Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. oktober 2017 · Nr. 123 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað var ikki sørt av spenn­ingi í vátu og ferðmiklu heyst­ arluftini, tá ið bólturin um middagsleitið leygardagin fór á rull í næstbestu deildini. Spurningurin var, um uppflytararnir í AB í Klaksvík fór at runda kappingarárið av við maner, og um B68 fór at taka av, um KÍ snávaði, og harvið B68 hevði møguleika at vinna triðja plássið og bronsu­ krónurnar og at taka plássið í bestu deildini frá 07 Vestur. Hóast B68 legði seg fram­ um 3-0, tá ið eitt korter var farið, og tað harvið var møgu­ leiki fyri stórum heima­sigri á Svangaskarði, so varð tað ongantíð rættiligt drama og spenningur um, um tað nú fór at eydnast toftamonnum at flyta upp, og harvið um 07 Vestur skuldi fara úr Fuglafirði við vissuni um, at tað næsta ár fór at verða leygar­dags fótbóltur á Dunga­sandi í Sørvági. Orsøkin, til at spenn­ing­ urin hvarv beinanvegin ella rættari sagt ongantíð varð veruleiki, var tann, at AB ikki megnaði at fáa bilbukt við KÍ. Fleiri av AB spælarunum, ið hava verið drúgvir á lið­ num, sum fyri fleiri vik­um síðani tryggjaði sær upp­flyt­ ing og gullkrónurnar í fyrstu deild, vóru ikki á liðnum í Klaksvík. Millum hesar var mál­maðurin og veteranurin Heðin Stenberg: -Onkur var leikbannaður, og onkrir aðrir vóru skaða­ dar­vaðir. Vit góvu fleiri ung­ um monnum møgu­leik­an, og teir vístu góðan hugburð. Talan var um javna uppgerð, sum var ikki sørt darvað av nógvum vindi. Í stuttum ber til at siga, at KÍ tók av og skoraði tvær ferðir, meðan vit ikki megnaðu at taka av og skjóta mál, tá ið vit spældu okkum til málmøguleikar, sigur Heðin Stenberg. So tú heldur ikki, at tit spældu B68 eitt puss við ikki at spæla við bestu manning í Klaksvík? -Ongin fer at oyðileggja nak­að fyri nakran annan. Vit royndu og arbeiddu fyri sakini, men tað eydnaðist ikki. Kári Reynheim hevur staðið á odda fyri AB liðnum, sum nú hevur tryggjað sær upp­flyting. Tá ið Víkingur seinni leygar­dagin í Sarpugerði hevði tryggjað sær FM heitið, varð Sorin Anghel, sum bæði hevur verið hjálparvenjari og spælari á FM liðnum, spurdur, um hann fer at halda fram í Sarpugerði, ella um hann fer at flyta í annað felag. Tað vildi veteranurin einki siga um. Tað hevur ljóðað leingi, og tað verður bara bíðað eftir, at tað verður váttað. Einki tykist vera at ivast í, at Sorin Anghel verður venjari, nú AB aftur fer at royna seg í bestu deildini. Heðin Stenberg hevur onga viðmerking til venjara­ spurn­ingin. Hann hevur greiða áskoðan á, hvat tað skal til, um tað skal eydnast AB at varðveita plássið í fremstu røð: -Vit vóna og rokna við, at allir teir, sum hava verið við til at spæla liðið uppaftur í bestu deildina, fara at halda fram næsta ár. Vit fara nú undir at fyrireika okkum, bæði kropsliga og sinniliga. Tað verður neyðugt, at vit styrkja okkum við tveimum ella trimum spælarum, ið hava royndir og kunnu vera profilar á liðnum hjá okkum. Tað vóna vit og rokna vit við fer at eydnast, sigur Heðin Stenberg. Tómgongd á Svangaskarði B68 legði øgiliga bragdliga fyri ímóti ÍF, sum einki stig hevur fingið í næstbestu deild­ini. Tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, var støðan 4-0, og harvið spøkti møguleikin fyri, at tað skuldi eydnast at vinna stórsigurin, sum fór at bera uppflyting við sær, um AB vann í Klaksvík. Gongdin í Klaksvík mundi ávirka avrikið á Svanga­ skarði, har tað var 5-0, tá ið teir fóru at hvíla seg. Sein­ni hálvleikur endaði 1-1. Tískil var úrslitið 6-1, og tí varð spurn­ingurin um B68 upp­ flyting ongantíð aktuell­ur leygardagin. Skreytið báðu megin fjørðin Silvurkrónurnar vórðu hand­aðar á Brekku í Leirvík, har unga Víkinga liðið spældi 1-1 ímóti Giza Hoyvík. Hetta er fyrsta ferðin, at næstbesta Vík­inga liðið hevur vunnið heiðurs­merki í næstbestu deildini. Gullkrónurnar og bronsu­ krón­urnar vórðu handaðar í Klaksvík. AB fekk gull og steyp fyri at vinna næst­ bestu deildina fyri fyrstu ferð, og KÍ endaði á bronsu­ plássinum. Tveir dystir vóru í Gunda­ dali. Fríggjakvøldið vann NSÍ 4-2 á B36. Tað var tó ikki nóg mikið fyri at vinna fimta plássið. Tað vann HB leygar­dagin, tá ið punktum varð sett við 2-1 sigri ímóti Suðr­ingum, sum endaðu á áttanda plássi – fimm stig aftanfyri Giza Hoyvík og fýra stig frammanfyri B36. FÓTBÓLTUR 27. umfar KÍ-AB 2-0 (1-0) 1-0: Eivindur Sørensen 13. 2-0: Oddmar Marsten 60. Víkingur-Giza Hoyvík 1-1 (1-0) 1-0: Ási D. Rasmussen 37. 1-1: Óli R. Hansen 46. B68-ÍF 6-1 (5-0) 1-0: Esmar P. Clementsen 8. 2-0: Martin Olsen 13. 3-0: Jann Ingi Petersen 15. 4-0: Martin Olsen 20. 5-0: Niklas Poulsen 39. 5-1: Jóhan Petersen 71. 6-1: Martin Olsen 80. HB-Suðringar 2-1 (2-0) 1-0: Tór av Skarði 6. 2-0: Tór av Skarði 41. 2-1: Rani Johansen 50. B36-NSÍ 2-4 (0-2) 0-1: Aron Knudsen 5. 0-2: Mórits Heini Mortensen 12. 0-3: Steffan Løkin 56. 1-3: Gilli Samuelsen br 61. 2-3: Gilli Samuelsen 68. 2-4: Aron Knudsen 89. Máltindurin Bjarki Nielsen AB 19 Aksel Danielsen KÍ 15 Gilli Samuelsen B36 13 Jobin Drangastein AB 13 Rói av Fløtum HB 13 Hans Jákup Lervig Víkingur 12 B68 SAT EFTIR VIÐ SVARTAPER 1.DEILD AB megnaði ikki at gera nakað við næstbesta liðið hjá KÍ, og so hevði tað ongan týdning, hvussu nógv B68 vann ímóti ÍF 1. deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 AB 27 20 4 3 86 20 +66 64 2 Víkingur II 27 15 6 6 52 28 +24 51 3 KÍ II 27 15 4 8 64 36 +28 49 4 B68 27 14 4 9 60 43 +17 46 5 HB II 27 11 6 10 62 49 +13 39 6 NSÍ II 27 12 3 12 69 61 +8 39 7 Giza Hoyvík 27 9 9 9 50 48 +2 36 8 TB/FCS/Royn II 27 9 4 14 49 70 -21 31 9 B36 II 27 7 6 14 82 63 +19 27 10 ÍF II 27 0 0 27 14 170 -156 0