Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 125 10 DANJAL AV RANA S EV og Føroya Landsstýrið hava sett sær sum mál, at í 2030 skal øll ferðsla á landi vera el-rikin. Tað vil siga, at allir bilar, bæði persónilar og lastbilar, skulu vera el-bilar um 13 ár. Tvær eyðsýndar orsøkir eru til at gera hetta orkuskiftið innan ferðsluna á landi, onnur sam­ felagsbúskaparlig, hin um­hvørvis­ vinarlig. Onnur er, at gera før­ oyska samfelagið sum heild minni tengt at innfluttari olju, sum fer at betra um handilsjavnvágina hjá Føroyum. Í 2016 innfluttu vit ráolju og framleiðslu úr olju fyri 650 milliónir krónur, sum er góð 10 prosent av innflutninginum. Hin orsøkin at fremja orkuskiftið, er at skerja um útláti av koltvísúrni fyri at geva okkara íkast til stríðið móti alheims upphitingini. 1. januar í ár vóru 23.233 per­ són­bilar skrásettir í Føroyum sam­bært Hagstovuni. Av hesum eru eini 29 el-bilar, sambært Degi og Viku í farnu viku. Um málið hjá landsstýrinum skal røkkast, skulu altso yvir 23.000 el-bilar keypast komandi 13 árini, ella slakir 1.800 bilar um árið. Sambært Degi og Viku 19. oktobur eru 14 nýggir el- bilar keyptir seinasta árið. Før­ oyingar hava seinastu árini keypt um 2.000 bilar um árið, so í veru­ leikanum mugu vit einans keypa el-bilar, um vit skulu náa málinum hjá landsstýrinum og SEV. Hyggið til Noregs Tað er altso langt á mál, men vit kunnu kanska hyggja til eitt av grannalondum okkara til íblástur. Danir hava enn ikki av álvara tveitt seg á elbilabylgjuna, men í Noregi er elbilamarknaðurin í stórum vøkstri, við góðum stuðuli frá norsku stjórnini. Hon hevur sett sum mál, at í 2025 skulu allir nýggir bil­ar, sum verða keyptir í Noregi, vera el-bilar ella lág-útlátsbilar. Norska stjórnin hevur eisini gjørt stórar íløgur í at gera tað møgu­ligt og tiltalandi hjá fólki at keypa sær el-bilar. Norskir el-bilaeigarar rinda nevni­ liga: • Einki skrásetingargjald • Einki bummgjald á vegunum í Noregi • Løða bilin ókeypis á flestu løðistøðum í landinum • Einki MVG á bilinum • Veggjaldið er smáar 400 krónur um árið, í mun til 3.000 krónur fyri aðrar persónbilar. • Tú sleppur at koyra í kollektiv­feltinum • Parkering er ókeypis • Nógvar av fergunum eru ókeypis. Alt hetta ger, at tað er so gott sum ókeypis at eiga og brúka ein el-bil í Noregi. Ein kann koyra nærum ókeypis millum stóru býirnar í Noregi. Og tá bensinprísurin liggur á 12,57 krónur fyri liturin er lætt at skilja, at ein kann spara heilt nógv um árið við at skifta til elbil. Norska bilaeigarasambandið, NAF, metir, at ein familja kann spara 20.000 krónur um árið við at skifta frá bensinbili til elbil. Má gerast fíggjarliga tiltalandi Men hví so nógv prát um krónur og oyru, gera vit ikki hetta fyri umhvørvi? Jú, sjálvandi er tað fremsta og besta orsøkin til at skifta. Men sum Nikolai Astrup, um­hvørvistalsmaður hjá norska Høyre, sigur, so fer idealisman aleina ikki at føra okkum heilt á mál – vit mugu eisini bera so í bandi, at tað lønar seg at taka um­ hvørvis­vinarligar avgerðir. Hóast elbilarnir í Føroyum eru MUGU SETA FERÐ Á ELBILA­ KOLLVELT­ INGINA Skulu vit røkka málinum um at øll ferðslan á landi skal vera grøn í 2030, mugu vit skifta 23.000 persónbilar um við elbilar næstu 17 árini. Tað eru 1.800 bilar um árið.