Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124 Vantandi legitimitetur Vanliga verður sagt, at staturin er tann, sum hevur monopolið uppá at nýta harðskap í einum samfelag. Sum hevur ræði á løgreglu og her­ valdi. Tað er rætt – og í einum dikt­ at­uri er tað eisini nóg mikið. Men í ein­um fólkaræði má staturin eisini hava stuðul frá fólkinum. Tað, vit nevna politiskan legitimitet. Hóast spanski staturin hevur mono­pol uppá at nýta harðskap í Cata­lonia – sum vit sóu tá veljarar blivu bardir undir fólkaatkvøðuni 1. oktober – so stendur verri til við polit­iska legitimitetinum. Støðugt fleiri halda, at monopolið uppá at fremja harðskap er á skeivum hond­um. Og at nýta harðskap í ein­um landi, har fólk ikki halda teg hava rætt at nýta harðskap er vanda­mikið – hóast tú, reint jur­id­ iskt, hevur rætt til tað. Spanski forsætisráðharrin, Mari­ano Rajoy, vísir aftur og aft­ur til grundlógina. Hana heldur hann seg til, tí hon gevur honum lógar­ heimild – legalitet – til tann harða pol­itikkin. Grundlógin gevur Rajoy jurid­ isk­an legalitet – men ikki polit­isk­ an legitimitet. Og jú meira hann brúkar grundlógina móti catal­an­ar­ um, jú meira máar hann støði und­ an hesum legitimiteti. Fólk halda snøgt sagt ikki, at hann hevur polit­ iskan rætt til tað, hóast hann jurid­ iskt sæð hevur loyvi til tað. Tá Guardia Civil bukaði catal­ anskar veljarar 1. oktober, buk­aðu teir í politiskari merking legit­im­it­ et­in hjá spanska statinum í Catal­ onia. Tað syndarliga er, at “eldurin” nú hevur breitt seg so nógv, at stjórnin í Madrid illa kann gera annað enn fara harðliga fram fyri at vinna tam­arhaldið aftur. Og tað kann ger­ ast ein vanlukka, tí trýst elvir sum kunn­ugt móttrýst... Tað er kanska gott fyri stuðulin til PP í Spania. Tað er kanska gott fyri stuðulin til catalansku loys­ ing­arflokkarnar. Men er syndarligt fyri øll onnur. Politikkur heldur enn jura Í ríkjum har tað bert er ein tjóð, fær monopolið at nýta harðskap ofta legitimitet av sær sjálvum. Men í ríkjum við fleiri tjóðum, má so­nevnda “miðveldið” alla tíðina hugsa um, at øll mugu kenna ríkið sum sítt ríki. Í okkara ríkisfelagsskapi eru tríggj­ar tjóðir. Og hóast stórar mun­ir, kunnu vit læra av tí, sum nú hend­ir á ibirisku hálvoynni. Sum Spania hevur Danmark eina grundlóg, sum er galdandi í øll­ um ríkinum. Men føroyingar hava aldrin viðtikið grundlógina sum sína egnu. Tí er hennara legit­im­ it­etur ikki so sterkur millum allar før­oyingar. Stundum hevur danska stjórnin sett grundlógina – legalitetin – upp móti sterkum føroyskum ynskum um meiri sjálvræði. “Hetta ber ikki til sambært grundlógini”, hevur verið sagt. Tað hevur havt við sær stríð, sum at kalla altíð eru endað við, at føroyingar hava fingið tað, teir vildu hava. Oftast er henda menning kort­ ini hend í góðum samstarvi millum part­arnar. Og soleiðis hava vit fingið eitt føroyskt samfelag, hvørs sjálv­ræði er sera stórt. Tey flestu halda ikki, at andsøgn er millum felags­skapin og sjálvræðið. Heldur er tað so, at tey treytað hvørt annað. Hetta hevur borið til, hóast eing­in heimild hevur verið fyri tí í grund­lógini. At Føroyar hava fingið egið parlament, egna skattaskipan og egin viðurskifti við onnur lond hevur hinvegin væl og virðiliga sprongt grundlógarinnar karmar. Lógarstýrið – legaliteturin – er altso sett til viks. Afturfyri er polit­ iska undirtøkan fyri skipanini – legit­imiteturin – vorðin sterkari. Og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark kundi illa verið betri. Føroysk stjórnarskipan Alt byggir kortini ov nógv á polit­ iska vælvild – og tað er ikki ein trygg grund. Næsta stig í menningini er tí, at Før­oyar fáa egna stjórnarskipan, har vit áseta hvørji rættindi tann einstaki hevur mótvegis myndug­ leik­unum, og hvørji rættindi Før­ oy­ar hava í mun til Danmark. Um danska stjórnin hevði gjørt sum sponsku nationalistarnir, hevði hon lættliga kunnað funnið við­urskifti í Føroyum, sum ikki eru í sam­svari við donsku grundlógina. Og við støði í tí kundi hon kravt, at løg­tingið misti næstan allar sínar heim­ildir. Hon kundi eisini sagt – um hon hevði ringan vilja – at uppskotið til før­oyska stjórnarskipan ikki er í samsvari við grundlógina. Men tummilfingurin hjá stjórn­ ini peikar uppeftir. Tí hon skilir, at brúkar hon grundlógina til at steðga føroyskari menning, viknar und­irtøkan fyri felagsskapinum. Hon kann vinna juridiskt – men so er hon dømd at tapa politiskt. Stjórnin hjá Løkke Rasmussen skil­ir, at um føroyingar viðtaka egna stjórnarskipan innan ríkis­ felags­skapsins víðu karmar, so er tað ikki bara fólkaræðið í Før­oy­um, sum verður sterkari. Jú meira Før­ oy­ar kunnu mennast innan karm­ ar­nar – jú minni verður trýstið á karm­arnar. Jú sterkari Føroyar verða, jú meira javnbjóðis – og har­ við betri – verða viðurskiftini mill­ um Føroyar og Danmark. Í spania satsa tey uppá legalitin. Tað syndarliga úrslitið er givið. Um vit halda fram at satsa uppá legit­imitetin, verður tað góða úrs­ litið eisini givið. Tí kunnu onnur læra nakað av. Á fundi við Puigdemont, stjórnarleiðara, og Romeva, uttanríkisráðharra, í mars í ár. Vit kunnu læra spaniólar og catalanar eina rúgvu, tí fingu teir eina skipan sum okkara, var eingin trupulleiki. Nú er vandi fyri harðskapi OYAR ØR SÍTT ÚRSLIT TÍÐARGREIN