týsdagur 26. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 204 - 26. oktober 2004
Nr. 204 - 26. oktober 2004
11
Forsetavalið í USA nærkast í stórum, og tað er
ikki ov nógv sagt, at allur heimurin bíðar við
spenningi eftir úrslitinum. Hetta er ikki løgið, tí
síðan Kalda kíggið endaði og Múrurin fall, hevur
USA verið heimsins einasta og sterkasta
supermakt. Eftir yvirgangsatsóknina á USA fyri
nøkrum árum síðan hevur USA meira enn
nakrantíð áður átikið sær leiklutin sum heimsins
politistur. Fremstu dømini um henda politikk eru
kríggini í Afghanistan, í Irak og harðrenda støðan
mótvegis palæstinum í Miðeystri. USA undir
Bush fyristingini hevur býtt heimin upp í lond,
sum eru fyri og sum eru ímóti USA.
Spurningurin er, um heimurin er vorðin tryggari
undir Bush, ella hann er vorðin ótryggari.
Spurningurin er, um heimurin framyvir verður
tryggari við Bush sum forseta ella gongdin verður
hin øvugta. Tað er tí ikki líkamikið, hvør, ið
verður valdur á forestavalinum í næstu viku.
Hetta val fer at hava við sær fylgjur, tað veri seg
positivar ella negativar, fyrst og fremst fyri USA,
men eisini fyri allan heimin og sostatt eisini fyri
okkum, sum búgva í Føroyum.
Bush er forsetin hjá teimum konservativu og hjá
teimum vælbjargaðu. Hann er framum alt
maðurin hjá big business og hjá hervaldinum.
Hann gevur teimum ríku skattalættar og hann
avmonterar tað sindrið av vælferðarsamfelag,
sum er eftir í USA. Um Bush verður valdur, so fer
hann eisini at tilnevna einar 4-5 nýggjar
hægstarættardómarnar. Hægstirættur í USA hevur
stórt politiskt vald. Tað er t.d. hægstirættur, sum
ger av, um deyðarevsing framhaldandi skal vera
galdandi revsing í USA. Valið fer tí at hava
avgerandi ávirkan á framtíðina hjá USA.
Uttanríkispolitikkurin hjá Bushstjórinini hevur
verið merktur av stríðnum móti yvirgangi. Synd
er at siga, at hesin politikkur hevur hepnast væl.
Yvirgangurin og harðskapur standa við og versna,
og heimurin er neyvan vorðin tryggari, meðan
Bush hevur rátt fyri borgum.
Hitt valevnið, John Kerry, stendur fyri einum
øðrum politikki. Hesin politikkur fevnir um
vælferðarsamfelag
og
um
ein
skilabetri
trygdarpolitikk, har dentur verður lagdur á hetta
at vinna álitið á USA aftur serstakliga í Europa.
Amerikanskur politikkur kann mangan vera
torførur at skilja og trupult kann vera at síggja
munin á flokkunum. Men til hetta valið er øðrvísi.
Tað man vera rættiliga innlýsandi fyri flestu
europearum, hvat valúrslit, ið gagnar Europa og
heimssamfelagnum best.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Forsetavalið í USA
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Katrin Dahl Jakobsen
Valevni Javnaðarfloksins
til Tórshavnar Býráð
Tað boðar frá góðum og
umfatandi
samstarvi
í
nýggja býráðnum, um so er
at skrivingarlagið nú upp
undir kommunuvalið er
eftirfarandi. Og tað er tað
helst, mugu vit vóna. Tað
tykist vera lættari at finna
tað, valevni eru samd um
heldur enn tað øvugta.
Øll halda, at tað er út av
lagi, so dýrt tað er at útvega
sær bústað í Havn.
Øll halda, at tey gomlu
eru so skammiliga for-
sømd.
(Allir
politisku
flokkarnir áttu at hildið, at
Tórshavnar
kommuna
burdi gingið á odda júst á
hesum øki, havandi í huga
fíggjarliga fyrimunin vit
hava við okkara aldursbýti,
í mun til smærru kommun-
urnar, sum uppá seg hava
nógv fleiri eldri fólk)
Øll halda, at kommunan
skal vera rúmlig antin tú ert
barn, ung, gomul, frísk ella
sjúk.
Øll halda, at umhvørvið
hevur al stóran týdning.
Øll halda, at mentanin
skal hava góð kor.
Øll halda, at bøtt eigur at
vera um vinnuligu karm-
arnar. o.s.v.
Jú, semjurnar eru lættar
at fáa eyga á, so mikið
ítøkiligur sum kommunu-
politikkur í veruleikanum
er, og so nógv minni sjón-
ligur partapolitiski skilnað-
urin vísir seg at vera, enn
var tað løgtingsval. Skiln-
aðurin er kanska heldur
størri millum kynini, enn
hann er millum flokkarnar.
Innast inni hevði býráðs-
politikkur
helst
staðið
sterkari, um býráðið í størri
mun stóð sum ein maður/
kona.
Og tó. Munur vil altíð
vera í raðfestingum. Men
mest av øllum, so er lítil
nytta í semjum, um so er at
tann, ið slóðar fyri kemur
øllum í óføri, tí fyrisitið
verður ikki eftir lógini, og
rættartrygdin hjá borgar-
anum sostatt hótt. Eisini
hesum fer Javnaðarflokkur-
in at fáa skil á.
Jói Winther
Valevni hjá Javnaðarflokk-
inum í Tórshavnar
kommunu
Hetta
eru
nøkur
av
teimun málunum eg vil
arbeiða fyri.
Betri bussleið: So ung-
dómurin kann koma trygg-
ur til hús um vikuskifti.
Betri umstøður fyri ítrótt-
in á Argjum og har í komm-
ununi brúk er fyri tí.
Tær best møguligu um-
støðurnar fyri vinnulívið.
Havnaviðurskifti: Skapa
góðar umstøður fyri útró-
ðurin.
Hjálpa teimun sum hava
hugskot til nýggj arbeiðs-
pláss.
Hjálpa og gera tað besta,
allastaðni brúk er fyri tí.
Hans Jákup Simonsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
til Tórshavnar Býráð
Ídnaðarøkið á Oyrareingj-
um hevur at kalla ikki verið
brúkt til ætlaða endamálið
nakrantíð. Tað er bæði synd
og stór skomm, at økið
bert liggur og samlar órudd,
og vil eg arbeiða fyri, at
økið verður brúkt til ar-
beiðsskapandi virksemi. Tó
eiga vit ikki at brúka økið
til hvat sum helst.
Tað frættist, at ætlanin er
at leggja eina bingjuhavn
inni á Oyrareingjum. Hví er
tað so umráðandi at brúka
økið til bingjuhavn? Hevði
ikki verið skilabetri at brúkt
økið til vanligan ídnað, ið
kundi givið fleiri arbeiðs-
pláss?
Eg haldi, at tað er sera
umráðandi, at man ikki ger
nakað, sum skemmir bygd-
ina ella kvettir bygdina av
um tvøran. Hví ikki lata
økið til vanligan ídnað og
kanska útskriva eina kapp-
ing, um hvussu økið kann
gerast liðugt, uttan at oyði-
leggja umhvørvið rundan-
um? Vit mugu minnast til,
at hetta liggur millum set-
hús, og tí er altumráðandi,
at man ikki í óðum verkum
fer at spreingja seg inn í alt
upplandið og gera eitt
óneyðugt sár í bygdina.
Eitt hugskot til tungan
ídnað
ella
bingjuhavn
kundi upp á sikt verið at
farið út um bygda økið,
sum man eisini tosaði um í
einari gamlari ætlan fyri
Kollafjørð.
Lat okkum hyggja at,
hvussu økið kann brúkast
best, uttan at oyðileggja
nærumhvørvið, heldur enn
at stara okkum blind í nú-
verandi ætlan um bingju-
havn.
Við góðari leiðslu ber so nógv til
VAL04
Ídnaðarøkið í Kollafirði
VAL04
Kommunan fyri øll
VAL04
Eyðgunn
Samuelsen
formaður í sosialu nevnd
Klaksvíkar býráð
heima.olivant.fo/~eydgunn
Tað er gleðiligt at tað
loksins sær út sum vit nú
fáa eina nýggja barna-
verndarlóg. Øll kunnu
vera samd um at verandi
lóg als ikki er tíðarhósk-
andi. Í samband við
nýggju lógina eru fleiri
spurningar ið ein kann
tjakast um.
Tað fyrsta er, um ein
skal hava leikfólk í
barnaverndarnevndum
ella ikki. Mín áskoðan
er, at tað er rætt at hava
leikfólk í nevndunum, tí
málini eiga at vera so
væl viðgjørd og fakliga
undirbygd, at ein og
hvør eigur at kunnað
taka støðu. Eitt annað, ið
eisini talar fyri hesum
er, at uppgávurnar hjá
nýggju barnaverndunum
verða meira av fyri-
byrgjandi slag enn nú,
og at mál ið viðføra
tvingsul ikki vera av-
gjørd í barnaverndini á
staðnum. At pláss verður
til fyribyrging er sera
gleðiligt.
Í samband við tving-
silsmál, so skal ein høv-
uðsbarnavernd fyri alt
landið taka avgerð, hetta
er til at liva við. Tað ið er
altavgerandi í hesum
sambandið er, hvør skal
útinna avgerðina lokalt ?
verður tað ikki lokala
umsitingin men nýggja
barnaverndarstovan
undir Almannastovuni
so verður tað eitt stórt
afturstig fyri brúkaran í
Klaksvík og aðrastaðni
við har ekspertisan er
uppbygd. Vónandi verð-
ur hetta tikið til eftir-
tektar.
Ein annar spurningur
er, um tað er rætt at lóg-
geva so, at lokal- og
landspolitikarir
ikki
kunnu sita í barnavernd-
ini. Politikarir eru valdir
at skapa karmar og í
minni mun at taka støðu
í persónsmálum. Eisini
kann tað vera løgið, sum
politikari fyrst at taka
støðu í barnaverndini í
einum málið í barna-
verndini, fyri síðan at
flyta seg hinu megin
borðið og har skula út-
vega kostnaðin av av-
gerðini, ið tú tók fyrru
ferðina.
Persónliga
hevði
eg
ikki
sum
politikari vilja sitið í eini
barnavernd.
Triði spurningurin er,
um tað er rætt at noyða
kommununnar at sam-
starva í størri økjum enn
kommunueindin ( 1500
íbúgvar). Hetta haldi eg
er rætt at gera, tí enda-
málið við lógini er at
verja barnið og tryggja
at tað fær eina so góða
og forsvarliga viðgerð
sum gjørligt, hetta er
ikki í sama mun gjørligt
í eini lítlari kommunu
við 100 íbúgvum.
O m a n f y r i n ev n d u
spurningar eru eftir mín-
um tykki væl greiddir í
lógar uppskotinum.
Spurningurin um barna-
verndarstovuna og býtis-
lykilin í samband við
fíggingina eru eftir mín-
um tykki minni væl
avgreiddir. Tað er ikki
heppi, at leggja barna-
verndarstovuna
sum
eina deild av almanna-
stovuni tá ið verðuleikin
er, at hesin førleiki í dag
er bygdur upp í fleiri
kommunum: Tórshavn,
Klaksvík og Runavík.
Hví ikki byggja víðari á
henda
førleikan
og
leggja hesa stovuna í
økir ella finna eina
interkommunala loysn ?
Fíggjarligi spurning-
urin er sum tað ljóðar, at
lækka landsskattin og
hækka kommunuskattin.
Henda loysn hevur fleiri
vansar við sær millum
annað at kommunuskatt-
urin hevur eina sosiala
slagsíðu í mun til pro-
gresivu landsskattaskip-
anina. Hetta vísti javn-
aðarflokkurin fleiri ferð
á síðst hetta lógarupp-
skotið var frammi so eg
vóni at flokkurin vil taka
hædd fyri hesum í lógar-
uppskotinum.
Samanumtikið er lóg-
in tó ein munandi bati,
serliga tá ið hugsa verð-
ur um rættartrygdina hjá
børnum og foreldrum.
Ásett er í lógini at hon
skal endurskoðast um 5
ár, vónandi verður hetta
gjørt og møgulig brek
rættaði til tað tíð.
Nýggj barnavernd-
arlóg – vónandi ein
bati fyri børnini
VIÐMERKINGAR
Marianna Heinesen
Valevni Tjóðveldisfloksins til
býráðsvalið
Tað frøddi meg almikið, at
mín grein gav eitt so skjótt
aftursvar! Men líka ein
rætting.
Persónliga eri eg ímóti at
bólka fólk, soleiðis skilt, at
vit m.a. hava ein aktivan
ungdóm, dovnan ungdóm,
krevjandi
ungdóm,
ein
sunnan ungdóm, o.s.fr.
Hetta verður tíverri gjørt,
líka sum Poul bólkar meg í
ein lítlan bólk, ið ongan
hug hevði at virka undir
teimum fyriskipaðu frí-
tíðarfelagsskapunum. Her
er rættingin. Eg var aktivur
limur í Havnar Svimjifelag,
Neistanum, B36, Fleyr,
Fimleikafelagnum Ljósin-
um og nøkur ár hjá teimum
gráu skótunum hjá Herin-
um, ein stóran part av mín-
um ungdómsárum.
Men tað, sum er áhuga-
vert í hesum er, at tey fyri-
skipaðu frítíðarfelagsskap-
irnir hava eitt endamál at
náða. Tað, sum sermerkir
eitt ungdómshús, er at
ALLUR
ungdómurin
samlast har við hvør sínum
áhugamálum og aktivitet-
um. Tey, ið eru virkin í fyri-
skipaðum
frítíðarfelags-
skapum og tey, ið ikki eru
virkin. Eitt ungdómshús
skal geva pláss og rúm fyri
øll!! Tískil kann man ikki
seta fyriskipaðu felags-
skapirnir upp ímóti einum
ungdómshúsi, og tað veit
Poul líka so væl sum eg!
Málið er fleiri ungdóms-
hús.
Avbjóðingin
er
hvussu? Tjóðveldisflokk-
urin hevur í síni valskrá
lagt miðvísar ætlanir um
hvussu ein partur av av-
bjóðingini
kundi
verið
nøktaður. Tað er ikki bara
spurningur um fígging og
rakstur - tað er ein spurn-
ingur um at raðfesta íløg-
urnar!
Latið okkum saman fáa
eina kommunu - har ung-
dómurin blómar - plastik
ella ei - tað er ætlanin og
endamálið, ið hevur týding!
Gott kommunuval!
Alvin Joensen
valevni fyri Javnaðarflokkin
í Vági
Seriøsitetur, nej álvara-
tos...... Hvat bleiv av loysn-
ini, sum Føroya Fiskavirk-
ing hevði fyri flakavirkið í
Vági? Tað eru mong ár síð-
ani at ein loysn skuldi finn-
ast! Eg hugsi at ársverkini
hesi árini tilsamans kunnu
teljast á fingrunum. Eitt al-
ment partafelag sum fekk
alt litið upp í hendurnar,
uttan kostna...
Tað kann hugsast, at
bygningurin er ein útreiðsla
fyri felagið (landið) so hví
ikki sleppa sær av við
hann? Og samstundis givið
vágbingum møguleika fyri
at vinna pening og skapa
arbeiðspláss? Meiri logiskt
kundi tað ikki veri. Hví
kann kommunan ikki ogn-
artaka bygningin? Tað vil,
at um tað hevði verið nakar
vilji og áhugi frá politiskari
síðu, so hevði flakavirkið í
Vági verið í gongd. Men
takka veri okkar’ egnu
monnum, og her verða ikki
tiknir dagar í millum
kommunu, løgting, flokk
ella annað, so er tað ongin
av teimum fólkavaldu fyri
suðuroynna, líka so lítið
sum fyri restina av landin-
um, sum eru verdugir at
hava nakra leiðslu undir
hond. Og dog! Har var ein
buldribassi sum setti nakrar
spurningar, tá burdi onkur
blivi illa við, men nej.
Ellisheim í Vági, var tað
eitt pustirúm hjá politikar-
unum fyri at sleppa undan
at meiri var tosað um flaka-
virkið? Jú, jú, tað hevði
verið gott at havt eitt ellis-
heim, eins og tað hevði
verið gott at havt ein
nýggjan miðnámsskúla.
Hetta hava tey nógva staðni
runt um í heiminum. Men...
tey hava eisini arbeiðspláss,
soleiðis at tá ið fólk hava
nomi sær kunnleika í skúla,
kunna arbeiða, og at enda
fara á ellisheim. Sum ætl-
anin er her í bygdini, so
verður ikki brúk fyri nøkr-
um av hesum plássum.
Fólk fer aðrastaðni at nema
sær kunnleika, arbeiða, og
ikki er hugsandi at tey flyta
aftur til Vágs bara fyri at
slappa á ellisheim. Tað er
líka sum ein tráður ið verð-
ur bundin í millum tveir
pelar, klipp hann og royn so
at fáa endarnar at røkka
saman aftur. Mikið torført,
ha?
Um eg havi ta stóru
virðing fyri teimum ráð-
andi í hesum landi haldi eg
ikki skal vera ein loyna!
Enn hevur mann loyvi at
gera sær sínar egnu tankar.
Kannska vit koma upp í
part nú tað ikki sær so væl
út norðanfyri? Ja, ella
kanska vit nú vera slepp
heilt upp á fjall.
At kommunan so ikki
hevur gjørt nakað, tað man
vera tí, at familjupolitikk-
urin í Vágs kommunu er so
sera effektivur!
VAL04
Aftursvar til Poul Michelsen
Plastblómur ella ikki – tað er ætlanin
við blómunum, ið hevur týdning!
VAL04
Effektivur familjupolitikkur í Vági
Egon Øregaard
Valevni fyri Fólkaflokkin
Skúladepilin við Marknagil
er ein av stóru nýhugsanun-
um í nýggjari tíð.
Tað er ein landsuppgáva
at byggja og fíggja rakst-
urin til teir skúlar, sum
Skúladepilin
kemur
at
rúma.
Tórshavn
hevur
sum
høvuðstaður landsins um-
framt, at hava skildu fyri
borgarunum, sum búgva í
kommununi,
eisini
til
uppgávu at fjálga um alt
Føroya fólk.
Við at gerast ein virkin
partur í Skúladeplinum við
Marknagili, kann Tórs-
havnar kommuna røkja
hesa uppgávuna.
Hetta kann gerast við
m.a., at kommunan, í
Skúladeplinum, fær inni-
vist fyri m.a.:
• Býarbóka- og KT savni,
sum bæði næmingar, og
vanligi borgarin kunnu
gera nýtslu av
• Fyrilestrar og framførslu-
høll, - sum m.a. kann
gerast karmur um fram-
førslur hjá eitt nú, musik-
skúlanum -
• Ítróttarhøllin í Skúladepl-
inum kann, aftaná skúla-
tíð, nýtast av øllum borg-
arunum í kommununi, -
eitt nú hava fimleikara-
feløgini stóran tørv fyri
egnaðum hølum-,
Skúladepilin við Marknagil
kann, á henda hátt, gerast
ein mentunardepil í høv-
uðsstaðnum.
Her eru bert nøkur fá
dømi nevnd, um kommun-
an gerst virkin partur í
Skúladeplinum.
Hetta førir sjálvssagt
fíggjarligar skildur fyri
kommununa við sær. - men
við hesum fæst nógv fyri
samstarv millum land og
kommunu.
Er Skúladepilin við Marknagil
– ein kommunal uppgáva??
VAL04
C
M
Y
K
11
10