Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 204 - 26. oktober 2004 Nr. 204 - 26. oktober 2004 17 Í dag, týsdagin 26. oktober, verður Símun í Túni á Toftum 50 ár. Hann hevur í meiri enn eina fjórðingsøld verið trúboðari millum tey innføddu í frumskóginum í Venezuela. Símun er sonur Maju og Júst í Túni og næstyngstur av átta systkjum. Hann er giftur við Daniu Didriksen úr Runavík, og tey eiga fýra børn: Tamara, sum var lið- ug í studentaskúlanum í fjør, og sum nú er á háskúla í Danmark, Erik, sum ar- beiðir fisk á Toftum, og Stefany og Isabel, sum ganga í Tofta skúla. Tá ið Símun vaks upp, vóru Toftir - á sama hátt sum bygdin framvegis er tað - útróðrarbygd og fiski- vinnubygd, og áhugin fyri seyðahaldi var og er stórur hjá nógvum. Pápin var sjó- maður og skipari, og Símun hevði frá barnsbeini av stóran hug at veiða og fáast við seyð og at eygleiða náttúruna á sjógvi og landi. Sum smádrongur og stórur skúladrongur var hann onkran túrin við pápanum, sum førdi Brest og Bein og seinni Sildrekan, sum hann saman við øðrum átti. Áðrenn Símun fór av land- inum, var pápin farin at ala síl í Skálafirði og á Oyra- bakka, og Símun var ógvu- liga áhugaður í øllum, sum hevði stert, og hann nýtti hvørja løtu, sum tað bar til, at hjálpa pápanum. Yrkisleiðin tóktist sjálv- søgd hjá evnaríka og ar- beiðssama dreinginum, men Símun brúkti ikki síni bestu ár í fiskivinnuni og alingini. Tað gjørdi hann ikki, tí hann frá blaðungum av hevði kent eina byrðu fyri teimum úti í stóru verð, ið ongantíð høvdu hoyrt evangeliska boðskapin, sum Símun var uppvaksin við og hevði hoyrt heima við hús, í samkomuni á Toftum og í Zarepta, har áhugin fyri trúboðanini varð kveiktur. Eftir at hava lokið real- prógv á Glyvrum og túrar til skips við Havalduni hjá D. P. Højgaard, sum Daniel Jacob Hansen førdi, fór Símun á heysti í 1971, áðrenn hann hevði fylt seytjan, til USA at fyrireika seg til at verða trúboðari millum teirra, sum gleði- boðskapurin var púra fremmandur fyri. Í 1975 fór hann til Venezuela. Burtur- sæð frá tíðarbilunum, tá ið hann var heima og helt frí, var hann í frumskóginum inntil á sumri í 2000. Í 1983 giftist hann við Daniu, sum var honum hollur stuðul í frumskóginum, har tey bæði megnaðu at varðveita føroyska samleikan hjá sær og børnunum, samstundis sum áralagið var gott sam- an við amerikanarum og fólki aðra staðni frá, sum tey arbeiddu saman við. Símun og familjan trivust ógvuliga væl millum tey innføddu. Eftir at hava lært spanskt, lærdi hann málið og mentanina hjá yano- mami ættarbólkinum, sum býr á gróðrarríka háslætt- anum báðu megin markið millum Venezuela og Bra- silia. Hann var við til at menna skriftmálið hjá indi- anarunum, sum umvegis New Tribes Mission, sum Símun er partur av, hava havt møguleika fyri skúla- skapi. Í frumskóginum hevur Símun arbeitt eitt nú við heilsurøkt, og tá ið deyðs- talið millum tey innføddu tók at falla orsaka av betr- aðum skúla- og heilsuum- støðum, kendi Símun á- byrgd fyri at læra tey inn- føddu, sum fóru at fjølgast, hvussu tey kundu fáa meiri av mati. Ikki minst í menn- ingini av støðugari vatn- veiting og innlæring av før- leikum í sambandi við at leggja matvøruframleiðslu til rættis, komu royndirnar frá uppvøkstrinum á Toft- um Símuni til góða. Fyri okkum, sum hava vitjað í frumskóginum, hevur tað verið eyðsýnt, at Símun hevur tikið tey inn- føddu at sær, og at tey halda ógvuliga nógv av honum. Tað er heldur ikki ov nógv sagt, at Símun við síni virðiligu og sáttligu fram- ferð og góðu evnum at um- gangast fólk hevur vunnið álit hjá venezuelsku mynd- ugleikunum, sum ofta hava vent sær til hansara, tá ið teir í hesum frumskógar- økinum hava havt fyri neyðini at fara undir okkurt átakið, ella tá ið teir eitt nú hava ivast í, hvussu markið móti Brasilia í júst hesum økinum eigur at vera. Alt annað arbeiði og øll onnur menning hevur havt sum endamál at røkka tey innføddu við gleðiboðskap- inum. Símun hevur saman við øðrum verið við til at umseta partar av Skriftini til málið hjá teimum inn- føddu - hetta fæst hann framvegis við - og hann hevur í mong ár miðvíst lært einstaklingar og flokk- ar ráð Guds, sum ikki so fá innfødd hava fingið eyguni upp fyri og gleðast í og um. Hóast Símun bara var knappliga 17 ára gamalur, tá ið hann fór heimanífrá, og hann var burturi og mill- um fremmand í mong ár, so er hann merkiliga óspiltur føroyingur og toftamaður. Hann hevur altíð gjørt nógv fyri at varðveita sambandið við heimlandið og føði- staðin, sum hann er serliga góður við. Í skiftunum, tá ið hann hevur verið heima, hevur hann hoyggjað og gingið á fjall, sett silda- gørn, skotið fugl, róð út og verið til skips, eitt nú við Brimnesi, sum Hans í Norði átti og førdi. Tá ið tað fyri góðum fýra árum síðani varð neyðugt hjá familjuni at flyta aftur til Føroya, fall tað raðið hjá Símuni aftur at fara at fáast við seyð og eplavelting og egning og útróður og land- ing og at fylgja við í veðri, vindi, streymi og sjóvarfalli samstundis sum hann yvir internetið er við í arbeið- num í frumskóginum, har hann stundum vitjar í arbeiðsørindum. Í huganum er hann hvønn dag millum tey innføddu, og hann fegn- ast um, at føroyingar fram- vegis eru har yviri og lut- taka í missiónini í Venezu- ela. Símun hevur verið burt- urstaddur flestu rundu føð- ingardagarnar. Nú er hann heima á Toftum, og 50 ára dagurin fer at verða hildin á Svangaskarði sunnudagin 31. oktober, har tað frá klokkan fýra seinnapartin verður opið hús. Góði svágur! Hjartaliga tillukku og takk fyri gott vinarlag og góðar løtur her heima á klettunum, í Keyp- mannahavn, har tú og seinni tit plagdu at vitja okkum, og fyri ógloymandi ferðina í 1998, tá ið tað bar Sannu, mær og gentunum til at halda jól saman við tykkum í frumskóginum. Jóannes NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Ringt var at finna tónan har úti á kirkjugarðinum í Havnardali, hendan ilskliga heystardag, har illýsið brann í landsynn- ingi við grovum avfalli. Ófjálg var løtan, tá vinur okkara stillisliga varð loraður niður undir. Hann hoyrdi ikki heima har – í hvussu so er ikki enn, hildu vit. Hvat renn- ur fram fyri teg í hesi løtu? – Mangan søgdu vit hvør við annan á veg úr kirkjuni út í kirkju- garðin: »Hatta eiga vit á, Ívar!« Høvdu vit tað í huga, góvu vit tí gætur? Jú! Tað gjørdu vit. Tú og eg sleppa ikki at liva so leingi. Vit njóta lívið; eta og drekka okkum um rygg og hava tað gott, kundi tú mangan siga. Við klumpi í hálsinum stóðu vit mangan og royndu at syngja sum frægast. Avvarðandi teirra, ið út vórðu borin, niðurboygd av sorg og trega. Tað nívdi okkum. Vit harkaðu, royndu at hosta uttan at hostin stóð okkum í hvørkrunum. Kveittu hvør upp á annan og skundaðu okkum úr kirkjuni út á kirkjugarð- in. Hann vegleiddi okk- um, hvussu syngjast skuldi. »Hatta er ov høgt! Ein hálvan ella kanska ein heilan tóna niður; annars fer eingin at syngja saman við okk- um«. Tá ið okkara góði og trúgvi vinur, Jákup Dahl Olsen, varð borin út, var klumpurin í hálsinum sterkur. Tað strongdi har á. Kortiliga sungu vit av insta hjarta við honum í huga, tá tað forgeingiliga fór undir heilt. – Góði Jákup! Vit høvdu so nógv saman. Ikki altíð á einum máli. Hví skuldu vit eisini tað? – Vit vóru valla komnir til mans, tá vit gingu úti á VBV síðst í 40-árunum. Blíðskort- aða andlit títt, ið altíð lýsti av góðsemi fjálgaði um okkara langa vinalag. Vit eiga tað á. Hvíl í friði góði Jákup. Ívar og allir hinir sangararnir Fríggjadagin 22. oktober andaðist Carl Herup Ol- sen í Havn, 86 ára gamal. Carl Herup varð fødd- ur á Eiði 28. desember 1917. Stutt eftir flutti familjan til Vágs at búgva. Liðugur við skúlan fór hann í 1934 í handils- læru hjá firma J.A. Hjelm í Vági. Tá lærutíðin var av, fekk hann í 1941 arbeiði á skrivstovuni hjá J.F. Kjølbro í Klaksvík, og var hann har í átta ár. Á vári 1949 avgjørdu Carl Herup og starvs- felagin, Poul Als Jensen, at gevast hjá Kjølbro og stovnað partafelag sam- an við Børge Husted- Andersen, sakførara. Poul Als og Carl Herup fluttu so báðir við familju til Keypmanna- havnar. Farodane varð stovnað í Keypmannahavn 1. oktober 1949. Teir byrjaðu við at selja ymiskar matvørur til handlar í Føroyum. Eisini keyptu teir før- oyskan saltfisk og fryst rogn, ið bleiv selt til Danmarkar og aðra- staðni. Tað sást skjótt, at best mundi verða, at Carl Herup bleiv fastbúgv- andi aftur í Føroyum. Tí varð avgjørt, at hann skuldi flyta heim- aftur við familjuni og verða leiðari av eini søludeild her. Hetta varð gjørt, og teir byrjaðu í Bókbindaragøtu 6 í Havn tann 1. september í 1950. Í 1952 fekk fyritøkan umboð fyri VW bilarnar Í 1954 flutti Farodane í egnan virkisbygning við Tinghúsvegin í Havn. Har kom skrivstovuút- gerð, sum fyritøkan er kend fyri, inn í myndina. Felagið í Keypmanna- havn helt fram til 1965, tá Poul Als Jensen gavst vegna sjúku. Í 1942 giftist Carl Herup við Annu, f. Ny- strøm, ættað av Húsum, tey fingu fimm børn: Ólavur, Jóngerð, Regin, Randi og Jósvein. Síðan 1976 hava Anna og Carl Herup saman við elsta soninum, Ólavi, staðið fyri felagnum. Í 1980 varð flutt inn í nýggjan virkisbygning í Hoyvík. Síðan 1983 hevur Ólavur verið stjóri í fyri- tøkuni. Carl Herup gavt at arbeiða í 1994, men hann var nevnarformaður í fe- lagnum og hvønn dag - bæði fyrrapart og seinna- part - vitjaði hann á fyri- tøkuni, og fylgdi hann væl við gongdini. Saman við øðrum hev- ur hann spælt tennis í minsta lagi tvær ferðir um vikuna seinnu árini. Hann var ein av stinn- astu bridge-spælarunum í Havnar Klubba, har hann var limur og verið formaður í tveimum um- førum. Hann var limur í Rotary-felagsskapinum, har hann eisini hevur verið forseti. Jákup Dahl Olsen til minnis Carl Herup Olsen deyður Símun í Túni 50 ár NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 26. oktober.Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta navnið, og allir hava teir verið biskupar, og allir hava sama halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað verður til. Navnið er av latínskum uppruna og merkir: tann sum eigur at verða elskaður. Prógv Signar Petersen úr Sandavági hevur tikið djóra- læknaprógv (Cand. med. vet.) á Den Kongelige Veterinær- og Landbohøjskole í Keypmannahavn. Kunngjørt verður, at kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Gordon Johannesen ættaður frá Gjógv, búsitandi í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið 22. oktober, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin 26. okt. kl. 13.00, Familjunnar vegna Kristianna Vagn, Asbjørn, Sólrun, Maritt og Suni Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, abbi, langabbi og verðfaðir okkara Carl Herup Olsen Tórshavn andaðist fríggjadagin 22. oktober, 86 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin 26. oktober kl. 15. Familjunnar vegna Anna Tøkk Eina hjartans tøkk vil eg fegin bera øllum tykkum, sum á ymsan hátt mintist til mín og harvið gleddu meg á 70 ára føðingardegnum 26. august. Blíðar heilsanir Kristina Bech Porkeri Fríggjadagin 22. oktober var móttøka hjá bilasøluni DB Bilum í Havn, í sam- bandi við at verk- staðsleiðarin Óli Niclassen hevur arbeitt í fyritøkuni í 30 ár MÓTTØKA Myndir: Magnus Gunnarsson Vinir og kenningar hjá Óla og nógvir av kundunum hjá D. B. Bilum stukku inn á gólvið til hugnaligu mót- tøkuna fríggjadagin. Tað var ikki tí, at Óli var uppvaksin við bilum, at hann fór í læru sum bil- mekanikari. Hann er nevniliga upp- vaksin í Mykinesi uttan nakran bil. Upprunaliga skuldi hann í læru á maskinverkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen, men tað bleiv í staðin á bilverk- staðnum hjá Frits Jensen í Gundadali, har sum Stat- oilstøðin er í dag. Har lærdi hann saman við nógvum góðum monn- um sum t.d. Derek Brockie, Eivind av Reyni, Trúgva Jacobsen, Høgna Hansen, Finn Bisp, Rógva Hansen, og brøðrunum Suna og Oddmar Rasmussen. Verk- førari var Naddoddur Ja- cobsen. Óli var hjá Frits Jensen til 1973. Eitt skifti var hann verk- førari á bilverkstaðnum hjá Ivan Johansen. Síðan 1974 hevur Óli ar- beitt hjá Derek Brockie. Derek sigur, at Óli er ein álitismaður og er ein av bestu bilmekanikarunum í landinum. Tað vísir seg at nógvir av góðu gomlu kundunum framvegis koma á verkstaðin, hóast teir í dag koyra við øðrum bil- merkjum. Óli Niclassen 30 ára starvsdag: Vaks upp uttan bilar í Mykinesi Derek Brockie handar Óla ein málning av Sámal Toftanes sum gávu frá D.B. Bilum. Derek og Óli lærdu saman og hava arbeitt saman meginpartin av lívinum Starvsfólkini hjá D. B. Bilum, f.v. Jákup Martin á Válinum, Leivur Petersen, Jens Erik Rasmussen (Rass), Rúni Joensen, Carsten Ottosen, Óli Niclassen, Hans Kári Hansen, Signhild Wolles, Derek Brockie og Alan Brockie Hildibjart Johansen, sum hevur konu úr Mykinesi, heilsar upp á Óla Góðir gamlir kundar: Zakarias Wang og Mads Guttesen Ein veteranur í bilbranchuni, Karl Wolles, og Bogi Ellingsgaard, sum eins og Óli er ættaður úr Mykinesi C M Y K 17 16