týsdagur 24. oktober 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124
VALSKIPANIN 10 ÁR
skipanin verður viðgjørd, er hvussu
økini kring landið verða umboðað
á tingi. Ført hevur verið fram, at
ein vandi er fyri, at tað verður
lættari hjá valevnum úr høvuðs
staðarøkinum at koma inn á ting,
meðan umboðini úr øðrum økjum
í landinum verða færri.
Jóannes Eidesgaard tekur tó
ikki undir við hesum sjónarmiði,
men vísir á, at tað um tað er ein
trupulleiki, so er tað vegna raðfest
ingar hjá politisku flokkunum.
- Tey ymisku økini eru væl um
boðað á løgtingi í dag. Býtið er á
góðari leið. Mótpróvførslan er ein
flokkur sum Tjóðveldi, ið hevur
fleiri umboð í høvuðsstaðnum,
men á valinum ikki fekk nakran
valdan í Norðoyggjum ella Eyst
uroynni. Men hinvegin, so hevur
Fólkaflokkurin mist tamarhaldið
á høvuðsstaðnum, men er sterkur
kring landið, vísir Jóannes Eides
gaard á, og heldur fram.
- Eg meti, at tað ikki er valskip
anin, ið hevur gjørt hesa støðu,
men raðfestingar frá floksleiðsluni.
Tað eru tey, ið avgera hvar sterku
profilarnir stilla upp og manna list
arnar kring landið. So tað er meira
ein spurningur um hvar flokkarnir
satsa, tá val er.
Ringt at fáa eyga á trúfesti
Sum heild metir Jóannes Eides
gaard, ið var formaður Javnaðar
floksins frá 1996 til 2011, at flokk
arnir í dag eru viknaðir, og í staðin
hava einstaku tinglimirnir fingið
størri vald.
- Tað trúfesti, ið eigur at vera
millum flokkar og tingmenn, er
ringt at fáa eyga á hjá fleiri ting
monnum. Tingmenn virka sum
teir eiga sessin, men tað er ikki
soleiðis. Tað er flokkurin, ið hevur
givið teimum pláss á listanum.
Men sjálvprofileringin er størri enn
nakrantíð áður. Tað hugsjónarligar
er viknað, meðan tað persónliga
er styrknað, og tað er ein óheppin
gongd, sigur fyrrverandi løgmað
urin.
Tí metir Jóannes Eidesgaard, at
teir trupulleikar, ið mangan verða
nevndir í samband við broyttu
valskipanina, kunna loysast við at
styrkja um flokkarnar.
- Flokkarnir kunna loysa hetta
sjálvir. Sum er, so er ov lítil skúling
í valevnum. Tey sum verða vald eru
óroynd og skilja ikki hvat alt gongur
út uppá. Tú verður væl valevni hjá
einum flokki, tí tað er hugsjónin hjá
flokkinum, ið tú ynskir at realisera.
Ikki nakrir persónligar dreymar.
Ideologiin má vera tað drívandi
verkið, og ikki egnir dreymar um
hvat skal henda fyri ein sjálvan,
sigur Jóannes Eidesgaard.
IÐ
- Tú verður væl valevni hjá
einum flokki, tí tað er hugsjónin
hjá flokkinum, ið tú ynskir at
realisera. Ikki nakrir persónligar
dreymar. Ideologiin má vera tað drívandi
verkið, og ikki egnir dreymar um hvat skal
henda fyri ein sjálvan.