Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 125 13 Tá kvøldið var av, fóru vit oman í brúðarsvituna á Hotel Tórshavn. BRÚÐARKJÓLIN: Beiggi mín gjørdi meg bilsna við tí flottasta brúðar­kjól­anum. Brúðarkjólin kom í øll­um førum í góðari tíð, ½ ár ÁÐR­ENN Albin var á knæ. SØGAN HANDAN KJÓLAN: Beiggi og eg vóru farin í býin at hyggja eftir klæðum. Vit duttu inn á gólvið í einum endurnýtsluhandli. Í vindeyganum hekk ein flottur hvítur kjóli við tyll, blondum og pailettum á. Beiggi spurdi meg, um mær dámdi brúðarkjólan, og um eg hevði hug at royna hann. Eg svaraði; ”Albin hevur ikki verið á knæ, so eg kann ikki fara at prøva nakran kjóla nú.” Seinni sama dag ringdi beiggi til mín og spurdi meg, um Albin var heima. Tá eg segði, at hann akkurát var úti, var beiggi skjótur yvir við flotta brúðarkjólanum, sum hann hevði keypt mær. Brúðgómurin skal jú ikki síggja kjólan áðrenn stóra dagin. Tað kendist løgið at hava brúðarkjóla, tá Albin ikki hevði fríggjað. Men eg vónaði, at hann einaferð fór á knæ. Kanska tað skundaði undir Albin, tá hann hoyrdi um brúðarkjólan. Eg var glað og væl nøgd, at mín dreyma­ brúð­arkjóli var komin í hús. Einans nakrar smáar broytingar skuldu gerast, so hann sat upp aftur betri. Hetta fekk eg ein dugnaligan snið­ geva frá Sonju Design at gera. KLÆÐINI HJÁ BRÚÐGÓMINUM: Albin og eg hugdu eftir klædn­ing­ um inni í Skálkur Man til hansara. Tredje gang er lykkens gang, verður ofta sagt. Tann triðji klædingurin, hann prøvaði, sat. Penur og flottur stóð hann í klædningi og butterfly. Vit tosaðu um brúðardagin, sum var okkum so fjarur, langt frammi í tíðini, men kortini var hann beint framman fyri okkum. Hetta var tvær vikur áðrenn tann stóra dag­ in. TAÐ BESTA VIÐ DEGNUM: Allar løtur vóru so dýrabarar og góðar á degnum. Vit eru so væl­ sign­aði. Men tað besta við degnum, er avgjørt okkara >>Ja<< til hvønn ann­an. At siga ja til sín besta vin og stóra kærleika, er størsta gleðin eg kenni. Ein fantastisk kensla. <3 BRÚÐARFERÐIN: Ætlanin er, at vit trý fara á brúð­ar­ ferð seinni í ár, um jóltíðir, til eitt heitari land. EITT GOTT RÁÐ TIL KOMANDI BRÚÐARPØR: Fáið tykkum ein professionellan foto­graf, tí tá stóri dagurin er av, eru myndirnar so dýrabarar og góð­ar at hava. Vit eru so glað fyri og nøgd við okkara brúðarfotograf, OPHphoto. Vit høvdu als einki gjørt øðrvísi, sjálvt um tað var møguligt. MYNDAFÓLK: OPHphoto, Osvald tekur so góðar mynd­ir. Hann dugir væl at fanga tær ríku løturnar á degnum. Hann er ein dugnaligur fotografur, sum av­gjørt kann viðmælast. HÁR, MAKEUP OG NEGL: Annika, í Salong Anniku, gjørdi mítt flotta hár. Arna, í The Body Shop, sminkaði mær so vakurt. Og Sóley gjørdi mínar natúrligu ljósa­ reyðu negl til brúðardagin. Mínar góðu vinkonur, Barba og Una vóru mínar brúðargentir og hjálptu mær nógv, frá morgni til kvøldurs. Maturin til BRÚDLEYPIÐ: Hotel Hafnia BRÚÐARKØKAN: Gudny’sa køkur ANNAÐ: Vit eru so takksom fyri alla hjálp, vit fingu til okkara brúdleypsdag. Við góðari hjálp frá okkaru kæru gjørdist dagurin ógloymandi fyri okkum. Takk fyri. FRÁ BRUDLEYP.FO FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO!