Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. oktober 2017 · Nr. 123 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór NSÍ-málverjin, Karstin Hansen, umber uppslagið hjá sær á instagram, har hann við einum hashtag bendi á, at samanbresturin við Andreas Lava Olsen var film. Hann sigur, at tað var ein joke. Birgir Hansen verður settur í starv sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá Neistanum. Hann tekur við eftir Danilo Gagliardi, sum herfyri varð uppsagdur. Eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið fær Craig Shakespeare sekkin sum venjari í enska felagnum Leicester, har hann tók við eftir Claudio Ranieri. Giza Hoyvík boðar frá, at høvuðsvenjari teirra, Frankie Jensen, ikki heldur fram í starvinum. Felagið er nú farið undir at leita eftir avloysaranum. Víkingur gerst føroyameistari í Effodeildini annað árið á rað. Víkingur tapur seinasta dystin ímóti EB/ Streymi og hevur sama stigatal sum KÍ, men hevur tó betri málúrtøku. 07 Vestur endar á næstaftasta plássi í Effodeildini, men sleppur hóast alt undan niðurflyting. Orsøkin er, at einans eitt lið, sum kann flyta upp, endar ímillum trý tey fremstu í 1. deild. Føroyar eru vertir fyri norðurevropeisku meistaraskapunum í fimleiki. Eingin føroyingur kemur í finaluna, men føroyingarnir standa royndina sum fyriskiparar í hesi stóru kappingini, sum er í høllini á Hálsi. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Lars Arne Nilsen, venjari hjá Brann Sonni Larsen, venjari hjá H71 - Eg revsi meg sjálvan fyri nøkur av valunum, sum eg gjørdi móti endanum. Dómarin gjørdi ein feil, og tað má vera loyvt. Men hesin feilurin var stórur. Hann oyðilegði jú dystin fyri okkum. Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Bogi Berg Aldur: 23 Starv: Fimleikur) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Dia Midjord 2. 2008 3. Heðin Stenberg 4. Hávur 5. Birgir Hansen 6. Golden State Warriors 7. Finnur Hansson 8. Teit Jacobsen Hey Bogi! Hvussu gekst hjá tær í Northen European Championship? - Tað gekk heilt væl. Lopini riggaðu fínt, og eg hevði góðar lendingar. Tíverri fekk eg ikki gjørt eitt av teimum lopunum sum eg ætlaði, so eg fekk ikki tey stigini, sum skuldu til fyri at røkka finaluplássi. Eg manglaði einans 0.15 stig fyri at koma við í finaluna. Rani Dalsgarð fekk sama stigatal sum eg í lop, og vit vóru tí báðir tveir akkurát ov stuttir til finaluna. Á gólvinum gekk heilt væl hjá mær, og eg var einans 0.2 stig frá finaluni - eingin føroyingur hevur nakrantíð verið tætt við finalupláss á gólvinum áður, so tað er eitt gott úrslit. Sjálvandi iðrar man seg um teir smáu feilirnir, sum kostaðu finaluplássið, men hatta er tað sum er við fimleiki - allir feilir eru dýrir. Hvussu gekst hjá føroyska liðnum? - Føroyska liðið stóð seg betur enn nakrantíð áður. Vit høvdu heilt fáar stórar feilir, og vit fingu kappingarfør úrslit í flestu amboðunum. Eru tit nøgd við úrslitið? - Vit eru heilt væl nøgd við úrslitini, hóast vit høvdu vónað eitt ella kanska fleiri finalupláss. Lagið var gott bæði undan, undir og aftaná kappingina, og vit øll hava gjørt eitt avrik, sum vit kunnu vera errin av. Innsatsurin lá so ikki eftir. Hvussu var støðið í kappingini? - Støðið í kappingini í ár var væl hægri enn tað hevur verið fyrr, men hóast hetta, so smæddust vit ikki burtur. Vit vóru væl við í kappingini um tey ovastu plássini í summum amboðum, men sum nevnt, so rukku vit akkurát ikki finalunum. Hini londini hava munin, men við framgongdini, sum føroyski fimleikurin hevur havt seinastu árini, so verður ikki leingi til vit gera okkum galdandi á ovastu rók. Hvussu megnaðu føroysku fyriskipararnir uppgávuna? - Fyriskipararnir megnaðu upp­gávu­na heilt framúr væl. Alt riggaði væl, bæði til sjálvu kappingina, men eisini tá tað kom til tey praktisku viðurskiftini, sum t.d. transport og kunning. Sum­m­ir av fimleikarunum hava enntá sagt, at hetta hevur verið best fyriskipaða NEC nakrantíð. Føroyar hava sostatt prógvað, at vit væl og virðiliga kunnu vera vertir fyri slíkum kappingum. Fyriskipararnir eiga nógv rós uppiborið. Í einari klassiskari dokumentar­ røð, har sjónvarpstólið er einasti fylgisneytin, verður fylgt við einum liði í bestu amerikonsku deild­ini innan amerikanskan fótbólt, NFL. Eingin duld dagsskrá er. Tað, ið tú sært, er tað, ið gongur fyri seg. Røðin hevur síðani byrjanina í 2001 ment seg til at vera ein ógvuliga viðkomandi og álítandi send­ing, ið fyrigongur seg inn­ an fýra veggir, tá ið eitt lið í amerikonskum fótbólti fyrireikar seg til kappingarárið. Tað er skiftandi, hvørjum liði fylgt verður við, og í ár eitur liðið Tampa Bay Buccaneers. Fylgt verður við heilt frá byrjan, tá ið leikarar møta upp til venjingar­legur longu væl áðrenn kapp­ingarárið byrjar, og fylgt verður við hvussu leikarar stríða seg til at gerast ein partur av hópi­num. Einans 53 leikarar gerast partur av endaliga hópinum, og tað er hørð kapping um plássini. Tað, sum ger sendingina spennandi, er, at tað eru ógvuliga nógvar spennandi søgur handan hvønn einstakan leikara, og at framleiðararnir duga væl at varpa ljós á júst hetta. Tað er ongantíð keðiligt. At síggja leiðsluháttin og bein­hørðu útnevningarnar hjá venjingar­ unum, dystin hjá teimum mongu leikar­unum um eitt pláss í hópi­ num og tær mongu søgurnar eru við til at seta sín dáma á røðina, og at syrgja fyri at hon ongantíð er keðilig at hyggja eftir. HYGG UM: Um tú hevur áhuga í ítrótti, framhaldsrøðum og serliga ítrótti. IKKI HYGG UM: Framhaldsrøðir ella aftanfyri ítróttin ikki sigur tær nógv. HVUSSU ER AT HYGGJA: Hugtakandi. Nógvar spennandi søgur. HVAT SIGUR TÚ? Ein spennandi røð til tá ið tær manglar okkurt at hyggja eftir. FAKTA: Viasat sendir hesa røðina, ið verður víst á TV3 Sport 1 og Viaplay. Amerikanska sjónvarpsstøðin HBO hevur framleitt røðina, har hvør partur er ein lítlan tíma til longdar. Sjónvarpsrøðin: Hard Knocks 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu eitur venjarin hjá monnunum hjá StÍF? 2 Hvat ár fekk GÍ/LÍF heitið Víkingur? 3 Hvussu eitur málverjin og liðskiparin hjá AB? 4 Hvussu eitur nýggja kurvabóltsfelagið í Klaksvík? 5 Hvussu eitur nýggi venjarin hjá kvinnunum í Neistanum? 6 Hvussu eitur liðið, sum vann NBA (kurvabólt) í fjør? 7 Hvussu eitur spælandi venjarin hjá Team Klaksvík? 8 Hvussu eitur U21-landsliðsleikarin á myndini?