hósdagur 26. oktober 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 125
12
AVGERÐIN AT GIFTAST
- Marta greiðir frá:
23. des. 2016, tá ódnin Urd rakti
Føroyar, var streymslit og landið
lá í bølamyrkri. Heima í okkara
hugnaligu stovu, høvdu vit tendrað
livandi ljós. Hesin flotti maðurin
hevði ikki bara verið úti og keypt
mær jólagávu hendan dagin, nei
hetta bleiv ein minnisríkur dagur,
tí Albin fór á knæ framman fyri
mær. Rooomantiiskur, Ja! Eg bleiv
yvirraskað og rørd. Ovurfegin
svaraði eg JA! Gleðistár, látur og
kærleiki fylti rúmið. Eingin telefon,
telda ella annað kundi órógva. Í
kærleiksrúsi nutu vit hesa serligu
løtuna. Løtan var heilt serlig, tí
umstøðurnar vóru so óvanligar.
Vindurin brast á uttanfyri, meðan
vit sótu inni í heitu stovuni.
Dato fyri vígsluna:
26. august 2017
Gestir til veitsluna:
Uml. 200 gestir
Stað fyri vígsluna:
Havnar Kirkja
Stað fyri veitsluna:
Starvsmannafelagið - tað var opið
hús
BRÚÐARDAGURIN
– Marta greiðir frá:
VÍGSLAN: Ein spenningsrúsur sús
aði í mínum búki, tá eg var komin
í brúðarkjólan og stóð klár heima
í stovuni. Nú nærkaðist til vígslan
skuldi vera. Løtan í kirkjuni var
magisk fyri okkum bæði. Spenn
ingurin var stórur, Albin bíðaði
í stórum spenningi eftir mær í
kirkjuni og tað sást á honum. Tað
kendist so gott og trygt, tá okkara
eygu møttust. Albin stóð har, flott
ur í klædningi, nýkliptur og hevði
glæmandi eygu og eitt stórt smíl.
Eg var nokk so hás hendan
dagin, tí setti eg ordiliga av, so øll
skuldu hoyra mítt ja til Albin. Eitt
kempistórt JA, kom út úr mínum
munni, sum var snjallari enn eg
ætlaði, men gott er, tað var kortini
fitt. Øll vóru í láturi. Hetta bleiv ein
stuttlig løta fyri okkum øll.
Tá vit vóru vígd og høvdu sett
okkum á fremsta bonk saman, yvir
raskaði Thormund (pápi Albin) og
Maria (systkinabarn Albin) okkum
við sangi. Tað var ein ógvuliga
rørandi løta.
MÓTTØKAN: Vit høvdu ein væl
signaðan og ríkan dag. Móttøkan
var so hugnalig, hýrurin var góð
ur og avslappaður. Veðrið var so
gott hendan dagin, at gestirnir
funnu sær eisini sitipláss úti í hav
anum sum inni. Vinfólk hjá Martu
framførdu vakran sang fyri okk
um. Nógvar góðar og stuttligar tal
ur vórðu hildnar, og filmsbrot av
polterabend og ungdómsminnum
vórðu eisini víst á stórskíggja.
Okkara gestabók var eitt lørift
við einum træið á. Bløðini vóru
fingramerki frá
okkara gestum.
Nú prýðir hetta
litfagrað træið
okkara
heim.
Vit eru so glað
fyri øll, ið góvu
sær stundir at
hátíðarhalda dagin saman
við okkum.
Á
kvøldi
høvdu
v
i
t
døgurða
f
y
r
i
teimum
nærmastu.
BRÚDLEYP.FO
Nøvn á brúðarparinum:
Marta Nolsøe Hansen
og Albin Nattestad
Johannesen
Størv og stutt lýsing
um brúðarparið:
Albin er 32 ár, útbúgvin
KT-verkfrøðingur.
Hann arbeiðir sum KT-
mennari hjá fyritøkuni
SANSIR, har hann m.a
forritar heimasíður.
Marta er 28 ár, bleiv
útbúgvin námsfrøðingur
í juni 2017. Í august
2017, byrjaði hon at
arbeiða á dagstovninum
Lítliskógur, í eini
barnagarðsstovu.
Tey eiga ein son saman,
Brandur, sum er tvey ár.
BRÚDLEYPS
DAGURIN HJÁ
MARTU & ALBIN