týsdagur 26. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 • týsdagur • 26. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Telvar-
arnir
halda
støðinum
Halda Føroyska talv-
landsliðið
mátti
um
vikuskiftið lúta fyri
Spania, men hinvegin
gjørdist talan eisini um
tryggan sigur á Mon-
ako.
Spaniólar høvdu eitt
rættiliga sterkt lið, og
millum annað hevði
stórmeistarin á fyrsta
borðið nærum 300 rat-
ing-stig fleiri enn Olaf
Berg, sum var á fremsta
føroyska borðinum. Tað
eydnaðist heildur ikki
Olaf at gera nakað við
mótstøðumannin, men
bæði á øðrum og triðja
borði
fingu
okkara
menn nakað burturúr.
John Rodgaard vann sítt
talv, og Eyðun Nolsøe
fekk javnleik, so tað var
um reppið, at samlaða
úrslitið gjørdist javn-
leikur. Hetta eydnaðist
tó ikki, tá Carl Eli
Nolsøe Samuelsen tapti
sítt talv á fjórða borðið.
Seinni var mótstøðu-
liðið so Monako, og her
gekst væl betri hjá okk-
ara
monnum.
Hans
Kristian Simonsen á
øðrum borði telvaði
javnt, men allir hinir
føroysku
telvararnir
vunnu sínar dystir. Talan
var Martin Poulsen,
John Rødgaard og Carl
Eli Nolsøe Samuelsen,
sum allir hittu telvarar,
ið høvdu lægri styrkis-
meting.
Nú níggju av teimum
14 umførunum eru farin
aftur um bak, eru Før-
oyar á einum 78. plássi,
sum er nakað betri enn
tað, sum styrkismeting-
in undan kappingini
segði. Ukraina er á odda
við 27 stigum. Russland
hevur 24.5 og USA 24
stig. Bestu norðanlond-
ini eu Noreg og Ísland,
sum hava 20 stig hvør.
-jm
Nú hevur fótbólturin
lítið at siga
Todi Jónsson er skelk-
aður av sorgarleikin-
um sunnudagin í
Parkini, sum er tann
fyrsti av sínum slagi í
superliguni
FÓTBÓLTSVANLUKKA
Jóannes Hansen
Tað plagar at vera úti í
stóru verð, at tað hoyrist
um sorgarleikir og vanlukk-
ur í sambandi við fótbólt.
Sunnudagin kom hetta eitt
sindur nærri føroyska veru-
leikanum. Fleiri føroyingar
taldust millum áskoðarar-
nar í Parkini í Keypmanna-
havn, tá ið FCK spældi
móti Viborg.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki,
tá ið støðan framvegis var
málleysur javnleikur, og
stutt eftir at FCK liðfor-
maðurin, Bo Svensson,
hevði sæð reyða kortið,
bríkslaði dómarin púra
óvæntað. Norski miðvallar-
in hjá FCK, Magne Hoseth,
hevði gjørt dómaran varð-
ugan við, at okkurt var
spinnandi galið. Ein áskoð-
ari var dottin niður av ovaru
áskoðaraplássunum
og
tóktist hava tað alt annað
enn gott.
Vaktarfólk komu skjótt á
staðið. 24 ára gamli FCK
viðhaldsmaðurin varð í
skundi fluttur á Ríkis-
sjúrkahúsið, og dómarin
gjørdi av, at dysturin skuldi
ikki takast uppaftur. Sunnu-
kvøldið komu boðini um, at
ungi maðurin var deyður.
Danski fótbóltsheimurin er
skelkaður, og á middegi í
gjár gjørdi DBU av, at dyst-
urin skal ikki takast upp-
aftur. Liðini fáa eitt stig í
part fyri málleysa javn-
leikin.
Í vikuskiftinum verður
tøgn í ein minutt, áðrenn
farið verður undir dystirnar
í superliguni.
Fótbólturin
týdningurleysur
Føroyski FCK spælarin,
Todi Jónsson, hevur leingi
verið skaddur. Hann var
ikki í Parkini sunnudagin.
Hann sat við hús og fylgdi
við í sjónvarpinum, og
hann er skelkaður av til-
burðinum sunnudagin.
– Tá ið tú kemur út fyri
sovornum
tilburði,
so
verður fótbólturin settur í
ógvuliga
týdningarleysa
støðu. Vit eru allir skelkað-
ir av hesum, staðfestir Todi
Jónsson.
Todi hevur eina ferð áður
verið vitni til støðu og til-
burð, sum tað varð tosað og
skrivað nógv um. Tað var ta
ferðina,
tá
ið
norski
stjørnuspælarin hjá FCK,
Ståle Solbakken, undir
venjing var úti fyri hjarta-
steðgi. Ta ferðina eydnaðist
tað at bjarga lívinum, tí
Ståle beinanvegin kom
undir læknahond. Tilburð-
urin hevði við sær, at Ståle
helt uppat at spæla fótbólt.
Enn røkist einki fyri, at
Todi Jónsson verður førur
fyri at spæla fótbólt aftur.
Hann hevur skjótt í níggju
vikur verið plágaður av
liðbandsskaða í knænum.
– Tá ið tú kemur út fyri sovornum tilburði, so verður fótbólturin settur í ógvuliga týdningarleysa støðu. Vit eru allir skelkaðir av hesum, staðfestir Todi Jónsson
C
M
Y
K
20
Nr. 204 - 26. oktober 2004
21
Stjørnan-Neistin 25-22 (9-9):
Neistin misti dreymasigurin
Fáar minuttir undan
dystarloki hevði
Neistin møguleikan at
taka alt í Klaksvík,
men við tveimum
leikarum í undirtali
eydnaðist Stjørnuni
at skora tvær ferðir á
rað
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Rómurin í KÍ-høllini var
øgiligur, tá dómararnir
blástu seinasta bríkslið í
dystinum millum Stjørnuna
og Neistan. Ikki tí. Hond-
bóltsáskoðararnir í Klaks-
vík hava seinnu árini verið
vanir við, at lið teirra stend-
ur sum vinnari, tá dysturin
er blástur av, men tað er
sjáldan, at tað hevur staðið
so nógv á, sum tað gjørdi
móti Neistanum.
Spældu møguleikan
Tær bláu úr Havn vóru
nevnliga als ikki komnar til
Klaksvíkar fyri at geva seg
yvir á nakran hátt. Heldur
royndu tær frá fyrsta bríksli
at spæla sín møguleika, og
fyri tað heilt nógva eydnað-
ist hetta eisini. Tó at tær á
Stjørnuni helst høvdu ætl-
að, at hetta bara skuldi vera
enn ein sigur í røðini, so
eydnaðist teimum ongantíð
at fara frá Neistanum, og
var tað ikki fyri eina væl
spælandi Agnes Masenaite
í Stjørnumálinum, kundi
Neistin væl farið til hálv-
leiks við eini leiðslu.
Og eftir steðgin helt
Neistin fram í sama lag. Alt
fyri eitt tóku tær seg frá
Stjørnuni, og tó at tað eydn-
aðist vertunum at vinna seg
aftur á javnt, so sluppu tær
ikki framum. Neistin helt
alla tíðina rimmar fast um
møguleikan at taka stigini í
dystinum, og bara sjey min-
uttir fyri leiklok tóktust tær
hava stóra møguleikan.
Støðan var 21-21. Stjørn-
an hevði júst fingið tveir
fingrar til tveir av sínum
leikarum, og heimaáskoð-
ararnir mundu halda ondini
í spenningi, nú liðið brád-
liga stóð fyri at tapa sín
fyrsta dyst í nærum heilt
kalendaraár.
Men onkursvegna, so
megnaði heimaliðið nú at
reisa seg. Anna Kristina
Samson megnaði einsamøll
at bróta ígjøgnum verjuna
hjá Neistanum, soleiðis at
hon fekk skorað til 22-21,
og tá tað so eisini eydnaðist
Stjørnuni at skora í næsta
álopinum, var alt brádliga
koppað á høvdið. Gaman í
eydnast Neistanum at skora
til 22-23, áðrenn Stjørnan
aftur var fullmannað, men
tað var kortini, sum mistu
tær alt á gólvið við hesum.
Tær megnaðu ongantíð av
álvara at trýsta heimaliðið
aftur, og so kundu tær
reyðu økja nakað um leiðsl-
una, soleiðis at talan á
pappírinum gjørdist um
væntaða favoritt-sigurin.
Øktur spenningur
Fyrst og fremst, so mundi
dysturin tó avdúka, at kapp-
ingin í kvinnudeildini væl
kann gerast meira spenn-
andi, enn hon av fyrstan tíð
tóktist verða. Bæði tí
Stjørnan prógvaði, at tær
eru ikki heilt so einaráð-
andi, sum mong hava hild-
ið. Aftur hesaferð var spæl-
skiparin, Joan M. Djor-
djevic, heima til dystin, gav
sjálvandi nakað eyka til
liðið, men tað tykist greitt,
at hetta verður ikki gjørt til
hvønn dyst, og tí kann liðið
væl koma í truplar støður.
Hartil verður Annika Ljós-
stein helst ikki før fyri at
spæla hetta kappingarárið,
og tó at hópurin er bæði
sterkur og breiður, so
kunnu slíkir leikarar vera
truplir at vera fyriuttan.
Higartil hevur tó eydnast
liðnum at vinna tveir av
heldur truplu dystunum.
Komandi vikuskifti verður
vitjað á Giljanesi hjá Sølj-
uni, sum veruliga tykist
gera um seg í ár, og so er
spurningurin, hvørt tað
aftur tá liggja tvey stig eftir
til Stjørnuna.
Og so prógvaði Neistin
við sínum avriki, at eisini
tær vilja fegnar spæla við í
oddinum í ár. Eitt spæl,
sum tey flestu annars
mundu halda fór at snúgva
seg um Stjørnuna og VB
aftur í ár. At tapa í Klaksvík
er so eingin skomm í so
máta, og spennandi verður
nú at vita, hvørt tað fer at
eydnast Neistanum at halda
fast um góðu støðuna á
stigatalvuni.
Stjørnan-Neistin 25-22 (9-9)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 8(1), Katarina Stepanov 6(2),
Bára S. Klakstein 5, Joan M. Djordjevic 3, Anna
Kristina Samson 2, Una Olsen 1, Beinta Joensen 1
Neistin: Simona Dziugyte 9(2), Marjun Tróndarson
4, Ása Dam á Neystabø 4, Annika Thomsen 2, Kára
á Dunga 2, Mia Káradóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 2
Útvísingar: Stjørnan 4, Neistin 5
Dómarar: Hartvig Joensen & Pole Hansen
FAKTA UM DYSTIN
Føroyska U-17 liðið í fót-
bólti tapti eisini seinasta
dystin á Skotlandsferðini.
Hesin dysturin var ímóti,
ið eins og Føroyar hevði
tapt teir báðar undanfarnu
dystirnar.
Tað eydnaðist tó heldur
ikki okkara dreingjum at
fáa stig í hesum dystin-
um. Noreg vann dystin 3-
1, eftir at tað í steðginum
stóð á jøvnum 1-1.
Tað vóru ikki farnir
meira enn einir tríggir
minuttir av dystinum, tá
Levi Hanssen gav før-
oyska
liðnum
eina
dreymabyrjan, men hóast
føroyska liðið eftir hetta
sýndi gott spæl, so eydn-
aðist ikki at halda mót-
støðuni. Noreg javnaði
stutt fyri hálvleik, og so
var alt aftur opið. Okkara
høvdu annars havt bóltin í
netinum einaferð, men tá
helt dómarin, at føroyskur
leikari hevði gjørt frí-
spark.
Eftir
steðgin
komu
normenn alt fyri eitt upp á
2-1, og so tóktist tað, sum
gekk orkan undan hjá
okkara monnum. Teir
megnaðu ikki í sama mun
at spæla seg fram eftir
vøllinum, og tá Noreg so
aftur økti til 3-1, fór sein-
asti spenningurin úr dyst-
inum.
Soleiðis kom føroyska
liðið stigaleyst aftur av
ferðini, men hóast tað, so
vóru nógv positiv ele-
mentir at síggja í spælin-
um, og so verður uppgáv-
an hjá venjaranum at
byggja víðari upp á hesi.
-jm
Taptu eisini
seinasta dystin
21
bert
bert
bert
Lesandi ...... úr kr. 680,-
Eftirlønt ..... úr kr. 315,-
Lesandi ...... úr kr. 870,-
Eftirlønt ..... úr kr. 390,-
Lesandi ...... úr kr. 475,-
Eftirlønt ..... úr kr. 215,-
Prísurin fatar um ferð annan vegin,
íroknað 1 x Scandinavian Buffet á út ferð-
ini. Øll kømur hava wc/bað.
PRÍSIR
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50
T-postur: booking@smyril-line.fo
Ókeypis Buffet
Íroknað prísin er 1 x SCANDI-
NAVIAN BUFFET á útferðini
– stóra kalda borðið umborð.