hósdagur 26. oktober 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 125
11
fáir, so hevur Føroya Landsstýrið
tikið fyrstu fetini til júst at løna
teimum, sum keypa ella eiga el-bil.
Kristina Háfoss, fíggjarmála
ráðfrú, segði við Sosialin í fjør, at
føroyska stjórnin hevði heilt aðrar
visjónir á elbilaøkinum enn danska
stjórnin.
- Skulu vit av álvara fáa før
oyingar at keypa elbilar, kemur
tað ikki av sær sjálvum. Tí ætlar
samgongan nú at gera tað meiri
lokkandi hjá føroyingum at keypa
el-bilar heldur enn bensin- ella
dieselbilar, segði hon við Sosialin
10. februar í fjør. Og fyrstu stigini
eru tikin.
•
Eins og í Noregi er einki
skrásetingargjald á elbilum í
Føroyum.
•
Keypir tú ein elbil, fært tú
MVG’ið afturrindað, tó í
mesta lagi 70.000 krónur
•
Tað er ókeypis at løða
bilarnar á almennu
løðistøðunum.
•
El-bilar rinda einki árligt
umhvørvisghald
Her skal tó viðmerkjast at lógin
um MVG-frítøku í fyrsta umfari
einans er galdandi til 2019, meðan
undantakið í lógini um umhvørvis
gjald einans er galdandi til og við
2020.
Umframt hetta arbeiðir lands
stýrið í løtuni við at loyva SEV
at selja teimum kundum, sum
hava hitapumpu ella elbil, bíligari
streymt. Tá verður talan um, at
ein kann spara eini 4.000 krónur
um árið við at velja elbil í mun til
bensinbil, bara í muninum á nýtsl
uni av brennievni. So kemur alt
hitt afturat.
Spurningurin er so, um føroyska
stjórnin skuldi hugt til Noregs og
eisini latið elbilar koyrt ókeypis
gjøgnum undirsjóvartunlarnar og
ferðast ókeypis við Strandferðar
skipum Landsins?
Útboðið má vaksa
Umstøðurnar at hava elbil í
Føroyum eru eisini góðar. Netið
av løðistøðum er nú so væl útbygt,
at løðistøðir eru á øllum teimum
størru oyggjunum og tað skal
vilja illa til, um tú ikki skalt kunna
legja eina leið, sum førir teg fram
við eini løðistøð, so tú fært løtt
bilin eina løtu. Løðistøðir eru í dag
á flogvøllinum, í Vestmanna, við
Streymin, í Runavík, í Klaksvík,
tvær í Havn, á Sandi og á Tvøroyri
Í løtuni eru tað kanska bilasøl
urnar, sum halta mest eftir. Út
boðið av elbilum í Føroyum er sera
avmarkað. Ynskir tú at keypa ein
el-bil í dag, kanst tú velja millum
Nissan Leaf, Kia Soul, BMW i3 ella
VW eGolf og eUp. Bilasølurnar,
sum Miðlahúsið hevur tosað við,
siga tó, at úrvalið fer at vaksa í 2018
og 2019, tá millum annað Ford og
Volvo koma við sínum útgávum
av elbilum, BMW i8 verður tøkur
og ikki minst Opel Ampera-e, sum
nógv bíða spent eftir. Droymir tú
um ein Tesla, mást tú uttanlands
at leita tær eftir honum.
Tað kann væl vera, at Føroya
Landsstýri eisini eigur at hyggja
eftir, um tað skal vera lættari at
velja aðrar lágútlátsbilar, sum til
dømis brintbilar. Men eingin ivi er
um, at størri orka má leggjast í at
fremja hetta orkuskifti. Sum ung
dómsfelagið hjá KrF, KrFU, plagdi
at siga:
- Okkum tørvar fólk, sum
droyma um okkurt størri enn bara
bíligari bensin.