Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 26. oktober 2004 25 Kyndil-StÍF 38-20 (16-11): Kyndil knústi strandingar Sum dysturin leið gjørdist talan um reina hondbóltsfram- sýning frá Kyndli, sum so ruddiliga vísti StÍF, hvar skápið skuldi standa HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað vóru føroyameistarar- nir tey bæði seinastu árini, sum hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Bara hetta í sjálvum sær átti helst at borga fyri eini ávísari góðsku. Hartil hava dystir- nir millum júst Kyndil og StÍF aloftast verið av tí heilt góða slagnum, har undir- haldið hevur fingið høgan prioritet, og har spenning- urin um endaliga útfallið ofta hevur staðið við til seinasta bríkslið. Tóktist javnt Men soleiðis var ikki sunnudagin. Og so nakað langt ífrá. Kyndil gav nevn- liga StÍF ein umgang av slíkum slag, sum stranding- ar skulu hyggja langt aftur í søgubøkurnar, skulu teir finna nakað, sum líkist hesum. Fyrstu løtuna var annars ikki so øgiliga nógv, sum bendi tann vegin, at talan skuldi gerast um slíkan stórsigur. Kyndil tóktist kanska vera pettið hvassari fyrstu longu løtuna, men strandingarnir megnaðu alla tíðina at fylgja so hampuliga væl við. Seinastu løtuna undan steðginum fór munurin tó at økjast. Johan Danielsen bjargaði ferð eftir ferð royndum frá gomlu liðfel- øgum sínum, og í hinum endanum fekk Rasmus Magnusson sjáldan gjørt nakað sum helst, tá fríir Kyndils-menn høgdu bólt- arnar framvið honum. Sjáldsamur umgangur Og eftir steðgin skrædnaði so av álvara. Offensiva StÍF-verjan, sum ofta hevur verið við til at tryggja liðn- um nógv kontra-álop, var gatað sundur í allar endar og kantar. Jacob Jónsson tóktist bara sletta bóltarnar har, sum honum lysti, og úrslitið varð tað sama at kalla hvørja ferð. Eftir lítlari løtu stoð 25- 13 á máltalvuni, og so var í øllum førum allur spenn- ingur fokin úr dystinum. Kyndil kundi eisini taka sær av løttum seinastu 20 minuttirnar ella har á leið, men hóast tað nú í nógvan mun tóktist snúgva seg um show fyri teirra viðkom- andi, so merkti hetta nær- um ikki effektivitetin. At strandingar so eisini fóru heilt niður við høvdinum, var at kalla sjálvsagt, so- leiðis sum dysturin leið, og at eitt Kyndils-lið, sum neyvan koyrdi meira enn 60% á ketlarnar skuldi skora sjey mál á rað sein- astu løtuna av dystinum sigur helst ein stóran part av søguni í so máta. Stevna móti oddinum Lætt ella ikki, so viðførdi sigurin fyri Kyndil, at teir framvegis eru í hølunum á oddaliðnum úr Vestmanna. Og soleiðis sum meistarar- nir hava spælt teir báðar seinastu dystirnar, so er einki at ivast í, at teir longu nú mugu roknast sum ein av heitastu favorittunum til gullið. So er spurningurin bara, um teir aftur í ár detta í fell- una, har teir fara at tveita stig burtur móti liðum, sum á pappírinum eru veikari. Fyrsti stigamissurin í so máta líktist eitt av hesum tapunum, tá teir máttu lúta fyri KÍF. Komandi sunnu- dag eru tó ikki ráð til mis- tøk. Tá vitjar Kyndil í Vest- manna í tí, sum líkist fyrsta veruliga oddabrakinum á árinum. Strandingar skulu tá royna seg á heimavølli móti hoyvíkingum, og so fæst at vita, hvørt talan sunnudagin bara var um ein av hasum døgunum, ella um tíðin hjá StÍF sum topp- lið í føroyskum manshond- bólti fyribils er av. Kyndil-StÍF 38-20 (16-11) Málskjúttar Kyndil: Høgni Klein 10, Josef Abrahamsen 5, Janus Einar Sørensen 5(1), Hans Áki Dal-Christiansen 5, Ragnar Stakksund 4, Rókur A. Nielsen 3, Jakob Jónsson 2, Finnur Hansson 2, Hjalti M. Jacobsen 1, Hans A. Thomsen 1 StÍF: Sveinur Justinussen 8, Artur Johansen 3(2), Leivur Justinussen 2(1), Bárður Danielsen 2, Trónd- ur Petursson 1, Bent Djurhuus 1, Hávarður Trúgva- son 1(1), Borgar Danielsen 1, Andre F. Danielsen 1 Brotskøst: Kyndil 2, StÍF 5 Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 2 Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Hansen. Tóktust hava trupulleikar við at finna eina greiða linju í dystinum FAKTA UM DYSTIN Borgar Danielsen hevur her gott tak á Jakob Jónsson, men myndin er sum so ikki serliga sigandi fyri dystin. Her var tað nevnliga Kyndil, sum hevði takið Mynd: Álvur Haraldsen SPONSORAVTALA Tíðindaskriv Vestmanna Ítróttarfelag ( VÍF) hevur gjørt nýggja stuðulsavtalu við Kaup- thing Virðisbrævamekl- arafelag P/F, ið inniberð, at Kaupthing komandi tvey árini verður høvuðs- stuðul hjá VÍF. Kaupthing hevur sein- astu árini verði ein av stuðlum felagsins og eru partarnir komnir ásamt um, at Kaupthing verður høvuðsstuðul felagsins frá og við kappingarárinum 2004/05. Stuðulsavtalan varð und- irskrivað av báðum pørtum í Ítróttarhøllini í Vest- manna, sunnudagin 24. oktober, aftaná dystin mill- um VÍF og KÍF, 1. deild menn. Petur Holm stjóri í Kaupthing Virðisbræva- meklarafelag P/F sigur, at VÍF gjøgnum tíðirnar hevur víst seg sum eitt tað dyggasta hondbóltsfelagið í landinum, og at Kaup- thing tí fegnast um, at tað var gjørligt at gerast høv- uðsstuðul hjá VÍF. Eyðun Leo, formaður í VÍF sigur, at .tað hevur stóran týdning fyri felags- arbeiði, at VÍF hevur góðar stuðlar í vinnulívinum, sum tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum. – Uttan slíkar hevði ver- ið ógvuliga trupult, kanska ógjørligt, at útint tað arbeiðið, sum verður gjørt í VÍF í dag. Tí fegn- ast vit um, at Kaupthing, sum frammanundan hevur stuðlað VÍF, nú vildi ger- ast høvuðsstuðul hjá fel- agnum komandi tvey kappingarárini. Kaupthing í tvey ár Tveir av leikarunum hjá VÍF, Karl Johan Djurhuus og Rúni Joensen í nýggja búnanum. Millum teir báðar síggjast Eyðun Leo, formaður í VÍF, og Peter Holm, stjóri í Kaupthing Føroyar 25 24 Nr. 204 - 26. oktober 2004 H71-Neistin 28-26 (13-12): Neistin dróg aftur svart Søljan-VB 25-28 (13-12): VB togaði seg framum Heldur ikki í triðju royndini eydnaðist Neistanum at fáa stig. Hoyvíkingar tykjast hinvegin vera væl við í oddinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað gongur einki serligt hjá Neistanum á mannfólkasíð- uni. Hóast vónirnar undan árinum vóru hampuliga góð- ar, so er úrslitið higartil, at tríggir dystir einki hava kast- að av sær, og so er einki at ivast í, at málið fyri árið eig- ur at verða eftirhugt nakað. Greiður munur Sunnudagin vitjaði Neistin í Hoyvíkarhøllini, har H71 heldur til, og fyri tað mesta var tað rættiliga langt ífrá, at gestirnir skuldu hava nakað við sær. Longu fyrsta korterið ella so av dystinum struku hoy- víkingar avstað. Verjan riggaði fyri tað mesta so- leiðis, sum hon skuldi, og við Jens á Skipagøtu og Levi Nybo at ansa málin- um, hava hoyvíkingar so avgjørt tveir av sterkastu málverjunum í landinum. Við Piti Negru, Halgir Dahl Olesen og Henrik Gerster at manna bakpláss- ini, bilar skotyrkini heldur ikki tað minsta, og so við og mundi Neistin ásanna, at her fór at gerast sera tungt fyri teirra viðkomandi. Teir megnaðu tó at toga seg nakað aftur seinastu løtuna undan steðginum. Við einum longum og seig- um taki minkaði munurin spakuliga, og tá farið varð til hálvleiks, var bert tað eina málið á muni. Tað var tó skjótt, at hoy- víkingarnir aftur staðfestu, at her skuldi einki gevast burtur. Eins og í fyrra hálv- leiki, so runnu teir alt fyri eitt frá mótstøðuni, og longu um miðjan hálvleikin tóktist tað mesta vera av- gjørt. Munurin var tá eini átta mál, og eitt veruligt skrædl hótti nú Neistan. At tað so kortini ikki bleiv so galið, kunnu teir í Neistanum ikki minst takka hoyvíkingun- um fyri, nú teir gjørdust heldur óneyvir í sínum royndum. Veruligur spenn- ingur kom tó ongantíð í. Tey bæði málini, sum at enda skiltu partarnar, var minsti munurin seinastu 25 minuttirnar, so tað var als ikki so, at nakar javnleikur var í eygsjón nakrantíð. Gott lag í Hoyvík Meðan status hjá Neistanum er hálvgum syrgiligt eftir fyrstu umførini, er lagið nakað munandi betri hjá H71. Bert tapið í fyrsta dystinum móti VÍF dregur skeiva vegin higartil, og so er spurningurin, hvørt liðið veruliga verður ført fyri at berjast við í oddinum hetta árið. Ein partur av frágreiðing- ini til hetta fæst kanska komandi vikuskifti. Tá skal H71 vitja á Skála, og tó at StÍF fekk ein ordans um- gang hetta vikuskiftið, so er tað ein dystur, sum á papp- írinum tykist sera trupul Neistin skal tá spæla heimadyst móti KÍF, og so er spurningurin, hvørt stig fáast á kontina í tí dyst- inum. Søljan skal av álvara takast í álvara. Leyg- ardagin var um repp- ið, at tær bastu VB, men seinastu tíggju minuttirnar koppaði dysturin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru altíð ár, har okkurt liðið hampuliga óvæntað stingur seg fram millum tey bestu. Í ár tykist tað vera Søljan, sum hevur átikið sær hendan leiklutin. Felag- ið hevur hoyrt til í tyngra endanum av kappingini øll árini, síðani tær aftur vunnu seg upp í fremstu deildina, men hetta tykist vera av nú. Høvdu takið Og uppskriftin er sum so hampuliga einføld. Tríggir sterkir útlendingar gera í øllum førum góðan mun, og hartil hava lokalu leikar- arnir eisini ment seg heilt nógv. Ikki minst undirstrik- að av landsliðsúttøkuni hjá Heidi Mariu Akselsen. At sjálvsálitið eisini er uppgangandi, tykist heldur ikki nakar sum helst ivi vera um. Frá fyrsta bríksli leygardagin legði Søljan harðliga fyri. Tó at VB stóran part av tíðini sá út til at hava munin, so megnaði Søljan alla tíðina at halda fast, soleiðis at leiðslan ikki gjørdist serliga stór. Og seinasta korterið undan steðginum fór Kristina Griksaite av álvara at vísa, hví hon verður roknað sum ein tann besti málverjin í landinum. Hvussu VB so royndi, so tóktist tað mest sum ógjørligt at fáa bóltin framvið málverjanum, og við trimum málum dygst undan steðginum slapp Søljan eisini framum. Ikki nóg kaldar Og so kókaði høllin av álv- ara. Nýfingna heitið sum oddalið hevur drigið hópin av áskoðarum til høllina á Giljanesi, og hesi royndu alt tað tey vóru ment at koyra undir liðið seinasta hálva tíman. Og leingi sá hetta eisini út til at hepnast. Søljan hevði fyri tað mesta munin, og tá VB so eisini misti Rannvá Augustinussen, eft- ir at hendan hevði tikið í armin á leysum mótleikara, tóktist seinasti trumfurin eisini at vera follin Søljuni í lut. Við einum leikara í und- irtali eydnaðist tó VB at vinna seg enn nærri vertun- um, og sama søgan endur- tók seg lítla løtu seinni, tá VB aftur var í undirtali. Tað tóktist, sum var óvanda støðan eitt sindur meira, enn nervarnir hjá Søljuni toldu, og móti dystarenda setti VB av álvara trumf á. Asta í málinum tóktist bara nokta Søljuni at skora, og við fimm málum á rað í eins nógvar minuttir stað- festi VB, at tað ræður um at standa seg væl til røttu tíð- ina. Tað kynstrið megnaði Søljan so ikki leygardagin, men tað er einki at ivast í, at hetta fer at koma við roynd- unu, sum liðið fær hvønn tann einasta dyst. Hvørt tað so eisini fer at verða nóg mikið komandi vikuskifti, tá Stjørnan vitjar, er ein annar spurningur. Og í Vági hava tey helst einki ímóti, at Søljan vinn- ur tannn dystin. VB er helst liðið, sum tey flestu síggja sum størstu avbjóðararnar hjá Stjørnuni í ár, og tó at klaksvíkskvinnurnar vunnu fyrstu innanhýsis uppgerð- ina, so var munurin so lítil, sum til ber. VB skal tá sjálvt inn á Skála at vitja, og tó at eing- in sigur kemur av sær sjálv- um, so er einki at ivast í, at tær eru risa favorittar til tann dystin. Hoyvíkingar hava fingið eina flúgvandi byrjan upp á lands- kappingina. Heilt so væl hevur ikki gingist hjá Neistanum, sum triðja dystin í slag mátti stigaleyst av vøllinum Mynd: Álvur Haraldsen Tær báðar, Nicoleta og Lina, gera góðan mun hjá Søljuni, sum í ár rættiliga óvæntað er at finna millum oddaliðini Mynd: Álvur Haraldsen Søljan-VB 25-28 (13-12) Málskjúttar Søljan: Lina Andriulyte 7, Arnleyg Haraldsen 6(2), Nicoleta Radu Hansen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Heidi Haraldsen 2, Jana Jacobsen 1 VB: Daiva Toumaite 13(5), Aukse Vysniaskaite 5, Arnleyð Hjelm 4, Rannvá Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Kristina Holm 2 Brotskøst: Søljan 2, VB 7 Útvísingar: Søljan 2, VB 3 Diskvalifikatión: VB 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA UM DYSTIN H71-Neistin 28-26 (13-12) Málskjúttar H71: Halgir Dahl Olesen 8(1), Piti Negru 8, Henrik Gerster 6, Olaf Vestergaard 3, Niels Viggo Niclassen 2, Birgir Kass 1 Neistin: Áki Mørk 7(1), Blagoje Buha 7, Damir Oros 5(1), Tróndur Kragesteen 2, Freddie Poulsen 2, Dann Thorleifsson 1, Ræni Slættanes 1, Ólavur Brimnes 1 Brotskøst: H71 4, Neistin 2 Útvísingar: H71 3, Neistin 4 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA UM DYSTIN C M Y K 24