Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 204 - 26. oktober 2004 Nr. 204 - 26. oktober 2004 19 Væl av fólki vóru møtt í Mentamálaráð- num seinasta hósdag, tá ið skipað varð fyri framløgu av bóka- røðini, Alis-og evna- frøði 1 til 3, nú triðja og seinasta bókin í røðini er liðug ALIS- OG EVNAFRØÐI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrstur at taka orðið í Mentamálaráðnum hendan dagin var Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í menta- málum. – Blindur er bókleysur maður! Soleiðis mæltu teir gomlu, og tíðin hevur ikki gjørt orðum teirra til skammar. Hóast kunnskap- urin nú á døgum er stórur, og vitanin røkkur langt í hesum teldutøkniligu tíð- um, so verður bókin alsamt eitt neyðugt undirvísingar- amboð. Jógvan vísti á, at tá ið gamli landslæknin, Hanus Debes Joensen, gav út bók, sum hann nevndi Alisfrøði, mundu tað vera mong, ið ikki skiltu týdningin av hesum heiti. Tá varð hetta øki vanliga kallað "fysikk". – Tað hevur sera stóran týdning, at skúlabøkur eru skrivaðar á føroyskum, har greitt verður frá, hvussu tær alisfrøðiligu og evnafrøði- ligu lógirnar og fyribrigdini gera seg galdandi í dagliga lívinum við støði í før- oyskum náttúruumhvørvi – eisini, tá ið tað snýr seg um náttúrulærugreinarnar. Hetta er alisfrøðin hjá landslæknanum besta dømi um. Landsstýrismaðurin helt fyri, at í dag er tað tíbetur so, at flest øll vita, hvat alisfrøði fevnir um – At kunna viðgera og læra um náttúrufyribrigdini á sínum egna máli, eigur avgjørt ikki at verða undir- mett. Bjarni sáli Jógvan segði, at ein av slóðbrótarunum at fáa før- oyska málið inn í náttúru- lærugreinarnar var Bjarni Niclasen, sáli. Hann skriv- aði í 1963 læribókina, Evnafrøði og Alisfrøði I, II og III, sum vóru ætlaðar til frálæru í alisfrøði í fram- haldsdeildini. Síðan eru fleiri lærubøkur komnar innan alisfrøðina, og tær nýggjastu eru bøkurnar hjá Pól Jespersen, sum vit hava liggjandi her í dag, Alis- frøði og evnafrøði 1 til 3. – Sigast má, at hetta er eitt valaverk og eitt úrslit av góðum samstarvi millum Mentamálaráðið, sum hev- ur útvegað handritið við at gjalda lønina hjá høvund- anum, meðan Føroya Skúlabókagrunnur hevur lagt útgávuna til rættis, bæði innihaldsliga og tekn- iskt, umframt at Skúla- bókagrunnurin hevur staðið fyri prentingini. Jógvan segði, at høvund- urin hevur havt donsku bøkurnar, "Ny fysik/kemi" sum fyrimynd og hevur týtt og lagað tilfarið til føroysk viðurskifti. – Øll øki, ið verða við- gjørd, taka – har tað ber til, støði í tí, sum næmingarnir kenna og verða sett í eitt søguligt høpi. Henda skip- an styrkir um læringina hjá næmingunum. Nógvar royndir eru knýttar at við- gerðini av evnunum, bæði felagsroyndir í lærubókini og ein serstøk arbeiðsbók við næmingaroyndum. Jógvan á Lakjuni segði seg vóna, at tey, sum skulu nýta hesar bøkurnar, taka ímóti teimum - við opnum ørmum. – Tøkk til rithøvundin, Pól Jespersen og øll hini, sum hava verið við og tøkk til Føroya Skúlabókagrunn, segði landsstýrismaðurin. - Fremmant undirvís- ingartilfar til føroysk børn er ikki nøktandi. Vit kunnu siga, at hetta er irrelevant. At byggja á heimliga mentan, hevur eisini verið ein aðaltáttur í arbeiðinum við út- gávuni av Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3, og soleiðis er hópur av dømum úr Føroyum, segði Niels Petersen, ein av ritstjórunum ALIS- OG EVNAFRØÐI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Niels Petersen, sum er ein av ritstjórunum hjá Føroya Skúlabókagrunni, segði, at tað hevur verið eitt av teim- um stóru tøkunum hjá grunninum at geva Alis- frøði og evnafrøði 1 til 3 út. - Hetta hevur kravt nógva fíggjarorku og nógva ar- beiðsorku hjá høvundi, teknarum, stuðulsbólki og tí, sum hevur rættlisið. Hetta hevur eisini kravt nógva orku hjá teimum, sum hava staðið fyri prent- tilgerðini og hjá Skúla- bókagrunnium sjálvum. Hann segði, at Skúla- bókagrunnurin visti, at tað stóð ikki væl til við alis- og evnafrøðini í skúlaverkin- um. – Hetta var ikki ein av teimum best umtóktu læru- greinunum, og støðan bara versnaði. Hetta var ein niðurgangandi "spiral", sum mátti vendast. Í sam- ráð við Mentamálaráðið, fór Skúlabókagrunnurin tí undir útgávu av hesum verki. Niels segði, at tey heittu á Pól Jespersen, studenta- skúlalærara, sum áður hevur skrivað fleiri bøkur um alisfrøði, um at taka hetta arbeiði á seg. Sam- stundis varð settur ein stuðulsbólkur, mannaður við royndum lærarum í alis- og evnafrøði í fólka- skúlanum. – Við neyvari viðgerð og neyvum eftirliti skuldi bólkurin tryggja, at støðið og progressiónin í tilfarin- um var hóskandi til hesi skúlaárini. Ein fyrimunur við hesi skipan var eisini, at tað bar til at raka støðið, har Blindur er bók- leysur maður! Gott undirvísingartilfar er ein fyritreyt – Hetta er eitt valaverk og eitt úrslit av góðum samstarvi, segði landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni Mynd: Vilmund Jacobsen - Í øllum framkomnum londum er støðið undir undirvísingini ikki bara móðurmálið, men eisini, at undirvísingartilfarið er bygt á heimliga grund, segði Niels Petersen, ein av ritstjórunum Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað eru føroyskir lærarar sum gera okkara undirvísingar- miðlar – og teir duga líka so væl sum lær- arar aðrastaðni. Sum samfelag eiga vit at vera errin av tí, sum føroyskir lærarar hava fingið av skafti, tí tað er ikki smáveg- is, segði Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabóka- grunni ALIS- OG EVNAFRØÐI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Tað er ikki so vanligt, at Føroya Skúlabókagrunnur ger so nógv burtur úr, tá ið verk koma út. Men tá ið vit saman við Mentamálaráð- num hava bjóðað tykkum øllum higar í dag, er tað fyri at takka teimum mongu, sum hava gjørt tað møguligt at fáa gott alis-og evnafrøðitilfar á føroysk- um. Hetta tilfar kann verða við til at lyfta frálæruna í alis- og evnafrøði upp á eitt gott og høgt støði í fólka- skúlanum. Men hetta er eisini fyri at varpa ljós á spurningin, um vitan og útbúgving í fólkaskúlanum hevur tørv á einum móður- máli og einum heimligum útgangsstøði. Til seinast, men ikki minst, er hetta fyri at skapa áhuga fyri eini lærugrein, sum tykist hava trupul kor, bæði í fólka- skúlanum og aðrastaðni í samfelagnum. Hetta segði Helena Dam á Neystabø, leiðari á Før- oya Skúlabókagrunni við framløguna av bókaverk- inum, Alisfrøði og evna- frøði 1 til 3. Hon vísti á, at tað, at bøkurnar nú eru á før- oyskum, bara kann vera ein fyrimunur. – Tað eigur at verða ein sjálvsagdur mannarættur hjá føroyskum børnum at verða undirvíst á sínum móðurmáli, tá ið hesin møguleiki er tøkur. Hon segði, at tað er meginreglan í allari náms- frøði, at skúlin skal taka støði í umstøðunum hjá tí einstaka næminginum. – Vitanin skal setast inn í eitt høpi, sum forklárar og gevur meining. Tað er út frá hesum grundsjónarmiði, at Skúlabókanevndin, sum er mannað við lærarum úr føroyska skúlaverkinum, tók ta avgerð, at nú skuldi hetta øki koma undir før- oyskt mál og setast inn í ein samanhang, sum er við- komandi fyri børn í fólka- skúlanum. Helena segði, at tað er áskoðan Skúlabókagrun- sins, at tað ber til at seta sær sum mál at nøkta tørvin á føroyskum undirvísingar- miðlum til fólkaskúlan. – Leisturin verður í summum førum ein annar enn í londum, har skúla- bókaframleiðsla er ein kommersiellur handilsligur ídnaður. Men fyri tann skuld nýtist tað ikki at vera verri. Hon vísti á, at tað eru føroyskir lærarar sum gera okkara undirvísingarmiðlar – og teir duga líka so væl sum lærarar aðrastaðni. – Sum samfelag eiga vit at vera errin av tí, sum før- oyskir lærarar hava fingið av skafti, tí tað er ikki smá- vegis. Helena reisti eisini spurningin, hvussu tað so er við ymiskum pedagog- iskum sjónarmiðum? – Skúlabókagrunnurin leggur stóran dent á, at lærarar varðveita sítt frælsi at velja frítt millum tøkt undirvíngartilfar, og at lærarar fáa frælsi at skriva sambært egnari sannføring. Tó eru bøkur yvirhøvur skipaðar so, at tað ber til at arbeiða við ymiskum peda- gogiskum vinklum. Eingin bók kann einsamøll bera námsfrøðina inn í skúla- stovuna. Tí kunnu vit fegn- ast um, at vit hava eina lærarastatt, sum er útbúgv- in til at arbeiða við undir- vísingini og undirvísingar- tilfarinum á ein tíðarhósk- andi námsfrøðiligan hátt í neyvum samstarvi við næmingarnar. At enda nýtti eisini Helena Dam á Neystabø høvi at takka øllum teim- um, sum hava verið við til at gera útgávuna av hesum verki møguliga. – Og nú eg eri farin undir at takka, vil eg takka Niels Petersen, sum hevur verið ritstjóri á Skúlabókagrunn- inum øll hesi árini og sum hevur tað áræði og treiskni, sum skal til, tá ið so stórar uppgávur skulu lyftast, segði hon. Ein mannarættur hjá børnunum at verða undirvíst á føroyskum studentaskúlin byrjar við sínari undirvísing í alis- og evnafrøði. Og ritstjórin helt fram: Øll vita, hvønn týdning kunnleikin til alis- og evna- frøði hevur í einum hátøkniligum samfelag sum tí føroyska. Tí ræður um, at vit fylgja við á hesum øki og ikki gerast eftirbátur. Niels segði, at bøkurnar eru á einum rættiliga høg- um fakligum støði. – Tað varð hildið vera rætt ikki at lora her, og til- farið er so rúgvusmikið, at lærarin hevur nógvar val- møguleikar í síni undirvís- ing – ikki minst í teimum praktisku royndunum. Hann segði, at í øllum framkomnum londum er støðið undir undirvísingini ikki bara móðurmálið, men eisini, at undirvísingartil- farið er bygt á heimliga grund. Ella sagt við øðrum orðum: At tilfarið tekur útgangsstøðið í tí sam- felagi, sum børnini kenna. – Hetta gerst heilt greitt ein av motivatiónunum til lærugreinina. Tí kann fremmant undirvísingar- tilfar til føroysk børn ikki vera nøktandi, og vit kunnu siga, at hetta er irrelevant. At byggja á heimliga ment- an, hevur eisini verið ein aðaltáttur í arbeiðinum við útgávuni, og soleiðis er hópur av dømum úr Føroy- um. Niels helt, at lærarar eiga at fáa besta tilfarið, sum kann útvegast, og bókin ella tilfarið er støðið undir undirvísingini. – Gott undirvísingartilfar er ein fyritreyt fyri góðari undirvísing, og sostatt eis- ini til gagns fyri næming- arnar. Ritstjórin vísti á, at ein bók verður ikki ein skúla- bók – bara tí hon verður nevnd skúlabók. Tað skal meira til enn so. – Tí hevur Skúlabóka- grunnurin sum mál, at bøkurnar fáa eina gjølliga fakliga, mánsliga og náms- frøðiliga viðgerð, og í hes- um sambandi hevur grunn- urin neyvt samstarv við hópin av lærarum, fakfólk og stovnar. Niels Petersen nýtti eisini høvi at takka øllum teim- um, sum hava tikið hond í við Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3. – Ikki minst fari eg at takka høvundanum, Pól Jespersen, fyri, at tú tók á teg hesa stóru uppgávu og fyri tað einastandandi ídni og góða samstarv, ið hevur verið øll hesi árini. Hetta er einki minni enn eitt bragd, segði ritstjórin at enda. - Sum samfelag eiga vit at vera errin av tí, sum føroyskir lærarar hava fingið av skafti, tí tað er ikki smávegis, segði Helena Dam á Neystabø Óli Petersen er annar av teknarunum Pól Jespersen, høvundur C M Y K 19 18