týsdagur 24. oktober 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
John Børge Hansen – í dagligari
talu bara John B. – andaðist í
summar tann 11. juli. Hann hevði
fylt 73 í august.
John var sonur Børge og Ellen
Hansen úr Keypmannahavn. Hann
kom í samband við Føroyar, tá
hann gekk í barnaskúla. Tá kundu
børnini í sumarfrítíðini sleppa at
ferðast nakrar dagar ymsastaðni
í Danmark. Hann kom tá út á ein
bóndagarð á Mors. Fortaldi ofta,
hvussu stuttligt hetta var. Seinri í
lívinum fekk hann samband við tey
aftur.
Tá John kom í skúla ein dagin,
sat ein maður inni í skúlastovuni.
Hesin hevði lisið í einum blaði, at
tvær familjur í Føroyum ynsktu
at taka ímóti tveimum børnum í
summarferiuni. Hetta vísti seg at
vera ein stjóri á eini størri fabrikk,
sum vildi »sponsorera« tveir næm
ingar til Føroyar. Treytin var, at
tá teir komur aftur, skuldu teir
koma út og siga honum frá ferð
ini. Klassin bleiv spurdur, um hvør
hevði hug at fara. John og ein
annar drongur høvdu hug at fara.
Soleiðis komu teir til Føroyar. John
til Louisu og Alfred í Króki og hin
drongurin til beiggja Louisu. Tá so
John kom heimaftur, var tað fyrsta
hann gjørdi,at súkkla út til stjóran
og fortelja um túrin.
Louisa átti tríggjar gentur, men
ongan drong. John bleiv so væl
móttikin, at tey sóu hann sum sín
egna son. Hetta bandið millum
John og familjuna í Króki var
framúr og sæst kanska best í tí, at
Jacobina og John kallaðu næstu
gentuna, sum tey fingu, Louisa. Eitt
stuttligt við hesum er, at einaferð lá
tað soleiðs fyri, at tað stóð Louisu
í boði at keypa húsini hjá teimum,
sum hon nú býr í.
John sigldi við Dronning Alex
andrinu, og hvørja ferð skipið kom
á Havnina, vitjaði hann tey.
Meðan Johan siglidi við Dronn
ing Alexandrinu, kom hann at
kenna nógv ferðafólk. Har ímillum
var ein vinkona hjá Jacobinu, sum
visti eitt sindur um John. Tá tær
so fóru ein túr við Dronning Alex
andrinu, bleiv ein neisti tendraður
ímillum Jacobinu og John.
John giftist við Jacobinu úr
Klakksvík í 1972. Jacobina er dóttir
Jacob Andreas og Fridu. Hann var
úr Kunouy og hon av Vatnsoyrum.
John var ein persónligheit, sum
upplivdi nogv her í lívinum. Hann
ferðaðist víða um, hitti og kendi
nógv fólk, hevði nógv ymisk størv
og hevði eina breiða vitan. Honum
dámdi væl fólk og dugdi væl at
koma í samband við tey.
Eitt skifti var hann og arbeiddi
á prenstmiðjuni »Røddini« úti á
Skála, og kom hann tá í samband
við manningar umborð á russiskum
skipum. Russararnir vóru ikki so
væl fyri. John sum dugdi nakað av
russiskum, fór og samlaði klæði til
teirria.
Hann hevði gott málorya og
kláraði seg í fleiri málum, m. a.
enskum, týskum og sponskum.
Eirtt dømi um, hvussu lætt
hann hevði at kontakta fólk. Hann
arbeiddi á flakavirkinum á Kósini,
tá ein portugisiskur bátur lá við
bryggju á Kósini. Har umborð vóru
nakrir sjómenn, sum keddu seg og
dugdu ikki at tosa við nakran og
ikki vistu, hvat teir skuldu finna
uppá. John setti seg í samband við
teir og fór ein biltúr við teimu norð
ureftir og vísti teimum smábygd
irnar í Norðoyggjum.
Ein søga, sum honum dámdi
so væl at siga frá, var tá hann var
í Ísrael og ferðaðist í ferðalagi hjá
Svenning av Lofti. Á einum hotelli
í Jerusalem arbeiddi ein palistinesi.
Teir komu í prát, og endin var, at
hann bjóðaði honum og Jacobinu
heim til eina máltíð. Tey sluppu um
girðingarnar uttan nakað. Tey vóru
sera gestablíð og vísti teimum runt
har á staðnum.
Hendan trongdin at koma í
samband við fremmandafólk, at
fáa tey at kenna seg væl og at vísa
teimum landið, tað lá honum altíð
fremst á hjarta. Hann dugdi eisini
væl ta formellu síðuna av tí. Hann
var høviskur, dugdi og dámdi væl
at flenna og hevið altíð onkra góða
søgu at fortelja. Minnið var so
einastandandi. Hann hevði eisini
detaljurnar við, tá hann segði frá
onkrum, sum hann hevði upplivað,
eisini um tað vóru 40 ella 50 ár
síðani, tá hann sigldi úti.
Hesir eginleikar komu til sín
fulla rætt, tá hann í fleiri á hevði
starv umborð á Norrønu, har hann
tók sær av ferðafólki. Hann var í
fullum starvsbúna og kundi tosa
við øll.
Tá ið hann kom í land av
Norrønu, var hann ofta biðin til
ferðaleiðara, tá bussar koyrdu fólk
av ferðamannaskipum.
Seinru árini var hann parker
ingsvørður í Klakksvík. Tað er ikki
altíð líka stuttligt at geva fólki bót,
men hann gjørdi tað av heilum
huga og gjørdi ikki mun á vinum,
familju ella fremmandafólki. Øll
skuldu viðfarast eins. Hetta starvið
røktaði hann eisini væl, serliga eftir
at hann beliv pensjónistur og fekk
skila á perkeringarnar. Dagarnir
vóru ikki so langir, og slapp hann at
vera har, sum hann hevði tað best:
úti millum fólk.
John var ein trúgvandi persónur.
Hann bleiv umvendur eitt árið á
samfelgasstevnu í Klakksvík. Hetta
kom at merkja hann sum persón
og hetta vísti hann allastaðnis, har
sum hann ferðaðist.
John og Jacobina ognaðu sær
eini summarhús úti í Grøv, sum tey
hugnaðu sær í tá til bar. Eisini her
kom tað fyri, at tey leigaðu húsini
út til ferðafólk. Heima høvdu tey
eisini B&B. Hetta gjørdi John til tað
síðsta, tí at tað var tað, sum hann
vildi.
Seinasta árið hjá John var ikki
lætt vegna sjúku, men vit mugu
beundra hansara mót og lívsvilja.
Hann átók sær uppgávur, sjálvt
um orkan var lítil gavst hann ikki
at leggja ætlanir.
Hann hevur sagt í almennum
samanhangi, at hann heur skrivað
niður hendingar úr lívinum, sum
hann kundi hugsað sær at sæð í
bók. Bókin kom ongantíð, men um
hon kemur, so eru góðar søgur í
væntu.
John segði mangan, tá vit vitj
aðu hann, at hann var tilreiðar,
billettina hevið hann orðnað.
Jacobina og familjan hava msit
nógv, og saknurin verður stórur.
Børn og verbørn og abbabørn
høvdu so stóra gleði av honum.
Vit biðja Harran um at ugga og
troysta tey øll. Familjurnar hjá
okkum hava altíð verið so nógv
saman, so saknurin er hjá okkum
øllum. Men vit gleðast um minnini
og um vónina og takka fyri tíðina,
vit fingu saman við John Børge
Hansen.
Maria Marsten við familju
Minningarorð um John B. Hansen