týsdagur 24. oktober 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VALSKIPANIN 10 ÁR
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Mikudagin eru tíggju ár liðin síðan,
at Føroya Løgting samtykti, eftir
nógv kjak á tingi og í almenna
rúminum, at broyta løgtingslógina
um val til Føroya Løgting, so at
Føroyar, fyri fyrstu ferð síðan Løg
tingið bleiv endurreist í 1852, bleiv
skipað í eitt valdømi í staðin fyri
sjey.
Á løgtingsvalinum 19. januar
2008, var sostatt fyrstu ferð, at før
oyingar ikki vóru avmarkaðir av
hvar í landinum tey búðu, tá tey
greiddu atkvøðu.
At byrjan við vóru fólk javnan
frammi og funnist at nýggju val
skipanini, og varð enntá ein roynd
gjørd á várið 2010 at fara aftur til
gomlu valdømini, tá Gerhard Logn
berg, Tórbjørn Jacobsen, Jaspur
Vang og Anfinn Kallsberg løgdu
fram uppskot um at fara aftur til
sjey valdømir. Uppskotið bleiv tó
so mikið broytt undir viðgerðini
á tingi, at tá tað bleiv samtykt við
einum teprum meiriluta, so var
høvuðsbroytingin hjá uppskots
stillarunum, at skipa landið í sjey
valdømir, strikað, og uppskotsstill
ararnir sjálvir atkvøddu eisini móti
uppskotinum.
Sumt eydnaðist
og sumt ikki
Seinni árini hevur tó meiri friður
verið um valskipanina, og tykjast
útlitini ikki at vera serliga góð hjá
teimum, ið ynskja at broyta skip
anina aftur til okkurt, ið líkist
gomlu skipanini.
Jóannes Eidesgaard var løg
maður í fyrru samgonguni millum
Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin eftir aldarskiftið,
tá uppskotið bleiv samtykt á løg
tingi, og hóast hann metir, at nøk
ur viðurskiftir eru vorðin verri
tey síðstu tíggju árini, og harvið
partvíst skilur kritikkin av skipan
ini, so er hann av tí uppfatan, at tað
ikki er sjálv valskipanin, ið hevur
ábyrgdina av tí.
Fyri at eftirmeta broytingina
í valskipanina vísir fyrrverandi
løgmaðurin á, at tað er neyðugt
at viðgera tær grundgevingar, ið
vórðu brúktar fyri at broyta skip
anina.
- Ein grundgeving var, at man
vildi hava fleiri landspolitiskar
loysnir heldur enn lokalpolitiskar.
Tað skilja eg væl, at summi ivast í,
um tað eydnaðist. Ein onnur grund
geving var, at fáa fleiri kvinnur á
upp í landspolitikk. Tað eydnaðist,
men spurningurin er, um tað ikki
meira hoyrir til tíðina, at kvinnur
koma meira fram, sigur Jóannes
Eidesgaard, og heldur fram við at
nevna grundgevingar.
- Lokalpolitikkur hevur aldrin
verið sterkari enn í dag. Tað haldi eg
tey flestu kunna vera samd í. So at
fáa fleiri landspolitiskar loysnir er
ikki eydnast. Men spurningurin er,
um tað er tí valskipanin er broytt
ella um tað eru onnur viðurskiftir,
ið spæla inn.
Men hóast tað eru nøkur viður
skiftir, ið Jóannes Eidesgaard hev
ur hug at finnast at, so metir hann
ikki, at tað er nøkur loysn at fara
aftur til gomlu skipanini við sjey
valdømum.
- Tað er ikki rætti mátin at loysa
trupulleikarnar á, tí gamla skipanin
hevði eisini sínar veikleikar, og
man skal altíð royna at betra tað,
ið er. So at venda aftur til gomlu
skipanina við sjey valdømum er
ikki ein haldbar loysn, sigur Jóann
es Eidesgaard.
Flokkarnir muga styrkjast
Royndi politikarin tekur tó undir
við teinum, ið vilja vera við, at
flokkarnir á tingi seinastu árini eru
vorðnir veikari, og vísir á, at tað er
týðiligt, tá hugt verður eftir arbeið
inum á tingi.
- Um hugt verður eftir styrki
lutfallinum á løgtingi, so er tað
heilt týðiligt, at undir seinastu
samgongu millum Fólkaflokkin,
Sambandsflokkin, Sjálvstýri og
Miðflokkin, var andstøðan øgiliga
hvøss á tingi. Men nú vit hava
fingið eina nýggja samgongu, so
er myndin júst øvugt. Nú tykist
nýggja samgongan við Javnaðar
flokkin, Tjóðveldi og Framsókn at
vera viknað í mun til andstøðuna,
tá orðaskifti er á tingi, sigur Jóann
es Eidesgaard.
Orsøkin til hesa støðu, metir
fyrrverandi løgmaðurin, er, at
flokkarnir velja at koyra teir sterk
astu profilarnar í landsstýrið, og
manna í staðin tingið við nýggjum
fólkum, ið mangla parlamentarisk
ar royndir.
- Tað er ein trupulleiki, ið flokk
arnir kunna gera nakað við. Tí
tað er ikki valskipanin, ið hevur
skyldina, men flokkarnir og floks
leiðslurnar, ið eru vorðin ov veik.
Disiplinin í flokkunum er ikki nóg
góð, uppalingin av nýggjum ting
fólkum er ov veik, og úrslitið er,
at krevjandi uppgávur skulu loys
ast av óroyndum fólkum. Tey fáa
uppgávuna at virka sum roynd
løgtingsfólk, og tað fellir teimum
trupult, tí tey hava ikki neyðugu
royndirnar, sigur Jóannes Eides
gaard, og leggur afturat.
- Tak Tjóðveldið sum dømi. Eyð
sýndu tingfólkini í undanfarna
valskeiði vóru Høgni Hoydal, Krist
ina Háfoss og Sirið Stenberg. Tey
fingu øll ein sess í landsstýrinum
og eru harvið tagnað sum parla
mentarikarar.
Teir
persónarnir
eru burtur í kjakinum. Tað er at
avmontera styrkina á løgtingi og
koyra hana í landsstýrið. Tað var
sama skil í undanfarnu samgongu.
Sterku persónarnir í Fólkaflokkin
um og Sambandsflokkinum sótu í
Tinganesi, meðan sessirnir á tingi
blivu mannaðir av nýggjum fólk
um. Tað vil siga, at onkursvegna
er løgtingið viknað í mun til lands
stýrið, og tað er ein óheppin gongd.
Flokkarnir sum satsa
Ein annar kritikkur, ið mangan
verður tikin fram, tá nýggja val
- Gamla skipanin hevði eisini sínar veikleikar, og man skal altíð royna at betra
tað, ið er. So at venda aftur til gomlu skipanina við sjey valdømum er ikki ein
haldbar loysn. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, nú tíggju ár
eru liðin, síðan Føroyar bleiv skipað sum eitt valdømi.
GAMLA
VALSKIPANIN
ER IKKI SVARI
- Tí tað er ikki valskipanin, ið
hevur skyldina, men flokkarnir og
floksleiðslurnar, ið eru vorðin ov
veik. Disiplinin í flokkunum er ikki
nóg góð, uppalingin av nýggjum tingfólkum er
ov veik, og úrslitið er, at krevjandi uppgávur
skulu loysast av óroyndum fólkum.