Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 125 6 Neyðtøka: ANNIKA KUNOY IM #MeToo hevur hevur fingið fleiri kvinnur at greiða frá seksuella áganginum, ið tær hava upplivað - bæði á arbeiðsplássinum, men eisini aðra staðni og í øðrum saman­hangi. Ein teirra er 30 ára gamla Joan Scott Brockie, sum tríggj­ar ferðir hevur upplivað ógvus­ligan ágang. – Tað var okkurt í mær, sum segði, at eg skuldi rópa hart og ikki tiga, tá eg sá, at fleiri føroyskar kvinn­ur, ið høvdu lutað hashtaggið, ikki vildu greiða frá tí, sum var hent teimum. Eg havi altíð angrað, at eg ikki havi tosað um tað, sum er hent mær, tí tað hevur oyðilagt so nógv í mínum lívi, sigur Joan Scott Brockie. Hon greiðir frá, at #MeToo eisini ger, at kvinnurnar síggja, at tær ikki eru einsamallar. Tað krevur nógv av kvinnunum at luta setningin á sosialu miðlunum, hóast tað bara er eitt hashtag. –Fyri meg er tað at bróta tøgnina, og at vísa á at hetta ikki skal tigast burtur, staðfestir hon. Neyðtikin tvær ferðir Joan Scott Brockie hevur tvær ferðir í lívi sínum upplivað at verði neyðtikin. Fyrstu ferð tað hendi, var hon 15 ára gomul. Hon var til eitt ball saman við vinfólki, og hon hevði drukkið ov nógv. Hon vildi spýggja, og fór síðani inn á vesið og læsti hurðina. Handan brúsu­ for­hangið stóð ein vinmaður og goymdi seg. Hann útnyttaði, at Joan var ov full, og hann neyðtók hana tað kvøldið. Tað gekk long tíð, áðrenn Joan skilti, hvat var hent. Spakuliga byrjaði hon at minnast og at síggja myndir av hendingini í huganum. Tá øll brotini til putlispælið vóru kom­in í rætt stað í minni hennara, visti hon, hvat var hent. Og hon skilti tá eisini, hví hon hevði havt tað so trupult í longri tíð. – Nú minnist eg alt. Eg minnist allar detaljurnar, sigur hon. – Eg helt, at tað var mín skyld, men tað hevur tað ikki verið. Tað gingu fleiri ár, áðrenn eg fekk sjálvs­álitið til at siga at hetta als ikki var mín skyld. Eg havi ongan­ tíð biðið um hetta, staðfestir hon álvarsliga. Hon tosaði við ein annan vin­ mann, ið stóð henni nær, um hend­ingina og hon fann troyst í at kunna greiða frá, hvat var hent. Eitt kvøldið, fýra ár eftir hend­ ingina, ringir vinmaður hennara til hana. Hann er fullur, og tey standa uttanfyri og tosa, tá hann byrj­ar at gera seg inn á Joan við at kroysta seg ímóti henni og koyra hond­ina í buksurnar hjá henni. Hann heldur á at trýsta hana og hon berjist ímóti, og sigur honum, at nú ger hann tað sama, sum hin hevði gjørt. Tá ein løta er liðin, gevst hann, og letur síðani sum um, at hann ongi galið hevur gjørt. – Tað var onki løgið í tí, at hann kom at vitja meg heima. Tað gjørdi hann ofta, og vit vóru von við at práta saman um alt, staðfestir hon. Joan meldar ongantíð hesar báð­ar neyðtøkurnar, og hon greiðir frá, at orsøkin er, at hon var bangin fyri, at ongin fór at trúgva henni. – Nú skilji eg, at tað sjálvsagt ikki er mín skyld, hóast eg hugsaði tað tá. Eg bað ikki um hetta, sigur hon. Álopin aftan fyri Sjónleikarhúsið Seinni hevur hon upplivað neyð­ tøku­roynd, tá hon náttina til 1. okto­ber 2015 á veg heim varð álopin aftan fyri Sjónleikarhúsið. – Tá eg skilti, hvat veruliga hendi: at hetta ikki var ein, ið ætlaði at stjala taskuna, men ein neyð­ tøka, so var einasti tanki í mínum høvdi "ikki eina triðju ferð". Eg bardist ímóti og gavst ikki, fyrr enn míni skríggj og mótstøða endiliga fingu hann at renna avstað. Eg megn­aði, at fáa tað at enda við eina neyðtøkuroynd, og ikki eini neyð­ tøku, sigur hon álvarsom. Joan rann oman í Auto, har hon fekk skjóta hjálp, og løgreglan varð boð­send. Tá hon rann oman til Auto, hoyrdi ein drongur Joan siga við telefondámuna, at hon skuldi ringja til løgregluna. – Drongurin spurdi, hvat var hent. Tá eg fekk stamað fram, hvat var hent, fór hann rennandi nið­an til Sjónleikarhúsið at leita eft­ir manninum, sum hevði lopið á meg. Hann havi eg ongantíð sæð aftur síðani, men eftir tað havi eg hugs­að so nógv um, hvussu vakurt tað var av honum at gera nakað so vanda­mikið fyri ein persón, sum kann ikki kendi, sigur hon týðiliga rørd. Joan fór oman á løgreglustøðina at gav frágreiðing. Hendingin varð meld­að við tað sama – Eftir, at eg hevði givið frá­greið­ ing, og DNA royndi vórðu tiknar av andlitinum hjá mær, spurdi kvinn­ an, sum kannaði meg, um eg hevði hugt í speglið. Tá sá eg tvær svartar linj­ur frá sminkuni, ið vístu, at eg hevði grátið. Eg minnist als ikki, at eg græt, sigur Joan Scott Brockie, sum kendi seg púra kensluleysa og hevði torført við at gráta í meir enn enn mánað eftir hendingina. 18. mai 2016 fall dómur í máli­ num. Maðurin, ið gjørdi seg inn á Joan og royndi at neyðtaka hana fekk trý ára fongsulsrevsing fyri neyðtøkuroyndina og fyri at neyðtaka eina aðra kvinnu, ið eisini hevði meldað hann. Umfram tað, so skuldi hann rinda báðum kvinnu­ num endurgjald. Angri at øll ikki hoyrdu rættarsakina – Eg angri, at eg ikki hevði hurðar­ nar opnar til rættarsakina. Tað var okkurt í mær, sum ikki magtaði tankan um, at øll fóru at hoyra, hvat hendi. Eg var bangin fyri, at nakar skuldi síggja meg. Eg angri hetta, tí eg burdi sjálvandi havt stað­ið fram, líkamikið hvussu hart og ræðandi tað hevði verið, tí eg hevði einki gjørt skeivt, sigur Joan Scott Brockie. –Tað var eg tó als ikki før fyri tá, hóast eg hevði ynskt tað, tí tað hevði sent ein annan boðskap. Ein boð­skap, ið segði, at eg ikki var bang­in, og at eg ikki skammaði meg, sigur hon. Má liva við avleiðingunum Neyðtøkurnar og neyðtøkuroyndin hava elvt til, at Joan hevur havt nógv at stíðast við sálarliga. Hon greið­ir frá, at hon nøkulunda kláraði at byggja sjálvsvirðið upp aftur eftir neyðtøkurnar, men varð hál­að niður í eitt djúpt svart hol eftir triðju hendingina. – Eg fyrsti og var í sjokk. Eg græt ikki í langa tíð. Alt kendist absurd í meir enn ein mánað, sigur hon frá. Í langa tíð fekk Joan ikki sovið, og herðindi av ræðslu vóru gerandis­kostur. Hon fekk staðfest PDSD og fekk harvið impulsir, sum hon ikki fekk SAMRØÐA: Kynsligur ágangur TØGNIN ER EITT PERSÓNLIGT FONGSUL – Føroyar hava tørv á, at vit tosa hart um hetta. Hetta er einki tabu. Tað er einki stigma. Heldur er hetta ein melduródn av einum helviti, ið vit sita við dag um dag. Vit eru fleiri, og vit hava einki gjørt skeivt, sigur Joan Scott Brockie, ið vil bróta tøgnina við at greiða frá neyðtøkunum og neyðtøkuroyndini, ið hon hevur upplivað »Tað var okkurt í mær, sum segði, at eg skuldi rópa hart og ikki tiga, tá eg sá, at fleiri føroyskar kvinnur, ið høvdu lutað hashtaggið, ikki vildu greiða frá tí, sum var hent teimum. Eg havi altíð angrað, at eg ikki havi tosað um tað, sum er hent mær, tí tað hevur oyðilagt so nógv í mínum lívi«