Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Nr. 87 - 6. mai 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Hendur & Hugflog 2000 Søluframsýning fyri listhandverk og heimavirking Sveinur Tróndarson Á eini sølustevnu er útboðið av vørum heilt stórt, og tann vitjandi hevur ongan møgu- leika fyri at leggja til merkis alt, sum er at síggja, uttan at brúka heilt nógva tíð á framsýningini. Tá tann vitj- andi er farin av framsýn- ingini eru tað tí helst nógvar vørur, sum hann ikki minn- ist seg hava sæð, sjálvt um hann hevur vitja allar bás- arnar. Fyri tann einstaka fram- sýnaran er tað tí ein stór av- bjóðing at gera sínar vørur so sjónligar og áhugaverdar sum møguligt á framsýn- ingini, soleiðis at tey vitj- andi leggja merki til hans- ara vørur. Hvat er tað, sum kann venda áhugan hjá fólki móti ávísari vøru? Á hvønn hátt kann framsýningin av vør- unum fremja søluna? Hetta eru spurningar sum eisini øll handaverksfólk hava sett sær. Teirra áhugi hevur tó fyrst og fremst ver- ið sjálv framleiðslan, meðan munandi minni hevur verið gjørt við vitanina um søl- una. Hetta er tó nakað, sum kann lærast. Ikki í eini handavending, tí evnið er stórt, men tí er kanska eisini umráðandi at fáa byrjan á. Útbúgving er neyðug Nevndin fyri Hendur & Hugflog bjóðaði í 1999 Jón- hild Johannesen, sum er út- búgvin arkitektur, at vitja framsýningina við tí fyri eyga at umrøða hvat kann gerast fyri at betra um før- leikan hjá handaverksfólk- inum, tá tað ræður um inn- rætting av sølubásum. Aðrastaðni er vanligt á framsýningum at geva virð- islønir fyri t.d. góða básinn- rætting. Hetta verður gjørt fyri at vekja áhugan hjá framsýnarum fyri hesum týdningarmikla partinum av søluni. Hetta hevur eisini verið umhugsað hjá okkum, men hevur ikki verið gjørt, tí ongar metingartreytir vóru at lata framsýnarunum, og hetta varð hildið at vera neyðugt. Tá so spurningurin var tikin fram aftur í vetur hevði Jónhild hugsað gjølligari um málið, og niðurstøðan varð, at besti mátin var at halda skeið fyri framsýnar- um, soleiðis at teir fingu eitt grundarlag at standa á, tá tað snúði seg um básinn- rætting. Jónhild fekk fyri- spurningin, um hon vildi halda skeið sjálv, og valdi at taka av. Jónhild heldur ikki, at tað er so løgið, at listhandverk- ararnir ikki hugsa so nógv um søluna, tí tað er jú ikki teirra fak. Teirra fak er at framleiða lutir — ikki at selja teir. Sami trupulleiki uttanlands Søla á handverksframsýn- ingum er sera vanlig í øðr- um londum, eitt nú í USA, og eisini har halda tey seg hava nógv at læra, tá tað ræður um básinnrætting. Í blaðnum the Crafts Rep- ort, sigur ein, sum er vanur at vera við á framsýningum, at tað undrar hann ferð eftir ferð, hvussu lítið fólk hugsa um teir ymsu smálutirnar á einum bási. - Ein básur er ikki bara ein básur, men ein sølustað- ur, sum skal bjóðast fram á ein áhugaverdan máta, so kundin keypir júst tínar vør- ur, heldur enn tær hjá tí, sum sýnir fram við síðuna av, sigur Bruce Baker, sum ikki fatar, at fólk ikki standa í røð eftir at fáa hornabás- arnar. Har er nógv opið pláss so viðskiftafólkini og tey vitjandi síggja inn í bás- arnar frá fleiri vinklum. Samstundis vísir hann á, at tað alt ov ofta verður gjørdur tann feilur, at vør- urnar verða settar á skeivt stað, í skeiva hædd, á skeiv- ar møblar við skeivum ljósi. Bruce Baker sigur ikki, at hetta verður gjørt við vilja, men vísir hinvegin á, at tað er í tankaloysi, at slíkt hend- ir, og at slíkt tankaloysi kann kosta rættiliga fitt av peningi tá til stykkis kemur. - Tað, at sølumaðurin brúkar eitt vanligt borð, at seta sínar vørur á, er kanska ein av teimum mest elemen- teru feilunum, sum verða gjørdir. Eitt borð er gjørt at eta við, og ikki at sýna fram á. Tað merkir, at verður tað brúkt til framsýning, so standa vørurnar ov lágt, sig- ur Bruce Baker Samanumtikið eru Bruce Baker og Jónhild Johanne- sen rættiliga samd í sínum kritikki, sum ikki er rætt- aður mótvegis nøkrum ávís- um, men sum er ein gene- rellur feilur hjá fólki, sum Ein básur er ikki bara ein básur Fyri tveimum mánaðum síðani skipaði nevndin fyri Hendur & Hugflog fyri skeiði um innrætting og fríðkan av sølubás- um. Endamálið var at leggja eina grund hjá luttakarunum at byggja víðari á, tí søla og marknaðarføring er nakað, sum ofta fellur listhandverkarum og heimavirkisfólki tungt. Tað er heldur ikki hetta, sum tey hava lært seg at takast við, og tí má tað lærast ikki hava søluna sum lívs- starv, men framleiðsluna. Læra at seta saman Á skeiðnum varð støði tikið í, hvat visuelt søluarbeiði snýr seg um, nevniliga at sýna vøruna fram, soleiðis at hon vekjur áhuga hjá kundanum at keypa. Eitt gott dømi um hetta er sýn- isgluggin. Her fær kundin bara brúkt sín visuella sans, og tað ræður tí um at skapa nakað, sum kundin fær hug at hyggja eftir - nakað sum fangar. Skeiðið var skipað í evni, soleiðis at luttakararnir stig- vís fingu innlit í visuelt søluarbeiði. Tað fyrsta er at leita fram tær dygdir og fyrimunir í vøruni, ið kunnu hugsast at vekja áhuga hjá kundanum. Tak støðu til, hvat er umráðandi at leggja dent á, t.d. liturin, sniðið, góðskan, aktualiteturin ella annað. Visuelt søluarbeiði er sum at fortelja eina søgu. Vøran skal setast í eitt høpi, sum gevur keyparanum tær as- sosiasjónir, sum seljarin vil umgira vøruna við. Luttakararnir lærdu eisini um uppstillingsprinsippir og um at velja innbúgv og onnur element til framsýn- ingarbásar. Ljósið hevur nógv at siga, og Jónhild heldur, at man als ikki skal vera so smæðin fyri at seta nógv ljós á sín bás. Tey søluáhugaverdu økini á bás- inum eiga at fáa meira kon- sentrerað ljós, meðan hini økini fáa vanligt ljós. Nakað, sum eisini hevur stóran týdning á einum bási, er nýtslan av litum og lit- samansetingar. Hetta var eisini partur av skeiðnum. Modell í smáum støddum Tey, sum nýttu høvi at ar- beiða við at innrætta og prýða básar, tann leygardag- in og sunnudagin í mai, fingu eisini høvi til at ar- beiða við sínum egnu bás- um. Fyrireikararnir høvdu borið so í bandi, at tey, sum vóru við á skeiðnum, skuldu gera eitt modell av sínum egna bási. - Sjálvt um tað bara er ein lítil modelbásur, so ber væl til at fáa eina hugmynd av hvussu tað fer at taka seg út, sigur Jónhild Hon greiðir eisini frá, at nógv av teimum, sum vóru á skeiðnum høvdu eina greiða ætlan við at vera við. Tey eru sjálvi framsýnarar, og hava brúk fyri at betra seg. Hetta var eisini mein- ingin við skeiðnum. - Sjálvandi fáa vit ikki skil á øllum eftir einum degi, minni enn so, men hetta er eitt gott útgangs- støði. Ætlanin er, at skeiðið í básinnrætting skal endur- takast í vetur. Á skeiðnum søgdu luttakararnir annars, at tørvur eisini er á øðrum skeiðum innan sølu og marknaðarføring. Hesin boðskapurin er latin nevnd- unum fyri Hendur & Hug- flog og Føroya Heimavirk- isfelag. Skeiðsluttakararnir gjørdu modell í lutfallinum 1:10 av egnum básum. Og satt at siga minnir tað ikki sørt um eina rætta framsýning ... Hugskotið við skeiðnum var at læra fólk at inn- rætta sínar egnu básar. Og tað er munandi bíligari at gera feilir í lítlum mátistokki Tórshavnar kommuna Havnin livandi, kveikjandi, skapandi Ein virkin mentan gevur eitt virkið samfelag,har øll kunnu taka lut við sínum hugflogi og sínum royndum