Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 125 5 Tóroddur Poulsen Guðmundur Andri Thorsson Sissal Kampmann Bókadagar 2017 Vónbjørt Vang Kirsten Thorup Vigdis Hjorth Moddi Í døgunum 24.–26. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt sam starv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa. INTO THE WIND! 10. november 2017 – 21. januar 2018 INTO THE WIND! er ein framsýning við tekningum úr norðurlendskum barnabókum. UM ALLAR GÁTTIR Fríggjadagin 24. november kl. 10.00–15.00 Ein dagur um málandi skaldið og yrkjandi myndlistamannin Tórodd Poulsen, nú hann fer um tey trýss. BÓKMENTAVIRÐISLØNIR NORÐURLANDARÁÐSINS 2017 Leygardagin 25. november kl. 14.00 Kirsten Thorup, Guðmundur Andri Thorsson, Vigdis Hjorth og Sissal Kampmann vitja bókadagarnar. GAMLI BÓKHANDIL Á BÓKADØGUM H.N. Jacobsens Bókhandil luttekur við einari ørgrynnu av bókum, og nógv spennandi er á skrá alt vikuskiftið, bæði fyri rithøvundar og bókaelskarar. EIN VEND MÓTI NÁTTÚRUNI? Leygardagin 25. november kl. 15.00 Náttúra, menniskja og nærvera í føroyskari yrking. Vónbjørt Vang, Anna Malan Jógvansdóttir og Kim Simonsen í samrøðu við Ivan Niclasen. VARÐIN BRELLBITAR Leygardagin 25. november kl. 16.00 Kom og fá brell. Brell at lesa, brell at skriva. ORÐ OG TÓNAR Leygardagin 25. november kl. 17.00 SPROTIN skipar fyri einum Orð og tónar kvøldi á bókadøgunum. VENCIL SUM RÁK OG REKI Sunnudagin 26. november kl. 14.00 Hvussu hevur føroyskur skaldskapur flutt seg síðan 2006? TÁ SKRIFTIN OG TÓNLEIKURIN HITTAST Sunnudagin 26. november kl. 15.00 Hvat hendir, tá skriftin og tónleikurin hittast? FARLIT – VARPAR LJÓS Á MYRKING Sunnudagin 26. november kl. 16.00 Framløga og prát um nýggja yrkingasavnið „Myrking / Darkening“ eftir Sissal Kampmann. BÓKASAVNIÐ Í BROYTING Sunnudagin 26. november kl. 17.00 Býarbókasavnið í Havn er vertur fyri einum tíma við framløgum og práti um framtíðar bókasavnið. MODDI – UNSONGS Sunnudagin 26. november kl. 19.00 Endabresturin av bókadøgum, har norski tónleikarin framførir sangir av útgávuni „Unsongs: Forbidden Stories“. BÓKADAGAR 2017 24.–26. november KONSERT