týsdagur 26. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 204 - 26. oktober 2004
Nr. 204 - 26. oktober 2004
9
MARKNAÐARRÁK
Í farnu viku var tað enn
einaferð var tað oljuprísur-
in, sum setti dagsskránna.
Hesuferð tó eitt sindur
øðrvísi enn áður, tí hann
umsíður lækkaði úr 50 í 48
dollarar. Teir íleggjarar, ið
hildu, at lækkingin fór at
halda áfram, gjørdust tó
vónbrotnir. Prísurin á Brent
oljuni hækkaði skjótt aftur,
og kom fríggjadagin upp
um 51 dollarar fyri tunn-
una. Sum áður, tá oljuprís-
urin er hækkaður, lækkaðu
renturnar. Eisini partabrøv
vóru undir trýsti.
Lyklatølini úr USA í
farnu viku vóru fyri tað
mesta góð. Prísvøksturin,
uttan orku og matvørur,
hækkaði. Samstundis vóru
vikuliga arbeiðsloysistalið
og vinnuálitið fyri Phila-
delphia bjørt. Í Evropa
vóru tølini eitt sindur dapr-
ari. Prísvøksturin, ídnaðar-
framleiðslan og franska
privatnýtslan lækkaðu, og
framleiðsluprísirnir hækk-
aðu. Tó var ein glotti í, at
vøksturin í nýggjum ídn-
aðarordrum var væl størri
enn væntað.
Hesa vikuna koma fleiri
áhugaverd lyklatøl úr USA.
Mikudagin kunnger FED
metingar um búskapin í
ymsu statunum. Fríggja-
dagin koma tøl fyri BTÚ og
privatu nýtsluna fyri 3.
ársfjórðing.
Sum
heild
verður væntað, at hesi tøl
fara at vísa framgongd í
mun til 2. ársfjórðing. Í
Evropa fer vikan fyri tað
mesta at snúgva seg um
prísvøkstur, tí prísvakstrar-
tøl verða kunngjørd fyri
ES, Týskland, Frankaríki,
Italiu og Spaniu.
Roknskapirnir, ið vóru
kunngjørdir í farnu viku,
vóru ójavnir. Bæði IBM og
Texas Instruments kunn-
gjørdu góð tøl. Tað sama
gjørdi Ericsson, men teirra
framtíðarmetingar
vóru
ivasamar. Roknskapurin hjá
Motorola var sum heild
vánaligur.
Eftir at Svenski Handils-
bankin í farnu viku kunn-
gjørdi góðan roknskap,
vænta vit, at Danske Bank
og Nordea hesa vikuna
eisini fara at kunngera
hampuligar
roknskapir.
Eisini Novo Nordisk kunn-
gerð hesa vikuna. Parta-
brævavikan, sum heild, fer
kortini at vera stýrd av
gongdini í oljuprísinum.
Hóast bæði rentur og
partabrøv
eru
lækkaði
heldur nógv seinastu dagar-
nar, so stimbrar áhaldandi
høgi oljuprísurin verandi
gongd.
Oljan framhaldandi størstu ávirkan
Vika 44, 2004
www.kaupthing.fo
TÍÐINDASKRIV
Fríggjadagin 22. oktober
var stór almenn móttøka í
Býlingshúsinum
í
Maritugøtu í Hoyvík.
Nógv fólk vóru møtt til
móttøku, Jan Christiansen,
borgarstjórið og Heðin
Mortensen, formaður í
mentamálanevndini fluttu
fram røður. Malan Thom-
sen sang fyri børnunum.
Býlingshúsið í Maritu-
gøtu er tann 12 í røðini av
nýggjum stovnum, ið eru
settir á stovn við tilsamans
580 plássum, í hesum val-
skeiðinum, og tríggir aðrir
eru á veg. Bara í hoyvíks-
haganum eru tríggir stovnar
latnir upp seinasta hálvt-
annað árið. Tann fjórði,
sum verður bygdur oman-
fyri Mylnutjørn, letur upp
um tvey ár.
Í
Býlingshúsinum
í
Maritugøtu eru í dag tríggj-
ar vøggustovur við 12
børnum í hvørjari stovu.
Býlingshús í Maritugøtu
TÍÐINDASKRIV
Í hesum døgum er skeið
fyri fólk við menningar-
tarnði á Føroya Háskúla.
Hetta er annað árið á rað
at tílíkt skeið verður hild-
ið.
Lærarnir á Háskúlanum
undirvísa í handaligu
lærugreinunum: smíð, til-
evning, drama og teldu-
frálæru.
Pedagogar og pedagog-
lesandi undirvísa í bólk-
um har tey menningar-
tarnaðu
arbeiða
við
spurningum sum hava við
teirra egnu lívsstøðu at
gera.
Í hesum sambandinum
stinga nógvir spurningar
seg upp, spurningar sum
tey
menningartarnaðu
hava hug at fara viðari við.
Tískil verður skipað fyri
einum almennum pall-
borðsfundi.
Politisku
flokkarnir senda eitt um-
boð hvør, og háskúla-
næmingarnir fáa høvi at
seta teimun, teir spurn-
ingar tey hava arbeitt seg
fram til, á skeiðnum.
Vit eru fegin um at
landstýrismaðurin í al-
mannamálum hevur játta
at koma.
Pallborðsfundurin verð-
ur almennur og verður á
Háskúlanum mikukvøldið
27. oktober kl. 19.30.
Menningar-
tarnað á
Háskúla
Stórhvalir í Vest-
mannasundið
Vakthavandi sigur, løg-
reglan fríggjamorgunin
varð kunnað um, at
stórhvalir vóru at síggja
ímillum oyggjarnar.
Tá onkur so um mid-
dagsleitið ringdi inn á
støðina
og
boðaði
grindaboð, hevði løg-
reglan tí ein mistanka
um, at talan var um
somu stórhvalirnar.
Viðkomandi,
sum
ringdi, helt seg hava sæð
eina grind í Vestmanna-
sundið, men tá løgreglan
kom á staðið, kundi hon
staðfesta, at talan var um
stórhvalirnar,
sum
spakuliga svumu har á
leið. Teir fingu frið, og
meiri varð so ikki gjørt
við málið.
–eys–
Trupulleikar av
rúsdrekka
Fríggjakvøldið 22.10 kl
19.03 fekk løgreglan í
Havn fráboðan um ein
samanstoyt í rundkoyr-
ingini við Ringvegin.
Ein bilur hevði rent í
reyvina á einum øðrum,
og tá løgreglan kom á
staðið, kundu teir stað-
festa, at førarin, ið hevði
rent á, var ávirkaður av
rúsdrekka.
Vakthavandi sigur, at
tað annars hevur verið
eitt friðarligt vikuskiftið
í so máta. Trupulleikar
hava staðist av seks
ávirkaðum
monnum,
harav tveir komu inn á
støðina at sova rúsin av
sær.
–eys–
2 x Bilstuldur
Leygarnáttina kl 02.14
valdi løgreglan í Havn at
steðga einum bili til tað,
sum vakthavandi kallar
eina rutinukanning.
Eftir eini løtu varð
staðfest, at førarin var
fullur, at hann einki
koyrikort hevði og at
hann hevði stolið bilin.
Bilurin var tikin á par-
keringsøkinum aftanfyri
sjónleikarhúsið í Havn
og hevði ikki koyrt
langt, tá hann varð steð-
gaður.
Vakthavandi sigur, at
bilurin
ongan
skaða
fekk. Hann var opin, og
lyklarnir lógu í bilinum,
so tað var lítið hóvasták
av at stjala hann.
Vakthavandi
sigur
víðari, at løgreglan ofta
má staðfesta, at føroy-
ingar framvegis eru ov
góðtrúgvnir, tá tað kem-
ur til at lata lyklarnar
liggja í bilinum.
Morgunin eftir kl 8.00
fekk løgreglan boð um
ein annan bil, ið var
stolin.
Hesuferð
av
Frælsinum í Havn. Hann
varð seinni funnin aftur í
Sørvági. Einki var hent
við bilinum, sum var í
júst sama standi, sum tá
hann
varð
settur
á
Frælsið fríggjakvøldið.
Gerningsmaðurin varð í
hesum
førinum
ikki
funnin.
Vakthavandi sigur, at
tað er ógvuliga sjáldan,
at tveir bilar verða stoln-
ir somu nátt, og at tað tí
er sera nærliggjandi at
hugsa, at gerningsmað-
urin var tann sami í
báðum førunum. Hetta
er tó ikki staðfest enn.
–eys–
Rektarin á Fróðskap-
arsetrinum aftur-
komin úr Italia við
tveimum samstarvs-
avtalum og studningi
til fimm studentar at
læra italskt
TÍÐINDASKRIV
Malan Marnersdóttir, rekt-
ari, var í døgunum frá 10.
oktober til 15. oktober
boðin til Italia at vitja á
Universitetinum í Calabria,
sum heldur til í býnum
Cosenza og á Akademi-
num LALEO (Libera Acca-
demia delle Lingue Euro-
pee ed Orientali, sum
merkir frælsa akademii fyri
evropeisk og orientalsk
mál) í bygdini Santa Seve-
rina. Burturúr hesi vitjan
eru komnar ikki minni enn
tvær samstarvsavtalur.
Avtalurnar eru sonevnd
‘Letter of Commitment’ og
‘Letter of Intent’, sum eru
vanligar samstarvsavtalur
millum evropeisk universi-
tet. Fróðskaparsetrið hevur
frammanundan avtalu við
Háskóla Íslands og Høg-
skolen í Stavanger í Noregi.
Í báðum avtalunum verð-
ur staðfest, at ætlanin er at
samstarva um gransking og
útbúgvingar. Endamálið er
at fáa í lag skifti av næm-
ingum,
granskarum
og
granskingarúrslitum mill-
um stovnarnar.
Calabria og Føroyar hava
millum annað fisk sum
felags áhugamál. Í avtaluni
er nevnd ætlan um at sam-
starva innan gransking og
undirvísing
í
evninum
fiskafólk og fiskahagreið-
ing. Harafturat hava báðir
italsku granskingarstovnar-
nir stóran áhuga - eins og
Fróðskaparsetrið - fyri mál-
politikki, og herundir ser-
liga støðuni hjá fámentum
málum. Í Calabria eru fleiri
fáment mál, sum serliga
Akademiið í Santa Seve-
rina granskar.
5 námstudningar til
føroyingar
Heim við sær úr Italia hev-
ur Malan Marnersdóttir,
rektari, eisini fingið tilsøgn
frá LALEO um studning til
at fimm føroyskir studentar
kunnu koma til Italia at
læra seg italskt mál og
mentan. Tey veita skúla og
innivist, føroysku student-
arnir skulu sjálvir gjalda
fyri ferð og útreiðslur til
annað uppihald enn gisting.
Á ferðini helt Malan
Marnersdóttir
fyrilestrar
fyri italsku vertunum um
Fróðskaparsetrið, føroyskt
mál og føroyskar bókment-
ir. Italsku vertirnir greiddu
frá, at Universitetið í Cala-
bria er stovnað fyri 30 árum
síðani við tí fyri eyga at
menna økið, har suðuri í
Italia, sum var tiltikið til-
afturskomið. Royndirnar
vísa, at fólk eru farin at
støðast betri í økinum og at
økið hevur verið fyri sosial-
um framburði. Serliga sæst
hetta sambært universitet-
inum aftur í at mafian, sum
annars hevur verið sterk har
suðuri í Italia, ikki hevur so
góðar fastatøkur á fólki
longur.
Upprunin til vitjanina hjá
Maluni Marnersdóttir í
Italia og nýggja samstarvið,
er at finna í nýggju før-
oysku-italsku orðabókini
hjá Gianfranco Contri. Ein
av teimum, sum hjálpti
Gianfranco
var
Cesare
Pitto, professari í søgu.
Hann fekk skipaði fyri, at
rektarin á Universitetinum í
Calabria sendi innbjóðing
til Fróðskaparsetrið um
vitjan og samstarvsavtalu.
Tað næsta sum ferð at
henda, er at Fróðskapar-
setrið fer at lýsa við náms-
studningunum til føroyskar
studentar, og at granskarar-
nir í Italia og á Fróðskapar-
setrinum, fara at leggja til
rættis, hvussu granskingar-
samstarvið ítøkiliga skal
fara fram.
Italskt samstarv um studentar
og gransking
Burturúr vitjanini í Italia komu ikki minni enn tvær samstarvsavtalur
SEV-stýrið samtykti á
fundi í dag at seta í
starv tríggjar deildar-
stjórar sum liður í
bygnaðarbroytingun
um í el-felagnum, ið
vórðu samtyktar á
umboðsnevndarfundi
í mars í ár
TÍÐINDASKRIV
frá SEV
Fyrsta stigið at seta í verk
bygnaðarbroytingarnar
í
SEV varð tikið í dag, tá
SEV-stýrið samtykti at seta
í starv tríggjar deildarstjór-
ar, sum allir frammanundan
hava verið deildarleiðarar í
SEV. Bjarki Hermansen er
settur sum deildarstjóri fyri
framleiðsluna, tvs. el-verk-
ini, Finn Jakobsen er settur
sum deildarstjóri fyri býtis-
virkini, tvs. el-netið, og
John P. Danielsen er settur
sum deildarstjóri fyri fyri-
sitingina.
Hesir tríggir mynda nú
leiðsluna í SEV saman við
stjóranum, Klæmint Weihe.
Frammanundan vóru til-
samans sjey deildarleiðarar
undir stjóranum, men um-
boðsnevndin hjá í SEV
samtykti á fundi 19. mars í
ár at víðka leiðlsuna við
trimum deildarstjórum í
staðin fyri teir sjey deildar-
leiðararnar.
Bygnaðarbroytingarnar
bera m.a. eisini í sær, at ein
starvsfólkadeild
verður
stovnað undir fyrisitingar-
stjóranum, og at ein menn-
ingareind verður knýtt aft-
urat stjórnarskrivstovuni.
SEV sett í verk bygnaðar-
broytingarnar
Nýggju deildarleiðararnir saman við Klæminti Weihe, stjóra í SEV. Frá vinstru: Finn Jakobsen,
Bjarki Hermansen, Klæmint Weihe og John P. Danielsen
C
M
Y
K
9
8