hósdagur 26. oktober 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 125
9
eina frágreiðing til hashtaggið ella
ikki, sigur Marjun Tróndarson.
Við til at bróta tøgnina
– Tað er gott, at tøgnin verður
brotin, og at fólk tora at siga frá
og varpa ljós á tann ágang, sum er í
samfelagnum, sigur Maria Hanus
son Joensen.
– Tað verður áhugavert at líta
aftur á seinni, og vita um hetta
átakið hevur havt eina fyribyrgj
andi effekt, tí eg haldi, at tað hevur
verið við til at útgreina, at vit øll
hava loyvi til at siga frá, tá onkur
fer um okkara mørk, staðfestir
Maria Hanusson Joensen.
Marjun Tróndarson greiðir frá,
at vit við hesum gera vart við, at
ágangur als ikki er í lagi, men tann
sosiali responsurin hevur størstu
fylgirnar.
– Tað sum er umráðandi er,
hvussu tú, eftir at hava boða frá um
ágangin, verður møttur av tínum
nærmastu og í samfelagnum.
Vónandi førir eitt slíkt átak til
viðurkenning og ásannan av, at
ein ongantíð eigur skuldina av
áganginum sjálvur, tí hetta er ein
stórur trupulleiki í samfelagnum
vit liva í, sigur hon.
Hon leggur afturat, at tey, ið
sita í valdsstøðum kunnu brúka
eitt slíkt rák sum íblástur til at
tosa um evnið.
– Hetta leggur upp til orðaskifti
um, hvat sexsjikana er, og nær
talan er um seksuellan ágang, og
síðani áseta verjandi reglugerðir,
staðfestir Marjun Tróndarson.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO