týsdagur 24. oktober 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Arbeiðið við einari stjórnarskipan
fyri Føroyar hevur vart í 18 ár, nú
tingið loksins hevur havt 1.viðgerð
av uppskotinum, sum Aksel V.
Johannesen, løgmaður hevur lagt
fyri tingið.
Ósemjurnar vóru ógvusligar
undan viðgerðini. Orsøki er, at
tingsins umsiting mælti til, at
tingið vísti uppskotinum frá sær,
tí uppskotið ikki er í tráð við ting
skipanina..
Umsitingin vísir serliga á, at ong
ar viðmerkingar eru til einstøku
greinarnar í uppskotinum. Sam
bært tingskipanini, so skulu øll
lógaruppskot hava slíkar viðmerk
ingar, so tað er lættari seinni at
tulka, hvat tey sum gjørdu lógina, í
veruleikanum meintu við tað, sum
skrivað stendur í lógini.
Formansskapurin
í
Løgting
inum hevur á fleiri fundum við
gjørt uppritið frá umsitingini og
endaliga niðurstøðan var, at for
mansskapurin mælti tinginum til
at vísa uppskotinum burtur.
Undan
1.viðgerðini
atkvøddi
tingið um tilmæli frá formansskap
inum Øll samgongsan atkvøddi
ímóti at burturvísa uppskotið,
meðan andstøðan mælti tila t burt
urvísa uppskotið. Tá ið atkvøtt var,
vóru 16 fyria t burturvísa uppskot
inum – 16 vóru fyri.
Viðgerðin
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni førdi
við sær, at tingið fór undir at við
gera uppskotið hjá løgmanni.
Grundleggjandi bendir orða
skiftið á, at allir flokkar uttan Sam
bandsflokkuri taka undir við, at vit
skulu hava eina stjórnarskipan.
Løgmaður segði í tinginum, at
løtan nú er tann rætta at satykkja
eina stjórnarskipan, tí viðurskiftini
í landinum eru góð og tað gongur
væl, umframt at viðurskiftini mill
um Føroyar og Danmark erugóð.
-Tað er ikki rætt, at eg havi sett
meg ímóti, at uppskotið skal hava
viðmerkingar. Tað er nakað, sum
umboð fyri flokkarnar hava avgjørt
í 2010. Vil tingið hava viðmerkingar
nar innaftur, so havi eg onki ímóti
tí, segði Aksel V. Johannesen, løg
maður.
Løgmaður segði, at hetta hvørki
hevur nakað við lysing at gera ella
við donsku grundlógina.
Løgmaður segði, at koma føroy
ingar í rættin, so kunnu vit kredvja
okkara rætt eftir donsku grund
lógini og fáa vit stjórnarskipanina,
so kunnu vit eisini krevja rætt eftir
stjórnarskipanini.
-Hetta verður fyrstu ferð, at
vit fáa legitimitet frá fólkinum til
at avgera viðurskifti, landinuma t
frama, segði løgmaður.
Hann vónaði, at uppskotið verð
ur samtykt og at fólkið tekur undir
við tí, tá ið tað vónandi kemur til
eina fólkaatkvøðu.
Jákup Mikkelsen , Fólkaflokkur
in, helt, at tað kanska var betri at
gjørt eina føroyska grundlóg, sum
fólkið so kundi taka støðu til.
Stríðið er framvegis um, hvussu
ein stjórarskipan virkar í mun til
grundlógina.
Helena Dam á Neystabø, Javn
aðarflokkin segði:
-Pástandurin um, at stjórnar
skipanin er í andsøgn við grund
lógina er manaður í jørðina. Henda
stjórnarskipan er ikki í andsøgn
við donsku grundlógina. Hon virð
ir allar teir stjórnarrættarligu sátt
málar og altjóða avtalur, sum eru í
gildi – millum annað grundlógina,
Heimastýrislógina og yvirtøkulóg
ina
Eisini Bárður Nielsen, formaður
í Sambandsflokkurin, vildi hava at
vita, hvørja tign lógin hevur í mun
til aðrar lógir.
Sambandsflokkurin hevur gjørt
heilt greitt, at grípur hetta inn í við
urskiftini millum Føroyar og Dan
mark, so tekur flokkurin ikki undir
við tí.
Annita á Fríðriksmørk, Tjóð
veldi, helt at andstøðan leggur sín
andstøðuleiklut í málið, heldur enn
at arbeiða konstruktivt við málin
um.
Tá ið malið var viðgjørt var tað
beint í eina serlig grein-25 nevnd.
Ein slík nevnd hevur minst eitt um
boð frá hvørjum flokki á tingi.
Upprunaliga var ætlanin, at
uppskotið skuldi koma til fólka
atkvøðu í ár, men tað var útsett
og ætlanin var so at hava fólkaat
kvøðu flagdagin næsta ár.
Hetta fer ikki at lata seg gera, tí
tað skulu ganga minst seks mánaðir
frá tí tingið hevur endaliga samtykt
lógina, til hon so kann sendast til
fólkaatkvøðu.
Kanska fara vit at nærkas heyst
inum næsta ár, aðrenn vit sum
borgarar sleppa at geva okkara
støðu til kennar.
Brýningar av sjónarmiðum
í viðgerð av stjórnarskipan
Løgtingið hevði í gjár 1.viðgerð av uppskotinum hjá løgmanni ums tjórnarskipan Føroya
STJÓRNARSKIPAN
Aksel V. Johannesen, løgmaður, gongur á odda við uppskotinum til eina stjórnarskipan.
Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin vilja ikki hava, at
ein stjórnarskipanarlóg er yvir donsku grundlógini.
Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, vil hava andstøðuna at leggja
andstøðuleiklutin burtur og arbeiða konstruktivt við uppskotinum.