hósdagur 26. oktober 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 125
7
stýrt. Møtti hon til dømis onkrum,
ið minti hana um brotsmannin, so
reageraði hon ógvusligt.
– Um okkurt minnir ein um
eina ræðuliga hending, so reagerar
heilin. Eg havi einaferð sligið ein
mann, tí hann kom mær ov nær,
og tað minti meg um hendingarnar,
sigur hon.
Hóast hjálp stóð henni í boði, so
var hon ikki klár til at taka ímóti
meir enn kreppuhjálp og nøkrum
tímum hjá sálarfrøðingi.
– Eg tók tað, sum eg fekk bjóðað,
men maktaði ikki uppfylgingina.
Eg var ill inn á verðina júst tá, og
fekk ikki tikið ímóti hjálp, sigur
hon.
– Eg skumpaði tey vekk, sum
royndu at hjálpa mær, sigur Joan
Scott Brockie.
Tíðina fyri rættarsakina hevði
Joan tað ikki gott: Hon var ræðslus
ligin fyri at skula møta brots
manninum aftur.
– Tað kendist sum eitt stórt
myrkur. Eg fekk heilivág fyri at
kunna sova, og tá eg svav, fekk eg
marruna. Eg fekk onki burturúr
degnum, og leiddi tankarnir
burtur við tónleiki, sjónvarpi og
øðrum óljóði. Eg mistonkti allar
mínar vinmenn, og hevði ikki álit
á nøkrum, sigur hon.
– Tað kemur hartil, at eg ikki
kendi til annað, so misti eg mótið,
leggur hon afturat.
–Eg var niðurkoyrd í botn,
og eg megnaði nóg illa at sita í
rættinum, men eg noyddi meg
til tað. Kvinnurnar í Føroyum
skuldu verða tryggar, hann skuldi
í fongsul, og eg skuldi geva mína
frágreiðing, líkamikið hvussu hart
tað var, staðfestir hon.
Hendinarnar hava eisini ávirkað
tey forholdini, sum Joan hevur
havt. Hon hevur ikki klárað at
greitt frá, hví hon reagerar ógvus
ligt í ymiskum støðum.
– Um tær royndi at vera kerligir,
so skumpaði eg teir burtur, um tað
á nakran hátt minti meg á hend
ingarnar, sigur hon.
Tað vóru ikki bara forholdini,
sum Joan var í, ið vórðu ávirkaði av
upplivingum hennara. Hon í langa
tíð kláraði hon heldur ikki at vera í
rúmi saman við mannfólki ella at
hoyra mannfólk tosa. Hon kláraði
tí heldur ikki at tosa við pápa ella
beiggja sín.
Nú hevur Joan spakliga lært seg
at taka ímóti hjálp, og hon skal í
næstum byrja í viðgerð, sum longi
hevur staðið henni í boði.
– Eg havi nú vant meg við mann
fólk, og klári at taka ímóti viðgerð,
hóast sálar viðgerin er mannfólk,
sigur hon.
Tøgnin skal drepast
Joan er fegin um, at hashtaggið
MeToo eisini tók dik á seg í Før
oyum, og at føroyskar kvinnur á
hendan hátt brutu tøgnina.
–Tøgn er sum eitt persónligt
fongsul hjá mær. Tøgnin nívur
meiri enn túsund orð, sigur hon.
–Føroyar hevur tørv á, at vit
tosa hart um hetta. Hetta er einki
tabu. Tað er einki stigma. Heldur er
hetta ein melduródn av einum hel
viti, ið vit sita við dag um dag. Um
vit tosa opið um tað, so kunnu vit
møguliga fáa eina kenslu av, at vit
ikki eru einsamallar. Vit eru fleiri,
og vit hava einki gjørt skeift. Vit
standa allar saman við somu pínu,
sigur hon álvarsliga.
Hon greiðir frá, at um kvinnur
og menn, ið hava upplivað seksuell
an ágang og harðskap ikki tosa
opið um hetta, so er tað sum at
byggja eina kistu um seg sjálvan.
Hon heldur, at tað er umráðandi at
seta orð á hendingarnar, og at tosa
við onkran, ið stendur nær.
Sjálv hevur hon funnið linna við
at luta søgu sína á hjálparbólkum
á internetinum, har hon kann vera
dulnevnd. Har hevur hon skrivað
um hendingarnar, sum hon hevur
upplivað. Tað er mest tað, at fáa
orðini út, ið hjálpir, greiðir hon frá.
Hon saknar slíkar føroyskar bólkar
– bæði við dulnevni á netinum, men
eisini hjálpar-og stuðulsbólkar fyri
neyðtøkuoffur.
Vil hjálpa kvinnum
Hon er fegin um, at ljós verður
varpað á hetta evni, og vónar, at
tað fer at hjálpa fleiri. Hon ásannar,
at tað er trupult at bróta tøgnina
í lítla føroyska samfelagnum, men
ágangur hendir so mikið ofta, og
ofrini eru ómetaliga mong í tali.
– Eg vil fegin bróta hesa tøgnina,
tí vit eru ofrini, og vit hava ongi
gjørt skeivt, staðfestir Joan Scott
Brockie.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
»Um okkurt minnir ein um eina
ræðuliga hending, so reagerar heilin.
Eg havi einaferð sligið ein mann, tí
hann kom mær ov nær, og tað minti
meg um hendingarnar«
»Tøgn er sum eitt
persónligt fongsul hjá
mær. Tøgnin nívur
meiri enn túsund orð«