Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Nr. 87 - 6. mai 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart til tann føroyska búnan • smí›ja á egnum verksta›i Føroya størsta úrval í seymitilfari C. Ployensgøta 4 • 100 Tórshavn Tel. 31 25 31 • Fax 31 23 19 SP/F MARJUN HEIMÁ Til dømis hava vit: Repsbond – belægningsbond – bummulls og silki skrábond – silkibond – ullbond – pyntubond – beltabond – svart floyalselastik til beltir í trimum breiddum – anoraksnórar – silkisnórar – frynsar – festonblondir – tráðblondir – ymiskan tráð til seymimaskinur og Overlockmaskinur – kinesartráð – ullint og mercisera stoppigarn – elastiktráð – nógv ymisk sløg av lynlásum, bæði heil og deilbar í nylon og metal – 1000 tals sløg av knappum í øllum støddum og litum – trykknappar – snapulhektir – niðurdeilshektir og buksuhektir – vestaspennir – yvirallsspennir – elastik í fleiri breiddum – sokkastroppar – ermabløð – lappar at bøta við – nógv ymisk merkir at seta uppá klæðir – pennar at merkja klæðir við – nálir til seymimaskinur – spolar til seymimaskinur – stórar stoppinálir og aðrar nálir – fingurbollar – krit – kalkerpappír – mynsturpappír – BURDA mynstur – MULTISNIT mynstur – saksar, eisini storkasaksin – Vlieseline – Vliesofix – fóurtoy – ein hóp av nýmótans meturvørum. Eisini hava vit nógvar góðar restir. Sosialurin - 311820 Kongabrúgvin • Tel. 311731 • Fax 318532 CARNIVAL 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar 3 ára garanti/100.000 km. garanti Dupult airbag, ABS, servostýring, sentrallás, startsperra, elrútar í fram- hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl, miðsetur, sum kunnu vendast og flytast aftur og fram við borðum, koyrisetrið kann setast í 8 ymiskar støður, rattið kann flytast upp og niður, nakkastuðlar, sum kunnu stillast og takast burtur, lesiljós framman, kúfangarar í sama liti sum bilurin, skinnarar á takinum v.m. Rætti bilurin til mong endamál. –Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. Fæst eisini við aut. gearum. J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn Tlf. 310600 Sosialurin - 311820 Multibilurin til einhvørja loysn ROYN HENDAN SERA VÆLUMTØKTA BILIN Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Familju - camping - firmabilur- og "mini- bussur" EINANS 235.800,- Fæst eisini sum vøruvognur 197.800,- EINANS Hondsmí›ja silvur Bundnir og tøvdir møttlar Sosialurin - 311820 Sosialurin - 311820 Hendur & Hugflog 2000 Søluframsýning fyri listhandverk og heimavirking Ferðafólk vilja fegin keypa vørur, sum eru virkaðar í tí landinum, sum tey vitja. Fyri handaverksfólk hevur tað tí týdning at finna út av, hvat tað er, sum ferðamað- urin leggur dent á. Tað eru eisini aðrir marknaðir fyri hondgjørd- um vørum, sum listhand- verkarar og heimavirkisfólk kunnu leggja seg eftir. Her verður hugsað um gávulutir, sum bæði privatfólk, fyri- tøkur og stovnar keypa í stórum tali. Frammanfyri nevndu evni vóru á dagsskránni á fundi, sum nevndin fyri Hendur & Hugflog bjóðaði listhandverks- og heima- virkisfólk til tann 17. juni. Niðanfyri taka vit samanum nakað av tí, sum varð um- røtt á fundinum. Hvør skal keypa Framleiðarin skal fyrst gera sær greitt, hvørjir keyp- ararnir av hansara vørum eru, ella hvørjar keyparar hann ynskir at fáa til vør- urnar. Krøvini til sjálva vøruna, innpakking, vørulýsing og annað kunnu vera heilt ym- isk alt eftir um vøran skal seljast yvir diskin beinleiðis til føroyskan endabrúkara ella um vøran til dømis verður keypt av eini fyri- tøku, sum skal lata hana víðari sum eina gávu, kanska til ein útlending. Tí má framleiðarin gera sær greitt, hvøjar marknað- arbólkar hann ynskir at selja til, og hvønn tørv og hvørji ynski júst hesir einastøku bólkarnir hava. Fyri sølu- møguleikarnar er tað avger- andi at vøran sum heild hev- ur teir eginleikar, sum møg- uligu keypararnir leggja dent á. Samstundis gevur henda tillagingin av vøruni til marknaðarkrøvini møgu- leikar fyri at fáa ein hægri prís fyri vøruna. Tað vil siga, at vit tala um eina virð- isøking av vøruni, sum ant- in kann fremja størri sølu ella geva hægri prís, og helst bæði. Um vørumenn- ingin ikki loysir seg, so hev- ur hon onga meining. Nøkur dømi um hvørjar møguleikar tú sum fram- leiðari hevur fyri virðisøk- ing av vørunum: Sjálv vøran Í nógvum førum er vøran sjálv, sum hon skal vera. Framleiðarar eiga tó reglu- liga at meta um, hvussu teir kunnu gera vøruna betri og snøggari, um vøran kann virkast í ymiskum variant- um ella um framleiðsluhátt- urin kann betrast o.a.m. Tíl- íkt áhaldandi betringarar- beiði kann bera góða frukt. Nakað, sum framleiðarar eiga ansa eftir er, um vøran er ov meinlík fabriksgjørd- um vørum. Tá verður torført at fáa hampuligan prís fyri hana. Strembast má tí eftir at geva vøruni aðrar egin- leikar enn fabriksgjørda vøran. Hetta kann millum annað gerast við vali av rá- vøru, við formgávuni ella á annan hátt. Innpakking Innpakking kann vera ein týdningarmikil partur av søluni, serliga tá talan er um vørur til gávur. Er talan um fyritøkur ella stovnar, sum keypa gávu- lutir til viðskiftafólk, kann tað vera avgerandi at vøran er í innpakningi, sum bæði ger hana meira lokkandi og einfaldari at lata víðari. Í aðrari støðu kann tað vera nóg mikið, at seljarin kann bjóða eina eskju til innpakn- ing, um kundin ynskir tað. Í Føroyum er eingin fyri- tøka, sum hevur lagt seg eft- ir at gera eskjur til gávulutir v.m., og framleiðarar hava tí keypt tílíkar uttanlands, men tað eru tó teir fáu. Møguleikarnir eru ótelj- andi, tá tað kemur til inn- pakking. Hugsið tí um inn- pakking, sum ger eginleik- arnar sjónligar, sum tú ynskir at leggja dent á við vøruni. Frágreiðing um vøruna Hvørjum tilfari er vøran gjørd úr? Er nøkur søga at siga um hetta tilfarið ? Er nøkur søga knýtt at sjálvari vøruni ella t.d. nýtsluni av henni í gamlari tíð ? Tílíkar frágreiðingar eru við til at marknaðarføra vør- una sum nakað serligt og vísa, at framleiðarin sjálvur virðismetir vøruna. Fyri út- lendingin, og tann, sum keypir gávur til útlending, hava tílíkar vørulýsingar serliga nógv at siga. Er talan um bundið plagg: Hvussu skal tað vaskast ? Aðrastaðni er tað ikki ein sjálvfylgja, at fólk vita, hvussu ullarvørur skulu vaskast, og summi halda seg tí burtur frá ullarvørum. Ein stutt frágreiðing kann vísa, hvussu eingfalt tað í veruleikanum er, og kann tí fremja sølu í einstakum føri. Heimavirking og listhandverk hava felags áhugamál við ferðavinnuna, tá tað ræður um vøkstur í ferðavinnuni og at útvega vørutilboð til ferðafólkið – Vit eiga at gera meira burtur úr okkara stóru attraktiónum, sigur Annleyg Lamhauge frá Ferðaráðn- um Sveinur Tróndarson Í juni mánaði skipaði nevndin fyri Hendur & Hugflog fyri fundi í Til- haldinum í Tórsgøtu. Eitt evni var virking av lutum til ferðavinnuna. Annleyg Lamhauge, sum starvast á Ferðaráðnum, hevði framløgu um hetta evnið. Hon metir, at tað er neyðugt at venda sjón- eykuni inneftir, og hyggja at hvat tað er, sum vit hava at bjóða. – Vit eiga at hugsa lok- alt, og tað gera vit ikki nóg nógv av í løtuni. Sum dømi kunnu vit siga, at tað finst eingin miniút- gáva av Kirkjubømúrin- um, og tað hóast hann er okkara størsta attraktión, sigur Annleyg. Hetta eigur eftir henn- ara tykki, at fáa okkum at vakna, og hyggja nærri eftir hvat tað er vit bjóða fremmandu gestunum at hava við sær heimaftur, til minnis um ferðina her. Lokalar attraktiónir – Um vit taka Leirvík, sum dømi, so hava teir víkingatoftir har, og tað eiga teir at gera meira burtur úr í sambandi við ferðavinnuna, sigur Ann- leyg. Tað kundi eitt nú verið sermerki hjá Leirvík, og eitt hugskot hevði verið at selt lutir við víkinga- tilknýtið við toftirnar, leggur hon afturat. – Fara vit í Suður- oynna, so hava teir kol, og tí áttu teir at fingið meira burtur úr í ferða- vinnuhøpi, sigur Ann- leyg. Hennara hugskot til føroyingar er at hugsa lo- kalt, fyri at fáa sum mest burtur úr ferðavinnuni. Vera á staðnum – Men tað er kanska júst ein partur av trupulleik- anum. Vit føroyingar seta okkum upp aftur á at bíða heldur enn at fara til ferð- afólkið, har tey eru, fyri at selja okkara vøru. Føroyingar, sum hava verið uttanlands vita, at útlendsku sølumenninir eru nógv minni smædnir enn føroysku, og her hava vit kanska nakað at læra av teimum. –PÁ Eiði hava tey eina søgu um eina konjak- fløsku á látrinum har. Hesari áttu eiðismenn at gjørt meira burtur úr. T. d. við at selja postkort við mynd av konjakfløskuni á, greiðir Annleyg frá. Hóast hesi støðini eru nevnd við navni, so er tað ikki tí, at hon heldur, at tey eru verri enn onnur. Tey eru bara brúkt sum dømi. Eygað keypir eisini Umframt týdningin at leggja dent á tað lokala, so heldur Annleyg, at inn- pakningurin hevur stóran týdning. Jú vakrari vøran er við innpakningi og øllum, størri er møguleikin fyri, at fremmandamaðurin keypir ein eintak heim- aftur við sær. – Tað er ikki fyri at seta niður á tey sum fram- leiða, men tey hugsa fyrst og fremst um framleiðsl- una, meðan pakningur og annað líknandi í teirra hugaheimi ikki hevur so stóran týdning. Veruleikin er harafturímóti, at pakn- ingurin hevur sera stóran týdning, sigur Annleyg Lamhauge, sum leggur afturat, at tað tí kanska hevði verið gott hjá fram- leiðarunum, at fingið eina hjálpandi hond. Vitja á verkstaðunum Nógvir av framleiðarun- um sita heima á smáum verkstaðum, og hava onga útsølu. Sum við inn- pakninginum, so er tað ikki sølubúðin, sum kem- ur í fyrstu røð, men hes- um eru ráð fyri. Til dømis kundi ein møguleiki verið, at gjørt eina rundferð við ferða- fólki til nakrar verkstaðir. – Á Bornholm verður skipað fyri einum túri til listhandverkarar og steðgað verður á fýra til seks støðum. Sjálv vitj- anin er ókeypis, meðan kostnaðurin fyri túrin fer til at rinda fyri buss og ferðaleiðara. Hetta átti at verið møguligt at gjørt her heima eisini. Á tann hátt fingu ferðafólk høvið til at koma í samband við framleiðararnar og sam- stundis at keypa vørur teirra, heldur Annleyg. Nógv fólk hevði leitað sær í Tilhaldið í Tórsgøtu til fundin um gávulutir og ferðavinnu, sum nevndin fyri Hendur & Hugflog skipaði fyri hálvan juni. Vørumenning og marknaðartørvur - tvær síður av somu sak