hósdagur 26. oktober 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 125
STÓRA INNANDURA FORÐABREYTIN
Skúgva møblarnar til viks og ger eina forðabreyt við teimum
lutunum, sum tú eigur inni. Dømi til forðabreytina:
Tak eina skitnatoyskurv og ger eina avbjóðing, har
man brúkar samanlagdir sokkar til at venja seg í at
kasta.
Klistra nakað av tógvi á gólvið, har tað ber til at
venja balansu við at ganga á linjuni.
Legg pútur og teppi á gólvið og spæl Jørðin er
eitrað
Lat børnini grulva undir borðið og undir stólarnir,
og brúka ein kust til at spæla Limbo
SJÁLVSMYNDIR
Setið tykkum niður við einum spegli, pappíri og litblýantum.
Avbjóðingin er at hyggja í spegilin og royna at tekna seg sjálvan. Minn børnini á eygnabrýr
og vippur og aðrar smálutir á andlitinum. Tað er eisini avbjóðandi at tekna allan kroppin, og
síðani at velja hvørji klæðir eisini skulu teknast.
HVAT ER Í PAPPESKJUNI?
Tak eina stóra eskju og sker hol á síðurnar, so
armurin á børnunum passar í holið. Pynta
eskjuna við onkrum pappíri, tekningum ella
øðrum, um tú hevur hug.
Tá tað er klárt at spæla, so setur tú ymsikar
lutir inn í eskjuna. Síðani skulu børnini
skiftast um at koyra hondina inn í eskjuna,
og síðani gita, hvat er í. Klára tey ikki at gita,
so kanst tú geva teimum “hint” ella tey spyrja
fleiri spurningar um lutin, hvat hann kann skal
brúkast til, hvønn lit hann hevur og so framvegis.
Til ber at brúka vanligar lutir, so
sum litblýantar, leikur ella
eina frukt. Tú kanst eisini
nýta lutir, sum eru ólekkrir at
røra við, so sum kókað spagetti,
smør ella ein vátan lappa. Gita tey
rætt, so fáa tey stig.
SÁA KARSI SAMAN VIÐ BØRNUNUM
Urtin karsi vaksur ómetaliga skjótt – og tað er gott, tá børnini
bíða eftir ávøkstinum. Tað tekur bert eini 10 dagar, eftir at
karsi er sáa, til tað er klárt at eta.
Eitt boð er at brúka ein tóman og reinan mjólkapakka, sum
er skorin eftir longdini, ella at brúka botnin av pakkanum,
um ein ynskir eina minni mongd. Legg váta køksrullu
í botnin og legg síðani vátt bummulsvátt omaná. Lat
eini tríggjar sentimetrar vera frá vattinum til toppin av
mjólkapakkanum.
Spjaða karsefræ á vattið og tryst tað eitt sindur
niður við fingrunum. Set karsið fjálgt og ljóst, og minst
til at minni børnini á at geva tí vatn hvønn dag,
so
vattið verður vátt.
Tá karsið er á leið 10
sentimetrar, so ber til at kippa
og eta tað. Karsi smakkar til
dømis sera væl omaná egg.
15
Heimagjørdir
dekkserviettar
Legg ein pappírsdúk á borðið og tak
máling, pensar og góða hugflogið fram.
Mála tað tykkum lystir á pappírið, men tá
børnini eru liðug, kunnu myndirnar klippast
til og laminerast. Tær kunnu síðani
brúkast til dekkserviettar. Hetta er so
fitt og persónligt, og børnunum
dáma væl at síggja mydnirnar
aftur, tá tey skulu eta.
Minnisspæl
Legg eini 10 ymisk ting á ein
bakka - hetta kann vera alt millum
himmal og jørð – og bið síðani børnini royna
at minnast tað, sum er á bakkanum. Tú kanst
avgera, hvussu langa tíð tey fáa til at royna at
minnast. Legg síðani eitt viskistykki omaná bakkan,
og bið børnini endurgeva tað, sum var á bakkanum.
Tann sum minnist flest ting vinnur spælið.
Eru fleiri børn, so kunnu tey býtast í bólkar,
og í bólkunum royna at minnast, hvat var
á bakkanum. Legg okkurt annað á
bakkan, tá næsti bólkurin skal
royna at minnast.
SKATTAVEIÐA
Vel eitt tema, sum til dømis eitt ávíst mynstur, bókstavir
ella litir, og farið síðani og leitið í húsinum. Bið til dømis
børnini finna tríggjar grønar lutir, ella fimm fýrkantaðar lutir.
Ger eitt skema, og set x við hvørjaferð, tey hava fulfíggjað
uppgávuna. Hetta spælið hóskar seg eisini
væl, tá børnini skulu læra bókstavir. Tá
kunnu tey til dømis brúka myndatólið á
teldlinum ella telefonini og taka myndir av
tí, sum tey finna, ið byrjar við bókstavinum,
ið tey leita eftir. Hvørjaferð ein mynd er
tikin, so fær barnið eitt x í skemaði.
STUTTLIGAR SØGUR
Tú byrjar við einum setningi, og síðani skal barnið leggja
ein setning afturat tínum. Tú kanst til dømis siga: “Ein reyð
kúgv og ein bláur seyður fingu sær drekkamunn”, og síðani
taka børnini yvir. Tað verður skótt ordiliga stuttligt, og hetta
spælið hóskar seg eisini væl til biltúrin.