Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Nýggju reglurnar merkja, at tá ið Atlantic Airways flýgur úr Edin­burg til Vágar koma før­oy­ ing­ar eins væl og útlendingar at standa í bíðirøð til passkontrol í Vágum. Hetta skal henda áðrenn traðkað verður inn í tax-free økið í Vágum. Og tey, sum hava verið í flogvøllinum í Vágum vita, at hølið áðrenn tax-free økið er lítið. - Tað kann viðføra størri bíði­røð­ ir og fólk koma at standa uttan­fyri og bíða, sigur Árni Olsen, markn­að­ ar­leiðari hjá Atlantic. Atlantic hevur verið á fundi við Vága Floghavn um trupulleikan og ein fundur er aftur í næstum, sigur Árni Olsen. - Hetta verður ivaleyst mest aktuelt til jólatúrarnar hjá okkum, tá ið vit typiskt flyta nógv ferðafólk til og frá Edinburg, sigur Árni Olsen. Hann vísir á, at verður hetta ikki onkursvegna loyst á flogvøllinum, so fer Atlantic at skipa so fyri, at fólk verða biðin um at fara úr flog­ førunum í lítlum bólkum, so slepp­ ast kann undan at standa uttan­ dura og bíða. Edinburg er í løtuni einasta ferða­mál hjá Atlantic, sum er uttan­ fyri Schengen økið og harvið verð­ ur rakt av nýggjastu reglunum. Vit gera tað sum er neyðugt Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Flog­havn sigur, at man longu hev­ ur gjørt ymiskar betringar á pass­ kontrol økinum so, at tað kann minka um bíðirøðirnar, sum kunnu væntast. - Longu nú hevur løgreglan sett eyka fólk á postin, so at tað nú eru tvey løgreglufólk, sum taka móti ferða­fólkum úr Edinburg, sigur Jákup Sverri Kass.Hann vísir á, at sum nú er verður hetta mett at taka áleið 15 sekund pr. ferðafólk. Er flogfarið úr Edinburg fullsett og tvey løgreglufólk til arbeiðis, kann hetta sostatt leingja bíðitíðina áleið 15 minuttir. - Vit kanna eisini møguleikarnar at fáa flutt okkara avgreiðsludisk so, at fleiri fólk sleppa inn um at bíða. Umframt hetta hyggja vit eisini til Danmarkar, har tey hava auto­matiskar pass skannarar. Um hetta verður ein trupulleiki í Før­oy­ um er tað klárt, at vit eisini fara at leita tann vegin, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn. FERÐAFÓLK ENDA Í BÍÐIRØÐ UTTANDURA Í VÁGUM Nýggjar Schengen reglur eru settar í gildi sum viðføra, at ferðafólk, sum koma við flogfari úr einum landi, sum ikki er í Schengen samstarvinum, skulu vísa pass, sum løgreglan skal skanna. Áður hevur tað verið so, at ferðafólk frá hesum ferðamálið kundu verða biðin um at vísa pass. Men nú skulu øll gjøgnum passkontrol. FERÐAFÓLK Nýggjar reglur: