Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. oktober 2017 · Nr. 123 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Her er nakað av tí, sum spælarar og venjarar søgdu eftur dystin í Sarpugerði. Somuleiðis eru nøkur tøl, sum lýsa gongdina hjá Víkingi á veg til FM 2017-10-23 FM í orðum og tølum: Stutt gullprát í Sarðugerði ATLI GREGERSEN, LIÐSKIPARI: -Hetta var ein eitt sindur súrur máti at gera tað upp á,men vit eru best. Eg eri glaður fyri at fáa eitt gullheiðursmerki og tað er sætta árið á rað, at hetta felagið vinnur eitt gullheiðursmerki. -Vit eru ítróttarfólk, so tað skal líka sodna at vit hava tapt, men nú er lagið við at blíva betri, eftir at hava fingið ein tvíflís. Tá vit nú telja saman, so hava vit flest stig og skorað flest mál og tá ert tú best. Vit prógvaðu tað ikki beinleiðis í dag, men tað hevur árið víst. -Hetta hevur verið eitt søguligt ár hjá felagnum. Eitt nú hevur næstbesta liðið vunnið silvur, meðan 3. deildarliðið hevur vunnið bronsu og vit komu víðari í Champions League. Alt í alt mugu vit bara siga, at árið hevur eydnast væl. -Eg hoyri nógvastaðni, at felagið skal til at byggja upp av nýggjum. Tað eri eg partvís samdur í, men kanska var tað ikki so býtt at vit tapu seinasta dystin, tí so halda onkir av teimum gomlu fram. -Hetta árið hevur verið ein sólskinssøga. Vit hava staðfest, at felagið er tað mest vinnandi í Føroyum, síðani tað bleiv stovnað og tað var eisini eitt av aðalmálunum hjá felagnum. SÁMAL ERIK HENTZE, VENJARI: -Hetta er fantastiskt. Hetta er eisini fyrstu ferð, at eg havi vunnið meistaraheitið tvey ár upp í slag. -Tað er harmligt at vit ikki fáa ein sigur ella ein javnleik her í dag sum vit ætlaðu, men var ringt at spæla í dag og alt bleiv tilvildarligt. Vit liggja nummar eitt og tað er tað, sum er týdningarmikið. -Veðrið spælir eitt puss í dag og ger at tað blívur einki fótbóltsspæl. Vit royna og teir royna eitt sindur og tað er tað.