Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 26. oktober 2004 23 Broytingar í Svimjisam- bandinum Leygardagin hevði Svimjisamband Føroya árliga aðalfundin. Sum partur av skránni var sjálvsagt val av nevndar- limum, og í mun til und- anfarnu árini varð talan um hampuliga nógvar broytingar. Katrin Joensen, sum hevur verið í arbeiðinum kring føroyska svimjing í drúgt tíðarskeið, hevur seinastu fýra árini verið formaður, men hon ynskti ikki at halda fram í sess- inum. Nýggjur formaður er Palli Ziskason úr Klaksvík. Eisini Oluffa á Høvdan- um, sum annars ikki stóð fyri vali, bar seg undan at halda fram í nevndini. Tí varð neyðugt at velja nýggjan lim, og gjørdist hesin Helgi á Fløtti av Argjum. Nýggjur eyka- limur í nevndini er Heri Mortensen úr Vági. Nevndin í Svimjisam- bandinum er nú hendan. Palli Ziskason, formaður, Eli Stakksund, Helgi á Fløtti og Heri Mortensen, eykalimur. -jm KÍF á talvuna Kollfirðingar fingu fyrstu stigini, tá Dráttur vitjaðu leygardagin FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í upptaktsgreinum okkara til leygardagsblaðið skriv- aðu vit, at talan var um hampuliga greiðar favoritt- leiklutir í øllum dystum hetta vikuskiftið. Her roknaðu vit millum annað við, at tað skuldi eydnast Drátti at fáa sigurin til høldar móti KÍF, tó at júst hesin dysturin varð sagdur at vera tann, har okkurt óvæntað kundi henda. Og KÍF vildi heldur ikki hava hetta sitandi á sær. Í einum sera spennandi og tøttum dysti eydnaðist teimum at vinna 3-2 á gest- unum, sum soleiðis máttu fara stigaleysar vestur í Vágoynna aftur. Eftir at Dráttur tók fyrsta settið, var annars líkt til, at KÍF av álvara fór at skunda sær. Tær vunnu greitt í næsta settinum, og tó at trijða settið var javnt, so eydnaðist eisini at fáa hetta til høldar. Tí høvdu tær kanska sálarligu yvirvágina undan fjórða settinum, men tær á Drátti góvust ikki. Neyðugt varð við einum fimta setti, og her gjørdi KÍF bart. Tær vunnu trygt, 15-8, og kundu sostatt seta fyrstu stigini á árinum á bók. Favoritt-sigrar Í hinum báðum dystunum, sum báðir vórðu leiktir sunnudagin, eydnaðist Mjølnir og TB at vinna væntaðu sigrarnar, tó at tað ikki var væntandi, at bæði liðini mistu eitt sett hvør. Á Kambdsdali var Mjølnir enntá aftan fyri eftir fyrsta settið, men so skiftu tær gear. Tey trý sein- astu settini fekk heimaliðið bara 34 bóltarm, og tað sig- ur helst tað, sum er at siga um dystargongdina hesi trý settini. Í Sørvági misti TB eisini eitt sett, tá tær annars vunnu ein tryggan sigur á SÍ. Eftir at talan hevði verið um eitt javnt fyrsta sett, tóktist TB hava sett alt upp á pláss, men burtur úr mest sum ongum fór SÍ brádliga avstað við triðja settinum. TB lat seg tó ikki skelka á nakran hátt, men tóku tær triðja settið í trygggum stíli, soleiðis at støðan í oddinum av stigatalvuni kann varveitast. Úrslit Meistaradeild kvinnur KÍF-Dráttur 3-2 (23-25, 25-13, 25-22, 25-27, 15-8) ÍF-Mjølnir 1-3 (25-20, 7- 25, 13,25, 14-25) SÍ-TB 1-3 (24-26, 9-25, 25-17, 17-25) Bæði Fleyr og Mjølnir vunnu sínar dystir 3- 0 hetta vikuskiftið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at Fleyr fyri viku síð- ani sjokk-startaði lands- kappingina við at buka ÍF av, vóru tað um vikuskiftið grannarnir úr Fram, sum stóðu fyri tørni. Grundað á úrslitini seinasta vikuskifti, so var Fleyr greiður favor- ittur at vinna dystin, og tað eydnaðist heldur ikki Fram at geva teimum stórvegis mótstøðu. Trý sett á rað vórðu vunnin, og tó at fram okk- urt settið kom hampuliga nær teimum 25, so mundu teir í Fleyr ongantíð kenna seg veruliga hóttar. Og talan var eisini um greiðan sigur í hinum dystinum um vikuskiftið. Mjølnir vitjaðu á Kambs- dali, og her fingu vertirnir ikki eitt bein til jørðina. Mjølnir gjørdu skjótt av í øllum settum, og heimalið- ið var ongan tíð í nær nám- ind at fáa nakað sum helst burtur úr dystinum. Úrslitini bera við sær, at Mjølnir og Fleyr hava lagt seg einsamøll á odda í deildini. Og so verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer at fara sunnudag- in, tá liðini bresta saman í Klaksvík. Tað er nakað síðani, at talan hevur verið um oddadyst, tá klassiskar- in í føroyskum mansflog- bólti er á skránni, men tað verður tað so sunnudagin. Úrslit Meistaradeild menn Fram-Fleyr 0-3 (16-25, 22-25, 21-25) ÍF-Mjølnir 0-3 (18-25, 15- 25, 20-25) Greiðir sigrar Fleyr hevur fult stigatal, nú tvey umfør eru leikt. Leygardagin vundu teir burturúr Fram Flogbóltsstøður - Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 2 2 - 0 6 1 5 4 2 TB 2 2 - 0 6 1 5 4 3 Dráttur 2 1 - 1 5 4 1 2 4 KÍF 2 1 - 1 3 5 -2 2 5 ÍF 2 0 - 2 2 6 -4 0 6 SÍ 2 0 - 2 1 6 -5 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 2 2 - 0 6 0 6 4 2 Mjølnir 2 2 - 0 6 1 5 4 3 SÍ 1 0 - 1 1 3 -2 0 4 Fram 1 0 - 1 0 3 -3 0 5 ÍF 2 0 - 2 0 6 -6 0 23 22 Nr. 204 - 26. oktober 2004 Kyndil-StÍF 21-21 (8-9): Fyrsta stigið til Kyndil Heldur tami dysturin millum kvinnurnar hjá Kyndli og StÍF endaði við javnleiki HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo So fekk Kyndil staðfest, at tær allar helst ikki fara at verða avbyrgdar í botnin- um, soleiðis sum nógv ann- ars hava tosað um. Sunnudagin vitjaði StÍF, og tó at talan ikki gjørdist um fyrsta sigurin hjá Kyndli, so fløvar eitt stig hampuliga væl kortini. Lotte skuldi steðgast Fyrstu løtuna sá annars út til, at Kyndil skuldi fara av- stað við øllum. Við eini sera væl upplagdari Lotte Sørensen á odda byrjaði heimaliðið alt fyri eitt at draga frá gestunum. So- mikið gott var lagið á Lotte, at StÍF longu hevði fingið nokk, og restina av dystin- um royndu tær so at skugga hana út úr spælinum. Hetta órógvaði spælið hjá Kyndli almikið. Tó at liðið hevur gjørt stór framstig seinasta árið ella so, so megnaðu tær ikki at skipa spælið nóg væl, og flestu skotroyndirnar góvu tí ikki stórvegis trupulleikar til Adela Burcea í StÍF mál- inum. Tað eydnaðist tó móti endanum at vinna seg aftur gestunum, men eftir steðg- in tóktist slagið tó vera tapt. StÍF legði fyri við at skjóta seg nøkur mál framum, og tó at Kyndil royndi at stramma verjuspælið upp, so eydnaðist hetta ikki ser- liga væl. Einamest tí eingin á liðnum í løtuni tykist vilja átaka sær ábyrgdina av at skipa hendan partin av spælinum. At tað kortini eydnaðist Kyndli at stríða seg aftur í dystin, kunnu tær einamest takka tveimum leikarum fyri. Lotte Sørensen var sum sagt í góða lagnum, og hóast StÍF royndi at halda henni úr spælinum, so megnaði hon kortini ferð eftir ferð at taga verjuna sundur við elegantum frí- spælingum. Hartil stóð Guðrun á Lágabø eisini væl í málinum. Tó at hon átti málið, sum mundi spilt spælið hjá Kyndli, tá hon við einum skeivum útkasti gav StÍF mál til 21-20, samstundis sum Kyndil fekk leikara útvístan. Við fýra málum á rað arbeiddi Kyndil seg inn í dystin, og so leikaði sera javnt á seinsta korterið ella so. Kyndil megnaði ongan- tíð at toga seg framum, men tær svaraðu aftur, hvørja ferð StÍF hevði hug at draga frá. Og so megnaðu tær at halda fast ta løtuna, tá allar mest stóð á. Sjálvsálitið uppeftir Spurningurin er so, hvørja ávirkan hetta kann fáa á avrikini hjá Kyndli fyri kappingarárið. Einki tykist vera at ivast í, at liðið eisini í komandi dystum fer at skava sær nøkur stig sam- an, og tó at an verður talan um heiðursmerkir hetta kappingarárið, so tykist tal- an vera um framstig í mun til í fjør, tá liðið fyri tað nógva var avbyrgt í botn- inum. Somuleiðis verður tað helst leikluturin hjá StÍF at sleppa sær nakað burtur frá avgjørda botninum á talv- uni. Við trimum stigum fyri tríggjar dystir tykist hetta eisini at ganga so nøkun- lunda, men komandi umfør- ini verða helst nakað trupl- ari. Tá verða ávíkavist VB og Stjørnan mótstøðuliðini. Enn einaferð vann VÍF tepran sigur, og enn einaferð brendi mótstøðuliðið hópin av brotskøstum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrsta umfar. VÍF vinnur 27-26 á hoyvíkingum, sum misnýta seks av sjey brots- køstum. Annað umfar. VÍF vinnur 23-21 á stranding- um, sum misnýta fýra av fýra brotskøstum. Í so máta vóru kollfirðingar nakað raskari. Teir megnaðu nevnliga at skora upp á tvey av sínum brotskøstum. Men teir misnýttu eisini seks av slagnum, og enn einaferð vann VÍF tepran sigur. Hesafeðr 22-21. Nei, tað er einki at siga til, um málverjarnar hjá VÍF eru teir, sum fólk í bygdini tosa mest um í hesum døgum. Tilsamans gevur omanfyri standandi tað úrslit, at mótstøðuliðini higartil í ár hava skotið 19 brotskøst, harav bara trý hava kastað mál av sær. Kollfirðingar tóktust eisini leingi at hava rætta takið á VÍF sunnudagin. Grannauppgerðirnar teirra millum hava mangan verið sera tættar, og soleiðis var eisini hesaferð. Fyrra um- farið var tað tó fyri tað mesta KÍF, sum hevði mun- in, og tó at heimaliðið royndi at fylgja við, so gekk hetta sera striltið. Eftir steðgin komu teir gulu tó betri eftir tí heila. Um miðjan hálvleikin eydn- aðist teimum eisini at økja um frástøðuna til grannar- nar, og við fimm minuttum eftir at spæla og 20-17 á talvuni mundu tey flestu halda, at her stóð væl til. KÍF noktaði tó at gevast. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at teir nú vóru á odda. VÍF javnaði við knøppum min- utti eftir, men tað tóktist í øllum førum, sum skuldi KÍF fáa nakað við sær. Time-out varð tikið, og so var at fara í holt við tað, sum var ætlað sum seinasta álop í dystinum. Hetta gav tó einki av sær, og tá Karl Johan Durhuus so við sein- astu skotroyndini kundi senda bóltin fram við mammubeiggjanum í KÍF málinum, endaði tað enn einaferð, soleiðis sum tað plagar í grannauppgerðun- um. Við sigri til VÍF, sum tó mátti stríðast óvanliga hart fyri stigunum hesaferð. VÍF-KÍF 22-21 (9-10): Brotskøstini bjarga VÍF VÍF-KÍF 22-21 (9-10) Málskjúttar VÍF: Ingi Olsen 8(2), Agnar Joensen 6, Daniel Rápa 4, Karl Johan Durhuus 3, Áki G. Olsen 1 KÍF: Mirko Milenkvic 4(1), Regin Petersen 4, Eddie Joensen 4, Gert Hansen 3, Jóan Pauli Olsen 3(1), Rógvi Weihe 2, Petur Martin Poulsen 1 Brotskøst: VÍF 3, KÍF 8 Útvísingar: VÍF 5, KÍF 5 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum FAKTA UM DYSTIN Kyndil-StÍF 21-21 (8-9) Málskjúttar Kyndil: Lotte Sørensen 7(2), Súsanna A. Petersen 5, Randi S. Wardum 4, Rakul Lisberg 2, Linda Weihe 1, Hildur Mikkelsen 1, Anja Midjord 1 StÍF: Rebekka Justinussen 7(4), Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 4, Sunfríð B. Jacobsen 3(2), Anna B. Danielsen 2, Rósa Jóhansen 1 Brotskøst: Kyndil 2, StÍF 8 Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 2 Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen & Dánjal Han- sen. Høvdu eina lætta uppgávu FAKTA UM DYSTIN Tjaldur- VÍF útsetttur Eftir ætlan skuldu fýra dystir verið leiktir í bestu kvinnudeildini í hondbólti um vikuskiftið. Ein teirra, tann millum Tjaldur og VÍF varð nevnliga útsettur, tí Tjaldur segði seg hava trupulleikar við at manna lið. Dysturin er ístaðin ásettur at verða leiktur hóskvøldið kl. 19.00. -jm Tað stóð nógv á hjá báðum pørtum. Endin var, at Kyndil og StÍF samdust um javnleik sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22