Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 125 8 ANNIKA KUNOY IM #MeToo er eitt átak á sosialu miðlunum, ið varpar ljós á seksuellan ágang. Tað var sjónleikarin Alyssa Milano, sum setti hol á átakið við at skriva á Twitter “Hevur tú verið fyri seksuellum ágangi ella harðskapi, skriva so ‘me too’ sum svar til hetta tweetið”. Tað gingur bert fáir minuttir, og so var Twitter við at drukna í #MeToo. Fyrstu 24 tímarnir varð hashtaggið lutað meir enn 500.000 ferðir á Twitter og 12 millión­ir ferðir á Facebook. Næstu tíð­ina varð talið bara vaksandi, og hash­tagg­ið hevur eisini verið lutað fleiri ferðir av føroyskum kvinn­um. Við hesum vildi Alyssa Milano vísa á, hvussu stórur trupulleiki seksuellur ágangur er, og fleiri kvinn­ur hava umframt at luta hasa­taggið, eisini greitt frá teim­ um hendingunum, ið tær hava upp­livað. Hetta hendi alt í kjalarvørinum av absurdu sakini um heimskenda amerikanska filmsframleiðaran Harvey Weinstein, sum varð blakað­ur úr Oscar-akademiinum, eftir at fleiri enn 40 kvinnur hava skuld­set hann fyri sekuellan ágang av ymiskum slagi yvir trý ártígg­ju. Torført at tosa um hashtaggið 15. oktober tók #MeToo dik á seg. Fyrst í USA men síðani runt allan heim­in – eisini í Føroyum. Miðlahúsið setti seg í samband við fleiri enn 15 kvinnur, ið hava lutað hashtaggið á Facebook, og gjøgnum­gangandi søgdu tær allar, at tær ikki vilja greiða frá ágangi­num. Orsøkirnar eru, at tær ikki kenna seg klárar at tosa um ágangin enn, og tær hugsa um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa at tosa alment um slíkar hendingar.  – Eg eri glað fyri, at tit varpa ljós á hetta. Nú eru nøkur ár liðin síðani eg var úti fyri ágangi, men eg eri ikki klár til at siga frá tí enn. Eg burdi gjørt tað, men eg tori ikki, sig­ur ein kvinna, sum vit hava tosað við. Tað er hugvekjandi at uppliva, at hóast kvinnur siga alment frá á Facebook, at tær hava upplivað hetta, við at luta hashtaggið, so vilja tær ikki siga júst, hvat hent er.  Allar siga tær tó, at tað er um­ ráð­a­ndi at varpa ljós á evnið, og tær vóna, at onkur djørv føroysk kvin­na vil tosa opið um kynsligan ágang og sexsjikanu í Føroyum. Evn­ið skal ikki tigast burtur, siga tær.  – Eg haldi, at tað er virðingarvert og eisini tiltrongt, at tit vilja varpa ljós á evnið kynsligan ágang. Tí­ verri eri eg ikki til reiðar til per­ són­liga at standa fram fyri øllum Før­oya fólki við mínum søgum, sig­ur ein onnur kvinna.   – Eg eri ikki klár til at tosa um hetta júst nú, og tað hevði verið gott, um tú fekst samband við onkr­an annan, sum kundi greitt frá síni uppliving. Eg eri skelkað av mær sjálvari, at eg ikki klári at tosa opið um hetta. Serliga nú, tá ljós verður varpað á evnið, og tí eg haldi, at tað er sera umráðandi, at hetta kemur fram, sigur ein triðja.  – Eg var í iva, um eg skuldu luta hashtattigið á Facebook, men eg valdi at gera tað kortini, tí vit eru fleiri, ið hava upplivað kyns­ligan ágang, og tað skal ikki dyljast, sigur ein onnur kvinna við Miðla­ húsið. Ágóðin av bólkaeffektini Maria Hanusson Joensen, sálar­ frøð­ingur, greiðir frá, at tað ikki kem­ur óvart á hana, at fleiri av kvinnunum, ið hava lutað hash­ tagg­ið, ikki ynskja at tosa opið um tað, sum er hent teimum. Hon greið­ir frá, at #MeToo hevur latið upp fyri møguleikanum hjá fleiri at tosa um seksuellan ágang, tí kvinn­urnar, sum hava lutað hash­ tagg­ið, eru so nógvar í tali og so ymsik­ar. – Tá ein upplivur slíkan ágang, so kennist hann eyðmýkjandi og mannminkandi. Hesar kenslur­ nar heldur man tí ofta inni í sær sjálvum, men tá tað eru fleiri sum luta tær – og har í mill­um heims­ kend­ar stjørnur – so er lætt­ari at siga at frá sínum upp­liv­ing­um, sigur Maria Hanusson Joen­sen. Hon greiðir frá, at tað er umráðandi hjá okkum menniskjum at kenna, at vit hoyra til ein bólk og ágangur kann júst gera tað, at vit kenna okk­um einsamøll. Men tá ið tað eru fleiri, sum nú tora at varpa ljós á tað, sum tær hava upplivað, so kennir tú teg ikki einsamallan longur. Í hesum samanhanginum er bólkaeffektin ein effektivur máti at bróta tøgnina á. – Tá allar kvinnur og allir menn, ið hava upplivað slíkan ágang, standa saman á hendan hátt, so verður eisini víst á, hvus­su stórur trupulleikin er. Av tí at tað eru so mong, sum standa saman, so minkar skommin og skuldar­ kenslan, sum fylgir við ágangi­ num, tí tað verður meir legalt, tá tað eru so mong, ið hava upplivað tað sama, sigur Maria Hanusson Joensen. Marjun Tróndarson, sálar­frøð­ ing­ur, leggur afturat, at #MeToo verð­ur brúkt av kvinnum og monn­um, ið ynskja at standa saman við teimum, ið hava upp­liv­ að kynsligan ágang, av teimum, ið uppliva sexsjikanu og vilja varpa ljós á, at tað til dømis ikki er í lagi at viðmerkja útsjónd og kropp hjá hvørjum øðrum og eisini av teimum, sum hava upplivað kyns­ lig­an ágang og neyðtøku. – Við hesum standa vit saman, og ljós verður varpað á nakað, sum øll kenna til, sigur Marjun Tróndar­son. Mugu lofta teimum, ið siga frá Tað er bæði lættari og tryggari at siga frá seksuellum ágangi handan skíggjan, tí har situr tú vard og trygg og skrivar, áðrenn tú trýstir á send. Hetta er møguliga ein av orsøku­num til, at tað eru so mong, sum hava lutað hashtaggið, heldur Maria Hanusson Joensen, og hon greið­ir frá, at sosialu miðlarnir eru ein pallur fyri okkum øll, og tað hevur stóra ávirkan á okkara dyrvi. Tí tú stendur ikki einsa­møll, men er talan hinvegin um saman­ hald og solidaritet. – Hevur tú verið fyri grovum harð­skapi, og setir hol á ta sam­ røðu­na við einum slíkum hash­ taggi, so kann alt møguligt annað fylgja við, og tú kanst fáa tørv á trauma­viðgerð, sigur hon, og legg­ ur afturat, at tað er ymiskt, hvat slag av ágangi fólk, ið luta hash­ tagg­ið, hava upplivað, og tað er ikki altíð, at tørvur er á viðgerð, sig­ur hon. Hesum tekur Marjun Tróndar­ son undir við, og greiðir frá, at eitt slíkt átak sum #MeToo ikki kann standa einsamalt, um kyns­ ligur ágangur skal basast í sam­ felag­num. Hashtaggið skapar tó solidari­tet, og vísir á at seksuellur ágang­ur, sexjikana og neyðtøka eru veruligir trupulleikar í sam­ felag­num. Marjun Tróndarson heldur eisini, at lutar tú hashtaggið, so kann tað tykjast, sum ein inn­bjóð­ ing hjá øðrum til at spyrja um tað, sum hent er. –Tað verður lagt út á eitt opið for­um, men tað er treytað av, hvussu tey, sum fylgja einum og síggja hashtaggið reagera. Eisini er tað ymiskt, hvussu klár fólk eru til at tosa opið um hendingarnar. Fyri tey flestu er tað ógvuliga svárt at tosa um slíkt, hóast hetta er ein lættari máti at tosa um tað á, tí avsendarin avgerð, hvørjar detalj­ ur viðkomandi lutar saman við hash­tagginum, sigur hon. – Tú velur eisni um tú knýtur #MeToo: FLEIRI MILLIÓNIR VARPA LJÓS Á KYNSLIGAN ÁGANG – Tá allar kvinnur og allir menn, ið hava upplivað slíkan ágang, standa saman á hendan hátt, so verður eisini víst á, hvussu stórur trupulleikin er. Av tí at tað eru so mong, sum standa saman, so kann tað hava eina jaliga effekt á tær neiligu kenslurnar, so sum skuldar- og ábyrgdarkenslur, sum stundum fylgja við áganginum, tí tað verður meir legalt at viðurkenna, sigur sálarfrøðingur GREIN: #MeToo