týsdagur 24. oktober 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Skaale
Í dag skal eg, saman við øðrum
fólkatingspolitikarum, á fund við
catalanska
uttanríkisráðharran,
Raul Romeva. Seinni er so samráð
við danska uttanríkisráðharran um
støðuna í Catalonia.
Hví nýta orku til hetta? spyrja
fólk. Viðkemur tað okkum?
Ja, tað ger tað! Catalanar eru ein
tjóð sum ikki hevur sín egna stat –
júst sum føroyingar. Vit kunnu læra
av teimum – men bæði Spania og
Catalonia kunnu eisini læra nógv
av, hvussu vit hava skipað okkum.
Men fyrst eitt sindur um, hví
støðan er blivin so álvarsom í
Catalonia.
Fráboðað morð
Á fyrstu síðu í “Søgan um eitt frá
boðað morð” letur Gabriel García
Marques ikki lesaran vera í iva um,
hvat fer at henda á síðstu síðu:
Høvuðspersónurin verður drip
in!
Og tað er ikki bara lesarin, sum
veit tað – tað gera øll fólkini í søg
uni eisini. Eingin ynskir tað. Men
kortini hendir tað. Lagnan er sum
eitt bilur, sum koyrir við fullari ferð
móti eggini. Nógv kunnu steðga
bilinum – men orsakað av sterkum
sosialum reglum um atferð, ger
eingin tað. Ein hending hevur aðra
við sær, sum var tað náttúrunnar
gongd.
Eg havi verið nógv í Catalonia
farnu árini, og tað, sum nú hendir,
leiðir tankarnar til søguna hjá
Marques: Hetta er søgan um ein
fráboðaðan sorgarleik!
Aktuella søgan byrjar í 2010, tá
spanski
grundlógardómstólurin
setti úr gildi stórar partar av teirri
stjórnarskipan, catalanar fingu í
2006.
Nationalistiski spanski flokk
urin Partido Popular (PP) var hart
ímóti at catalanar fingu økt sjálv
ræði, og legði straks í 2006 nýggju
stjórnarskipanina fyri grundlógar
dómstólin.
28. juni 2010 fall so avgerðin: Við
fýra atkvøðum fyri og tveimum
ímóti gjørdi dómstólurin av, at 41
greinar í stjórnarskipanin antin
skuldi strikast ella broytast. Súm
bolski týdningurin av hesum var í
veruleikanum størri enn tann jur
idiski – og tað, sum sveið mest, vóru
boðini til catalanar um, at teir ikki
longur kundu kalla seg eina tjóð.
Mong kendu seg eyðmýkt, og frá
hesum degi fingu loysingarflokk
arnir av álvara vind í seglini. Tað,
sum síðani er hent, hevur verið so
sjálvsagt, at tað næstan hevur verið
ræðandi. Øll hava vitað, at tað fór at
endað við júst teirri støðu, tey nú
standa í. Alt bleiv fráboðað í 2010.
Vandamikil logikkur
Alment vil eingin siga, at tey hava
ynskt hetta, men logikkurin í pol
itiska spælinum hevur verið, at
sponsku nationalistarnir (PP) eru
vorðnir sterkari, jú meira kontantur
retorikkurin hevur verið mótvegis
catalansku nationalistunum.
Hinumegin
er
catalansku
nationalistarnir vorðnir sterkari,
jú meira reystir teir hava staðið
mótvegis stjórnini í Madrid. Und
irtøkan fyri catalanskari loysing er
eftir sjey árum farin frá 10 til yvir
40 %. Og nú kanska meira enn tað.
Alment snýr stríðið seg um áset
ingarnar í sponsku grundlógini
øðrumegin, og búskaparligt og pol
itiskt sjálvræði hinumegin. Men
í støðugt størri mun er talan um
einfaldan samleikapolitikk. Ein
nationalisma móti hinari. Ein søgu
lig forteljing móti hinari. Ein mál
móti hinum. Eitt flagg móti hinum.
Tá eitt stríð fær hesi eyðkenni, er
tað lívshættisligt. Tað kann breiða
seg sum eldur. Serliga í einum
landi, sum framvegis ikki er komið
úr skugganum av tí einaræði, sum
vardi heilt til 1975.
Men hví kravdi PP, at grundlóg
ardómstólurin skuldi greiða catal
ansku stjórnarskipanina við fín
kambi fyri at finna ósamsvar við
sponsku grundlógina?
Tað bleiv hon, tí PP hevur mis
skilt, hvat fær eitt demokratiskt
land at hanga saman.
CATALONIA OG FØRO
– HVØR SÍN KÓS, HVØ
Stjórnin í Spania nýtir jura og harðskap
til at steðga politiskum ynskjum. Tað
er legalitetur móti legitimiteti. Úrslitið
síggja vit nú. Tey hava nógv at læra av
okkum
TÍÐARGREIN
Spanski forsætisráðharrin,
Mariano Rajoy, vísir aftur og aftur
til grundlógina. Hana heldur hann
seg til, tí hon gevur honum lógar
heimild – legalitet – til tann harða
politikkin.