Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 204 - 26. oktober 2004 Nr. 204 - 26. oktober 2004 5 Leggja trýst á býráðslimir í Havn Starvsmannafelagið fer nú at pøsa Tórs- havnar Kommunu við sakarmálum og felag- ið vil hava at vita frá hvørjum einstøkum býráðslimi um teir góðtaka støðuna TRÆTUMÁL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er ótolandi. Men tað er rætt og slætt onki at gera! Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum staðfestir, at tað nyt- tar onki at tosa við Tórs- havnar Býráð. Sostatt hevur Starvs- mannafelagið nú rætt og slætt uppgivið at at hava samskifti við landsins størstu kommunu. Men tað merkir ikki, at Starvsmannafelagið bakkar fyri Tórshavnar Kommunu og sleppur øllum trupul- leikum. Tað merkir bara, at nú fer Starvsmannfelagið at pøsa Tórshavnar Kommunu við sakarmálum. Nyttuleyst at tosa Tað hevur leingi verið kunn- ugt, at viðurskiftini ímillum Tórshavnar Kommunu og Starvsmannafelagið eru alt annað enn góð. – Men tað er púra nyttu- leyst at tosa við kommun- una. Tí verða øll trætumál hereftir send beinleiðis til rættin. Og Starvsmannafelagið hevur longu stevnt komm- uni í fleiri málum og enn fleiri sakarmál eru á veg. Mest kent er trætan ímill- um Starsmannafelagið og Tórshavnar Býráð um rætt- in hjá starvsfólki at fara til jarðarferð og til lækna í arbeiðstíðini. Men hetta er bara topp- urin á ísfjallinum, tí tað er ein ørgrynna av øðrum við- urskiftum, sum partarnir eisini eru ósamdir um. Í løtuni hevur Starvs- mannafelagið eini sjey sak- armál ímóti Tórshavnar Kommunu, sum antin eru løgd fyri rættin, ella verða tað í næstum. Ein meting hjá Starvs- mannafelagnum sigur, at hesi málini fara at kosta Tórshavnar Kommunu ein- ar 500.000 krónur í sakar- málskostnaði. – Hetta eru 500.000 krónur av skattaborgarans peningi, sum Tórshavnar Kommuna ætlar at tveita burtur til sakarmnál, bara tí teir ikki vilja seta seg niður at viðgera ósemjurnar við okkum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur, at ístaðin fyri at taka málini upp við næstu sáttmálasamráðingarnar, roynir býráðið at trumfa sínar loysnir ígjøgnum og tað góðtekur felagið ikki – Ístaðin misrøkir býráð- ið sínar skyldur og skatta- borgarans pening við at brúka teir í púra óneyðug- um sakarmálskostnaði í sambandi við mál, sum Starvsmannafelagið loysir í sátt og semju við aðrar partar, sum vit hava sátt- mála við. Men sum støðan er nú, hópa ósemjurnar seg upp og er onki at gera uttan at leggja málini fyri rættin. Trýst á býráðslimir Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Starvsmannafelagið hev- ur fleiri ferðir gjørt komm- ununi vart við hesi ótolandi viðurskifti, men einki hevur hjálpt. Tí hevur felagið nú skriv- að hvørjum einstøkum bý- ráðslimi bræv, har greitt verður frá støðuni – Hóast tað ikki eru teir einstøku býráðslimirnir, sum umsita býráðið, eiga teir ikki at sleppa undan at taka sína ábyrgd av støðuni. Nú vita teir, huvssu vorðið er og vónandi síggja teir álvaran í hesum. Men lata teir bara standa til uttan at langa nevan í borðið, er tað eisini teirra skyld. Gunnleivur Dalsgarð kann ikki ímynda sær, at allir 13 býráðslimirnir vilja lata hetta um seg ganga – Men vit eiga at krevja av teimum, at teir gera vart við sína støðu. Hann dylir ikki fyri, at hetta er eisini fyri at leggja trýst á býráðslimir, nú bý- ráðsval stendur fyri durum. – Vit eiga at fáa at vita frá hvørjum einstøkum býráðs- limi, hvat teir standa fyri í hesum føri, so at limir okkara kunnu vita, hvar teir skulu seta krossin, sigur formaðurin í Starvsmanna- felagnum Starvsmannafelagið legg- ur afturat at tær ósemjur, sum eru við landsins størsty kommunu, eru at kalla ókendar í samskiftinum við aðrar kommunur. Starvsmannafelagið legg- ur eisini afturat, at felagið vil fegið koma á tal við býráðslimir um støðuna. Marjus Dam, løgtingsmaður í samgonguni, vil nú hava samgonguna at lækka oljuavgjaldið um so skattalættin skal bíða í eitt ár OLJUAVGJALD OG SKATTUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fer samgongan at við- gera spurningin um at lækka oljuavgjaldið. Tað er Marjus Dam, ting- maður úr Vágum, sum nú vil hava samgonguna at lækka oljuavgjaldið. Og hann heldur, at tað hevur so stóran týdning, at oljuavgjaldið lækkar, at eftir hansara tykki hevði tað verið betur at bíða í eitt ár við fráboðaða skattalætt- anum, um so var, at oljuav- galdið kundi verðið heilt avtikið ístaðin. Oljuavgjaldið hevur ver- ið eitt hjartamál hjá sam- bandsflokkinum og flokk- urin hevur einar tríggjar ferðir í andstøðu lagt upp- skot fyri tingið um at taka tað av. Og Marjus Dam sigur, at eisini ein annar samgongu- flokkur, javnaðarflokkurin, hevur atkvøtt fyri uppskot- unum. Samstundis hevur triði samgonguflokkurin, fólka- flokkurin, aftur og aftur boðað frá, at teir eru altíð til reiðar at lækka skattir og avgjøld. Og nú Marjus Dam er komin í samgongu, hevur hann møguleika at gera nakað við málið og tað ætlar hann eisini. Kunnu ikki hyggja at Marjus Dam sigur, at oljan er nú so dýr, at hon er ein veruligur trupulleiki hjá einum vanligum húsarhaldi, fyri ikki at tala um hjá pensjónistum, arbeiðsleys- um og lágløntum annars. – Eg haldi ikki, at sam- gongan kann ikki bara sita og hyggja at ímeðan húski við børnum, pensjónistar, arbeiðsleys og onnur lág- lønt, kanska fara at sita køld í vetur tí at tey hava ikki ráð til at fylla sær tangan. Og Marjus Dam heldur, at hetta kann gerast, uttan at tað nervar inntøkurnar hjá landskassanum nakað stórvegis. – Oljan er dýrkað sera nógv. Tað merkir eisini, at landið fær nógv meiri inn í mvg av oljuni, enn roknað er við á fíggjarlógini. Sam- stundis siga allar metingar, at høgi oljurpísurin fer at standa við. – Eg haldi, at landið eig- ur at siga frásiga sær hesar meirinntøkur við at lækka oljuavgjaldið, sigur Marjus Dam. Hann sigur, at sostatt eigur oljuavgjaldið til at verðið fryst fast til eini 50 oyri kanska, frá á nýggjár- inum. Annars heldur hann, at oljuavgjaldið kundi verði heilt avtikið í smáum so at landskassin í hvussu so er ikki merkti tað so nógv. – Tað er rættiliga átalu- vert at landskassin skal skúma róman av tí, at olju- prísurin fær upp í topp, sig- ur Marjus Dam. Formaðurin í Starvsmannafelagnum vil hava allar býráðlimirnir í Havn út úr skýmaskotinum og at siga sína meining, so at veljarin kann vita, hvar hann skal seta krossin Ongin skattalætti næsta ár- oljuavgjaldið lækkast ístaðin Samgongan kann ikki sita og hyggja at ímeðan fólk kanska sita køld, tí tey ikki hava ráð til at fyllasær oljutangan, sigur Marjus Dam, sum sjálvur er í samgonguni Marita keypti vinnaraseðilin frá pápanum 12 ára gamla Marita Thorsteinsson úr Havn vann íbúðina, sum lutað varð burt- ur á lutaseðlinum hjá HB. Hon keypti seðil- in úr einum bunti, sum pápi hennara seldi VINNARI Edvard Joensen – Øll eru líka ovfarin. Tað er ikki rættiliga gingið upp fyri okkum enn, at Marita hevur vunnið hendan stóra vinningin, siga foreldrini at 12 ára gomlu Maritu Thor- steinsson í Havn, sum fríggjadagin vann høvuðs- vinningin á Lutaseðlinum hjá HB, ið var ein íbúð á Berjabrekku í Havn. Marita sjálv var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Hon er og ferðast í Danmark saman við ommu síni, og ikki fekst samband við tær fyrrapartin mánadagin. Heri Thorsteinsson, pápi Maritu, sigur, at hon hevði sjálv keypt vinnaraseðilin, sum vann tann stóra vinn- ingin, ið er ein íbúð á Berjarbrekku í Havn. Íbúð- irnar av hesum slagnum, sum Marita nú hevur vunn- ið, verða seldar fyri 950.000,- krónur. – Tað var soleiðis, greiðir Heri Thorsteinsson frá, at eg fekk trý bunti av luta- seðlum at selja fyri HB. Marita keypti tann fyrsta seðilin í fyrsta buntinum. Hann hevði nummar 101. Og hon hevur eisini sjálv goldið hann úr egnum lumma. So har er eingin ivi um, at hon eigur íbúðina, sigur hann. Mamma Maritu, Sús- anna, sigur, at tað var kort- ini nakað av iva, tá tey frættu, at dóttirin hevði vunnið ein millióna- vinning. – Beiggi hennara var staddur íSMS, tá drigið varð. Onkur segði við hann, at tað var heilt vist, at hatta nummarið var úr einum seðlabunti, sum pápin hevði fingið at selja. So hann ringdi heim og segði, hvat nummarið, sum hevði vunnið høvuðsvinningin, var, og vit kundu beinanveg siga honum, at seðilin lá her, sigur Súsanna Thor- steinsson. Tey vistu sjálvandi, at Marita átti seðilin, men tordu illa at trúgva tí so- leiðis beinanveg. So hetta mátti eftirkannast, greiðir Súsanna Thorsteinsson frá. – Vit ringdu til Sólbjørn, (tað er formaður í HB stuðlum, blðm.) og bóðu hann siga okkum numm- arið á vinnaraseðlinum. Hann segði, at seðilin hevði nummar 101, og so vóru vit sannførd, hóast tað ikki rættiliga er gingið upp fyri okkum enn, at dóttirin er vorðin millionerur, sigur ein errin, ovurfegin og ikki so heilt lítið stolt mamma at hepna vinnaranum. – Her hjá okkum halda vit ikki, at fíggjadagur er óeydnisdagur eftir, at Marita vann hendan stóra vinningin fríggjadagin, staðfestir hon. Heri Thorsteinsson greið- ir frá, at Marita hevði sagt við tey, áðrenn hon fór til Damarkar, at um hon vann íbúðin, vildi hon ikki hava tað at vita, fyrr enn hon kom heimaftur. Men tað bar ikki til at halda hetta loyniligt, sigur hann, so hon veit av tí. Og sjálvandi varð hon líka glað og ovfarin, sum øll vit onnur, tá hon frætti hetta. Hvat tey fara at gera við íbúðina, hava tey ikki hugsað og tíansheldur tosað naka um enn, sigur Herit Thorsteinsson. Men greitt er kortini, at hon verður ikki seld, sigur hann. Marita eigur íbúina, og tað skal hon eisini gera í fram- tíðini. Hon stendur har, og ongar útreiðslur eru av henni sum so. Tað ber væl til at leiga hana út, sigur pápin at hepna vinaranum av størsta lutaseðlavinningi í Føroyum nakrantíð. Ætlanin var at skipa fyri móttøku í HB fyri Maritu, tá hon kom aftur seinna- partin mánadagin, har hon skuldi fáa handað prógvið fyri, at hon hevði vunnið hendan stóra vinningin. 12 ára gamla Marita Thorsteinsson vann størsta lutaseðlavinning, sum lutaður er burtur í Føroyum nakrantíð. Vinningurin er ein íbúð á Berjabrekku í Havn, sum er verd 950.000,- krónur C M Y K 5 4