hósdagur 20. juli 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 87 - 6. mai 2000
Nr. 87 - 6. mai 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Hendur & Hugflog 2000
Søluframsýning fyri listhandverk og heimavirking
Sveinur Tróndarson
Hóast ung í fakinum, so
hevur Tóra Simonsen kent
til vev og veving alt tað, hon
kann minnast. Mamman
hevði ein vev standandi á
loftinum, og hon brúkti
manga fríløtuna har uppi.
Omman var nú heldur ikki
eiðasør, fyri at siga tað, sum
tað er.
- Omma vevaði serliga
nógv. Hon hevði Vevstov-
una, har hon og aðrar konur
vevaðu, og har plagdi eg at
vitja, frá tí eg var heilt pink-
alítil, sigur Tóra.
Í byrjanini var tað mest
vitjan, men seinni vaks hug-
urin fyri fakinum hjá omm-
uni og frítíðarítrivinum hjá
mammuni, og sum tíðin
leið, bar alt á tað borðið, at
framtíðin hjá Tóru skuldi
hava eitthvørt við vevin at
gera — og so varð.
Ung men
gomul í fakinum
Hóast Tóra ikki er serliga gomul, so er vevurin henni ikki
ókendur. Omman hevði vevstovu, og frá tí Tóra var pink-
alítil genta, plagdi hon at vitja inn á gólvið hjá ommuni.
Grundin var løgd, og so var tað kanska ikki so løgið, at
Tóra tók yvir, tá omman legði frá sær
Tók yvir
aftaná ommuna
Hjá ommuni var tað so, at
vevurin var annað enn frí-
tíðarítriv. Hon hevði, sum
sagt, konur afturat sær í
framleiðsluni, og áðrenn
long tíð var fráliðin, keypti
hon sær ein maskinvev.
Hann er størri og nógv øðr-
vísi enn ein ”vanligur” vev-
ur, og er eisini nógv øðrvísi
at handfara.
Men tað var nú ikki bara
tað. Omman hevði keypt ein
vev, sum tað ikki var pláss
fyri í teirra egnu húsum, og
tí gjørdu hon og maðurin av
at keypa eini størri hús í
Stoffalág, og hesi húsini
komu at vera karmurin um
Vevstovuna framyvir.
Fyrst í 90-unum gjørdu
føroyingar avtalu við ES
um handil og ein avleiðing
av hesi avtaluni var MVG
skipanin.
- Tá meldaði omma pass.
Hon hevði ikki hug at fara
at seta seg inn í MVG-skip-
anina, og tí heitti hon á meg
um at hjálpa sær. Á tann
hátt, kom eg enn longur inn
í fakið, og tá omma doyði í
1997 tók eg yvir, greiðir
Tóra frá.
Idealisman
drívir verkið
Hóast tað ikki var fremmant
fyri Tóru, so var tað kortini
ikki bara sum at siga tað at
taka yvir. Tað er ikki so
nógvur peningur í eini slík-
ari vinnu, og tí er tað ikki
ov nógv sagt, at tað er ide-
alisman, sum drívir verkið.
Tóra hevur ein lítlan son,
sum hon ansar sjálv, og tí
má arbeiðið lagast til eftir
tí. Einsamøll er hon kortini
ikki, tí umframt at pápi
hennara arbeiðir saman við
henni, so er maður hennara
heldur ikki eiðasørur at
hjálpa til, tá høvið býðst.
- Fyri eini tíð síðani
keyptu vit okkum enn ein
maskinvev afturat, og við
honum ber til at gera fleiri
uppgávur, betri og skjótari,
sigur Tóra.
Men enn er tað heldur
striltið at fáa tað stóra fíggj-
arliga avkastið av fram-
leiðsluni.
- Tað er nú einaferð so,
at okkara framleiðsla er eitt
sindur avmarkað sammett
við vevstovur uttanlands,
og tað er teimum vevstov-
unum vit kappast ímóti. Tí
ber illa til at gera tað sama
fyri ein dýrari penga. Vit
mugu tí hugsa eitt sindur
øðrvísi og gera okkurt, sum
hinar vevstovurnar ikki
gera, og tað er tað, sum vit
royna í løtuni. Eitt dømi eru
føroysku skjúrtini, sum fyri
tað mesta verða gjørd eins
allastaðni. Her hava vit
roynt at verið úti um okkum
og hugt eftir, hvussu tey
gomlu føroysku sniðini sóu
út, sigur Tóra, og leggur
afturat, at tey hava hugsað
sær, at hetta skal gerast ein
nýggjur møguleiki hjá
teimum.
Kenda danska
matstovan
Tá tað kanska er eitt sindur
trupult hjá Tóru at koma
víðari á føroyska marknað-
inum, spyrja vit, um tað
ikki hevði verið eitt hug-
skot at farið út um landodd-
arnar at gjørt vart við seg.
Til hetta svarar Tóra, at
hon hevur roynt, og at tað
hevur givið misjøvn úrslit.
—Vit royndu okkum í Ís-
landi, men har kundu vit
spart upp á krútið. Vit sendu
brøv út til eina rúgvu av
møguligum kundum, men
fingu ikki eitt einasta svar
aftur, greiðir hon frá.
- Hinvegin fingu vit eina
áheitan um at gera nakað til
eina matstovu í Danmark,
og tað er ikki óhugsandi, at
júst hetta kann koma at vera
ein hornasteinur undir eini
framtíð við fleiri útlendsk-
um viðskiftafólkum, greiðir
hon frá.
Tóra sigur frá, at ein av
matstovunum í kendu ket-
uni hjá Hereford skuldi hava
vovið eitt gólvteppið og tað
var gjørt eftir tekning frá
Tróndi Paturssyni. Hetta
mundi eydnast væl, tí tá tey
skuldu brúka tilfar til nakrar
benkur, komu tey aftur, og
sum skilst á Tóru, er fyri-
tøkan væl nøgd við vøruna
frá Tóru.
- Eg havi ikki sæð tað
sjálv, men mamma og pápi
hava sæð tað, og tey hildu
tað vera heimligt at síggja
okkara arbeiði liggja á gólv-
inum, tá tey trinu innar, sig-
ur Tóra smáflennandi.
Sum skilst á henni, so er
eisini møguleiki fyri, at Tóra
kann
sleppa
at
brúka
Hereford í eini »lýsingarher-
ferð« í Danmark og aðra-
staðni við. — Vit fáa nakrar
myndir frá teimum, og so
fáa vit at síggja, sigur Tóra.
Sjálvlærd
Sum sagt hevur Tóra slitið
sínar barnaskógvar í um-
hvørvi, har vevur var partur
av húsinum. Hon hevur ikki
nomið sær útbúgving innan
fakið, men hevur fingið
góðan stuðul frá ommu og
mammu síni.
- Mamma lærdi meg
nógv, og tað gjørdi omma
eisini. Tær báðar í felag
hava lært meg meginpartin
av tí, sum eg havi lært, og tí
havi eg kanska ikki sæð
nakra orsøk til at fara á
skúla. Nú skal tað eisini sig-
ast, at tað er stórur munur á
at arbeiða við einum van-
ligum vevi og einum mask-
invevi, tí ein maskinvevur
krevur nógv meira og øðr-
vísi handfaring, sigur Tóra.
Kortini hevur hon gingið
á kvøldskúla eitt skeið, og
tað er so tað.
Sum dømi um munin mill-
um hand- og maskinvevin,
sigur Tóra frá, at tey á
útlendskum vevstovum hava
fólk, sum bara taka sær av at
stilla vevirnar, men soleiðis
er ikki hjá okkum. — Her
mugu vit taka okkum av
øllum, og tað er nú heldur
ikki so galið, sigur kvinnan,
sum hóast unga aldurin er
gomul í fakinum _
Hornini hava tikið yvir
Mitt í nítiárunum teknaði Eyðna Gaard seg til eitt skeið við kvøldskúlan á
Fossanesi. Síðani tá hevur hon arbeitt við listhandverki, og hon gerst alsamt
meira bitin av tí. Fyrst vóru tað hornini — nú eru hon eisini farin at arbeiða
við beini og neytakleyv
Sveinur Tróndarson
- Nú summarið nærkast
er eftirspurningurin sera
stórur, og tí siti eg so at
siga allan dagin og ar-
beiði, sigur Eyðna Gaard,
úr Klaksvík.
Mitt í nítiárunum tekn-
aði Eyðna seg til eitt
kvøldskúlaskeið á Fossa-
nesi, og líka síðani hevur
hon arbeitt við hornum
meiri ella minni burturav.
Undangongumenn
á Fossanesi
At hornini so at siga
skuldu taka yvir, var
kanska ikki ætlanin, tá
hon av fyrstan tíð teknaði
seg til kvøldskúlan. Men
undirvísingin var sera á-
hugaverd og lærarin góð-
ur, og tað var orsøkin til,
at hugurin fyri at gera
meira við hornarbeiði
vaks. Bæði hjá Eyðnu og
eisini hjá Jacobinu, sum
hon arbeiðir nógv saman
við.
- Vit kunnu næstan
siga, at kvøldskúlin á
Fossanesi er tiltikin fyri
sína frálæru í at arbeiða
við hornum, og tað hevur
ivaleyst eggjað okkum til
at halda fram.
Eyðna sigur, at hon
skjótt gjørdust bitin av
hesum arbeiðinum, og at
hetta hevur verið áhald-
andi. So við og við er
dirvið økt ,og hon er nú
eisini farin at gera lutir
burtur úr beini og neyta-
kleyv.
Men tað er ikki bara sum
at siga tað kortini, tí tað er
ein lang prosess, frá tí at hon
fær hornini, til tey liggja
antin sum ein upptrekkjari
ella sum eitt hálsprýði.
- Ja, tað er púra vist, sigur
hon og smáflennir, tí tað er
ikki altíð so tespiligt at tak-
ast við.
Tolið húsfólk
Eyðna greiðir frá, at hon fær
horn og kleyvar frá fólki,
sum vita, at hon arbeiðir við
slíkum. Ikki altíð er tað so
tespiligt at síggja til, men
soleiðis má tað nú einaferð
vera, tí hon má sjálv hand-
fara tey og gera tey til.
Í fyrsta umfari verður alt
koyrt í eina grýtu, og har
vera tað liggjandi nakrar
tímar. Slóðin skal loysast frá
hornunum, og tað tekur eitt
sindur av tíð, um hornini eru
í feskara lagi.
- Tá tað er liðugt, skulu
tey vaskast væl og virðiliga,
tí seyða- ella neytaluktur
skal ikki ganga at teimum,
greiðir Eyðna frá. — Og
ikki fyrr enn reingerðin er
liðug, kann eg fara undir at
pussa tey og virka tey til tað,
sum eg havi sett mær fyri,
leggur hon afturat.
Men einki av hesum
hevði borið til, um ikki hús-
fólkið var so tolið, sum tað
er, sigur Eyðna. — Onk-
untíð haldi eg, at tey ynskja
meg har piparið grør, men
tað er helst mest, tá hornini
eru í ræstara lagi, sigur hon
og flennir. — Annars eru tey
sera røsk at stuðla mær í tí,
eg takist við, leggur hon aft-
urat.
Serliga til føroyingar
Tá vit spyrja Eyðnu, hvørji
viðskiftafólk hennara eru,
sigur hon, at tað serliga eru
»útlendskir«
føroyingar,
sum eru heima á vitjan, ella
føroyingar, sum eru á veg
uttanlands.
- Føroyingar, sum eru
heima og vitja, vilja fegnir
hava okkurt føroyskt við
sær, tá teir fara avstað aftur.
Onnur vilja hava onkran lut
við til vertirnar, og tá er
okkurt smáprýði úr horni
ikki so galið, sigur Eyðna.
Tá vit spyrja um útlendsk
viðskiftafólk, er hon næstan
eiðasør, sigur hon.
Orsøkin er helst, at hon
onga sølubúð hevur í Klaks-
vík og tað, sum hon selur,
verður selt til fólk, sum vita,
at hon arbeiðir við slíkum.
- Eg havi — ikki enn í
hvussu er — havt hug til at
gera mær eina sølubúð, og
sum er, havi eg tað ikki fyri
neyðini. Eg havi nóg mikið
at gera við at framleiða tað,
sum eg skal, greiðir hon frá.
Annars heldur hon ikki,
at útlendingar eru so áhug-
aðir í at keypa slíkar smá-
lutir, sum eitt nú upptrekkj-
ara úr horni.
Ferðast til
framsýningar
Kortini er Eyðna ikki tann,
sum goymir seg við sínari
framleiðslu norðan fyri
Leirvíksfjørð. Hon hevur
verið við á nógvum sølu-
framsýningum, og tað ætlar
hon sær at halda á við, sigur
hon.
- Tað eru so nógvar smáar
jólasølustevnur, eitt nú á
Oyrabakka og í Runavík, og
tað kastar væl av sær, sigur
Eyðna. Hon hevur eisini
verið við til Hendur og
Hugflog øll árini, og eins
og við hinum framsýning-
unum, heldur hon, at tað er
nakað, sum gevur meira
dirvi og áræði.
- Eg vil ikki siga, at sølan
er tann týdningarmiklasti
parturin av at vera við til
eina framsýning. Hinvegin
haldi eg, at vit stuðla hvørj-
um øðrum øgiliga væl, og
tað er sera týdningarmikið,
tá ein tekst við slíkt. Tað er
skjótt, at ein kemur at sita
einsamallur, og tí er gott at
fara út at sýna fram, sigur
Eyðna, sum samstundis
heldur, at tað er neyðugt at
hava okkurt nýtt við sær í
skjáttuni at vísa fram.
Tá vit spyrja Eydnu, um
hon so hevur gjørt nakað
nýtt hesaferð, dregur hon
eitt sindur, men kemur so
eftir, at tað hevur hon.
- Eitt horn, sum er sag-
að sundur, og sum er ein
upptrekkjari í øðrum end-
anum og ein propptrekkj-
ari í hinum. Tað havi eg
ikki sæð nakran annan
gjørt, sigur hon.
Hesin lutur fæst eins og
aðrir bæði í pussaðari út-
gávu og eini meira ráari
útgávu.
- Tað skal vera eitt sind-
ur at velja ímillum, og
øllum dámar ikki, tá tað
er polerað, sigur hon.
Hugurin er til meira
Hóast tað er mikið putlut
at takast við handaverk av
slíkum slagi, so er hug-
urin til arbeiðið ikki fán-
aður — heldur tvørtur-
ímóti.
Sum sagt, er hon eisini
farin at arbeiða við ney-
takleyv og beini, men
umframt tað er hon eisini
farin at arbeiða við silv-
uri. Burtur úr tí ger hon
ringar og hálsketur, og tað
er ikki óhugsandi, at ann-
að legst til við árunum.
- Tað verða brúktir
nógvir tímar, serliga tá
summarið er, og eftir-
spurningurin er stórur. Tá
alt pussiarbeiðið verður
gjørt við handamegi, so
tekur tað sína tíð, men tað
er sera hugaligt, sigur
Eyðna at enda.
Vevstovan
Mýrifípan:
Hendur & Hugflog 2000
Søluframsýning fyri listhandverk og heimavirking
Vindurin kemur úr fjald-
um goymslum, kannar og
sær alt, sum hann frið-
leysur reikar í ymsar ættir.
Tað ágrýtna lagið er á
honum, ferðin er í ein út-
nyrðing og skjótt liggja
norðurhøv fyri framman,
illfýsin av blástri hansara.
Í havsbrúnni ballar tokan
seg um okkurt grønt og
grátt, ið siglir í bláum.
Vindurin harkar, er lún-
utur, men forvitin, orkar
ikki stilli og mjørka.
Hostar - burtur við hon-
um. Í einum eygnabragdi
sæst, at tað grøna og tað
gráa, ið siglir í tí bláa eru
oyggjar.
Vindurin missir nærum
ondina av hesi undursjón,
men kvaklast við aftur, tá
hann niðri í eini møl hómar
okkurt, sum eina reyða
pirru, tita aftur og fram. Eis-
ini letur ljóð úr lítlu pirruni.
Hann makar vindin, kemur
nærri og sær, at lítla reyða
pirran er ein smágenta í
hvítum øklasokkum og
reyðum kjóla. Hon hoppar
og dansar skinklandi klett
av kletti, og tað hon sigur
er: »malagrót, mala- malag-
rót.« Tað er so stuttligt at
siga malagrót, mala- mala-
Summarvindur
grót og uppaftur stuttligari
er at taka malagrót, teir
smáu steinarnar, upp í lógv-
an, merkja tað runda, kalda
grótið og kenna hvussu væl
tað fellur í hondini.
Vindurin heldur, at smá-
gentan er so yndislig, hann
kann ikki bara sær at kína
henni um annan kjálkan,
men tað verður nakað harð-
ligt, gentan kulsar og rennur
heim í hitan.
Innkomin rættir hon út
hondina og spyr tivandi:
»Babba, hvør hevur gjørt
malagrótið?« »Tað er havið,
ið hevur myndað malagrót-
ið, uppgangur í túsund, tús-
und ár,« svarar pápin.
Gluggin stendur á gloppi og
vindurin slotar í nánd, lurt-
ar. Aftur spyr smágentan:
»Babba, dugi eg at gera
okkurt, sum er so vakurt
sum
malagrót?«
Pápin
hugsar seg væl um, áðrenn
hann svarar: »Lítla mín,
okkurt kynstur manst tú
duga, og í mínum eygum
verður tað tú gert, eins vak-
urt og malagrót.« »Men
hvussu skal eg bera meg
at?« spyr gentubarnið ótol-
ið. Tolið ljóðar svarið: »Tú
eigur tvær hendur, tvey
eygu, tvey oyru og inni í
fitta høvdi tínum búgva
spurningar og í kenslum tín-
um búgva ampin og gleð-
in!«
Lotið kennist inn í stov-
una, sum vindurin toyggir
seg at hoyra hvørt orð.
Sorgblíður hugsar hann fyri
sær: »Hóast alla megi
mína fái eg onki havt á
hondum. Vil eg skunda
mær eftir onkrum, fer tað
undan mær, royni eg at
lyfta onkrum, dettur tað
niður aftur. Eydnuríkt er
mannabarnið í reyðum
kjóla at geva og fáa.
»Babba, fara vit út í bø-
in nú?«, spyr smágentan í
reyðum kjóla. »Ja, nú er
góður hoyterri, vindurin
er vælsignaður, viðhvørt.«
Smoykin smeyg vind-
urin sær útum aftur í ein
landsynning.
Summarsólstøður 2000
Randi S. Vang
Sveinur Tróndarson
Sjálvt um Hendur & Hug-
flog er ætlað føroyskum
listhandverkarum, so hava
royndirnar frá teimum báð-
um seinastu árunum víst, at
tað er rætt at bjóða útlendsk-
um starvsfeløgum við.
Seinastu tvey árini hava
útlendskir gestaframsýnarar
verið við, og umframt at
geva hesum møguleika at
sýna sínar vørur fram, so
gevur hetta eisini føroysku
framsýnarunum møguleika
at síggja, hvat starvsfelagar
teirra - og kappingarneytar
- hava at bjóða.
Í ár koma fyri fyrstu ferð
gestaframsýnararnir úr bæði
Íslandi og Hetlandi.
Prýðislutir úr Hetlandi
Úr Hetlandi koma umboð
fyri tvær fyritøkur, har onn-
ur virkar lutir úr leðri, með-
an hin ger prýðislutir.
Hjá Shetland Jewellery
gera tey prýðislutir. Her er
talan um bæði hálsprýði og
aðrar prýðislutir, og felags
fyri teir allar er, at teir antin
Forkunnugir gestaframsýnarar
úr grannalondunum
Tað er nú vorðin fastur táttur at hava útlendskar gestaframsýnarar við á søluframsýningini Hendur & Hugflog. Í ár
koma spennandi gestaframsýnarar - nú bæði úr Íslandi og Hetlandi
eru gjørdir úr sterling silvuri
ella gulli. Sniðið, sum Shet-
land Jewellery arbeiðir eftir
í løtuni, eitur »The Glasgow
Girls« og íblásturin til hetta
sniðið kemur frá nøkrum
sermerktum
skotskum
kvinnum, sum høvdu ein
stóran leiklut, tá stílurin
sum fekk navnið »The
Glasgow Style«, varð til.
Herumframt ger Shetland
Jewellery eisini ringar. Her
hava serliga giftiringarnir
fingið góða móttøku, og
fyritøkan selir giftiringar
kring allan heim.
Shetland Jewellery hevur
sølubúð í Lerwick, men
verkstaðurin liggur í Weis-
dale, einar 15 til 20 kilo-
metrar vestan fyri Lerwick.
Hágóðskaðar
leðurvørur
Journeyman Leather virkar
lutir úr leðri. Ein partur av
framleiðsluni er tilfar, sum
reiðfólk hava brúk fyri. Fyr-
itøkan ger bæði grímur og
saðlar, so her fáa føroysk
rossafólk høvi til at gleða
hestin, nú beint undan
Ólavsøkuni.
Journeyman Leather sig-
ur á heimasíðu síni, at teir
gera grímur til øll ross. Teir
hava fleiri ross á garðinum,
og tað gevur teimum góðar
møguleikar at passa grím-
urnar til, áðrenn tær vera
lætnar.
Umframt grímur og saðl-
ar ger fyritøkan eisini task-
Elinborg Kjartansdóttir
er málmlistakvinna úr
Íslandi og hennara verk
vera at síggja á
framsýningini um
vikuskiftið
Gríman er úr Hetlandi og
hana hevur Journeyman
Leather greitt úr hondum
ur, belti og reimar. Alt verð-
ur tilevnað úr leðri og
skyggjandi
lutirnir
eru
gjørdir úr messing. Fyritøk-
an liggur í Sandness á vest-
ursíðuni av Shetland Main-
land.
List og prýði
úr Íslandi
Gestaframsýnararnir úr Ísl-
andi eru Elínborg Kjartans-
dóttir og Anna Gunnarsdótt-
ir.
Elinborg Kjartansdóttir er
kend listakvinna í Íslandi og
hevur arbeitt við málmlist
og handaverki síðani 1989.
Hon starvaðist eitt skeið fyri
Oasis í Bretlandi, og har
virkaði hon m.a. skartgripir
úr kopari og messingi.
Seinastu árini hevur hon
tikist mest við myndalist og
hevur havt egnar framsýn-
ingar. Herumframt hevur
hon eisini luttikið á altjóða
framsýningum, eitt nú í
Bretlandi. Í 1999 hevði hon
egna framsýning undir heit-
inum »Kennist tú við«, har
allir persónarnir á myndini
vóru kendir íslendingar.
Anna Gunnarsdóttir er av
Akureyri og ger lutir úr
leðri. Hon ger millum annað
taskur og lampur úr leðri.
Eisini hon er kend víða fyri
sítt handaverk.
Anna Gunnarsdóttir úr
Íslandi framleiðir lampur,
taskur og aðrar lutir úr
leåri