Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. oktober 2017 · Nr. 123 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Fyri fýra Effo-leikarar við landsliðsroyndum, var árið í ár tað seinasta fyri teirra viðkomandi í bestu føroysku fót­bóltsdeildini. Atli Daniel­ sen, Sjúrður Jacobsen, Jón­ hard Frederiksberg og Rókur av Fløtum Jespersen, gevast nevniliga allir eftir hetta kapp­ingarárið. Hjá Sjúrði Jacobsen og Atla Danielsen hevur tað verið greitt í eina tíð, at teir fóru at takka fyri seg eftir hetta kappingarárið, meðan tað eisini tóktist at vera rímiliga víst undan hes­ um kappingarárinum, at Jónhard Frederiksberg fór at spæla sítt seinasta ár í Effo-deildini. Men hjá Róki av Fløtum Jespersen úr HB komu boðini meira óvæntað. Rókur av Fløtum Jespersen boðaði á ársveitsluni hjá HB leygar­kvøldið frá, at talan var um hansara seinasta ár í bestu deildini fyri HB. Ein annar veteranur í før­ oyskum fótbólti spældi eisini í ár sítt seinasta kappingarár í bestu føroysku deildini. Tað er Víkinga leikarin, Sorin Anghel. Sorin Anghel gevst kom­andi ár fullkomiliga at spæla. Ístaðin fer hann tá at vera venjari hjá AB, sum flytir upp í Effo-deildina úr 1.deild. Í Víkingi var annars vænt­andi at onkur annar av teimum eldru á liðnum hjá teimum, møguliga eisini fóru at takka fyri seg eftir sein­asta dystin leygardagin. Men fyribils sær tað út til at teir allir – uttan Sorin Anghel – ætla sær at taka eitt ár afturat í bestu føroysku deildini. Hjá Víkingi hevur tað serliga verið ivamál um teir báðar veteranarnar á mið­vøllinum, Hans Jørgen Djurhuus og Fróði Benja­min­ sen, ið báðir eru komnir væl upp í árini. Felags fyri allar teir sum hesa ferð takka fyri seg, er at teir allir hava verið stórir profilar tey feløgini, ið teir hava umboða. andre@sosialurin.fo Víkingur er best – men við fægst stigum Tá seinasta umfar í Effo-deildini varð leikt leygardagin, vóru tað nakrir leikarar, ið spældu fyri seinastu ferð í bestu føroysku deildini NAKRIR TAKKAÐU FYRI SEG SJÚRÐUR JACOBSEN Aldur: 41 Føddur: 29-08-1976 Feløg: NSÍ, ÍF, EB/Streymur Fyrsti dystur í Effo-deildini: 14- 05-1995 (B71-NSÍ) Dystir í Effo-deildini: 319 Mál í Effo-deildini: 27 ATLI DANIELSEN Aldur: 34 Føddur: 15-08-1983 Feløg: KÍ, B36 Fyrsti dystur í Effo-deildini: 10- 09-2000 (KÍ-B36) Dystir í Effo-deildini: 249 Mál í Effo-deildini: 37 JÓNHARD FREDERIKSBERG Aldur: 37 Føddur: 27-08-1980 Feløg: Skála, NSÍ, EB/Streymur Fyrsti dystur í Effo-deildini: 05- 05-2002 (EB/Streymur-Skála) Dystir í Effo-deildini: 385 Mál í Effo-deildini: 55 RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN Aldur: 32 Føddur: 16-03-1985 Feløg: HB Fyrsti dystur í Effo-deildini: 06- 05-2001 (KÍ-HB) Dystir í Effo-deildini: 191 Mál í Effo-deildini: 38 SORIN ANGHEL Aldur: 38 Føddur: 16-07-1979 Feløg: EB/Streymur, AB, Víkingur Fyrsti dystur í Effo-deildini: 29- 04-2001 (B71-EB/Streymur) Dystir í Effo-deildini: 334 Mál í Effo-deidlini: 92 Fakta um leikararnar, ið spældu sítt seinasta ár í Effo-deildini: Víkingur er annað árið á rað føroyameistari í fótbólti hjá monnum. Hóast teir bara fingu fýra av teimum seinastu 15 møguligu stigunum, so verður eftirsmakkurin eins góður í Gøtu og Leirvík í ár, sum í fjør, tá liðið vann sítt fyrsta meistaraheitið. Um bara verður hugt eftir stigatalvuni, so kundi ein heildi, at talan hevur verið um eitt avbera spennandi kappingarár. Heilt soleiðis hevur tað ikki verið, tí tað hevur verið millum lítil og ongin spenningur um FM seinastu umførini. Alíkavæl enda Víkingur og KÍ bæði á 52 stigum. Eisini er bara eitt stig millum 07 Vestur og TB/FCS/Royn, sum hava niðurflytingarstrikuna millum sín, men heldur ikki her var nakað niðurflytingarstríð. Her bara bara spenningur um B68 fór at klára at yvirhála KÍ í 1.deild. Endin var, at B68 blívur nummar fýra og heldur fram í 1.deild, meðan 07 Vestur blívur fyrsta liðið í nýggjari tíð, sum ikki flytur niður, tí annar uppflytarin ikki klára at vinna seg millum trý tey bestu. 52 stig hevði ikki verið nokk til at vunnið FM nakað av hinum árunum, síðani vit í 2005 fóru upp á 27 umfør. “Bíligastu” FM heitini undan hesum eigur HB í 2010 og í 2013, tá teir vunnu tað við 54 stigum. Serliga FM heitið í 2013 bleiv vunnið í stórum stíli og stigatali endurspeglar ikki styrkina á liðnum. Tað er eisini ein spurningur um kappingin ikki er blivin meiri jøvn í ár. Fyriuttan ÍF, sum datt niður í millum, so tykist tað sum at tað er spenningur í flestu av dystunum, sum verður spældir í føroysku kappingini. Tað ger eisini, at tað er verri á fáa stig og tí er ikki vist, at hasi 52 stigini endurspegla styrkina hjá Víkingi. Herfrá skal ljóða eitt stórt til lukku til Víking. Felagið er væl skipað og hevur gingið á odda við at lyfta yvirleggjaran í Evropa. Felagið er sum ein familja og tað sást millum annað væl, tá liðið var í Íslandi við leiguflúgvara í summar til Champions League. Somuleiðis hevur felagið vunnið silvur í næstbestu deildini við einum ungum liði. Til lukku, Víkingur! trondur@sosialurin.fo