týsdagur 26. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 204 - 26. oktober 2004
Nr. 204 - 26. oktober 2004
7
Útfyllingin við Sandin skal hækkast
Ein flati upp á 20.000
fermetrar er nú útfylt-
ur við Sandin í Klaks-
vík. Fyllast skal ikki
longur úteftir, men nú
skal eitt lag afturat
leggjast omanyvir.
Hetta fyri at setning-
urin skal vera so ef-
fektivur, sum gjørligt,
verður sagt
ÚTFYLLING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Tað hevur gingið við rúk-
andi ferð at fylla út við
Sandin. Flatin, sum nú er
fyltur út, er heilar 20.000
fermetrar, men nú verður
hann ikki størri. Hann skal
gerast munandi hægri enn
hann er í verandi stund, og
tað eru teir farnir í holt við
nú.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri, sigur, at løgini
verða løgd á í tveimum fyri
at setningurin skal ganga
skjótari.
– Hetta valdu vit at gera,
tí um nakað skal byggjast á,
so er ikki so long tíð frá, at
útfyllingin er liðug til tað
arbeiðið kann fara ígongd,
sigur borgarstjórin.
Longi ljóðaði, at ætlanin
var at byggja eina handils-
miðstøð við Sandin. Men
tær ætlaninar koyra, sam-
bært Steinbjørn Jacobsen,
við lágum blussi fyri tíðina.
Stigtakararnir hava sum
skilst rent seg í fíggingar-
trupulleikar, men borgar-
stjórin veit at siga, at teir
framvegis arbeiða við tí.
Teir hava biðið um fund við
býráðið í hesu vikuni, men
borgastjórin visti ikki, hvat
tað er um.
Útfylti flatin er sum sagt
20.000 fermetrar, men ein
stórur partur av honum, er
ætlað til arbeiðspláss, og
tað skal takast uppaftur, tá
ein møgulig bygging er far-
in fram á økinum. Men sum
sagt er ikki nógv, sum
bendir á, at ein handilsmið-
støð
verður
bygd
við
Sandin í bræði.
Aðrar útfyllingar
Umframt útfyllingina við
Sandin hevur Klaksvíkar
kommuna eisini fylt út á
Norðborg. Har er liðugt,
meðan útfyllingin í Ánun-
um gongur við fullari ferð.
Til tað arbeiðið verður grót,
sum kemur úr Norðoya-
tunlinum Leirvíkarmegin
nýtt.
Steinbjørn
sigur,
at
kommunan hevur umhugs-
að at fylla út norðan fyri
Kósakaiina eisini.
– Ætlanin er at gera betri
arbeiðspláss
har,
sigur
borgarstjórin, sum ikki
væntar, at kommunan fer at
hava nakrar trupulleikar við
at sleppa av við alt grótið,
sum hon hevur keypt, úr
Norðoyatunlinum.
Útfyllingin við Sandin
gongur við fúkandi ferð. Nú
eru teir farnir í holt við at
leggja næsta lagið oman yvir
tað, sum er komið. Sum skilst
skal flatin vera so høgur, sum
tvørtræið á myndini vísir
Nú veturin nærkast eru
nógv frítíðarítriv farin í
gongd aftur. Tað eru skóta-
liðið Nólsoyar Páls eisini.
Fastur úlvafundur er
hvønn mikudag klokkan
16.30 til 18.00 í Uppi-
stovu. Og skótafundurin
er hóskvøld frá klokkan
19.30 til 21.00.
Skótarnir arbeiða eftir
einum bóklingi, sum eitur
Lítli Varði. Málið fyri
úlvaungarnar, sum eru teir
yngstu skótarnir, er, at tey
skulu arbeiða fram ímóti
at vita, hvussu ein úlva-
flokkur er samansettur.
Tey skulu vita hvørjar
uppgávur ein floks-og
deildarleiðari hevur, og
kenna úlvabúnan og vita,
hvar tey ymisku merkini
skulu vera.
Baden
Powell,
sum
stovnaði skótarørsluna,
segði einaferð í einari
røðu, at flestu øll, sum
ganga í einum búna, hava
eina uppgávu at røkja.
Løgreglumaðurin
og
læknin gera sítt besta.
Uppgávan
hjá
einum
skóta er: Ger títt besta.
- sae –
Ger títt besta
Svimjifelagið Ægir í
Klaksvík fyllir 30 ár í
januar. Fleiri av eldru
svimjarunum hjá fel-
agnum eru farnir í
holt við at skipa fyri
hátíðarhaldinum.
Millum annað eru tey
farin í holt við at
savna gamlar myndir
inn, sum ætlanin er
skulu heingjast upp til
framsýning
HÁTÍÐARHALD
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Tann 12. januar 1975 var
stovnandi aðalfundur av
svimjufelagnum í Klaks-
vík. Fundurin var í gomlu
fimleikarahøllini, har um-
leið 150 fólk vóru saman-
komin.
Poul Nolsøe beyð væl-
komin og greiddi frá, hvat
fyrireikingarnevndin hevði
fingist við.
Nógv uppskot um nøvn
vóru, men til endans var
semja um, at felagið skuldi
eita Ægir….
Soleiðis byrjar fyrsta
gerðabókin hjá Ægi. Fel-
agið varð bygt upp gjøgn-
um sjeytiárini, og hevur
vunnið heilt nógv í áttatiár-
unum. Men seinnu árini
hava úrslitini ikki verið so
sannførandi, men lív er
kortini í felagnum.
Og nú felagið nærkast
teimum trýati í stórum, eru
fleiri av teimum eldru elds-
álunum farnar í gongd við
at skipa fyri hátíðarhald-
inum.
Millum annað vilja fyri-
reikararnir fegnar hava, at
fólk, ið eiga gamlar myndir
frá svimjikappingum ella
hvat tað nú skal vera, koma
í svimjihøllina við teimum.
– Hetta er fyri, at vit
skulu hava so nógvar
myndir sum tilber. Tað er
altíð stuttligt at síggja
gamlar myndir, siga tær
tríggjar Elisabeth Akurs-
mørk, Hedvig og Elin
Matras.
Allar
tríggjar
svumu sjálvar tann tíð, tað
var. Um fólk hava myndir,
kunnu tey bara fara í
svimjihøllina við teimum.
Sjálvur føðingardagurin
er 12. januar, men hátíðar-
haldið verður ikki fyrr enn
22. januar. Felagið hevur
bæði Skálan og svimjihøll-
ina til tann dagin. Um dag-
in verður høvi hjá øllum
áhugaðum at fara ein túr í
føðingardag, har pinna-
matur verður, og myndirnar
liggja frammi.
Um kvøldið verður so
veitsla fyri innbodnum um-
boðum úr hinum feløgum í
landinum verða við. Til ta
veitstluna kunnu so eisini
gamlir venjarar og svimj-
arar kunnu tekna seg.
Ægir savnar gamlar myndir
Ein gomul mynd av svimjarum í Ægi, aftast frá vinstru: Poul Nolsøe, Mikkjal Godtfred, Sammy
Isaksen, Poul Laksáfoss, Høgni Mikkelsen, Maria Brinck og Søren Djurhuus. Finngerð Sólbjørg,
Jóhanna Christiansen, Helga Jacobsen, Elin Matras, Alvilda og Ella Petersen, Heini Hansen,
Jógvan Ullman og Hjørleif Ellingsgaard. Bjørg Poulsen, Edmar Joensen, Hedvig Matras, Daisy
Johannesen, Armgarð Weihe, Andrew Hansen og Turid Mørkøre
– So leingi undir-
tøkan fyri mentanar-
ligum tiltøkum í
Klaksvík er so svika-
lig, sum hon er, haldi
eg fólk illa kunnu
loyva sær at vera alt
ov kræsin. Og dul-
nevnd lesarabrøv og
grenj koma í øllum
førum aldrin at
byggja nakað upp,
sigur Høgni Klakk-
stein, leiðari í Ment-
anarhúsinum Atlantis
MENTAN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hevur rætti-
ligt kjak tikið seg upp mill-
um lesarnar á Norðlýsinum
um leiklutin hjá Atlantis
sum mentanarhús í Klaks-
vík. Fólk fílast m.a. á, at
biografurin fyllir so nógv í
húsinum, at hølini eru
óegnað til konsertir, at
sjónleikarafelagið ikki fær
betri sømdir, og at tiltøkini
sum heild ikki eru nóg
fjølbroytt. Høgni Klakk-
stein, sum hevur verið leið-
ari í húsinum seinastu 6
mánaðirnar, heldur, at tað
hevði bøtt munandi um
støðuna, um bara fólk sum
heild vístu húsinum ein
betri vilja.
– Grundleggjandi trupul-
leikin hjá Atlantis og ment-
anarlívinum í Klaksvík
yvirhøvur er, at undirtøkan
millum fólk er so lítil. Eg
fái meg illa at trúgva, at tað
hvørja ferð er tiltakinum
ella hølunum, tað er galið
við, sigur Høgni. Hannn
leggur afturat, at var undir-
tøkan størri, hevði tað
sjálvandi verið upplagt at
bygt Atlantis út við einum
sali, til størri konsertir,
leikir, dans o.a
Mentanarhús – ikki
sjónleikarahús
Eitt afturvendandi evni í
hesum kjakinum er rætturin
hjá Klaksvíkar Sjónleikara-
felag at brúka húsið. Felag-
ið hevur, sum er, eina av-
talu við kommununa um
leigu av pallinum til fram-
førslur og kjallaranum til
venjing, og tí skilur Høgni
ikki rættiliga ta ónøgdina,
sum javnan er at hoyra frá
felagnum.
– Skal húsið virka eftir
ætlan og vera fyri øll, ber
tað ikki til at lata einstøk
áhugafeløg seta búgv í
húsinum og nýta pallin til
venjingar. Pallurin í Atlant-
is er ætlaður teimum, sum
hava verið í venjingarhøli,
sigur Høgni og leggur aft-
urat, at hann væl dugir at
síggja, at umstøðurnar hjá
sjónleikarafelagnum
at
venja ikki eru tær bestu. Tí
heldur hann, at tað mátti
verið upplagt, at felagið
sjálvt tók stig til at finna
sær eitt venjingarhøli í býn-
um, sum tey ótarnað kundu
brúkt til venjing, pallsmíð,
fundir o.a, og síðani sluppu
at brúka pallin í Atlantis til
sjálvar framførslurnar, eins
og øll onnur.
Snobbarí ella
manglandi vitan
Atfinningarnar móti at
biografurin fyllir so nógv í
einum mentanarhúsið, tek-
ur Høgni sum úttrykk fyri
snobbarí ella manglandi
vitan um, hvussu lítið
biografurin faktiskt fyllir í
mun til tað tómrúm, hann
fyllir út. Var ongin biograf-
ur í Atlantis, stóð húsið eins
og eitt jólatræ bert tendrað
fáar dagar um árið, sigur
Høgni.
– Biografurin umboðar
eina fólksliga mentan, sum
tað sjálvandi eisini skal
vera pláss fyri. Verður pall-
urin í Atlantis brúktur, sum
hann eigur, kunnu filmar
uttan hóvasták vísast beint
áðrenn ella beint aftaná
eina framførslu. Hetta ger,
at tað til tíðir eru ymisk
tiltøk í húsinum alt kvøldið
út í eitt, har fólk hittast í
forhøllini á veg inn ella út -
nakað ið avgjørt er við til at
skapa lív og trivna í húsin-
um.
- So leingi undirtøkan
fyri mentanarligu tiltøkun-
um í býnum er so svikalig,
sum hon er, haldi eg tað
vera lítið høpi í at fara at
sortera við harðari hond
ímillum, hvør skal inn, og
hvør skal út. Eg havi valt at
síggja veruleikan í eyguni,
og heldur fáa sum frægast
burturúr tí, sum er. Fyri
meg snýr eitt blómandi
mentanarhús seg fyrst av
øllum um at skapa ein liv-
andi stemning í einum húsi,
har listafólk av ymsum slag
hava lætta atgongd til pall-
in, og øll kenna seg væl at
koma til tiltøkini. Og tað
ber væl til í Atlantis, um vit
øll vísa ein góðan vilja, sig-
ur Høgni Klakkstein.
Leiðarin í Atlantis:
Síggi veruleikan í eyguni
– So leingi biograf-
urin skal húsast í
Atlantis, fáa hvørki
vit ella nakað annað
áhugafelag brúkt
húsið. Tað er høvuðs-
orsøkin til, at Atlantis
ikki virkar eftir ætlan,
sigur formaðurin í
Klaksvíkar Sjón-
leikarafelag
MENTAN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Formaðurin í Klaksvíkar
Sjónleikarafelag Peter J.
Eliasen vísir aftur, at fel-
agið leggur upp til klandur
við leiðsluna í Atlantis
– Men tað er rætt, at vit
hava víst á okkara ónøgd
við, meginparturin av teim-
um 500.000 kr, kommunan
letur um árið til húsið,
verða brúktar til at reka
biograf, meðan tær livandi
listagreinirnar og áhugafel-
øg annars mugu víkja. Tað
er ikki í tráð við samtykt-
irnar fyri Atlantis, og tí
virkar húsið heldur ikki
eftir ætlan, sigur Peter
Fáa ikki vant
Klaksvíkar Sjónleikarafel-
ag hevur ferð eftir ferð víst
á, at síðani biografur byrj-
aði í Atlantis, eru umstøð-
urnar hjá felagnum at venja
bara versnaðar.
– Hvørki eg ella felagið
hava nakað ímóti biografin-
um í sær sjálvum. Trupul-
leikin er bara, at onki kann
vera aðrastaðni í húsinum,
meðan filmar verða vístir,
tí dunið úr hátalarnum
doyvir alt annað, sigur
Peter. Sum er, verða filmar
vanliga vístir fimm dagar
um vikuna, oftast tvær
ferðir um dagin, har fyrra
sýningin byrjar kl. 20 og
tann seinna kl. 22. Hetta er
sama sama tíðarbil, sum
sjónleikarafelagið plagar at
venja, og mugu tey tískil
bróta venjingarnar av og
taka tær uppaftur, tá film-
arnir eru lidnir.
– Høvdu vit havt møgu-
leika at vant um dagin,
hevði tað bøtt um støðuna,
men vit er eitt áhugafelag,
har fólk jú eru til arbeiðis
um dagin, sigur Peter og
vísur á, at tað nærum er
vónleyst hjá leikarnum at
konsentrera seg um venj-
ingina, tá leikstjórin ferð
eftir ferð knappliga má
steðga øllum og biðja tey
koma aftur eini tríggjar
tímar seinni. Tað er ongi ivi
um, at hetta skaðar trivnað-
in og samanhaldið millum
limirnar í felagnum, sigur
Peter, sum ivast í hvussu
leingi eitt áhugafelag kann
liva undur slíkum umstøð-
um, áðrenn limirnir geva
skarvin yvir.
Onnur feløg eisini
Peter dugir ikki at síggja
tað rímiliga í, at biðja sjón-
leikarafelagið fara út í býin
at leiga sær venjingarhøli.
Felagið hevur, longu sum
er, brúkt nógvan pening til
at umvæla og innrætta
Atlantis, júst fyri at um-
støðurnar at venja og spæla
sjónleik skuldu verða av
teimum bestu.
– Tí mátti tað eftir mín-
um tykki verið lættari at
funnið eitt annað høli til at
vísa filmar enn til at spæla
sjónleik. Tað hevði eisini
givið øðrum áhugafeløgum
í býnum møguleika at brúkt
húsið, tí tað er jú ikki bara
sjónleikarfelagið, sum ikki
fær verið har ta tíðina, hús-
ið skal brúkast til biograf,
sigur formaðurin í Klak-
svíkar Sjónleikarafelag.
Formaðurin í Kl. Sjónleikarafelag:
Áhugafeløgini skúgvað til viks
-– Var ongin biografur í Atlantis, stóð húsið eins og eitt jólatræ bert tendrað fáar dagar um árið,
sigur Høgni Klakkstein, leiðari í Mentanarhúsinum Atlantis
– Tað mátti verið eyðsæð, at latið biografin farið yvir á privatar
hendur, so stuðulin frá kommununi til Atlantis kundi komið
áhugafeløgnum í býnum til góðar, sigur Peter J. Eliasen,
formaður í Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
C
M
Y
K
7
6