Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124 NØVN Havi kent hann, alt eg kann minn­ ast. Foreldrini vóru Hjørdis og Hák­ un Djurhuus, hon ættað úr Tórs­ havn, hann úr Skúvoy. Hjarnar var elstur av 6 systkjum, tríggir brøður og tríggjar systrar. Nú er bara Tór­ móður eftir. Hjarnar var heilt lítil smá­drong­ ur, tá hann kom til Klaksvíkar við foreldrunum, Hákun hevði fingið lærarastarv her. Tey bygdu hús á Skúlatrøð, og har vaks Hjarnar upp. Áhugavert var at hoyra hann greiða frá uppvøkstrinum og ungdómstíð síni, ein fróur og ferðugur unglingi, luttók í øllum ítrótti. Gekk á fjall í óhøgliga Barmi hjá Sterka Jákupi. Var við at vinna meistaraskapið í fótbólti 1952, byrjanin til glæsiligu árini hjá KÍ í 1950-árunum. Og við Hjarnari á odda, bleiv Føroya Shell hin allarfyrsti sponsorur, tá før­ oyska landsliðið fór at taka lut í evrope­iskum fótbólti. Onkuntíð nevndi hann, tá hann var við at vinna kappróðurin við Klaksvíkingi á ólavsøku, 16 ár, tað var nakað heilt serligt, tá bleiv róð 2000 m frá Glyvursnesi inn á Vestaruvág. Hjarnar fór í smiðjulæru á Kl. Sleipu­støð & Mek. Verkstað, gekk samstundis á Tekn.Skúla og seinni Maskinistskúla. Jóhan í Grót­in­um var bæði smiðjumeistari og skúla­ stjóri, honum helt Hjarnar nógv av. Hóast smiðjulærlingur slapp hann kortini túrar við Kjøl­bro- trolarunum í lærutíðini, ikki bara til Skotlands í dokk, men eis­ini til fiskiskap, mynstraði sum kyndari. Eftir lærutíðina fór hann út at sigla, var nøkur ár á Oslo-rutuni hjá DFDS. Síðan fór hann at lesa verkfrøði, tók prógv sum mask­ in­verkfrøðingur á Køben­havns Mask­inteknikum og fekk starv hjá Skipa­klassafelagnum Lloyds. Men seinast í 1960-árunum kom hann heimaftur, bleiv stjóri í Shell, tá veteranurin, Conrad Joen­sen, legði frá sær. Tá komu vit rættiliga at kennast, blivu vin­menn, hóast aldursmunin, so ung­dómligur hann var. Áðrenn hann tók við starvinum, fór hann gjøgn­um fyrireikingartíð hjá Shell í Danmark. Sigast kann, at við Hjarn­ari byrjaði ein nýggj tíð hjá Shell í Føroyum, felagið bleiv sjón­ lig­ari kring landið, og ikki longur ein minni ella lítil partur av øðrum fyri­tøkum. 8 meira “sjálvstøðugar” av­greiðslur blivu skipaðar kring landið við beinleiðis tilvísing til leiðsl­una á Viðarnesi, við áherðslu á, at hesar ikki áttu at blandast sam­an við annað virksemi hjá teim ymisku fyritøkunum. Anleggini blivu moderniserað, nýggj útgerð, nýggir bilar, seinni komu veruligar bensinstøðir, ístaðinfyri gamlar pumpur her og har. Onkrar olju­ goymsl­ur blivu niðurlagdar, nýggj­ ar bygdar, og Shell útvegaði sær egnan tangabát, “Magn”. Hann var við at stovna Reiðarafelagið fyri Farmaskip, var formaður nøkur ár. Hjarnar var eldsálin, og tað kom Shell til góðar, at stjórin eisini var verkfrøðingur og kundi taka støðu til ymisk teknisk mál beinanvegin, og tey vóru mong, tí anleggini vóru gomul, og stóðu stundum í vegin fyri aðrari útbygging á staðn­um. Stóri kappingarneytin modern­ is­eraði eisini, og verulig kapping bleiv, oljunýtslan vaks nógv, bæði á sjógvi og landi hesi árini. Markn­ aðarparturin hjá Shell vaks mun­ andi. Hetta varð ein spennandi og lærurík tíð hjá okkum, sum starv­ að­ust har. Í hansara tíð bleiv felagið skipað sum P/f Føroya Shell. Sum vera man hevði hann ofta ørindi til Klaksvíkar, og vit samskiftu ógvu­ liga væl, altíð greiður og blíður við okkum og tey, hann kom í sam­ band við, og tey vóru mong. Næst­ an hvørt ár kom hann norður við “fínum” gesti, stjóranum, við frú, í Danska Shell, ið ofta var hollend­ ing­ur, - høvuðssætið hjá altjóða Shell er jú í Haag. Tá skuldu vit altíð til Viðareiðis, Hotel Norð, har vit høvdu bílagt lomvigabringu. Tað dámdi gestunum, samstundis sum Hjarnar greiddi teim frá fugla­ veiðu. Norðoya høgu fjøll hug­ tóku gestirnar, teir, sum komu úr lágsetta Hollandi, sum partvís ligg­ ur lægri enn havið, og bergtiknir vórðu gestirnir, tá reysta og stolta Vill­ingadalsfjall dagaði undan Leiti. Hjarnar fann sær konu hiðani norð­aneftir, Malenu Clementsen, ættað av Syðradali. Tey giftust í 1955, og nøkur ár seinni fingu tey Katrin. Var Malena við norður, so var Katrin sjálvandi eisini, og hjá okkum yngru var stuttligt at eyg­ leiða, hvussu tey bæði hjúklaðu um hana, tey vóru jú ikki heilt ung foreldur til lítla smágentu. Hann var so góður við tær, sum bert ein góður maður og fegin pápi kann vera. Tey bygdu stásilig hús við Dalavegin í Tórshavn, sera hugna­ ligt var at koma inn á gólvið, har alt var so snøgt, bæði uttan- og inn­ an­dura, har bókmentir og list settu dám á. Malena doyði fyri nøkrum ár­um síðan, tað var Hjarnari og Katrini svárt, men hann var glaður um, at dóttirin hevði funnið góðan mann, Tórð Patursson í Kirkjubø, sum við børnum teirra vórðu hans­ ara eitt og alt. Tíðir broytast, undirritaði fór frá Shell, og nøkur ár seinni Hjarn­ ar eisini. Men vinarlagið helt fram, og nú báðir vórðu einsamallir, vóru betri stundir til prát og sam­ veru. Hann kom norðureftir, var minsta høvi til tað, serliga síðan Norð­oyatunnilin kom. Altíð kom hann inn á gólvið. Óteljandi ferðir tos­aðu vit í telefonini, ringdi ofta um niðurfaringartíð, og nú bleiv eg veruliga varugur við, hvussu ómeta­liga nógv uppvøksturin í Klaks­vík hevði at siga fyri hann, - hann var framvegis klaksvíkingur! Mint­ist gamlar gøtur og gamlar vinir, fregnaðist, fegnaðist ella harm­aðist. Nú hann var leysur og óbundin av øllum arbeiði, tos­ aði hann nógv um politikk. Møtti trúliga upp á landsfundi fólka­ floksins eins og í Havnar Fram­ burðs­felag. Kundi bera okkurt fram, talaði at, um hann helt tað vera neyðugt. Sum eldri vitandi klaks­víkingur bleiv hann nógv spurd­ur, tá søga skuldi skrivast, so­ leið­is varð, tá so frægir søgumenn sum Hans A. Sølvará, Óli Jacobsen og Árni Dahl skrivaðu bøkur sínar: Kl.Søga, Kjølbro og KÍ. Hann gleddi seg til Kl.Søgu III, har hann helt seg vita, at hitt ólukkuliga læknastríðið í 1950-árunum endiliga fór at verða lýst objektivt og frá báðum síðum. Hevði onkuntíð viðmerkingar um stríðið í Norðlýsinum ella aðra­ staðni, kundi vera bersøgin. Væl við aldur, læt hann seg velja inn í Um­boðsráð Norðoya Sparikassa, møtti trúliga upp á fundunum. Fyri trimum árum síðan bað hann meg koma túr til Suðuroyar, so skuldu vit hugna okkum, hyggja okk­um um, síggja stóra nýggja Pelagos-virkið, Salt í gerð v.m. Hetta bleiv ein sera góður dagur. Úti í Froðba skimaðist hann eftir ein­ um ávísum húsum, har hann eina­ ferð hevði gist sum ungur KÍ-ari og notið blíðskap, segði mær, hvør familjan var. Hann fann hús­ini og fór inn at heilsa uppá. Kom glað­ur útaftur, hevði fingið gott prát við húsfólkini, sum vóru eftir­komarar teirra blíðu fólkini á sinni. Eisini suðuri í Vági leitaði hann eftir einum húsum, haðani hann eisini hevði góð minni frá ung­dóms­ár­un­ um, men har búðu nú onnur fólk. Hetta sigur nakað um trúfesti. Men eitt kvøldið um ólavsøkutíð ringdi hann og segði, at nú mátti hann undir læknahond, skuldi á Ríkissjúkrahúsið, greiddi frá sjúk­ uni. Var tó skjótur aftur, lækn­ar­ nir mæltu frá skurðviðgerð, við aldrinum í huga mátti hann royna at liva við brekinum, tó lítið læt hann við seg koma. So seint sum 22. september, møtti hann á hálv­árs­ fundi í Norðoya Sparikassa. Eg gav mær far um, at hann lítið prátaði, og við borðhaldið aftaná ikki var tann sami, sum hann plagdi. Hetta var seinastu ferð vit hittust, tó vit onkuntíð vóru í telefonini aftaná. Tað hoyrdist, at hann viknaði. Men so gjørdi brekið rættiliga vart við seg, bleiv í skundi innlagdur á Landssjúkrahúsið. Tað gekk skjótt, lívið fjaraði burtur, hann visti tað væl. Tíverri eydnaðist mær ikki at vitja hann, áðrenn hann slóknaði. Veikur segði hann síni kæru og teim, sum leitaðu til sjúkra­leguna, farvæl, takkaði fyri lívið. Henda vakra heystardagin, varð hann borin úr dómkirkjuni út í Havnardal og lagdur til hvíldar við liðina av Malenu, meðan fjøldin sang Eg skar mítt navn, henda sang­in, sum sigur so ómetaliga nógv. Tá próstin hevði biðið Faðir Vár, endaði løtan við Boðar tú til allar tjóðir. Eitt vakurt og virðiligt far­væl. Eg sakni hann nógv, men stórst­ ur er saknurin hjá Katrin og familj­ uni. Góða Katrin, vit hugsa um tykk­um. Við hesum fátæksligu orð­um heilsa vit her norðuri Hjarn­ ari, nú hann fór um handastu sýn. Verið friður um minnið um vin­ mann­in, um heiðursfólkini Malenu og Hjarnar Djurhuus. Finn Kjølbro Hjarnar Djurhuus 25.10.1932 – 5.10.2017