týsdagur 26. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 204 - 26. oktober 2004
Nr. 204 - 26. oktober 2004
13
Hjørleif Hjaltalin
Valevni fyri Fólkaflokkin til
Tórshavnar býráð
Nú nærkast tíðin, tá bilarnir
verða skøddir til vetrar-
hálvuna!
Tórshavnar
kommunu
nýtur árliga 10.000 tons av
asfalti til vegakervið í
kommununi! Av hesum
verður umleið helvtin nýtt
til at bøta um vegirnar, eftir
vetrarhálvuna og ein stórur
partur av hesum sliti, stav-
ar frá píkadekkum. Hetta
slit sæst so aftur sum
asfaltsdust og asfaltsevja
runt í øllum býnum. Hesari
evju
hava
borgarar
í
Tórshavnar kommunu liva
við, í nógv ár. Hugskot
hava verið um at banna
nýtslu av píkadekkum í
kommuni, og nógv kjak,
bæði fyri og ímóti, hevur
staðist av hesum.
Um ein partur av pen-
ingajáttanini til asfaltar-
beiði í staðin varð nýttur til
enn betur salting av vega-
kervinum, so vóru helst
nógvir bilførarar, ið ikki
valdu at nýta píkadekk. Um
bilførarar vistu, at vega-
kervið í kommuni var
effektivt saltað, hví skuldu
teir so sett píkadekk á
bilarnar? Í staðin fyri við
lóg at banna nýtsluni av
píkadekkum, so kunnu vit
gera umstøðurnar so góðar,
at ikki er neyðugt at nýta
píkadekk! So kunnu tey , ið
veruliga hava tørv á píka-
dekkum framvegis nýta tey,
meðan onnur kunnu nýta
vanlig
vetrardekk.
Vit
høvdu fingið ein reinari bý,
dálkingin av umhvørvinum
bleiv minni og ikki minst,
tað vildi eisini minka um
ampan av asfaltsdustinum í
býnum. Vit kundu so við
røttum sagt, "Havnin skal
skína" !
VIÐMERKINGAR
Hans Albert Hansen
valevni sambandsfloksins
í Havn
Sitandi samgonga er av
andstøðuni løgd undir
óreglusemi í virksemi
sínum, millum annað tá
tað snýr seg um at halda
ásettar byggisamtyktir.
Hvørt hald er í hesum
kann eg ikki taka dagar
ímillum, men stundum
kann tað verða skilagott
at gera broytingar í sam-
tyktunum, tí umstøðurnar
kunnu verða broyttar við
tíðini. Tað er tó givið, at
mistøk altíð vilja koma
fyri, óansæð hvør situr
við valdið í byráðnum, tí
tann ið einki mistak ger,
ger oftast ov lítið. Tað er
hinvegin umráðandi fyri
álitið millum borgarar og
býráð, at somu mistøk
ikki verða endurtikin. Tí-
skil er umráðandi at hava
eina innanhýsis góðsku-
skipan ið kann endur-
skoða møguligar feilir ið
verða gjørdir, fyri síðan
at taka neyðug stig til at
broyta mannagongdirnar,
so hesi mistøk ikki koma
fyri aftur. Hetta vil í
longdini góðska polit-
iska og kommunala ar-
beiði, samstundis sum tað
vil menna álitið millum
borgarar, politikkarar og
umsiting.
Føroyski búskapurin ið
bert hevur hálvt annað
bein at standa á er serliga
viðbrekin. Tí er umráð-
andi, at umsitingin er
smidlig og skjótt kann
tillaga seg búskaparligur
sveiggini, soleiðis at vit í
verri tíðum, uttan ov stór
fíggjarlig inntriv, kunnu
klára tær neyðugu komm-
unalu skyldurnar, sum
eitt nú barnaansingina,
eldrarøktina og aðrar
sosialar skyldur, sum
altíð skulu verða í lagi.
Tað er ein sannroynd, at
umsitingar hava lyndi til
at skapa meiri arbeiði til
sín sjálvs enn neyðugt.
Hetta viðførir at fíggjar-
orkan hjá kommununi í
ávísan mun verður bund-
in og tí ikki verður brúkt
optimalt. Vit eiga tí
hyggja eftir, hvørjar ar-
beiðsuppgávur og tæn-
astur skulu gerast av
kommununi og hvørjar
eiga at verða lagdar út til
tað privata, eisini tí, at
kommunan sum útgangs-
støði ikki eigur kappast
við privatu vinnuna. Ein
fyrimunur við hesum er
eisini, at uppgávur ikki
verða umbidnar fyrr enn
veruligur tørvur er á
teimum. Á hendan hátt
minkar kommunan um
sínar føstu útreiðslur og
kann tí í størri mun enn
áður, tillaga virksemið
eftir búskapinum, sam-
stundis sum fleiri res-
sourcir tá verða tøkar til
onnur endamál.
Smidligari umsiting
gevur fleiri møguleika
Charlotta á Váli
Olsen
Valevnið Miðfloksins í
Suðurstreymi
"Havnin - ein býur har
børnini trívast". Hetta var
yvirskriftin yvir eitt stak
gott og væleydnað tiltak í
vár. Henda yvirskrift átti at
verið
sett
ovarlaga
á
skránna fyri komandi val-
skeið
hjá
Tórshavnar
kommunu. Tí trívast børn-
ini og tey ungu, kemur tað
at hava positiva ávirkan á
restina av samfelagnum.
Nú eru bíðilistarnir til
dagstovnar burtur og Býur-
in hevur fingið fleiri nýggj-
ar stovnar til børn. Hetta
kunnu vit bert gleðast um.
Men tó eru ikki allar súður
syftar í tí málinum. Karm-
arnir skulu til, men trivnað-
urin innan hesar karmar eru
ikki minni neyðugir. Tí
eigur hesin parturin at vera
tikin upp og viðgjørdur
saman við fakfólki innan
dagstovnaøki, soleiðis, at
tað
tænir
brúkarunum/
børnunum til besta.
Vit hava eina sera stóra
fjøld av ungfólki í býnum,
tá hugsi eg um tey undir 18
ár. Mong av teimum hava
sína dagligu gongd innan
ymiskar ítróttargreinar og
er tað sera gott. Men tað er
ikki nóg mikið og heldur
ikki eru øll ung til ítrótt. Vit
vita, at flestu av teimum
hava ymiskar listarligar
gávur og hugflog, men
kunnu ikki koma víðari, tí
pláss er ikki fyri teimum
nakra staðir. Margarin-
fabrikkin hevur gjørt eitt
valaarbeiði síðstu tíðina á
hesum økinum, tó, har er
sera trongligt og karmarnir
eru ikki teir bestu. Har skal
setast stórt inn uppá at fáa
karmarnir til veða undir
eini tryggari, rúsfríðari og
mennandi skipan.
Tað vaksandi ættarliðið
er okkara framtíðarvón.
Finnleif Guttesen
Halda teir, løgmaður,
landsstýrismenn, løg-
tingsmenn valdir í
Suðuroy og samgongan,
suðuroyingar fyri tað
turra spott?
Hetta
eru
viðkomandi
spurningar, sum eru still-
aðir áður. Menn tað sýnist,
sum omanfyri standandi
politikarar eru farnir undir
heilt í hesum málinum.
Fleiri
suðuroyingar
spyrja seg sjálvan nú, um
teir eru hildnir fyri gjøldur
av teimum fólkavaldu løg-
tingsmonnunum,
lands-
stýrismonnunum og løg-
manni.
Flest allir suðuroyingar
vóru fegnir tá ið teir hoyrdu
um ætlanina, at byggja
ellisheim í Vági, har brúk
bleiv fyri 35 almennum
arbeiðsplássum, tí arbeiðs-
pláss er ein stór mangul-
vøra í Suðuroy.
Tað er væl ikki so galið,
at samgongan dregur í land,
tí ein kommuna, ikki
treytaleyst tekur undir við
uppskotinum?
Ella
var
framferðar-
hátturin frá samgonguni
við vilja so ófantaligur, at
teir kendu svari, áðrenn fari
var úr Tinganesi?
Eru tey 35 arbeiðsplássini
í Suðuroy, ein stór sápubløðra?
Reinur og fríður býur – eisini um veturin!
VAL04
Børn – ungdómur í Havnini
VAL04
Bjarti Mohr
Býráslimur
Fólkaflokkurin
Tórshavnar Kommuna er
størsta arbeiðspláss í land-
inum.
Fyri komandi fíggjarár
2005 eru út við 100 mió.kr.
settar av til íløgur. Hesar
íløgur fevna um ymisk
arbeiði ið skulu gerast, líka
frá bryggjuni til ellis- og
røktarheim og skúlar vi?
meira. Vanliga kan ein siga
at ringvirkningarnir av
einum arbeiði eru tríggjar
ferðir støddina á arbeiðin-
um. Tvs. Um vit gera íløgur
fyri 100 mió.kr. so vera
ringvirkningarnir uml.300
mió. kr. Hetta verður seg
lønir, skattir, avgjøld, tilfar,
tænastur og keypiorka í
samband við tey projektir
sum skulu setast í verk.
Hesar íløgur koma at virka
uppbyggjandi fyri allan bú-
skapin í miðstaðarøkinum.
Tórshavnar
Kommuna
minnir um Amerika hvar
fólk úr øllum ættum savn-
ast fyri at liva og virka sam-
an. Tórshavnar Kommuna
er í tí góðu støðu at vit
kunnu varveita arbeiðs-
plássini og skapa enn fleiri,
hóast niðurgongd í sam-
felagnum sum heild..
Fólkaflokkurin vil í verki
leiða kommununa á ein
sunnan búskap, hvar allir
borgarar, ung og eldri, hava
eina góða og sterka komm-
unu at liva í.
Størsta arbeiðspláss í Føroyum
VAL04
VAL04
Inga Dahl
Valevni fyri Fólkaflokkin
Skúlarnir í Tórshavnar
Kommunu er ov trongir
til allar næmingarnar,
bæði tí at barnatalið
veksur og ikki minni tí
nútíðar undirvísing setur
onnur krøv enn eina
skúlastovu
til
hvønn
flokkin.
Fleiri eru flokkarnir,
sum ganga í skúla seinn-
apart, alt gott um tað,
men nógv foreldur ynskja
heldur at børnini byrja í
skúlanum um somu tíð,
sum foreldrini fara til
arbeiðis.
Átrokandi er at loysa
hølistrupulleikan á Argj-
um, sum skjótast, annað-
hvørt tað verður við
bygging ella keypi.
Býráðið hevur samtykt,
at skúli skal byggjast í
nýggjastu útstykkingini,
Hoyvíkshagi Suður.
Henda byggingin má
ikki seinkast.Tá fólk fara
at flyta inn har, má skúli
vera komin.
Tá ein so stórur býling-
ur verður bygdur eftir
stuttari tíð, er av alneyð-
ugt, at har ikki bara eru
hús, men eisini onkur
savnandi miðdepil, sum
er fyri øll. Hetta hevur
týdning fyri samleika-
kensluna hjá børnum og
ungum, og tá er skúlin ein
góð byrjan.
Ikki minni týdning hev-
ur tað fyri samleikakensl-
una, at børnini kunnu
ganga í skúla í nærum-
hvørvinum sum longst.
Hetta er ikki minst
galdandi fyri Kaldbak og
Kollafjørð og tær bygd-
irnar, sum nú eftir valið
koma upp í Havnar
Kommunu.
Skúlaverkið
VAL04
Ein
Færing!
Mogens Tilsted
Christensen
Sognepræst
Nordstrømø
Løsning fra Løsning –
bist du ein Færing?
Sognepræst
Henrik
Højlund fra Løsning har
måske løsningen!
Kan man løse sam-
fundsbånd til Færøer-
ne?
Således
spørger
sognepræst Henrik
Højlund fredag 22-10 i
Kristeligt Dagblad un-
der overskriften "Ich
bin ein Færing!"
Evt. link:
http://www.kristeligt-
dagblad.dk/debat/artike
l:aid=231291
Der er nok mange,
der kunne tænke sig at
løse samfundsbånd til
Færøerne.
Mennesker kan løse
sognebånd, så de prin-
cipielt tilhører et andet
sogn - eller en anden
præst inden for folke-
kirken.
Men kan man også
løse samfundsbånd?
Ja absolut. Åndeligt
set kan man sagtens
være en færing - og med
god grund, skulle jeg
hilse at sige.
Færinger er overalt i
de kirkesamfund, hvor
ordet forkyndes både i
Danmark, Norge, Island
og på Færøerne.
Og jeg kan med sik-
kerhed også tilføje, at
de har et ganske ander-
ledes kærligt og menn-
eskeværdigt forhold til
andre mennesker og
livet, end det officielle
EU-familiære Danmark
har.
Det gælder principielt
også angående abort,
homoseksualitet
og
kristendom.
Færinger mønstrer 5
gange så mange kirke-
gængere i forhold til
indbyggerantallet, end
Danmark gør i gennem-
snit.
Færinger lever 2 år
længere i gennemsnit,
end danskere gør.
Færinger myrder ikke
små børn i flæng. De
føder dem normalt og
tager sig af dem.
Enhver kan blive ein
"Færing" hvor de end
bor!
At være ein "Færing"
er at leve Gud nær.
VIÐMERKINGAR
Í samband við kjakið um
fría fosturtøku, kom er í
tankar um eitt aftursvar eg
fekk frá gamlari konu fyri
umleið 30 árum síðan.
Dagny Joensen
Tað er tíðarspill at kjakast
um at broyta fosturtøkulóg-
ina so leingi sum politisku
flokkarnir ikki kunnu semj-
ast um at hava felags støðu
til málið.
Vanligt er annars í flest
øllum málum, at flokkarnir
taka støðu fyri ella ímóti,
og út frá hesum viðgerða
mál og spurningar, sum
hava við samfelagið at
gera.
Bert ikki, tá talan er um
eymar spurningar. Tá skal
hvør tinglimur hava loyvi at
hava sína persónliga støðu.
Tað er gott agn hjá teimum,
sum hugsa um næsta val,
men tað er ikki ein demo-
kratisk mannagongd í ein-
um framkomnum samfelag,
sum vit helst vilja kalla
okkara.
Í samband við málið um
fría
fosturtøku,
verður
orðaskiftið vent og snarað,
til tað at enda bert snýr seg
um,
hvørja
persónliga
støðu tinglimirnir hava.
Hvat skulu vit veljarar
brúka tað til? Tinglimirnir
eru valdir at taka sær av øll-
um málum, sum hevur við
okkara samfelag at gera.
Talan er ikki um eitt sjálv-
tøkuborð, har tann einstaki
tinglimurin skal hava loyvi
at vraka og velja, alt eftir
hvat viðkomandi finnur
fyri gott.
Spurningur um
mannarættindi
Í veruleikanum er frí fost-
urtøka ein spurningur um
sjálvsøgd mannarættindi, at
kvinnan skal hava loyvi at
ráða sær sjálvari og taka
støðu - í hesum føri - til
fosturtøku.
Talan er ikki um at trýsta
nakað yvir høvið á kvinn-
um. Flestu kvinnur vilja
hava síni børn, men um
okkurt er, sum forðar og
hon ikki er før fyri at taka
ímóti barninum, skal tað
ikki verða eitt brotsverk,
um hon velur fosturtøku.
Hetta málið líkist tí við
teimum samkyntu. Verður
tann minnilutin góðtikin á
jøvnum føti við onnur,
halda summi, at so verða
fleiri samkynt.
Sama er við málinum um
fosturtøku. Fáa kvinnur
loyvi til tess, so verða fleiri
fosturtøkur.
Tað er tað reina tvætl.
Flestu børn eru ynskibørn,
og tey verða móttikin við
gleði og takksemi. Tað
verða tey eisini frameftir.
30 ára gamalt aftursvar
Minnist at eg fyri 30 árum
síðan spurdi eina gamla
konu um fosturtøku. Mín
spurningur var: Hava kvin-
nur og ungar gentur í Før-
oyum ongantíð havt fyri
neyðini at fáa fosturtøku, tá
tær eru komnar skeivt fyri?
Konan suffaði og stardi at
mær, sum var eg ikki rætt-
siktað, men tók seg saman
og svaraði: - Onkuntíð
hevur eitt ljóst barnahøvd
stungið seg inn millum hini
myrkhærdu í systkinaflokk-
inum, men eingin tosaði
um tað. Hon nevndi als ikki
tær ungu blaðungu gentur-
nar, sum spákaðu við
barnavogni.
Hetta var stutt eftir at
Danmark hevði innført fría
fosturtøku við lóg í 1973.
Tá eins og í dag var danska
fosturtøkulógin frá 1956
frameftir galdandi í Føroy-
um.
Við øðrum orðum, øll
vita um hesar trupulleikar,
men eingin ger nakað við
tað. Nú vit skriva 2004, og
liva í einum - í aðrar mátar
- framkomnum samfelager,
er spurningurin ósvaraður.
Seinast nýggja er at ein
felagsskapur í Danmark
bjóðar føroyskum kvinnum
fría ferð til Danmarkar og
alt goldið í samband við
fosturtøku.
Nøkur halda hetta er í
fínasta lagi, onnur halda at
fosturtøka skal als ikki
verða loyvd. Vit eru aftur
við "squer one".
Alt gott at siga um tey,
sum halda, at frí fostur-
tøkulóg ikki skal vera í Før-
oyum. Tað stendur ein-
hvørjum frítt fyri at vera
fyri ella ímóti, men tá hesin
spurningur verður gjørdur
til eitt mál um kenslur,
trúgv og persónliga sann-
føring, haltar onkunstaðni.
Spurningurin um fostur-
tøku er eitt politiskt mál um
lógarbroyting, sum krevur
viðgerð í Løgtinginum. Tað
kann als ikki góðtakast, at
ein felagsskapur í Danmark
leggur seg út í okkara
viðskifti. So frægt at sær
komnir
mugu
landsins
kosnu politikarar vera, at
teir tora at taka málið upp.
Annika W. Joensen
forkvinna í Javnstøðu-
nevndini
Uppgávan má vera at
skapa eitt samfelag fyri øll.
Eitt samfelag, sum speglar
fólkið og tað fjølbroytni,
sum er í fólkinum. Vit um-
boða hvør í sær okkara kyn
og tey áhugamál og tey
ábyrgdarøki, vit hava. Vit
skulu supplera hvønnannan
og skapa eitt fjølbroytt tjak
um øll politisk evnir. Tí eru
‘felags avgerðir og felags
ábyrgd’ eitt mál i sjálvum
sær.
Ímyndi tykkum, at bert
kvinnur vóru í føroyskum
politikki. At kvinnur høvdu
fingið litið upp í hendi at
taka avgerðir fyri alt tað
føroyska samfelagið. At tær
skuldu tryggja vælferð og
framburð fyri fólk, fæ og
umhvørvi.
Hvussu hevði virksemið
hjá landinum sæð út. Hvar
høvdu inntøkurnar komið
frá og hvussu høvdu vit
brúkt pengarnar, sum komu
í landsskassan.
Hetta eru forvitnisligir
spurningar. Eg rokni við, at
ábyrgdarøkini og áhuga-
málini hjá kvinnum høvdu
verið væl umboðaði í einari
slíkari politiskari skipan.
Alt annað hevði verið
ólogiskt. Eg eri eisini vís í,
at fíggjarlógin hevði verið
øðrvísi ‘skrúvað saman’,
enn hon er í dag.
Trivnaður hevði ivaleyst
verið í fokus. Børnini, tey
gomlu, tey brekaðu og
sálarligu veiku og tær støku
mammurnar høvdu havt
betri kor. Tað er ikki vist, at
bygningarnir høvdu verið
so stórir ella at útgerðin
hevði verið so dýr, men
menniskjað hevði verið í
sentrum. Tað rokni eg við.
Eg rokni eisini við, at
lønarlagið
í
typiskum
kvinnuyrkjum hevði verið
hægri enn tað er í dag. Ella
kanska, at lønarlagið hjá
monnum hevði verið lægri
enn tað er í dag. Eg rokni
ikki við, at tað høvdu verið
serskipanir til menn og ikki
kvinnur,
heldur
øvugt
kanska. Ja, eg rokni við, at
kvinnuligu politikkararnir
tilvitaðar ella ótilvitaðar
høvdu gjørt mismun eins
og eg haldi, at mannligu
politikkararnir gera tað í
dag. Av teirri einføldu
orsøk, at tað hevði borið til.
Hvussu hevði vinnulívið
sæð út? Høvdu kvinnurnar
hildið lív í vinnum, sum
ikki bera seg? Var fiski-
vinnan høvuðsvinna ella
høvdu vit aðrar ella fleiri
vinnur at dúva uppá?
Og hvussu við undir-
støðukervinum (infrastruk-
turinum). Høvdu tað verið
eins nógvir og góðir vegir
og tunlar, sum vit hava í
dag, um kvinnurnar ráddu
fyri borgum.
Hvussu hevði skattastig-
in sæð út? Høvdu vit tosa
um skattalætta ella kanska
heldur um arbeiðslætta.
Hevði størri samanhangur
verið millum arbeiðs- og
familjulív? Høvdu pápar
havt barnsburðarfarloyvi,
tikið sjúkradagar og havt
ábyrgd av húsarhaldinum á
jøvnum føti við mammur-
nar, ella høvdu mennirnir
kanska einsamallir ábyrgd-
ina av hesum.
Hvussu hevði vælferð
verið definerað. Høvdu
kvinnurnar sagt, at ráðini
eru ikki til eina barsils-
skipan, til sambýlir til tey
sálarveiku. Og høvdu fys-
isk brek verið kallað brek,
ella hevði samfelagið tikið
hædd fyri hesum, so at fólk
við breki ikki kendu seg
øðrvísi.
Hvussu høvdu mennirnir
havt tað í kvinnuveldinum
Føroyum? Høvdu teir kent
seg virdar ella settar til
síðis? Høvdu teir hildið
fundur um ‘menn í poli-
tikki’ og hvat høvdu kvinn-
urnar sagt til tað? Høvdu
vit kent okkum hóttar ella
høvdu vit bjóðað monnun-
um uppí part.
Eg rokni við, at mennir-
nir høvdu sagt, at teir
ynsktu at taka ábygd, tí
tørvur var á, at teirra
ábyrgdarøki og áhugamál
vórðu hægri raðfest. Eg
rokni eisini við, at nógv -
bæði kvinnur og menn
høvdu hildið, at tað var ikki
gott við slíkari ójavnvág.
Við øðrum orðum, polit-
iska støðan hevði verið lík
okkara í dag.
Men
hvussu
fæst
javnvág?
Vigdís Finnbogadóttir,
fyrrverandi forseti Íslands,
segði í sínari røðu á javn-
støðuráðstevnuni í mai í
Havn, at vinskapur millum
kvinnur og menn førir til
javnstøðu.
Uppgávan má vera at
skapa eitt samfelag fyri øll.
Eitt samfelag, sum speglar
fólkið og tað fjølbroytni,
sum er í fólkinum. Vit um-
boða hvør í sær okkara kyn
og tey áhugamál og tey
ábyrgdarøki, vit hava. Vit
skulu supplera hvønnannan
og skapa eitt fjølbroytt tjak
um øll politisk evnir.
Vit skulu hjálpast at.
‘Felags avgerðir, felags
ábyrgd’ er málið.
Og atkvøður skulu til.
Sum er velja bæði menn og
kvinnur mest menn. Stóra
avbjóðingin - serliga til
kvinnuligu valevnini - er at
sannføra veljaran um, at
tær duga, kunnu og vilja
taka ábyrgd. Við stuðul frá
floksleiðslunum
skuldi
hetta ikki verið ein óyvir-
komiligur trupulleiki.
So til spurningin "Skulu
menn vera við í politikki?"
er svarið "ja - menn skulu
vera við í politikki", men
ikki einsamallir. Teir skulu
samstarva við kvinnur og
supplera tær.
Gjald fyri valgreinar
Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri
valgreinar er hálvur lýsingaprísur.
Sosialurin
Skulu menn vera við í politikki?
Eitt ljóshært høvd í myrkhærda systkinaflokkinum
C
M
Y
K
13
12