin við øðrum
orðum, sum øll skilja.
Men tað eru ikki bara
fjømiðlafólk,
sum
sleingja um seg við
teimum femmandu orð-
unum. Sylfest Lonheim
sigur, at nógv vinnu-
lívsfólk brúka fremm-
and orð fyri ikki at av-
dúka, at tey eru ótrygg,
tá tey verða spurd um
eitt ella annað. At mong
ikki skilja tað, tey siga,
hevur minni týdning.
UTTAN ÚR HEIMI
Teir 48 iraksku her-
menninir, sum vórðu
funnir deyðir um
vikuskiftið, vórðu
avrættaðir, tí mót-
støðurørslan metti
teir sum landasvíkj-
arar
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Abu Mussab al-Zarqawi,
sum
amerikanskararnir
hava lovað 25 milliónir
dollarar í finningarløn fyri,
hevur aftur gjørt um seg.
Um vikuskiftið átók hann
sær ábyrgdina av hópdráp-
inum, har 48 irakskir her-
menn vórðu avrættaðir.
Hermenninir høvdu verið
á venjingarlegu og vóru á
veg til hús, tá teir vórðu
álopnir.
Talsmenn
hjá
myndugleikunum søgdu, at
hermenninir vóru í sivil-
klæðum, og at teir vóru
óvápnaðir. Nærhendis bý-
num Baquba vóru bussar-
nir
við
hermonnunum
steðgaðir,
hermenninir
fingu boð um at leggja seg
niður á vegin, og síðani
vórðu teir skotnir.
Irakskar keldur søgdu
sunnudagin, at álopið á
hermannabussarnar var væl
fyriskipað, og keldurnar
løgdu afturat, at álopið er
eisini eitt tekin um, at mót-
støðurørslan hevði fingið
upplýsingar um, at her-
menninir vóru á veg til hús.
USA hevur lagt stóran
dent á at manna ein nýggj-
an irakskan her, men mót-
støðurørslan ger alt til tess
at forða fyri, at tað skal
eydnast. Umframt teir 48
hermenninar, sum vórðu
avrættaðir við Baquba,
doyðu meiri enn 20 irakskir
hermenn í bumbuálopum
aðrastaðni í landinum.
– Teitr, sum melda seg
upp í herin, verða roknaðir
sum
landasvíkjarar
og
skutilssveinar hjá ameri-
kanska hervaldinum, sigur
Brynjar Lia, sum arbeiðir á
granskingarstovninum hjá
norsku verjuni, við Dags-
avisen.
Seinastu dagarnar hava
amerikanararnir søkt at bý-
num Falluja, har hildið
verður, at Abu Mussab al-
Zarqawi heldur til. Yvir-
gangsserfrøðingar
ivast
kortini í, at so er. Teir vísa
á, at al-Zarqawi hevur eini
sjáldsom evni at leiða álop
uttan at avdúka, hvar hann
sjálvur er staddur.
Í fleiri evropeiskum
londum eru myndug-
leikarnir farnir at
fyrireika seg til, at tað
herviliga fuglakrímið
skal koma hendan-
vegin
FUGLAKRÍM
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Serfrøðingar siga, at vandi
er fyri, at flytifuglar úr
landssynningspartinum av
Asia koma saman við
evropeiskum flytifuglum í
Sibiria og aðrastaðni um
hesa tíðina á árinum.
Tað kann hava við sær, at
evropeiskir
flytifuglar
kunnu verða smittaðir við
fuglakrími, og at teir hava
sjúkuna við sær, tá teir
koma aftur hendanvegin.
Evropeiski stovnurin EISS,
sum heldur eygað við yms-
um umfarssjúkum, sigur
sambært Ritzau, at tað er
rættiliga sannlíkt, at fugla-
krímið fer at koma til
Evropa.
Í Danmark halda mynd-
ugleikarnir, at teir eru væl
fyrireikaðir til at taka ímóti
fuglakríminum. Kåre Møl-
bæk, sum er yvirlækni á
Serumstovninum, sigur við
blaðið metro-Xpress, at
donsku heilsumyndugleik-
arnir eru førir fyri at stað-
festa sjúkuna nakrar tímar
eftir, at illgruni er um, at
onkur kann hava fingið
fuglakrím. Fyrr tók tað
fjúrtan dagar, sigur yvir-
læknin.
Fuglakrímið nærkast Evropa
Avrættaðir sum landasvíkjarar
Teir 48 hermenninir fingu boð um at leggja seg niður. Síðani vórðu teir skotnir
Mynd: Reuters
RÁÐSTEVNA
Jan Müller
Oljuráðstevnan, sum plagar
at vera á hvørjum ári um
mánaðarskifti november
desember
verður
hesaferð flutt til januar
2005. Ein orsøkin er 2.
útbjóðing á landgrunnin-
um. Freistin at lata um-
sóknir inn til 2. útbjóðing
er 17. november. Síðani
skal Oljufyrisitingin brúka
einar tvær mánaðir til at
viðgera umsóknirnar. Ætl-
anin er tí at kunngera loyv-
ini á oljuráðstevnuni um-
leið 18. januar í Norður-
landahúsinum. Malan Jo-
hannesen frá Vinnuhús-
inum sigur, at tey ætla at
brúka ein fyrrapart av
ráðstevnuni til oljumál og
her serstakliga úrslitið av 2.
útbjóðing og seinnaparturin
fer so til at umrøða okkara
høvuðsvinnu og aðrar vinn-
ur. Í hesum sambandi er ís-
lendskur serfrøðingur boð-
in at halda fyrilestur. Evnið
fer at snúgva seg um,
hvussu vit megna at varð-
veita vælstandin í framtíðar
samfelagnum, har tørvur
verður á øðrum vinnum
eisini enn bert fiskivinnuni.
Tað er Oljuvinnufelagið,
sum skipar fyri olju- og
alternativu vinnuráðstevn-
uni í januar.
Oljuráðstevna umleið 18. januar
C
M
Y
K
3
2
Seinasta freist
at lata broyt-
ingar inn til
telefonbókina
2005 er mána-
dagin 1. nov.
2004
Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist, at koma við
rættingum til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár 2005 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 660 í
telefonbókini 2004,og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya
Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum tele-
fonnummari, við undirstrikingum, eykaupptøkum og undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja
undirstriking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri
búmerki er 2.000,00 kr. (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ................................. kr.700,00
(B) Innramming...................................... kr. 800,00
(E) Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) . kr. 25,00
(sí dømi á s. 658 í Telefonbókini 2004)
Litlýsingar:
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at
lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta
bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr.
1.250,00.
Skrásetingar-/Rættingarblað til Gulu síður er á síðu 659 í
telefonbókini 2004, og skal sendast til:
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg!
Í mars 2005 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist við óbroytt.
Hvítu síður
Gulu síður
tel 30 30 30 www.tele.fo
www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo