Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Summi verða sjálvsagt noydd at taka antibiotika, men tað vísir seg ofta, at vit eru ov skjót at ringja til lækna og biðja um eina antibiotika viðgerð, hóast eingin orsøk er til, at vit skulu gera tað - antin tí, vit sjálvi saktans kunnu basa sjúkuni ella tí, at antibiotika ikki virkar fyri tað, sum okkum bagir. Í slíkum føri kann talan eitt nú vera um eina visusígerð. Antibiotika riggar bert móti bakt­erium, og mest vanliga slag av antibiotika er penisillin, men tað finnast eisini onnur sløg av anti­ bio­tika. Trupulleikin við antibiotika er, at tað ikki bert eru tær bakteriur, ið elva til sjúkuna, sum vera dripnar ella tarnaðar, men eisini tær bakt­ er­iur, ið eru til gagns – tær, ið gera, at okkara vanliga tarmflora verður varð­veitt. Drepur tú tær gagnligu bakt­eri­ urnar, kann hetta elva til hjáárin sum eitt nú leysan maga, vaml og ovurviðkvæmi. Eisini er vandi fyri, at tær bakteriur, sum eru í kropp­ in­um, gerast mótstøðuførar fyri anti­biotika. Tørvar tær síðan eina anti­biotikaviðgerð í framtíðini, kann  tað gerast torført at basa ígerðini. Tí er tað týdningarmikið, at tú fær antibiotika, tá tær veruliga tørv­ar tað - og ikki bert fyri at tryggja tær, at tú ikki legst sjúk/-ur. Nær – og ikki nær? Nær er tað so, at okkum tørvar eina antibiotikaviðgerð? kunnu vit spyrja. Í allar flestu førum tørvar okk­um antibiotika, tá talan er um lungnabruna, meningitis og nýrnakokubruna. Her er tað ógvu­ liga týdningarmikið at hava sam­ band við   lækna, sum metir um ta røttu við­gerðina. Orsøkin til, at anti­biotika bert skal brúkast í “flestu” førum, tá talan er um nevndu sjúkur, er, at sjúk­urnar eis­ ini kunnu vera komnar av einum virusi. Nær tørvar okkum ikki eina anti­biotikaviðgerð? Dømir um sjúkur, har tú ikki skalt viðgerast við antibiotika, eru eitt nú bráðfeingis bronchitis, krím og influensa. Orsøkin til, at antibiotika ikki skal gevast fyri hesar sjúkur, er, at her er talan um virus. Við bronkitis kann vandi vera fyri, at tú sum frálíður fært eina bakt­eriuígerð aftrat virusígerðini, og her er tað tengt at, um tú hevur onkra ávísa kroniska sjúku framm­ an­undan. Men, nær skulu vit so møguliga hava eina antibiotikaviðgerð? Dømir um sjúkur, har tú møgu­ liga skalt viðgerast við antibiotika, eru hjáholubruni, hálsbruni og mið­ oyrnabruni. Hetta eru sjúkur, sum bæði kunnu koma av bakterium og virus - hjá­holu­bruni tó aloftast av virus. Hesar sjúkur lekjast ofta av sær sjálvum, men tað er í ávísum førum, at antibiotika viðgerð verður við­ mælt. Viðgerðin skal fullførast Hví skulu vit vera varnari, tá vit skulu hava eina antibiotika við­ gerð? Viðmælt verður, at fólk, sum fáa eina antibiotikaviðgerð, men sum ikki taka allan kurin, lata tað, sum eftir er í pakkanum, inn aftur á apotekið til burturbeinan. Tað, sum er eftir í pakkanum, skal ikki brúk­ast seinni, um tú aftur kennur teg sjúkan. Heldur ikki eigur tú tá at læna frá øðrum, tí tað er bert læknin, sum kann gera av, um ein­ um tørvar antibiotika ella ikki. Neyðugt er at fylgja tí, sum lækn­in hevur sagt og fullføra alla við­gerðina, hóast tú kennur teg frísk­an. Gevst tú fyri tíð, er vandi fyri, at ígerðin aftur fer at gera um seg, og tað er ikki vist, at antibiotika tá kann basa bakteriunum, tí tær eru vorðnar mótstøðuførar. Ígjøgnum eitt langt tíðarskeið hava vit vart okkum fyri mót­støðu­ førum bakterium við at gera nýggj sløg av antibiotika. Men, tað er vorðið torførari at gera nýggj sløg, og samstundis økist trupulleikin fyri bakterium, sum eru vorðnar mót­støðuførar fyri fleiri sløgum av antibiotika, sonevndu multi-mót­ støðu­føru bakteriunum. Likamið lekir sjúku Týdningarmikið er at leggja dent á, at ein ovurnýtsla av antibiotika kann viðføra, at vit ikki longur kunnu viðgera ígerðir í framtíðini. Tí varpar Statens Serum Institut á síni heimasíðu - antibiotikaellerej. dk - ljós á nýtslu av antibiotika, og nær tað er hóskandi at fáa anti­bio­ tika. Líkamikið um tín sjúka stendst av bakteriu ella virusi, er tað so­ leiðis, at kroppurin ofta kann lekja seg sjálvan uttan viðgerð við anti­ biotika. Í summum førum vil læknin geva tær eina antibiotikaviðgerð fyri at sleppast kann undan, at ígerð­in mennir seg ella kemur fyri seg.  Kelda: www.apotek.fo Ovurnýtsla av antibiotika kann føra við sær, at vit ikki longur kunnu viðgera ígerðir í framtíðini. Tí varpar Statens Serum Institut eisini ljós á nýtslu av antibiotika Nær skal tú taka heilivág? Nógv stríðast við sjúku, og ynskiligt hjá teimum flestu er at sleppa av við sjúkuna sum skjótast. Men, tað er ikki gott at taka ov nógv antibiotika, tí vandi er fyri, at bakteriur, sum eru í kroppinum, gerast mótstøðuførar