mánadagur 23. oktober 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. oktober 2017 · Nr. 123
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
André Olsen
Gilli Rólantsson Sørensen
sat sunnukvøldið allan dyst
in á bonkinum, tá Brann á
heimavølli tapti 3-0 móti
oddaliðnum í norskum fót
bólti, Rosenborg. Hjá Rosen
borg er tað serliga danski
landsliðsleikarin,
Nicklas
Bendtner, ið fær størsta
uppmerksemi
í
norskum
fótbólti, og sunnukvøldið
gjørdi
Nicklas
Bendtner
eisini av álvara um seg í
dystinum móti Brann. Hann
skeyt nevniliga tey bæði
fyrstu málini fyri Rosenborg
í dystinum, og er sostatt nú
deildur toppskjútti í bestu
norsku deildini. Orsøkin til
at Gilli Rólantsson Sørensen
ikki kom á vøllin fyri Brann
sunnukvøldið er, at Gilli tær
báðar
seinastu
vikurnar
hevur drigist við ein smærri
skaða í baklærinum.
-Eg var skaddur seinasta
dyst, og havi bara vant tvær
ferð hesa vikuna. Venjarin
tók meg við til dystin, tí hann
væntaði kanska at eg kundi
spæla eina løtu, men so var
ikki. Tað er ikki so nógv at
gera við tað, so eg má bara
royna at koyra á víðari, sigur
Gilli Rólantsson Sørensen, ið
sjálvsagt er vónbrotin um,
at hann ikki kundi spæla ein
leiklut fyri Brann sunnu
kvøldið.
Vejle nummar eitt við
einum dysti færri
Hjá øðrum føroyskum útiset
um, er tað serliga hjá Viljormi
Davidsen og felagnum hjá
sær, Vejle, at tað í løtuni
gongur serstakliga væl hjá.
Sunnudagin vann Vejle 3-1
heimasigur
móti
Viborg,
sum ber við sær, at Vejle nú
aftur liggur nummar eitt í
næstbestu donsku deildini.
Hetta hóast teir hava spælt
ein dyst færri enn hini liðini,
sum teir kappast ímóti í
oddinum.
Viljormur Davidsen spæl
di allar 90 minuttirnar á
vinstra bakki fyri Vejle sun
nudagin.
Nærmasti
kappingar
neytin hjá Vejle í deildini
er Thisted. Har hevur ein
annar føroyskur leikari sín
gerandisdag, tí U21 lands
liðsleikarin, Jákup Thom
sen, er í løtuni útleigaður til
Thisted frá FC Midtjylland.
Jákup Thomsen var inn
skiftur fyri Thisted sunnu
dagin, tá teir á heimavølli
taptu 1-0 móti Nykøbing FC.
Tveir
aðrir
føroyskir
leikarar komu eisini á vøllin
í næstbestu donsku deildini
sunnudagin. Tað vóru teir
báðir, Heini Vatnsdal og
Finnur
Justinussen,
sum
spældu við Fremad Amager
móti Esbjerg. Har byrjaði
Heini Vatnsdal inni, meðan
Finnur Justinussen var inn
skiftur í seinna hálvleiki. Tað
eydnaðist ikki teimum at fáa
stig, tí Fremad Amager tapti
útidystin móti Esbjerg heili
5-2,
Jóan Símun á
vøllinum aftur
Í bestu donsku deildini vóru
bæði Hallur Hansson og
Jóan Símun Edmundsson
um vikuskiftið á vøllinum
fyri feløg síni AC Horsens
og OB.
Hallur Hansson byrjaði
inni sum hangandi áleypari,
tá AC Horsens fríggjakvøldið
spældi á útivølli móti FC
Midtjylland. Tað eydnaðist
ikki AC Horsens at fáa stig
í torføra útidystinum, tí FC
Midtjylland
vann
dystin
4-2. Men allíkavæl vóru teir
í AC Horsens væl nøgdir
við innsatsin í torføra úti
dystinum.
Til seinast fekk Jóan
Símun Edmundsson seinastu
25 minuttirnar í útidystinum
hjá OB móti Lyngby sunnu
dagin, sum endaði við 1-1
javnleiki. Jóan Símun Ed
mundsson hevur seinastu
tíðina havt tað trupult við
fastari spælitíð í OB, og í mun
til undanfarna vikuskiftið, tá
Jóan Símun Edmundsson sat
á bonkinum allan dystin, var
tað gleðiligt at Jóan Símun
hesaferð slapp at spæla.
BENDTNER
SØKTI GILLA
Danski landsliðsleikarin, Nicklas Bendtner, var munurin, tá Brann – sum
er felagið hja Gilla R. Sørensen – spældi móti oddaliðnum Rosenborg
sunnukvøldið. Nicklas Bendtner skoraði tvey av málunum í 3-0 sigrinum
hjá Rosenborg móti Brann, har Gilli R. Sørensen sat allan dystin á bonkinum