Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124 Í 1981 fekk meginfelagið navnið Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, og í 2015 varð navnið broytt til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum. Nú hevur aðalfundurin av­ gjørt, at meginfelagið skal hava eitt nýtt navn. Starvsnevndin fekk uppgávuna at arbeiða víðari við navninum og hevur nú avgjørt, at navnakapping skal útskrivast. MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum er eitt meginfelag við 24 lima­ feløgum. Nýggja navnið skal: • vera stutt og lætt at nýta • lýsa virksemið hjá meginfelagnum • vera eitt navn ongin annar nýtir Øll kunnu vera við í kappingini, og upp skot­ ini skulu latast inn í tveimum aftur latnum brævbjálvum. Annar brævbjálvin skal merkj­ ast „Navnakapping“. Har skal uppskotið við nýggja navninum liggja saman við frágreiðing um, hví navnið er hóskandi. Hin brævbjálvin skal merkjast „Nýggja navnið og luttakari“. Her skal navnið liggja saman við navninum á lut takara. Hetta verður gjørt, so starvsnevndin í til­ gongd ini sær uppskotið til nýtt navn og ikki navnið á luttakara. Vinnarin av navnakappingini fær eina virðisløn áljóðandi kr. 15.000. MBF vónar, at mong taka við avbjóðingini at finna nýtt navn til MBF. MBF tilskilar sær rættin at velja annað uppskot enn eitt av teimum innkomnu uppskotunum. Freistin at senda uppskot inn er 10. november 2017. Uppskotini skulu sendast til: MBF Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Hvussu skal MBF eita? NAVNA- KAPPING