Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 204 - 26. oktober 2004 Nr. 204 - 26. oktober 2004 15 Frí fostur- tøka Rakul í Gerðinum Trongisvágur Er tað ikki í veruleikan- um eitt fantastiskt til- boð, um fosturtøku, før- oyskar kvinnur, hava fingið, frá teimum donsku, spyr Øssur Winthereig í kjaksend- ingini týskvøldið 19.10 Jú, avgjørt, er mítt svar til spurningin. Tað var eisini upp á tíðina, onkur miðil endiliga tók spurn- ingin upp, ístaðin fyri, bara at endurgeva mein- ingarnar hjá føroyskum politikarum, ið eru ímóti tilboðnum. Tað, at danskar kvinn- ur, og ein danskur polit- ikari, eru komin við upp- skotinum um, at føroysk- ar kvinnur skulu fáa stuð- ul úr Danmark, til at fáa fría fosturtøku framda har, hevur fylt alt ov nógv í tíðindaflutningin- um her heima. Nú kunnu vit endiliga fáa eitt skila- gott kjak í lag um fría fosturtøku, sum tað eru fleiri føroyingar, eisini politikarar, ið eru fyri. Tað kunnu vera so ótrúliga nógvar orsøkir til, at ein kvinna velur fosturtøku. Ein orsøk eigur ikki við lóg, at vera betri enn ein onnur, sum til dømis, at lívið hjá kvinnuni er í vanda. Tá ein kvinna verður við barn, uttan at vilja tað, líkamikið, hvussu tað er hent, so er tað ikki mín ella tín, men hennara egna moralska hugsan, ið eigur at avgera,um hon skal gjøgnumførða gra- viditetin ella ikki. Tað er ongin annar, enn tann einstaka kvinnan, sum í síðsta enda eigur at gera upp við seg sjálva, um fosturtøka er rætta loysn- in fyri hana ella ikki. Tí er frí fosturtøka tað ein- asta rætta fyri føroyskar kvinnur, eins og fyri allar heimsins kvinnur. Frí fosturtøka merkir ikki, at tað verða fleiri fosturtøk- ur framdar. Tað merkir bert, at tær fosturtøkur, ið verða framdar, fara fram undir virðiligum umstøð- um. Harafturat átti tað, at verið ein óheftur stovnur, ið kundi ráðgivið kvinn- um í slíkari støðu, uttan at royna at yvirtala tær til aðra av loysnunum, sum eisini var nevnt í kjak- sendingini hjá SvF. Øll eru vit helst samd um, at tað besta hevði verið, um ongin fostur- tøka varð framd, men við verandi fosturtøkulóg, ella einum fosturtøku- banni, ger man støðuna verri fyri tey, ið eru blivin foreldur, uttan at ynskja tað sjálvi, og teirra børn. Bárður á Lakjuni Leirvík Ja, so kyknaði kjakið um fría fosturtøku í Føroyum enn einaferð - hesaferð við ‘góðari’ hjálp niðan úr Danamørk. Eg havi stóran áhuga fyri hesum - hetta er jú eitt ómetaliga týdning- armikið og grundleggjandi etiskt/moralskt evni - og eg havi tískil eisini roynt at fylgt kjakinum, so frægt sum eg havi kunnað. Sjálvur eri eg ikki fyri fosturtøku, og eg haldi tað vera óhugnaligt at síggja, hvussu fleiri av teimum - føroyingar sum danir - ið tala fyri hesi søk, orða seg, og hvussu tey annars føra sjónarmið síni fram. Við vøkrum orðum um ‘frælsi og ábyrgd’, og vælkendum ‘svadum’ sum, t.d., at ‘kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi’ og haraftrat manipulerandi nýtslu av demokratinum, royna hesi menniskju av øllum alvi at rættvísgera hetta, at taka eitt fostur og gera enda á lívi tess. Havi hesar síðstu dagar- nar aftur og aftur spurt meg sjálvan, hvat tað er, ið ‘drívur’ hesi menniskju. Hesi, ið arbeiða so hart, at ein skuldi trúð, tað stóð um lív. Ja, summi eru so ómetaliga íðin, at tey enntá ynskja at savna inn pening til onnur, soleiðis at slík, ið ikki er so ‘framkomin’, ‘siviliserað’ og ‘demokrat- isk’, eisini skulu sleppa at eiga lut í ‘grundleggjandi rættinum’ at fáa ‘fostrið fjernað’. Havi so eisini roynt at hugsað um, hvørja veruliga áskoðan á og um lív í heila- tikið, hesi menniskjuni hava, ið ynskja at fostur- tøka skal verða fullkomi- liga lóglig. Jú, nógv er sagt og skrivað millum ár og dag, og eisini hesar síðstu dagarnar er ymiskt komið fram - tó einki nýtt. Varð tó rættiliga skakkur av einum (og faktiskt fleiri) ‘argu- menti’, eg hoyrdi frá Ann- itu á Fríðriksmørk - ið er fremsta politiska stríðs- kvinna fyri fríari fosturtøku í Føroyum - í 5’aranum hendan dagin. Hon segði nakað soleiðis..... "fostur- tøka hevur eksisterað í so nógv, nógv hundrað ár undir óskipaðum/ólóglig- um forholdum...." Sum um hetta var nakað sum helst argument fyri at lógliggera fría fosturtøku!!! Grát mítt elskaða land, sigi eg bara!!! Kann mann so eisini siga, t.d.: Børn hava verið mis- nýtt í so mong ár nú - vit legalisera tað bara....??? Nei, sjálvsagt ikki! Eg haldi, at kjakið frá teimum, ið eru fyri, er ómetaliga einsporað og merkt av ófatiligari ego- ismu. Tey seta einans kvinnuna og kropp hennara í fokus, og hugsa faktiskt als ikki um fosturið og kropp tess - um eg so má siga. Hvussu ber tað til, at hetta fullkomiliga hjálpar- leysa og veika verður so lítið virt? Og hvussu ber tað til, at tey menniskju, sum á einum ‘fronti’ berjast fyri betri livikorum hjá gomlum og veikum, sosial- um javnrættindum...o.s.fr., eru so fulkomiliga ham- skift, tá ið tað snýr seg um rættindini hja tí veikasata veika um yvirhøvur at sleppa at liva? Eg skilji hetta ikki! Er tað møguligt at skilja hetta? Er nakar sum helst høpi í slíkari avskeplaðari áskoðan? Er hetta ikki dupultmoralur av fyrstu skuffu? Argumentini og prógvini fyri slíkari áskoðan mugu, ið hvussu er, vera ómeta- liga sterk og haldgóð, tí annars kann ein ikki loyva sær at hava eina so totalt tvíbýtta og skizofrena støðu viðvíkjandi lívinum. Tí ynski eg at seta ljós- kastaran á nakrar grund- leggjandi spurningar, sum øll eiga og skulu hugsa um: Nær byrjar lívið? Hetta er ómetaliga týdning- armikið at fáa at vita. Læknavísindin er mest sum á einum máli um (og hvat annað skuldi hon verið?), at lívið byrjar í tí løtuni, tá eggið verður gitið. Júst í tí løtuni, tá sáðkyknan og eggið renna saman, byrjar eitt nýtt og serstakt lív, sum heldur á at liva og mennast, um tað ikki av eini ella aðr- ari orsøk doyr - ella verður dripið. Tað, sum eg her sigi, er ikki bygt á ‘fundamen- talistiskt religiøst møsn og propaganda’, men heilt einfalt á læknavísindaligar veruleikar. Og skuldi minsti ivi verið um, hvørt lívið veruliga byrjar tá, átti so ikki ivin at komið fostrinum til góða? Meini so við: Um tú finnur onkran, og tú ivast í, hvørt viðkomandi er deyður ella livandi, hvat er tá rættast at gera? At royna at bjarga honum, ella bara ganga út frá, at hann er deyður og síðani fara tín veg? Sjálv- sagt eigur minsti ivi at koma lívinum til góðar, tí annars siga vit: Hetta er møguliga ella møguliga ikki eitt barn, og tí er tað í lagi at taka lívið.....og tá eru vit, sum menniskju og samfelag í heila tikið, komin óhugnaliga langt út! Hvat verður tað næsta? Er bert talan um eitt lív? Tað verður av summum ført fram, at fostrið bert er ein partur av kvinnuni, og at tað ikki er øðrvísi enn, t.d., ein hond, bein, pirra...o.s.fr. Hetta er jú als ikki sannleikin - og so langt ífrá. Eins væl og mamman hevur fostrið sínar egnu og heilt serligu arvaeginleikar - sum eru heilt ólíkir teim- um, ið mamman hevur - hetta er staðfest læknavís- indaliga. Ja, hetta nýggja lívið hevur faktiskt heilt frá byrjan av allar arvaegin- leikarnar, ið skulu til, fyri at tað skal kunna vaksa og mennast alla lívstíð sína. Tað sæst ‘á øllum brøgd- um’, at tá tosað verður um, hvørt talan er um eitt ella tvey lív, so er einki at ivast í: Talan er um tvey ymisk lív! Í USA, t.d., er ikki loyvi at avrætta eina kvinnu, ið er við barn. Hví? Jú, grundin er tann, at tað ófødda verður mett at vera serstakur skapningur, og tískil hevur tað rætt til at liva. Hvussu ber hetta til, kann ein spyrja? Er tað ikki frí fosturtøka har yviri? Jú! Skil tann, ið skilja kann! Hetta vísir bara enn eitt dømi um avskeplaða, skizofrena og dupult- moralska hugburðin, eg nevndi omanfyri. Hevur kvinnan rætt at ráða yvir egnum kroppi? Hetta, at kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi, verður nýtt sum størsta og besta argumentið í stríðnum fyri fríari fosturtøku - men hvat merkir hesin setningurin í veruleikanum? Umleið 17000 skrásettar fosturtøk- ur verða framdar í Dan- mark um árið, eftir ynski frá kvinnum, ið ‘ráða yvir egnum kroppi’. Havandi í huga, at umleið helvtin av hesum 17000 fostrum eru kvennkyn, so verða also á leið 8-9000 kvinnur frá- tiknar rættin til lívið - um árið! Ein og hvør kvinna hevur møguleikan at fáa allar sínar grundleggjandi tørvir nøktaðar, hóast hon er ‘uppá vegin’ - hví í allari víðu verð verður tað so hildið so hánt um rættin hjá ófødda gentubarninum - hvar er rópið um rættin til egnan kropp vorðið av?? Eg kann siga, at eg ráði yvir mínum egna kroppi, men gevur tað mær so rætt til, t.d., at sláa onkran niður ella at stjala við mínum hondum? Sjálvsagt ikki! Nei, spurningurin má vera hesin: Er tað, eg geri við mínum kroppi, til ampa fyri nakran annan - og tað er fosturtøka í allar hægstu grad - so er tað, eg geri, sjálvsagt ikki rætt - tað sigur seg sjálvt! Haldi eisini, at tað er sera áhugavert, at somu kvinnur, ið hava bart og enn berjast fyri javnstøðu millum kyn- ini, kunnu loyva sær at taka allan rætt frá tí ófødda - hvar er logikkurin??? Mín áheitan skal tí vera, at politiski myndugleikin í landi okkara ongantíð fer at loyva fríari fosturtøku - tað má bara ikki henda. Rætt- urin, hvørt eitt menniskja skal sleppa at liva ella ei, kann ikki latast upp í hend- urnar á einstøku kvinnuni, tí talan er ikki um privata søk - her er talan um at loyva einum menniskja at taka eitt annað mennskjalív, ‘viss tað følist’ neyðugt. Jú, hetta er veruliga ‘the bottom line’ - vit fáa eina lóg, sum loyvir, ja, loyvir einum menniskja at gera enda á einum øðrum - ófatiligt! Ófatiligt at nakar kann stríðast fyri slíkari søk, og so haraftrat nevna tað ‘framkomið’ og ‘sivili- serað’! Nei, heldur áttu vit øll - og politikararnir fyrst og fremst - at stríðst fyri rættinum til lívið, og heldur roynt at skapt góðar og virðiligar karmar - bæði fyri kvinnuna og barnið. Hetta er virðilig søk at stríðast fyri! VIÐMERKINGAR Viðmerking til kjakið um fosturtøku Randi í Jógvanstovu Viðmerking til grein í Dimmalætting 05.10.04 Júvíst, Óli Breckmann, situr tú framvegis á »knodl- inum« og trallar. Trallar um, at skattalætti vil gera føroyska samfelag- ið til eitt betri samfelag fyri tey, sum dugnalig eru. Tí sambært tær eru tey, ið vísa á eitt vælferðarsamfelag við góðum pensiónum og plássi á ellis- og røktar- heimum, bara við til at styggja fólk burtur hiðani. Óli, góði, tú fert so dyggiliga skeivur. At Føroyar eru lítlar og fjarskotnar, er eingin um- bering fyri at forsøma fólk- ið. Tann skattur, vit rinda, eigur m.a. at fara til eitt gott heilsuverk, rímiligar pensi- ónir til øll, eitt trygt og tíð- arhóskandi skúlaverk, góð ellisheim o.s.fr. Hesi tingini eiga at vera eitt tilboð til allar borgarar í landinum. Tað lágskattasamfelag, Óli tosar um, vil á vælferð- arøkinum bumba Føroyar aftur í 20’ini, tá ið bara tey vælbjargaðu vóru ment at klára seg. Hann hevur púra gloymt, ella eisini veit hann tað bara ikki, at tað eru ikki øll, sum forvinna tær upp- hæddir, hann fær á hvørjum ári. Nógv fólk í fiskivinn- uni forvinna langt undir 200.000 um árið. Har er ikki nógv eftir at leggja til síðis til pensión, gjalda fyri læknahjálp, gjalda fyri pláss á ellisheimi, tá tann tíð kemur, gjalda fyri skúla- gongd o.s.fr. Føroyingur, búsettur júst á oynni Man, úttalaði seg fyri kortum til SVF: "Hetta er ikki eitt samfelag fyri tey, sum ikki klára seg sjálvi. Tey, sum Óli kallar dugnalig, hava ikki brúk fyri vælferðarsamfelagnum ella tí, sum liggur í hesum hugtakinum. Tey kunnu nevniliga betala seg frá tí. Tað hava øll hini, og vit eru nógv í tali. So veitst tú tað. Ikki so, eg skilji væl tína tankagongd. Tað er ivaleyst hart hjá tær at skula lata meir í skatti, enn tú heldur vera rímiligt. Hinvegin ivist eg ikki í, at tú forvinnur nóg mikið til "dagen og vejen" og væl tað, so tað er mín sannføring, at tað er ikki meir enn rætt og rími- ligt, at tú gevur títt til væl- ferðarsamfelagið. Eitt samfelag, har øll, ið eru ment, og sleppa at arbeiða, geva sítt ískoyti til frama fyri heildina, eigur at vera hægsta mál og ynski okkara. Kærleiki og umsorgan eru lyklaorðini fyri eitt væl virkandi samfelag. Kann henda, at tað "svíð- ur sum svøllur", Óli Breck- mann, men, "Pyt." Tak tað sum ein maður og gev títt íkast til føroyska vælferðar- samfelagið, tú hevur ráð, og eingin flísin fer av tær fyri tað. Smá í tí stóra høp- inum og fjarskotin, Ja! tað eru vit, men vit eiga at vera ein tjóð við umsorgan fyri øllum. »Ole sad på en knold og sang« VIÐMERKINGAR Elin Lindenskov býráðslimur valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Minnilutin í Tórshavnar býráði hevur enn einaferð ávirkað ætlanirnar fyri eitt komandi ár rætta vegin. Vit fingu meirilutan at ganga við til at víðka fríðtíðar- skúlan til eisini at fevna um annan flokk. Men tíverri bar ikki til at fáa meirilutan til at taka allan annan flokk við. Stórur tørvur hevur verið á fríðtíðarskúlanum. Næst- an øll, sum hava fingið til- boðið í fyrsta flokki, hava tikið av tilboðnum og rokn- ast kann við, at tað sama verður galdandi fyri annan flokk. Í 2005 eru avsettar 1,8 milliónir krónur av til frí- tíðarskúla at byrja frá august. 1,8 millión er nóg mikið til meira enn helvtina av næmingunum í øðrum flokki. Tað var tað, vit fingu meirilutan at ganga við til hesa ferð. So mugu vit taka restina við í 2006 og so vóna, at vit kunnu fáa 3. flokk við sum frá líður. Fyri meg hevur tað verið ótrúliga stuttligt at hava verið við til at broyta hug- burðin til barnaansing og fríðtíðarskúla til tað, hann er í dag. Niðurstøðan má verða, at barnaansing og frítíðarskúlin økja um trivnaðin í Havnini, soleið- is at fólk støðast og vilja seta búgv í Havnini. Og vøkstur er neyðugur fyri at styrkja um Havnina. Minnilutin setti eisini uppskot fram um systkina- avsláttur, so foreldur við fleiri børnum á dagstovni skulu fáa avsláttur. Hetta fingu vit ikki í gjøgnum, men samtykti uppskot um at hækka barnafrádráttin við 250 upp í 5.000 kr. fyri hvørt barnið. Systkinaavsláttur er eitt mál, sum Javnaðarflokkur- in hevur arbeitt fyri leingi. Vit vóna, at systkinaav- slátturin kann fáast ígjøg- num innan alt ov leingi. Jóhan Christiansen Nú dragnar úr kongum. Eftir sita vit her í Leirvík og spyrja, hvat við Leirvík? Vit leirvíkingar hava funnið okkum í, at Norð- oyatunnilin verður gjørdur, uttan ein loysn um farleið- ina um Leirvík, er funnin. Vit hava alla tíðina havt tað álit á okkara Løgting, at tað ikki fór at kroysta eina vánaliga loysn niður yvir okkum her í Leirvík Leirvíkar kommuna varð biðin um at meta um eina møguliga farleið, og niður- støðan hjá kommununi var, og er, at ein tunnil um Leir- vík er tann besta loysnin fyri Leirvík. Tunnilin um Leirvík er ikki ein loysn, Leirvíkar Kommuna sjálv er komin við. Tunnilin var ein av loysnunum, lands- myndugleikanir løgdu fyri Leirvíkar Kommunu at velja millum. Síðani bleiv hesin tunnil staðfestur við lóg. Vit her í Leirvík hava liva í tí góðu trúgv, at hendan niðurstøðan bleiv tikin til eftirtektar av Løgtinginum og Vinnumálaráðnum. Men so skuldi ikki verða. Í fjølmiðlunum í síðstu viku var gjørt greitt, at Leirvíks bygd skal "ofrast", so uml. 75 mió. kunnu nýtast til umvælingar av Løgtingshúsinum, uml. 400 mió. til eina nýggja suður- oyarferju, uml. 290 mió. til ein nýggjan skúladepil í Tórshavn, og enntá uml. 75 mió. kr. til eina nýggja innkoyring til Tórshavn, sum longu hevur tað besta vegakervið í landinum. So- leiðis kundi eg hildið áfram. Lítið mann vera at ivast í, hvør tað er, sum leggur linj- urnar hjá Vinnumálaráð- num. Sjálvandi hevur landsstýrismaðurin sína ábyrgd, men mín fatan er, at tað eru aðrir landsstýris- menn og løgtingsmenn, ið avgerða, hvat er best fyri landið, tá hugsa verður um samferðslukervið. Vit frættu fyri stuttari tíð síðani, at alt vegakervið til Viðareiðis skal endur- skoðast. Byrjast skal við einum nýggjum tunnli til bygdina, og so skal vegurin endurskoðast. Hesin tunnil hevur ikki verði høgt rað- festur fyrr, men nú er vend komin í. Skuldi eg hættað mær at gitt hví, so er mítt besta boð, at ávísir ting- menn nú ætla at røkja sítt egna valdømi eitt sindur betur. So mugu vit onnur bert finna okkum í vána- ligum loysnum. Tað er enntá játtaður pen- ingur til kanningar av ein- um undirsjóvartunnli um Skopunarfjør, við tí fyri eyga, at annar tunnil skal gerast til Suðuroy. Hetta verður gjørt, sjálvt um nýggi Smyril, ið alt í alt kostar uml. 400 mió. ikki ein gongd er komin í sigl- ing enn. Eisini skal verða mint á, at tað bert eru nøkur heilt fá ár síðani sandingar fingur nýggja ferju. Vit her í Leirvík hava ongatíð kravt nakað av landsmyndugleikunum, og hava ongatíð fingið nakað heldur. Ein ferjulega var kroyst niður á okkum í 80’unum, og hana gjalda vit fyri enn. Tað einasta við vilja í dag, er at heita á Løgtingið um ikki at oyði- leggja Leirvíks bygd, við at leggja ein veg ígjøgnum besta byggilendi í Leirvík, ella við at leiða bilar í hópatal gjøgnum bygdina. Rambøll Nyvig metir at, alt frá 3.000 til 4.000 bilar um døgnið er sannlíkt (www.lerivik.fo). Er ein tunnil um Leirvík eitt órímuligt krav? Meirkostnaðurin av ein tunnli í mun til áðurnevnda veg er einans uml. 30 mió. kr. Í tí stóra og heila, so svara 30 mió. kr. til uml. 0,8% av landsins fíggjarlóg fyri 2005. 0,8% av uml. 3,8 mia. kr. av eini fíggjarlóg hjá land- inum, meti eg ikki verða órímuligt fyri eina loysn, sum vil varveita trivnaðin og eitt gott bústaðarmynst- ur í Leirvík. Vit her í Leirvík hava ikki biði um Norðoyatunn- ilin, og hava vit tí sera tor- ført við at skilja hví vit skulu svíða fyri, at norð- oyingar skulu hava lættari við at koma inn á megin- landi. Eisini vil eg vísa á, at tolir fíggjarlógin ikki eina so lítla broyting, so hevur Fíggamálráðið og Løgting- ið ikki gjørt sítt arbeiði til lítar. Til seinast vil eg bert vísa á, at um Løgtingið ikki metir tað verða pláss fyri eini broyting uppá 0,8% í fíggjarlógini, so hava vit her í Leirvík onki ímóti, at Norðoyatunnilin verður útskotin í 1 ella 2 ár, ella til ein loysn er funnin á farleiðini um Leirvík. Hvat við Leirvík? Frítíðarskúli til 2. flokk og systkinaavsláttur VAL04 C M Y K 15 14