hósdagur 26. oktober 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 125
14
LÍVSTÍLUR: Tá tað regnar
DYPPA STEARINLJÓS
Her er upplagt at brúka restir
av stearinsljósum sum tú eigur
inni – jú fleiri litir tú hevur, jú
stuttligari verður spælið. Fyll
ein plastikk kopp ella ílat hálvt
við vatni, og tak restirnar av
stearinljósunum fram. Tá tú
dyppar stearin í vatnið,
verður stearinið til
smáar perlur, og við
ymisku litunum ber til
at gera smáar myndir
í vatninum. Tryst eitt
sindur í kantarnar fyri
at fáa stearinið leyst, tá
myndin er liðug.
GER GANDADEIGGJ
Hetta er deiliga ómakaleyst
og skjótt at gera, og tey flestu
eiga tilfarið inni.
Tilfar:
2 koppar av mjøli
1 kopp av salti
1 kopp av heitum vatni
1 spsk av matolju
Máling og møguliga lakk at
pynta við
Eitt sindur av staltrái at hanga
upp við
Mannagongd
Blanda alt tilfarið saman
Elt deiggið til tað verður mjúkt
Síðani skal skapast, og nú er
tað bert hugflogið, ið setur
mørkini. Mangar tær íblástur
til, hvat tú kanst gera við
gandadeiggið, og eru fleiri
góð og stuttlig hugskot bæði
til vaksin og børn at finna á
www.pinterest.com.
Skulu myndirnar upp at
hanga, ger so ein lítlan ring av
staltráði, sum tú setur fastan
í deiggið.
Tá standmyndirnar eru lidnar,
so skulu tær bakast á 120
hitastigum í á leið tríggjar
tímar.
Lat síðani gandadeiggið kølna,
áðrenn tað verður málað.
Mála gandadeiggið við
acrylmáling og lakera síðani
við vatnbaseraðum lakki. Tað
kann eisini prýðast við perlum
og glittur, alt eftir hvat tit
hava hug til.
BYGG FORÐABREYT OG SMÁTTU
Hála allar pútur, dýnur og teppi inn á
stovugólvið og set stuttligan tónleik
frá, sum børnini tíma at dansa til. Bygg
eina forðabreyt við øllum tí, sum liggur
á gólvinum, og ger tað avbjóðandi at
hoppa, renna ella balansera á ymisku
lutunum. Bygg til endans eina smáttu
við at heingja eitt teppi yvir tveir stólar.
Legg teppi og pútur inn í smáttina, og
enda avbjóðingina við at leggja tykkum
inn í smáttina við eini bók.
14
HUGNALIGIR
REGNDAGAR
SAMAN VIÐ
BØRNUNUM
Heystið:
Heystið er komið, dagarnir verða styttri, vátari og kaldari, og vit eru meir inni saman
við børnunum. Ofta verða bæði foreldur og børn móð av altíð gera tað sama, og tí
hava vit savnað saman 11 góð hugskot til kreativ spøl til teir vátu dagarnar, ta øll
helst vilja vera inni og njóta samveruna – men eisini hava tað stuttligt saman
ANNIKA KUNOY IM • ANNIKA@SOSIALURIN.FO